mikudagur 3. september 1997síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 166 — 3. SEPTEMBER 1997
Svein Breivik, kanningarstjóri hjá Norsk
Hydro um oljufrágreiðingina:
-Tit hava
gjørt eitt
sera gott
arbeiði
Hóast hann kann hava aðra stødu-
takan til onkur av málunum, sum
verða vidgjørd í stóru frågreidingini
hjá Oljurådleggingarnevndini, heldur
Svein Breivik, kanningarstjóri hjá
Norsk Hydro, at fóroyingar hava
gjørt eitt sera gott arbeiði.
Svein Breivik hevur í dag
ábyrgdina av nýggjum olju
og gassverkætlanum hjá
Norsk Hydro, og fevnir
hetta eisini um føroyska
ekið og annars um alt At
lantsmótið. Hann er úr
Norðurnoregi og hevur út
búgving sum løgfrødingur
Hann hevur arbeitt hjá
Norsk Hydro í nógv ár
serstakliga við oljuvirk
semi. Í langa tíð hevur hann
tikist við útbyggingar
projekt í Noregi, men hesi
seinastu árini hevur hann
mest arbeitt við altjóða
projektum, eitt nú í Moskva
Noreg góð
rannsóknarstova fyri
Feroyar
Svein Breivik vísir á, at
virksemið í Noregi hevur
verið ein góð rannsóknar
stova fyri menning av
teknologi til eitt nú slíkar
stórar avbjóðingar, sum fel
agið nú fær við Føroyar
Eg haldi eisini, at vit
hava góðar royndir, sum
kunnu koma leitingini á
djúpum vatni vid Føroyar
til góðar. Eitt nú hevur stóra
oljufelagið í Kanada, Pan
Canada, bíðið okkum vera
við í menningini av olju
feltinum Hibernia út fyri
New Foundland, nakað
sum må sigast at vera viður
kenning av tí ekspertisu
sum Norsk Hydro hevur
arbeitt upp
Hann vísir á, at til eitt nú
slíkar stórar avbjóðingar
sum felagið nú fær við Før
oyar, er nýggi lutur felags
ins í New Foundlandi ein
viðurkenning
Hann vísir á, at avbjóð
ingarnar har líkast ikki sørt
teimum við Feroyar
Svein Breivik vitjaði í
Føroyum á ólavssku og
heldur fyri, at hetta verður
so sanniliga ikki hansara
seinasta vitjan. Uppá fyri
spurning hvussu hann
heldur hetta lítla samfelagið
fer at tola eina oljuvinnu
visir hann til ordatakid um,
åt tað skal ein góður rygg
tíðindablaðið ! i
ør
Svein Breivik, sum stendur á odda fyri altjóða leitingini hjá stóra norska oljufelagnum, Norsk Hydro var herfyri
vertur hjá einum stórum føroyskum ferðalag, sum varð boðið at vitja ein boripall, eina útgerðarhavn og eina olju
havn, sum norska felagið rekur. Svein Breivik hevur ognað sær eitt eintak av frágreiðingini hjá Oljuráðlegging
arneyndini, sum, hann lesur við stórum áhuga. Her er hann avmyndaður nærhendis oljuterminalin í Sture, har før
oyingarnir eisini vitjaðu. Vid sær hevur hann føroysku oljufrågreidingina, sum hann heldur vera eitt sera gott út
gangsstødi hjá bæði føroyingum og oljufeløgunum at virka út frá komandi árini
ur til at klára góðar dagar“
Finna tit eina stóra olju
keldu við Føroyar so må alt
gerast frá myndugleikanna
síðu at seta góð fólk til at
umsita ta positivu stóðu
sum tá tekur seg upp
Oljufrágreiðing gott
arbeiði
Hann vísir í hesum sam
bandi á, at føroyskir mynd
ugleikar hava arbeitt væl
við tilrættaleggingini av eini
oljuvinnu. Her sipar hann
m.a. til nýggju frágreið
ingina frá Oljuráðlegging
arnevndini, sum skal vera
grundarlag undir viðgerðini
í landsstýrinum
Samanborið við ta
gongd, sum hevur verið í
Noregi tíðliga í útvikling
inum, so havi eg varhugan
av, frágreiðingin gevur fólki
eitt sera gott innlit í hesa
vinnu, og hvat hon kann
hava við sær. „Jeg er kort
sagt imponeret” leggur
hann aftrat
Svein Breivik hevur
Jan Evensen, Karl Johansen, Poul Mohr og Elmer Højgaard umborð á útgerðar skipi
kannað sær frágreiðingina
frá Oljurådleggingarnevnd
Im, sum er næstan 500
síður. Hann hevur enn bert
eitt féroyskt eintak men
skilur, at danska umsetingin
er um at verða liðug. Síðani
kemur so tann enska um
setingin, sum verður klár
um ein til tveir mánaðir
A ferðini hjá Norsk
Hydro í Noregi vitjaðu før
oyingar bæði eina útgerð
arhavn og eina oljuhavn. Vit
spurdu Svein Breivik
hvussu hann fyriheldur seg
til slíkar spurningar, tá av
gerð um tað skal takast í
Føroyum!
Tá talan er um útgerðar
havn tosa vit í fyrstu atløgu
um leiting og kanningar. Ég
haldi tað má vera umráð-
andi, at tú fær samskipað
virksemi, soleiðis at tú ikki
skal spjaða kreftirnar. Av tí
at tað ikki er so nógv virk
semi knýtt at leitingini eins
og eini útbyggjarfasu, so er
umráðandi at ein brúkar
verandi møguleikar - infra-
struktur - og ikki gera dýrar
ílegur
Uppá fyrispurning um øll
oljufeløgini, sum fara at
arbeiða vid Føroyar, longu
nú áttu at fingið ein dialog í
gongd við føroyskar mynd-
ugleikar um, hvar ein út-
gerdarstød skal liggja, sigur
Svein Breivik, at tað skila-
besta er at hava eina útgerð-
arstød, haðani øll oljufel-
øgini kunnu arbeida ut frå
Tað hevði givið betri
rakstur fyri oljufeløgini og
tryggastu umstødur fyri tey,
sum skulu arbeiða við hesu-
m í landi
-Hvat nú um okkurt olju-
felag longu nú roynir at fáa
seravtalu við onkra før
oyska kommunu um at
fyrireina eina útgerðarstað!
-Nú er tað rættiliga tíðliga
at fara at hugsa um tað, tí
enn er nakað av tíð til loyvi
verða givin. Hvat viðvíkur
Norsk Hydro og hinum
feløgunum i samtakinum,
so meta vit tad besta vera at
hava eina betri samskipan
Svein Breivik sigur, at
føroyskir = myndugleikar
skulu vera vælkomnir til at
fáa góð ráð og upplýsingar
frá oljufeløgunum og heldur
fyri, at tað hevði kanska
verið eitt gott hugskot at sett
ein serfraðingarbólk, sum
kundi farið út og sæð uppá
ymsar møguleikar og givið
ráð til bæði myndugleikar
og oljufeløg
Oljan til lands
Hvat viðvíkur tí at flyta
oljuna til lands í Føroyum
heldur Svein Breivik, at tad
eftir teirra hugsan eigur at
vera økonomiin, sum skal
avgera, um olja skal flytast
til lands frå einum oljufelti
-Tann loysnin, sum figgj
arliga er skilabest, vil eisini
vera best fyri bæði føroysk-
ar myndugleikar og olju-
felag
-Vit kunnu bert koma við
premissunum, tí at enda eru
tað føroyskir myndugleikar,
sum taka avgerð um hetta
Hvat gongdini í Noregi
viðvíkur so gingu rættiliga
nógv ár frá tí at olja kom
upp fyrstu ferð, til at avgjørt
varð at flyta oljuna til lands
í Noregi.
Fyrsta oljan frá norskum
eki varð flutt til Teesside í
Bretlandi. Síðani er oljan
farin beinleiðis umborð á
tangaskip á sjálvum felti-
num. Tað var ikki fyrr enn
Norsk Hydro í 1984 saman
við øðrum oljufeløgunum
byrjaði at framleiða olju á
Osebergfeltinum, at avgerð
varð tíkin at leggja oljuna
upp í Noregi.
-Hetta bygdi sjálvandi á
figgjarligar útrokningar,
sum vístu, at tað fór at løna
seg betur at flyta oljuna til
lands enn at lasta hana um-
borð á tangaskip á feltinum.
Men antin ein skal velja
ta einu ella hin loysnina
veldst um so nógv, eitt nú
um — rørleidingsflutning
vedurvidurskifti, dýpi i
havn til stór tangaskip osfr
Hvat heldur Svein Brei-
vik, sum hevur havt høvi at
blaða í oljufrágreiðingini
um uppskotið at seta í eina
føroyska kolvetnislóg, at
oljan skal flytast til lands
men at landsstýrið kann
gera undantøk!
-Mín persónliga meting
er, at slíkir tankar áttu at
verið óneyðugir, tí best vildi
verið, um tað vóru ratio-
nellar metingar, sum av
gjørdu hetta. Men vit í
oljufeløgunum síggja eisini
at tað eru onnur viðurskifti
enn bert tey fíggjarligu, sum
kunnu hava nakað at siga í
hesum tjakinum
Svein Breivik sigur, at
føroyingar sjálvandi eiga at
hyggja eftir royndunum í
Noregi eisini í sambandi við
at føra oljuna til lands. Har
var orsøkin til, at oljan m.a
fór til Bretlands, tann djúpa
rennan millum londini
Tøknifrødin var ikki so nóv
utviklad tá. Men hetta
hevði eisini vid økonomi at
gera. Seinni visti tað seg so
at vera meira lønandi við
„boye“ lastning tvs. at
tangabátarnir taka oljuna
longu á feltinum.
Feroyskt oljufelag!
-Hvat heldur tú um eitt
fóroyskt oljufelag ?
-Tað er ein politiskur
spurningur, sum vit ikki
skulu hava nakra stóðu til
Tað, sum er avgerandi fyri
okkum, er, at vit kunnu fáa
arbeidsumstødur, sum gera,
at vit kunnu síggja møgu-
leikar fyri økonomiskum
projektum. Luttøka frá før-
oyskum felag er eitt tydn-
ingarmikid lið, tå tú sum
oljafelag skal meta um
toialu umstødurnar í einum
oki