týsdagur 9. september 1997síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
14
”.
s%
Miðverjan var álitið
Tad er neyvan áður komið fyri, at Jens Martin Knudsen hevur havt so lítið at
takast við, sum hann hevði leygardagin
Jens Martin Knudsen, GÍ
30 ár/42 landsdystir/0 mål
Hevur ongantíð havt so lítið
at gera, sum hann hevði hes-
a ferð. Bjargaði meistarliga
væl, tá rangsteðufellan
kiksadi heilt tíðliga. Målini
kundi hann einki gera við
Utspælið var sum heild gott,
og spørkini vóru ofta longri,
enn tey áður hava verið
Pindi åskodararnar, tá hann
tóktist at taka sær av løttum
eftir afturleggingar, sum á-
lopsmenninir vóru um repp-
ið at fáa fatur á, áðrenn hann
sendi tær fram á vøllin
Allan Merkere, HB 25/36/
I. Venjarin hevði tikið
Mørkøre mannin fram um
Henning Jarnskor á vong-
verjanum, sum hann eisini
hevur røkt tvær tær undan-
farnu ferðirnar. Royndirnar
gera, at hann hevur sjálvs-
álit og torir at bjóða seg til
og spæla. Onkra ferðina var
hann frammi við og legði
innfyri, men tað var ikki
ofta. Hevði nógvar saman-
brestir við Edvard Lasota,
og tóktist eina løtu í 2. hálv-
leiki at vera rættiliga rísin
inn á métstødumannin og
dómaran, og tað endaði við,
at vongverjin fekk einasta
føroyska gula kortið. Brots-
sparkið var harðliga dømt,
men tað var púra óneyðugt
og átti ikki at komið fyri hjá
so royndum spælara.
Óli Johannesen, B36. 25/
31/1. Hevdi gott tak á eftir-
ansingini og valdi altíð ein-
faldu loysnirnar í avspæl-
inum. Var eina ferð orsøk
til, at ein rangstødufella
kiksaði. Fór onkra ferðina
fram á midvøllin at bjóða
seg til í álopsspælinum og
endaði í 1. hálvleiki eitt á-
lop, sum hann sjálvur heyði
sett í gongd aftarlaga í høgr-
u, við innleggi av vinstra
veingi.
Jan Dam, HB, 28/35/1
Spældi aftastur í verjuni, og
tað gjørdi hann sera sann-
førandi. Avrikid var tað
mest sannførandi av øllum
Jan Dam dugdi stak væl at
lesa spælid, hann takladi
myndugleika og reint (slapp
tibetur undan gulum korti),
og hann var bæði tryggur í
avspælinum og tordi at sný-
ta mótstøðumenninar á váta
vellinum. Sunnudagin fylti
Jan Dam 29 år, og við lands-
lidsavrikinum gav Jan sær
sjálvum eina góða fødingar-
dagsgávu
Pól Thorsteinsson, VB. 23/
6/0. Staðfesti enn eina ferð,
at hann eftir mettíð er vorð-
in so fastur maður á liðnum,
at afturvalið er upplagt
hverja ferð. Ein ferð var
hann orsøk til kiksada rang-
stødufellu, men bædi i eft-
iransingunum, stødunum og
avspælinum var vågbingur-
in sera sannførandi.
Øssur Hansen. Gi. 26/27/
I. Serliga í |. hálvleiki vóru
nógvar av føroysku álops-
royndunum í vinstra borði,
har Øssur tók dúgliga lut,
m.a. átti hann innleggið,
sum var um at geva mál, tá
Jan Allan Miller royndi
seg. Seinna umfarið datt
spælið meiri í hitt borðið,
og tí var Ossur ikki so sjón-
ligur. Verjusparturin var
lættari, enn hann ofta hevur
verið, tí kekkarnir royndu
seg ikki so ofta við yvir-
lappingum, sum onnur lið
hava gjørt.
Magni Jarnskor, GÍ, 28/
25/0. Hátíðarhelt 25. lands-
dystin, sum hann neyvan fer
at minnast sum ein av teim-
um bestu. Magni Jarnskor
var liðformaður, og þan
royndi at ganga undan,
í orði og verki, tá tað ráddi
um at stríðast. Men tað gekk
illa at finna réttu stødurnar,
eftiransingarnar vóru ikki
nóg góðar, og uppspælið
kom ongantíð fyri seg. Ut-
skiftingin var upp á sítt
pláss.
Jens Kristian Hansen,
B36, 26/20/1. Hevur verið
millum teir bestu í ár, men
hesa ferð gekk minni væl. Í
Kekkia sást einki til, at sjúk-
ralegan hevði tikið uppá
miðvallaran, sum tá var
miðverji. men hesa ferð var
hann ikki væl upplagdur
Tøvdi nógv, og tóktist ikki
hava orkuna, sum hann hev-
ur havt fyrr í år. Fataði ikki
tvørsending frå Jan Dam, og
tað var mistakið, sum í síðs-
ta enda heyði fyrra málið
við sær. Lá til eina utskift-
ing, men hon kom ongantíð
John Petersen, B36. 25/13/
I. Heyði til setning at vera
stuðul aftanfyri teir báðar
álopsmenninar, men kom
sera sjáldan til henda leik-
lutin. Kendi seg noyddan at
fara langt aftur at hjálpa til
við verjupartinum, men
sum hjá hinum miðvallar-
unum gekk heldur ikki væl
hjá John at fáa fatur í mót-
stødumonnunum.
Jan Allan Miller, Esbjerg,
28/32/4. Tóktist væl upp-
lagdur og arbeiddi nógv fyri
at skapa pláss. Tað sást onk-
untid, at manglandi skjót-
leikin darvaði, tá tað var
lagt upp til snarálop og
kapprenning við skjótu
miðverjarnar, men tað var
eitt sindur óvantað, at hann
varð tikin út, og hann tóktist
heldur ikki sjálvur at vera
fegin um útskiftingina. Var
á rætta staðnum røttu løtuna
og hevði bestu føroysku
royndina ímóti málinum.
Todi Jónsson 25/27/8. Tað
hoyrdist á lógvabrestunum
og rópunum, tá spælara-
nøvnini vórðu lisin upp, at
áskoðararnir roknadu við
nógvum frá einasta fulltíðar
yrkisspælaranum. Og tað
byrjaði væl, tå hann sleit seg
leysan og sendi omanfyri
Men síðani sást millum lítið
og einki til Toda, sum var
sera væl eftiransaður og
onga aðra ferðina fekk
møguleikan við bóltinum at
fáa ferð á frameftir. Skoraði
við góðum skoti, men varð
dømdur at vera rangstaddur
Sámal Joensen, GI 22/3/0
Kom inn á midvøllin síðstu
átjan minuttirnar, og stóð
seg væl, bæði í eftiransing-
unumum og í samanspæl-
inum. Hevur báðu ferðirnar
ímóti Kekkia víst, at tað eig-
ur at verða roknað við hon-
um, og hann er væl nærri
einum plássi ímillum teir
fyrstu ellivu, enn hann var
fyri trimum vikum síðani
Uni Arge, HB, 26/16/3
Fekk møguleikan í álopin-
um síðstu átjan minuttirnar,
men tá var lítil futtur í fram-
eftir, og tískil varð uppgåv-
an hjá honum meiri verju-
kend enn álopskend. Tóktist
hugagóður og hevði krops-
styrkina, sum onkur av hin-
um manglaði. = jh
Nr. 170 — 9. SEPTEMBER 1997
HAGTØL
Førovar-Kekkia 0-2 (0-2)
HM undankapping
A Svangaskarði leygardagin 6. septembur 1997, kl. 15.00
Dómarakvartett úr Fraklandi: Dernard Saules, Alain
Gourdet. Michel le Bouvellee og Claude Colombo
FIFA umboðsmaður úr Ungarn: Sandor Bersi
2.700 áskoðarar
0-1: Vladimir Smicer 16
0-2: Pavel Kuka br 32
Føroyar: |. Jens Martin Knudsen, GI - 6. Allan Mørkøre,
HB, 2. Oli Johannesen, B36, 8. Jan Dam, HB, 4. Pól
Thorsteinsson, VB, 5. Ossur Hansen, GI - 7. Magni Jarn-
skor, liðformaður, GI (14. Sámal Joensen, GÍ, 72), 3. Jens
Kristian Hansen, B36, 11. John Petersen, B36 - 9. Jan
Allan Miller, Esbjerg (15. Uni Arge, HB, 72)
A beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Jens Erik
Rasmussen, HB, 13. Bartal Eliasen, IF, 16. Jákup Mikkel-
sen, Herfølge, 17. Henning Jarnskor, GI og 18. Ingi Ras-
mussen, HB
Gult kort: Allan Mørkøre 61
Venjari: Allan Simonsen
Kekkia: |. Pavel Smicek, Newcastle England - 2. Radoslav
Låtal, Schalke 04 Tyskaland, 4. Petr Vicek, SK Slavia
Praha, 3. Jan Suchoparek, Strasbourg Frakland, 5. Tomas
Repka, AC Sparta Praha - 11. Radek Bejbl, Atletico Madrid
Spania, 7. Jiri Nemec, liðformaður, FC Schalke 04 Týska-
land, 6. Radek Sloncik, Bonik Ostrava (12. Zdenek Svob-
oda, Jablonec, 85) - 9. Pavel Kuka, FC Kaiserlautern
Tyskaland (17. Karel Våcha, Slavia Praha. 55), 10. Vladi-
mir Smicer, Lens Frakland, 8. Edvard Lasota, Slavia Praha
(15. Martin Hasek, Sparta Praha, 73)
A beinkinum uttan at verða skiftir inn: 13. Ivo Ulich,
Slavia Praha, 14. Milan Fukdal, Jablonec, 16. Ladislav
Maier, Slovan Liberac, 18. Radovan Hromåduo, Jablonic
Gult kort: Tomas Repka 60
Venjari: Dusan Uhrin
Stødan í bólki 6 undankappingini til HM endaspælið, sum
verður í Fraklandi frå 10. juni og til 12. juli 1998:
Spania 8 21- 4 20
Jugoslavia 8 23- 6 19
Slovakia 7 16- 8 I5
Kekkia 8 12- 6 10
Føroyar 9 9-28 6
Malta 8 2-31 0
Dystir eftir at spæla
10.09. Slovakia-Jugoslavia
24.09. Malta- Kekkia
24.09. Slovakia-Spania
11.10. Malta-Jugoslavia
11.10. Kekkia-Slovakia
11.10. Spania-Føroyar
Målskjuttaralisti
Mijatovic. Jugoslavia
Milosevic. Jugoslavia
Savicevic, Jugoslavia
Alfonso, Spania
Tittel, Slovakia
Hierro, Spania
Todi Jonsson, Føroyar
Smicer, Kekkia
Dubovsky, Slovakia
Jancula, Slovakia
Guerrero, Spania
Uni Arge, Føroyar
Jan Allan Miiller, Føroyar
Jokanovic, Jugoslavia
Stojkovic, Jugoslavia
Berger, Kekkia
Kuka, Kekkia
Simon, Slovakia
Guardiola, Spania
Luis Enrique, Spania
Pizzi, Spania
Øssur Hansen, Føroyar
John Petersen, Føroyar
Jugovic, Jugoslavia
Mirkovic, Jugoslavia
Bejbl, Kekkia
Frydek, Kekkia
Kozel, Kekkia
Kubik, Kekkia
Nedved, Kekkia
Agius, Malta
Sultana, Malta
Majoros, Slovakia
Moravic, Slovakia
Timko, Slovakia
Zeman, Slovakia
Amor, Spania
Raul, Spania
sjålvmål
— —- —- — —— — <— — — — — mm … mn mer DO) DO DO NO NO BO BO NO NO BO lað 19 19 19 "áð Þá LA VA ON OR