Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-09-03, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. september 1997síða 1

allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið SOSIGIUFIN Nr. 166 Mikudagur 3. september 1997 71. árgangur 0 2 ST — BR Nýggja Gekkaspælið hjá SvF: Skrubban hjá SVF tikin aftur Nýggja eydnuspælið hjá Sjónvarpi Føroya hevur fingið eina vánaliga byrjan, nú tað er komið fram, at prent- villur eru á seðlunum | | Argjafólk fáa ikki góðar sjón- varpsmyndir So leingi, so nógv skip liggja í Nólsoyarfirði, fáa argjafólk ikki góðar sjón- varpsmyndir. Tað einasta, sum kann bóta um tað, er at flyta skipini, sigur Jens Jul- ian Reinert á Telefonstødini Síða 2 Síða 5 Ókeypis Gekka-hefti við eyka postkorti! Av tí at útlendski framleiðarin av Skrubbuni hevur gjørt eitt mistak, hevur Sjónvarpið steðgað søluni av seðlunum, sum ikki verða galdandi í framtíðini. Øll, sum hava keypt Skrubbuna, men einki vunnið, fáa tí eitt nýtt tilboð frá Sjónvarpinum, Fyri hvørja Skrubbu fyri 5 krónur, letur SVF eitt ókeypis Gekkehefti, sum annars kostar 20 krónur. Sjálvandi saman við nýggja postkortinum, sum gevur atgongd til at kappast um Ford KA-bilin ella uttanlandsferðir. Fyri at fáa ókeypis Gekka-hefti er neyðugt, at fólk fara á posthúsini í Havn, Klaksvík, Tvøroyri ella Saltangarå í dag miku- dagin 3. september! Posthúsið skal hava Skrubbuna í heilum líki. Hava fólk tveitt seðilin burtur, men goymt bókstavin í SVF | neðra, kunnu tey kortini lata hann inn sum prógv í staðin. |