mikudagur 10. september 1997síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 171 — 10. SEPTEMBER 1997
tíðindablaðið !
SEV kann seta fram endurgjaldskrav fyri kaðalslitið:
Torfort at prógva
hevur skyldina
Kaðalslitið í Nósloyarfirði kostar SEV einar 2 mió. krónur. Fyribils verður
kannað, hvør kann hava gjørt skaðan. Eydnast tað ikki, kann SEV ikki krevja
endurgjald
DAGNY JOENSEN
- Tað ér einki ivamål, at
tann, sum hevur gjørt skað-
an, eigur at fáa endurgjalds
krav frá SEV, sigur John
Danielsen, skrivstovuleiðari
hjá SEV
Kaðalslitið í Nósloyar
firði førdi í farnu viku til,
at Nólsoy og partar av
Havnini mistu streymin
Síðani er eykaverk í Nólsoy
tikid í nýtslu, sum veitir
bygdini streym
Tå hetta hendi, royndu
vit beinanvegin at fáa prógv
fyri,hvør hevði elvt til skað
an. Vit fóru umborð á eitt
skip. sum lá á leiðini. har
kaðalin liggur á 60 metra
dýpi, men tað gav einki
úrslit, sigur John Danielsen
SEV fer at gera fleir
kanningar, men hevur eisini
umhugsa at melda skaðan
til løgregluna, fyri í ósketni
at hava gjørt seg inn á ognir
hjá SEV, og at krevja endur
gjald fyri tað
Uppmerkingin í lagi
Kaðalin er væl uppmerkt
u” og tí átti slíkt óhapp ikki
at komið fyri. Hetta er ein
stórur fíggjarligur smettur
hvor
fyri Felagið, sigur skriv
stovustjórin
SEV hevur tosað við
Vaktar- og Bjargingartæn
astuna um málið, og við
Havnarskrivstovuna, eins
og við umboðið fyri skipini,
fyri at vita, um teir kanska
John Danielsen
skrivstovustjóri hjá SEW
Kaðalslitið er ein
figgjarligur missur fyri
sum tað kann
j
krevja endurgjald fyri
felagið
5
kundu geva eina ábending
um, hverji skip lógu á leið
ini, tá óhappið hendi
Føroyska umboðini fyri
skipini greiddi frá, at hann
gevur øllum skipum, sum
koma í Nólsoyarfjørð, eitt
sjókort av fjørðinum. Eing
in ivi er tí um, at skipini
vita at sjókaðalin er har
Vit vita um ein bát, sun
kastaði akker á staðnum ta
náttina skaðin hendi, men
vit hava ikki prógv fyri, at
tað hetta skipið hevur skyld
ma av óhappinum, sigur
John Danielsen
Vita ikki hvussu
kaðalin er skaddur
Trupulleikin í málinum
um at krevja endurgjald frá
ávísum skipi er, at vit ikki
vita, hvat er hent við kaðal
inum. Tað fáa vit fyrst vitan
um, tá hann verður tíkin
upp, sigur John Danielsen
Ein møguleiki er, at kað
alin er kortsluttadur, av ti at
hann kann hava fingið ein
snudd fyri td. hálvum ári
síðan. So er hugsandi, at
vatnið hevur seyrað inn s
líðandi, ul hann kortsluttaði
Um so er, kann felagið ikki
krevja endurgjald
Kanska skaddur fyri
hálvum ári síðan
Hin møguleikin er at eitt
skip hevur slitið kaðalin í
farnu viku
Sjókaðalin var lagdur
fjør, og kaðalverksmiðjan
sum hevur selt SEV útgerð
ina, tryggjar kaðalin fyri
fabriksfeil í tvey ár
Hóast vit ikki halda. at
talan er um fabriksfeil, sí
hava vit boðað verksmið
juni frá óhappinum, sigur
John Danielsen
Enn er stóða ikki tikin til
nær sjókaðalin i Nólsovar
firði verður umvældur
Timburhandilin stovnað nýtt partafelag:
- Vit ætla at satsa
uppa fiskivinnuna
Tað sigur Sámal Jákup Joensen, stjóri í nýggja felagnum. Fyribils er
eginpeningurin ein mió. krónur, men um neyðugt verður hann hækkaður
DAGNY JOENSEN
Timburhandilin í Havn
víðkar nú rættiliga um virk
semið. Aðrar vinnugreinar
verða tiknar upp í nýggja
felagnum P/f Industri Supp
ly Ltd., sum hevur eina mió
krónur í eginpeningi
Partafelagið er stovnað
við tí í hyggju at selja alla
útgerð, maskinur o.a. til
fiskivinnuna. Eitt nú í sam-
starv við verksmiðju í Fer
oyum sum framleiðir alla
útgerð til fiskivinnuna, men
eisini í samstarvi við stórri
feløg av sama slag í Íslandi
Tað sigur Sámal Jákup
Joensen, stjóri í nýggja fel-
agnum. Hann seldi fyri
tveimum mánaðum síðan
sítt partafelag Atlantic Fish
point, sum keypti og útflutti
fisk, til Timburhandilin
Hetta felagid er nå partur
av Industri Supply“
Umframt hesi er plast-
virkið Vest Pack í Vest
manna, sum Timburhandi
lin eigur, eisini innlimað í
nýggja felagið. Henda fyri
tøka framleiðir innballing
til húsarhald og fiskavørur
- Ætlanin er at útbyggja
Vest Pack í samstarvi við
annað íslendskt felag av
sama slag. Hetta er størri og
hevur serliga góðar royndir
við at utflyta verur, sígur
nýggi stjórin
Sínamillum avtalur vid
íslendsk feløg
- Sínamillum avtala er gjørt
við nýggja felagið hjá Tim
burhandlinum og íslendska
felagið um sølu av hålv-
lidnari og lidnari veru
T.v s. at føroyska felagið
eins væl kann útflýggja ísl
endsku fyritskuni plastvør-
ur, eins og íslendska felagið
kann selja føroyingum part-
ar av sínari framleiðslu, at
selja og flyta út ella at
arbeiða víðari.
Fyribils er samstarv innan
fiskivinnuna gjørt vid Delta
Seafood, Timburhandilin og
borgarar í Sandoynni
Virkini í
Virkið á Sandi fer í næstu
viku undir saltfiskafram-
leiðslu og virkið í Skopun
fer samstundis undir at ar-
beiða frystan fisk og flak
„Industri Supply“ og Del-
ta Seafood hava sett hvor
sínar 700.000 krónur í virk-
ini,saman við 600.000 krón-
ur frá fólki í Sandoynni
Um upphæddina av parta-
peninginum, sum er helm-
ingurin av tí sum t.d. Fram-
taksgrunnurin hevur, sigur
Sámal Jákup Joensen, at út-
lendingar ofta seta spurn-
artekin við føroysk feløg,
júst tí tey ofta hava so lítlan
eginpening. Tað gevur onga
trygd
Wygd í egi ni
- Ti vilja vit við eginpen-
inginum visa, at vit hava
pening og hervid trygd aftan
fyri okkum, sigur Sámal
Jákup Joensen.
- Fyribils er eginpening-
urin eina mió. krónur, men
um neyðugt verður hann
hækkaður. Vit ætla at satsa
uppá føroysku fiskivinnuna,
sigur Sámal Jákup Joensen
Til húsið...
HÚSAKLÆDNINGUR
ÚR PLASTI
*
CELUFORM
húsaklædningur
krevur einki
viðlíkahald
Tú kanst
halda frí tá
grannin fer at
mála sær húsini
Ring ella kom inn á gålvid og fá eitt prát við okkum um tín tørv
Vit eru altid til reiðar at geva tær eitt gott tilboð
-
—
TR P/F FØROYA SYSS
PF YATNSOYRA SNIKKARAVIRKI
Ti. +298 32177 á 32411
Fax +296 33166