týsdagur 9. september 1997síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 170 — 9. SEPTEMBER 1997
ítróttar
sosialurin, box 76, 110 tórshavn, tel 11820, fax 14720 e-mail til ítróttin: eydun k“ olivant.fo
Allan: Tað ber væl til
at liva við úrslitinum
Men venjarin heldur, at avrikid á midvøllinum var ikki nóg gott í 1. hálvleiki
Tað var sama plátan hjá
landsliðsvenjaranum, sum
tað plagar at vera, tá Før-
oyar hava tapt tepurt ímóti
einari av stóru tjóðunum
— Tá vit hugsa um, hvørj-
um tað er, sum vit spældu
ímóti, so kunnu vit ikki ann-
að enn vera nøgdir vid 2-0
tap. Her er talan um topp
professionellar spælarar,
teir taka av beinanvegin, tå
møguleikin er har, tí vit gera
mistøk. Málini stóðust av
persónligum mistókum,
men tå teir gera mistøk, so
megna teir at koma burturúr
tí, uttan at vit fáa nakað
burturúr. Soleiðis er tað bar-
a
spell fotbolt |
Allan Simonsen fegnaðist
um, at liðið hjá honum alla
tíðina royndi at spæla fót-
bólt:
- Tað gongur rætta vegin,
og tað er frálíkt at síggja, at
ístaðin fyri at standa í verj-
uni og sparka bóltin fram á
vøllin, so tora spælararnir
at royna at spæla fótbólt.
Vit fingu ikki teir stóru
møguleikarnar í snarálop-
um, sum vit so at siga hava
fingið hverja ferð framman-
undan. Kekkarnir hildu alla
tíðina fleiri spælarar afturi
á vellinum, og tað gjørdu
teir, tí teir hava sæð, at vit
fleiri ferðir hava skorað
uppá kontrameguleikar
Teir vita t.d. at Todi Jónsson
er ein vandamikil harri. og
teir vóru um hann allar 90
minuttirnar.
Trupulleikarnir á
midvøllinum
Landslidsvenjarin åsannadi,
at tað vóru stórir trupulleik-
ar á midvøllinum fyrra um-
farið, men hann helt, at tað
gjørdist væl betri eftir hvíld-
ina:
- Okkara miðvallarar
komu ikki at liggja soleiðis,
sum vit høvdu ætlað tað.
Mótstóðumenninir fluttu
seg nógv, og tað hevði við
sær, at okkara spælarar
noyddust at arbeiða nógv og
flyta seg í teirra samanspæ-
li. Vit tosaðu um hetta í
steðginum, og eg haldi, at
tað gjørdist nógv betri
seinna umfarið. Okkara
spælarar tordu at samanspla
alla tíðina, og tað var posi-
tivt, helt venjarin -
Hann var ikki ovfarin av,
at kekkarnir ikki trýstu so
nógv á féroyska málið, sum
teir gjørdu á heimavelli fyri
knøppum trimum vikum
síðani:
— Tá høvdu teir heimaá-
skoðararnar kring vellin, og
áskoðararnir vildu síggja
mál. Hesa ferð vóru teir á
útivelli, og tað ráddi um at
vinna og ikki at undirhalda
viðhaldsfólkini. Tað var
professionelt arbeið, sum
skuldi útinnast, og tað gjør-
du teir so.
Ein framúr
Venjarin vil vanliga ikki so
fegin draga nakran spælara
framum nakran annan, men
hesa ferð var eingin ivi hjá
honum um, hver føroying-
urin hevði sýnt besta av-
rikið:
— Jan Dam spældi framúr
væl. Hann visti myndug-
leika, hann hevdi góðar
stødur å vøllinum, hann
dugdi at lesa spælið sera
væl, hann taklaði sera væl,
og hann var tryggur í av-
spælinum. Talan var um eitt
avrik á sera høgum stødi,
helt venjarin
Eitt uppliviisi
Tá tosið fall inn á einastu
uppgávuna, sum er eftir hjá
landsliðnum í ár, segði venj-
arin seg ikki at stúra:
— Tað er ein stór avbjóð-
ing hjá spælarunum at royn-
a seg á útivelli í Spania.
Spælararnir hava fingið
nógvar royndir, og teir vita,
hvussu torført tað er at vera
á útivelli ímóti stóru fót-
bóltstjóðunum. Vit fara at
gera okkara besta, og so fara
vit at taka hetta sum tað
upplivilsið, sum tað verður,
helt venjarin. jh
Málið
11
hevði
gjørt undur-
verk
Føroysku spælararnir kendu tað, sum
um talan hevdi verið um ov nógva
tómgongd. Teir vóru ikki nógdir við
avrikid í síðsta heimadystinum í hesi
HM undankappingini.
Askoðanin hjá Jens Martini
Knudsen var tað breið sem-
ja um ímillum føroysku
spælararnar
- Tað er ein sovornan
dag, at vit skulu fáa stig
ímóti einum av teimum
stóru, segði málverjin, sum
sjáldan ella kanska ongantíð
hevur havt so lítið at gera,
sum hann hevði leygardag-
in. Tíðliga bjargaði hann í
ein ímóti einum steðu, tá
rangstødufellan var kiksað,
og vid hvørt noyddist hann
út år málinum, tå langir
hóltar vórðu stungnir fram-
; nillum, og tá høgir bóltar
omu í brotsteigin, men
a nars var lítið at taka sær
fs i, burtursæð frá at fáa
bó tarnar í spæl aftur eftir
afturleggingar
Høvdu vit fingið eitt
mál í I. hálvleiki ella tíðliga
í 2. hálvleiki, so hevði hetta
uttan iva utviklad seg heilt
gðrvísi. Tað var spell, at vit
ikki fingu målid, eftirmetti
madurin vid landsdystar
metinum
Og vit kunnu bara geva
honum rætt
Teir vóru varnir
Jan Dam, sum stóð fyri
besta føroyska avrikinum,
åsannadi, at mótstøðumenn-
inir hesa ferð spældu ødr-
vísi, enn stórar fótbóltstjóð-
ir vanliga hava gjørt á
Svangaskarði
— Teir vóru ofta yvir-
mannaðir á midvøllinum,
men teir spældu seg til fáar
møguleikar. Teir hildu alla
tíðina nógv fólk aftarlaga á
vellinum, og tað gjørdi, at
vit ongantíð komu til møgu-
leikarnar, sum vit í øllum
hinum dystunum hava fing-
ið í snarálopum. At Todi
Jónsson er ein góður spælari
vistu kekkar av, tí teir fóru
ongantíð frá honum, ásann-
aði Jan Dam, sum iðraði seg
um, at tað bara eina ferð
eydnaðist at spæla ein bólt
fram ímillum til Toda, sum
bara hesa einu ferðina fekk
høvdi at vísa sínar álops-
dygdir.
Ikki nog gott
Todi Jónsson, sum í hesi
HM undankappingini hevur
skorað trý mál, umboðaði
fyri fyrstu ferð FCK á
landsliðnum, og hann helt
ikki nógv um avrikid hjá
sær sjálvum:
— Hatta var eitt tað vána-
ligasta, sum eg nakrantíð
havi spælt í einum lands-
dysti, var sjålvkritiska met-
ingin hjá eimasta yrkisspæl-
aranum av egnum avríki.
Todi Jónsson
Todi hevði eisini eina frå-
greiðing uppá, hví hann
helt, at tað hevði gingið so
illa:
— Styrkin hjá mær er at
fáa bóltar framímillum, so
tað verður meguleiki at
renna frá verjuspælarunum.
Hesa ferð komu fáir bóltar
fram, og teir, sum komu,
vóru ólagaligir at fáast við,
tí tað var neyðugt í trongd-
ari stóðu at temja teir, og so
spurdist einki burturúr.
Todi Jónsson var samdur
við Jens Martini Knudsen
í, at tað hevði verið ødrvisi,
um føroyingar høvdu fingið
eitt mål:
- Eg fekk møguleikan
beinanvegin, men verju-
spælarin koyrdi eitt sindur
undir meg, tå eg ætladi at
skjåta, og so var eg noyddur
at draga eitt sindur longur,
og so fór skotið omanfyri.
Eitt mál til okkara tá hevði
havt við sær, at fyritreyt-
irnar restina av tíðini høvdu
verið heilt ødrvisi.
Jan Allan Múller var
maðurin, sum var næst við
at skjóta mál fyri Føroyar:
— Skotinum bilti einki, og
tað mundi vera mangur við
mær, sum sá bóltinum í net-
inum. Tað var frálíka væl
bjarga av verjuspælaranum,
men tað var ógvuliga harm-
uligt fyri okkum, staðfesti
vågbingurin í Esbjerg. jh