fríggjadagur 5. september 1997síða 13
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
14
Tíbetur var talan ikki um lest, sum krevur, at liðformaðurin á landsliðnum skal halda seg frá fótbólti
Tað spældi væl
av hjá Jan Dam
tíðindablaðið
Allir 18 spælararnir hjá Allani
Simonsen tóku lut í venjingini í fjár
Fótbóltslandsliðið fyrireikar
seg til stóru uppgávuna
sum tað verður, tá teir fara
at standa andlit til andlit við
kekkar á Svangaskarði
seinnapartin í morgin
Allan Simonsen stevndi
spælarunum saman i Runa-
vik mikukvøldid, og fyrsta
venjingin var å Svanga-
skarði longu sama kveld
Men talan var ikki um
drúgva ella harðliga venj-
ing. Tíggju av teimum átjan
spælarunum høvdu spælt í
Gundadali kveldið fyri, og
veðrið var so ófantaligt
mikukveldið, at teir gjørdu
skjótt av
Nógva avfallið seinna-
partin mikudagin helt fram
út á kveldið, og tað gjørdi,
at grasvøllurin var ógvuliga
vátur, og fyri ikki at oyði-
leggja grasteppið, ið hesa
síðstu tíðina hevur sæð so
tætt og grønt út, sum tað
ikki hevur gjørt, síðani fyrs-
ti dysturin varð spældur har
á heysti 1992, varð avgjørt,
at fyrsta venjingin skuldi
vera á graslikisvøllinum
Men í gjár vandu teir tvær
ferðir á grasvøllinum. Onkr
ir partar voru framvegis
merktir av åarførinum,
meðan aðrir vóru longu í
gjáramorgunin væl turrari
enn teir høvdu verið kveldið
fyri
Onkrir smásnuddir
Jan Dam noyddist at fara út,
tá HB og GI spældu í Gund-
adali tyskvøldid, og tað sá
rættiliga álvarsamt út. Men
tíbetur var talan ikki um
løst, sum krevur at liðfor-
maðurin á landsliðnum skal
halda seg frá fótbólti. Allan
Mørkøre og Jan Dam vandu
ikki vid i fyrrakvøldid, men
í gjár luttóku teir báðir vid
fullari ferð í venjingini.
John Petersen gavst at
venja ein hálvan tíma, áð-
renn hinir góvust fyrrapart-
in í gjár. Hann plágast av
einum lærskaða, sum hann
fekk, tá landsliðið var í
Kekkia. John Petersen
spældi í Fuglafirði um viku-
skiftið, og tað verður ikki
roknað við, at skaðin fer at
halda týdningarmikla álops-
og miðvallarmanninum
uttanfyri í morgin
Todi Jónsson gavst eitt
korter, áðrenn hinir fóru av
grasinum á miðdegin í gjár
Tað er framvegis lyskan
sum plágar. Todi hevur ikki
spælt alla tíðina í nekrum
dysti, síðani hann kom so
mikið fyri seg aftur, at hann
kann spæla við fullari ferð,
og tað er framvegis ein
spurningur, hvussu tað
verður við hesum í morgin
Men tað er eingin ivi um, at
hann verður við frá fyrsta
bríksli. Spurningurin er
heldur, um hann megnar at
spæla allar 90 minuttirnar
Nýtt felag
Tá Todi Jónsson fer á vøllin
í morgin verður tað fyrsta
ferðin, at hann umboðar
FCK á landsliðnum. Og tað
er okkurt, sum bendir á, at
nýggja stórfelagið í Keyp-
mannahavn hevur fingið
nøkur viðhaldsfólk í Føroy-
um. Mikudagin skipaði ein
Nr. 168 — 5. SEPTEMBER 1997
ítróttarhandil í Klaksvík fyr-
i, at tað var møguligt at
koma inn á gólvið at fáa
mynd og undirskrift frá
klaksvíkinginum í útlegd,
sum vitjaði í fødistadnum,
og ein rúgva av børnum og
vaksnum møttu upp. Møgu
leiki var eisini at keypa
FCK búnar og annað, sum
hoyrir til eitt fótbóltsfelag
og har var ógvusligur grav
gangur eftir øllum hesum
Nógv feleg
FC Keypmannahavn er fel
ag nummar 31, sum letur
spælarar til føroyska lands
HO. Higartil hava 16 før
oysk feløg, ellivu donsk, eitt
norskt, eitt íslendskt og eitt
hollendskt feløg lauð spæl
arar til landsliðið
Jens Erik Rasmsussen
sum saman við Magna Jarn
skor spælir fyri 25. ferð á
landsliðnum í morgin (um
teir koma á vøllin), hevur
umboðað Fylkir úr Íslandi
Jan Allan Miller hevur um
boðað hollendska Go Ahead
Eagels, og Kurt Mørkøre
hevur eina ferð umboðað
norska felagið Alesund
Todi Jónsson hevur
frammanundan FCK um
boðað Lyngby, Jan Allan
Muller hevur umboðað
AGF og Esbjerg, og saman
við Jens Eriki Rasmussen
hevur hann umboðað Hors
ens, Ossur Hansen hevur
umboðað Vejle, og saman
við Jens Kristiani Hansen
hevur hann umboðað Hern
ing. Jens Kristian Hansen
hevur umboðað Randers
Freja. Janus Rasmussen
hevur umboðað Aalborg
Chang, Jákup Mikkelsen
hevur umboðað Herfølge
Jan Dam hevur umboðað
Ølstykke. og Julian Hansen
spældi í Stenløse, tå hann
var á landslidnum. jh
x
4
3
EJ