fríggjadagur 5. september 1997síða 4
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
4
Sjónvarpsstjórin:
tíðindablaðið SOS
Gekkurin eigur
livið í okkum
Endamálið við Gekkinum er at fáa meira pening til Sjón-
varpið, sum so aftur viðvirkar til at fáa gjørt fjólbroyttari
føroyskar sendingar
Tev fyrstu 2 jekkaspølin
í Sjónvarpi Føroya hava
milliónir krónur í sín part
Samlaða avkasuð fyri
r »dingcarnar
så senacingarnar nevu
verið 5,5 milliónir. Av hes-
um eru 40%, ella 2,2 milli
nir, útgoldnar í vinningum
» Vit Kunnu væi siga
Gekkurin eigur lívið í
Sjónvarpinum sigur
Trondur Djurhuus
sjónvarpsstjóri
sjónvarpsstjóri
Trý endamál
Gekkurin hevur ty høvuds-
endamál, sigur Tróndur
Djurhuus
Aí konsolidera Sjónvarp
Føroya, sum ikki hevur havt
tað so gott figgjarliga
At hjálpa til við fíggingini
í teirri risastóru teknisku
fløguni, sum stendur fyri
framman
Sjónvarpið hevur €
katas falan tørv á leKNISK
i gerð k land
grint € Ieyðug I
øgu upp á CH 5
kr ] nøkur v
skal vera at fylgja vid sigur
Trondur Djurhuus
Føroyskar sendingar
Og tad tridja, men avgjørt
ikki minsta endamálið við
Gekkinum, er at fáa til vega
pening til fleiri føroyskar
sendingar
Tað hevur altíð verið eitt
stórt ynski hjá Sjónvarpi
Føroya at kunnnað gjørt
góðar barna- og ungdóms-
sendingar. Men av fíggjar-
ligum grundum hevur verið
neyðugt at raðfest. Og her
eru børnini og ungdómurin
farin aftur um
Men nú rekist kortini fyri,
sigur Tróndur Djurhuus,
sjónvarpsstjórt, at her fer at
koma vend í
Ætlanin er at gera alt
barnatilfarid føroyskt
Og tå nå hølisvidurskift-
ini fara at batna, fer at verða
ættari at náa hesum máli
Ongin kolvelting
Sjónvarpið hevur valt ikki
at koma við nakrari pom
pøsari vetrarskrá
Annars sigur Tróndur
Djurhuus, at vetrarskráin
komandi ikki verður nøkur
kolvelting í mun til tað, ver-
ið hevur
Men greitt er, at fólk vilja
hava meira føroyskt tilfar í
Sjónvarpið. Tað heldur
stjórin, at Gekkurin er eitt
gott dømi um. Og hann vil
fegin geva fólki hendan
møguleikan
Avgjørt er at senda fleiri
barnasendingar, og ment-
anin fer aftur at fáa pláss í
Sjónvarpinum.
Hesar sendingar hava ver-
ið saknaðar seinastu tíðina.
Nr. 168 — 5. SEPTEMBER 1997
Tórður Mikkelsen, h.m., og mikrofonin hava hingið saman at kalla alla tíðina, síðan
hann kom í Útvarp Føroya fyri níggju árum síðani
Tórður Mikkelsen
fer í Sjónvarpið
Ein av teimum kendu utvarpsrøddunum fer í heyst at hoyrast í Sjónvarpinum Í staðin
fyri at vekja fólk við Góðan morgun Føroyar. verður tað nú helst til góða nátt
EDVARD JOENSEN
Vælkenda røddin á Tórði
Mikkelsen fer at mangla,
tá Útvarpið í vetur fer at
ynskja féroyingum góðan
morgun
Eftir at hava starvast í
níggju ár í Utvarpinum,
skiftir Tórður Mikkelsen nú
hest og fer í Sjónvarpið
»Fyribils verður tað við
farloyvi úr Utvarpinum,«
sigur hann við Sosialin
Tað er soleiðis, at tá ein
hevur verið í níggju ár á
sama arbeiðsplássi, er tað
gott við einum skifti, heldur
Tórður Mikkelsen
Tað er nú ikki tað, sigur
Tórður Mikkelsen, at hann
hevur kent seg útbrendan
Men óttin fyri at stagnera
liggur alla tíðina í huganum
so best er helst at skifta,
meðan ein sjálvur finnur
dyrnar
Góðan morgun Tórður
Tórður Mikkelsen er líka-
sum vorðin ein ímynd av
morgunsendingini i Utvarp
inum
Sjey av teimum átta árun
unum, Góðan morgun Før
oyar hevur verið send, hev
ur Tórður verið við
Tórður Mikkelsen er
kendur fyri at vera ágýtin
tíðindamaður. Fólk, sum
kenna hann, vita, at hann
altíð gongur við eini tasku
um herðarnar. Í taskuni eru
bandupptakari og mikrofon
Og taskan við mikrofon
ini hevur verið hent, til
sendingarnar Góðan morg
un Føroyar
Onkur søga gongur um
Térda og mikrofonina, hann
altíð er at síggja við. Tað
eru tey, sum halda uppá, at
hann eisini svevur við
henni. Hesa søguna avsann-
ar konan kortini. Men um
hann verður minni bundin
av arbeiðinum nú, myndir
koma afturat, ivast hon í
Tørdur Mikkelsen sigur,
at Utvarpid er ein midil,
sum hevur passad honum
væl at arbeitt vid
Har er lætt at koma til
innsløg, og skjótt at senda
Júst við at ganga við taskuni
um herðarnar
> Tú passar teg sjálvan, so
at siga. Er okkurt at fáa, tek-
ur tú tað beinanvegin
Sjónvarpið ørdvisi
Sjónvarpið verður ødrvisi,
heldur hann. Hann væntar
at tað verður tyngri at ar
beiða, soleiðis at skilja, at í
sjónvarpinum skal meira og
tyngri útgerð til, umframt at
fleiri fólk skulu til at gera
eitt innslag
Men her væntar komandi
stjóri hansara, kortini, at tað
fer at ganga tann vegin, at
útgerðin verður alt lættari
Og sostatt kann henda, at
tíðindamaðurin í framtíðini
eisini fer at ganga við einum
løttum myndatóli og taka
sínar egnu myndir
Hetta, at sleppa at arbeiða
í Sjónvarpinum, er als einki
gamalt ynski, Tórður
Mikkelsen hevur gingið
við. Men nú møguleikin var
har, helt hann, at hann
skuldi royna
Tórður Mikkelsen kemur
í staðin fyri Niklas Johanne-
sen, sum hevur sagt seg úr
starvinum í Sjónvarpinum,
tí hann er farin at lesa tón-
leik á guitarskúla í London
Eisini fer Sjónvarpið at
senda fleiri av teimum væl-
umtóktu sunnukveldssend-
ingunum við sidsøguligum
tilfari
Dagur og Vika verður á
leið, sum hon hevur verið,
sigur Tróndur Djurhuus
Tað eru fløtuni ongar ætl-
anir um at víðka til fleiri
sendingar sum til dømis
mikukvøld.
Skermtrøll
Sjónvarpið hevur nú eina tíð
bara havt ein tíðindaupp-
lesara, og tað ber ikki til,
sigur stjórin.
Tróndur Djurhuus sigur,
at áhugin fyri at verða sjón-
varpsvertur er stórur. Sjón-
varpið hevur fingið góðar
20 umsóknir til starvið, sum
lýst varð leyst herfyri. Tey
fyrstu skuldu til samrødu
hjá stjóranum í gjár.
Sjónvarpsstjórin sigur, at
tað er ikki endiliga fólk við
serligari útbúgving, leitað
verður eftir. Heldur útstrál-
ing
>Vit vilja hava eina per-
sónligheit, sum væl og
virðiliga kemur inn í stovu-
na hjá fólki,< sigur hann
A