hósdagur 30. oktober 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 206 - 30. oktober 2003
15
22 ára gamli Jóan
Petur á Stongunum
vann leygardagin eina
kapping fyri kokka-
lærlingar í Danmark.
Í eina heila viku
áðrenn kappingina
vandi hann frá
morgni til myrkurs
VINNARI
Ingrid Bjarnastein
ingrid@sosialurin.fo
Tað er pinnastilt inni í køk-
inum á Kokkaskúlanum í
Ålborg hendan leygardag-
in. Fyrrapartur er, og 24
kokkalærlingar ganga og
mala um beinini á hvørjum
øðrum. Ongin sigur eitt
orð. Konsentratiónin er í
topp.
Ímillum hesar 24 kokka-
lærlingarnar gongur Jóan
Petur á Stongunum úr
Havn. Hann er kokka-
lærlingur eins og hinir, og
tað er ikki uttan orsøk, at
hann er í Ålborg hendan
leygarmorgunin. Hann hev-
ur nevniliga teknað seg til
Nordjyllands Mesterskab
fyri kokkalærlingar saman
við dananum Ronny Em-
borg.
Spennandi matgerð
Á matskránni í morgun
stendur seiður til forrætt,
kálvafilét og høsnarunga-
bringa til høvuðsrætt og
sjokulátamousse
kemur
sum rosinan í pylsuendan-
um.
Næmingarnir eru býttir
upp í lið við tveimum
lærlingum í hvørjum liði,
og teir skulu innan fýra
tímar hava gjørt eina menu
uppá tríggjar rættir til teir
fýra kokkarnar í beinhørðu
dómsnevndini. Teir fáa allir
útflýggja somu ráðvørurn-
ar, og skulu síðani sannføra
dómararnar um, at teir hava
uppiborið gullheiðursmerk-
ið og silvurborðiskin.
– Trýstið í og við, at tú
skal matgera uppá tíð ger
tað spennandi, greiðir Jóan
Petur frá.
Kappingin hevur verið til
í eini átta ár, og hon er
vaksin, so hvørt sum árini
eru liðin. Tá hon av fyrstan
tíð byrjaði, mátti skúlin
spyrja um kokkalærlingar
høvdu hug at vera við. Í dag
verða uppskriftir sendar inn
til skúlan, har skúlin so
verður noyddur á sálda
næmingar frá, tí áhugin er
so stórur.
Hetta er fyrsta ferðin ein
føroyingur hevur verið við í
Nordjyllands Mesterskab
fyri kokkalærlingar.
Vant nógv
Sum kokkalærlingur ert tú í
Danmark á skúla einaferð
um árið í 10 vikur. Seinast
Jóan Petur var á skúla, hitti
hann Ronny Emborg, og
teir tosaðu so um at fara til
hesa kappingina saman.
Teir
sluppu
ígjøgnum
hørðu upptøkukrøvini, og
eina viku áðrenn sjálva
kappingina fór Jóan Petur
til Danmarkar fyri at venja.
– Vit vandu nógv. Hvønn
dag frá tíðliga á morgni til
seint á kvøldið. Í fyrstuni
tók tað, sum vit skuldu
gera, eini sjey tímar at fyri-
reika, og tú skalt jú klára
tað innan fýra, sigur Jóan
Petur.
Men venjingin var mið-
vís, og tað gav eisini úrslit.
– Vit royndu fyrst at gera
forrættin ígjøgnum nakrar
ferðir. Síðani høvuðsrættin
og so dessertina. Til endans
royndu vit at gera alla mat-
skránna ígjøgnum nakrar
ferðir.
Jóan Petur og Ronny
høvdu ongantíð arbeitt
saman áður, so tað skuldu
eisini fáast uppá pláss.
Hvussu alt skuldi gerast, og
hvør skuldi gera hvat.
Nógv uppfyllast
Kappingin er skipað saman
við eini kapping fyri tæn-
arar. Áðrenn hon byrjaði
fingu
kokkalærlingarnir
hvør sín tænara, sum skuldi
servera matin fyri dómar-
unum.
Nógv krøv skulu uppfyll-
ast, men tað týdningar-
mesta er tíðin, útsjónd og
smakkur. Harafturat koma
nógvir aðrir smálutir, sum
til dømis um borðiskurin er
heitur og so framvegis.
Umframt teir fýra dómar-
arnar, sum allir eru kokkar í
Danmark og limir av Køk-
kenchefernes
Forening,
gekk ein dómari runt í køk-
inum. Hann skuldi kanna,
hvussu
maturin
varð
gjørdur, reinføri o.s.fr.
Fyrsta plássið
Tað gekk væl hjá Jóan
Peturi og Ronny hendan
leygarmorgunin. Tíðin varð
yvirhildin, og tann harða
venjingin byrjaði nú at geva
bonus.
– Vit vóru í rættiliga góð-
ari tíð, so vit sóu, hvussu
hini byrjaðu at renna runt í
køkinum, tá tíðin fór at
ganga undan, greiðir Jóan
Petur frá við einum lítlum
smíli.
Á middegi var øll mat-
gerðin liðug, og klokkan trý
seinnapartin varð vinnarin
kunngjørdur. Og framman-
fyri 22 øðrum kokka-
lærlingum, struku Jóan
Petur og Ronny avstað við
fyrsta plássinum.
– Eg skal ikki siga, at eg
hevði væntað tað, men
sjálvandi vónar ein, at tað
gongur so væl sum møgu-
ligt, sigur kokkalærling-
urin.
Vinningurin var eitt gull-
heiðursmerki, ein kekkur
frá Nordea á 1500 krónur,
sjampagna og ein silvur-
borðiskur.
– Eg eri væl nøgdur. Tað
hevur verið læruríkt og
spennandi, og eg hevði væl
kunnað funnið uppá, at
gjørt tað umaftur, sigur
Jóan Petur. Men hvørt tað
hevði verið Nordjyllands
Mesterskab fyri kokkalær-
lingar ella onkur onnur
kapping, veit hann enn ikki
at siga. Nú skal sigurin
njótast eina løtu afturat. Í
øllum førum til ferian
endar mánadagin, og leiðin
aftur gongur oman í køkin á
Hotel Hafnia.
Jóan Petur vann
danska kokkakapping
VINNARI: 22 ára gamli Jóan Petur á Stongunum úr Havn vann um vikuskiftið Nordjysk
Mesterskab fyri kokkalærlingar í Ålborg í Danmark
Mynd: Jens Kr. Vang
LÆRLINGUR: Jóan Petur hevur verið á Hotel Hafnia í læru í hálvt annað ár
Mynd: Jens Kr. Vang
Jóan Petur á Stongunum hevur lært í 2 1/2 ár
Í lærutíðini hevur hann verið eitt hálvt ár umborð
á skúlaskipinum Georg Stage
Eitt hálvt ár á Tekniska skúla í Danmark
Hálvt annað ár á Hotel Hafnia í Havn
Lærutíðin er tilsamans 4 ár
Einferð um árið eru lærlingarnir í skúla í 10 vikur
Lærumeistarin er Guðmundur Guðmundsson
Fakta
15
14
Nr. 206 - 30. oktober 2003
UTTAN ÚR HEIMI
Arbeiðspláss hvørva
Ein uppgerð, sum Handilsháskúlin í Bodø hevur gjørt,
vísir, at hetta seinasta árið eru næstan 3.000 arbeiðs-
pláss horvin í Norðurnoregi.
Erlend Bullvåg, sum hevur kannað gongdina, sigur
við Nordlys, at í dag eru 2.840 færri arbeiðspláss í
Norðurnoegi enn fyri einum ári síðani. Í Troms eru 620
arbeiðspláss farin, í Nordlandi 1.700 og í Finnmørkini
520. Hann sigur, at tey flestu arbeiðsplássini eru horvin
í framleiðslu- og tænastuvinnuni, og hann roknar við,
at hendan gongdin fer at halda fram næsta ár.
Bjørn Olsen, sum er professari á Handilsháskúlanum
í Bodø, sigur við Nordlys, at gongdin hetta seinasta
árið kann koma Norðurnoregi illa við. Hann vísir á, at
førleikin hjá teimum norðurnorsku virkjunum verður
nógv skerdur, og tí verður landsparturin illa fyri, skuldi
búskapargongdin vent til tað betra. Hann ásannar, at
nógvar fyritøkur hava tað trupult, men heldur, at leiðsl-
urnar eiga at royna at finna aðrar loysnir enn at spara
seg burtur úr trupulleikunum, tí tað kann koma virkj-
unum aftur um brekku seinni.
Ikki so ringt kortini
Í Danmark varð roknað við, at nógv fólk fóru at rýma
úr býnum Farum á Norðursælandi, tí kommunan varð
noydd at hækka skattin fyri at lúka treytirnar, sum
innanríkisráðið setti henni eftir gøluna við fyrrverandi
borgarstjóranum Peter Brixtofte.
Men nú vísir tað seg, at tað gongur júst tann øvugta
vegin. Skattahækkingin hevur havt við sær, at húsa-
prísurin í Farum er ikki hækkaður so nógv sum aðra-
staðni í Danmark,og tað ger, at fólk aðrastaðni velja at
keypa sær hús í Farum og at flyta hagar, skrivar Politik-
en. Talan er serliga um fólk, sum arbeiða aðrastaðni á
Norðursælandi ella í Keypmannahavn, og í fleiri førum
er talan um ung fólk við børnum, skrivar blaðið. Og tað
hendir, sjálvt um tað tykist greitt, at tað verður dýrari at
hava børn á ansingarstovni í Farum, enn tað hevur verið.
Heldur ikki tey, sum leiga íbúðir, tykjast lata seg
ávirka av skattahækkingini, tí í hesum bólkinum eru frá-
flytingarnar ikki fleiri í ár, enn tær hava verið onnur ár.
13.000 doyðu
Ein amerikanskur granskarabólkur er komin eftir, at
kríggið í Irak kostaði 13.000 irakum lívið.
Granskararnir í bólkinum "The Project on Defence
Alternatioves" siga, at av teimum 13.000 irakunum, sum
doyðu í krígnum, vóru 4.300 sivilfólk. Bólkurin hevur
kannað tað, sum hendi í Irak í tíðarskeiðinum frá 19.
apríl til 1. mai við upplýsingum frá amerikonsku her-
leiðsluni, irakskum sjúkrahúsum og altjóða fjølmiðlum.
Ein annar granskarabólkur, IraqBodyCount hevur
fyrr mett, at millum 7.768 og 9.578 sivilir irakar doyðu
í sjálvum krígnum. Amerikanska verjumálaráðið hevur
fyrr sýtt fyri at geva eitt boð uppá, hvussu nógvir irakar
doyðu í sjálvum krígnum í Irak, og Pentagon hevur
heldur ikki viljað gjørt viðmerkingar til tølini hjá teim-
um báðum granskarabólkunum.
Børn funnin deyð
Fólk í Fraklandi eru skakað av tíðindunum um, at ein
bóndi har eysturi í landinum hevur funnið líkini av fýra
nýføðingum. Bóndin fann líkini í einum skógi nær-
hendis býnum Mulhouse.
Løgreglan sigur, at líkini hava eftir øllum at døma
ligið í skóginum í fleiri vikur. Upprunaliga varð hildið,
at talan var um eitt lík, men læknakanningar staðfestu
skjótt, at leivdirnar vóru av fýra børnum. Læknarnir
hava eisini staðfest, at øll fýra børnini vóru á lívi, tá tey
vórðu fødd, men nær tey vórðu fødd, ber ikki til at siga.
Løgreglan veit ikki, hvør kann hava lagt tey fýra
líkini út í skógin, og hon hevur heldur eingi spor at
ganga eftir. Men málið er sera álvarssamt, og tí hevur
løgreglan sett ellivu serkøn løgreglufólk at taka sær av
tí, skrivar AFP.
Norskir myndugleik-
ar hava illgruna um,
at børn í Kolombia
verða keypt og síðani
ættleidd av landinum.
BARNAHANDIL
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Í hálvt annað ár hevur utt-
anríkisráðið í Oslo biðið
myndugleikarnar í Kolom-
bia um eina frágreiðing um
mannagongdina, sum verð-
ur nýtt, tá børn á privatum
kolombiskum barnaheim-
um verða ættleidd av land-
inum.
Enn er eingin frágreiðing
komin, og tí hava norsku
myndugleikarnir gjørt av, at
fyribils verða ikki fleiri
børn, sum eru á privatum
kolombiskum barnaheim-
um, ættleidd til Noregs.
Upprunin til málið er, at
norskir myndugleikar hava
illgruna um, at tey privatu
barnaheimini keypa børn
frá foreldrunum og ættleiða
tey síðani av landinum.
Barnaheimini
krevja
42.000 norskar krónur fyri
hvørt barnið. Tað eru
nógvir pengar í Kolombia,
har nógv fólk eru fátæk.
Keypa børn til ættleiðing
USA má fáa frið í Irak
innan seks mánaðir
Eydnast tað ikki am-
erikanarunum at basa
mótstøðuni í Irak
innan eitt hálvt ár, er
vandi fyri, at irakska
fólkið fer í part við
mótstøðuni, siga
hernaðarligir serfrøð-
ingar.
IRAK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Blóðbaðið í Bagdad teir
seinastu dagarnar ger, at
tað hevur skund hjá am-
erikanarunum at fáa bilbukt
við mótstøðuna í Irak. Ser-
frøðingar ávara um, at
eydnast tað mótstøðubólk-
unum at fáa fótin fyri seg,
er vandi fyri, at teir fara at
taka seg saman í størri
eindir.
Spurningurin er, hvat
amerikanararnir skulu gera.
Amerikanska herleiðslan
hevur gjørt av at skerja eft-
irlitið í gøtunum í Bagdad
og aðrastaðni, nú muslimar
halda
føstumánað. Tað
verður gjørt fyri ikki at
órógva irakar, sum koma
saman at biðja, men tað eru
tey, sum halda, at avgerðin
kemur teimum víðgongdu
mótstøðumonnunum væl
við, tí hetta er næstan tað
sama sum at bjóða teimum
at gera meiri um seg. Am-
erikanararnir kunnu eisini
velja at fara harðari fram,
men vandin við tí er, at ir-
akska fólkið fer at missa
álitið á amerikonsku frá-
boðanini um, at málið er
eitt opið og frítt irakskt
samfelag.
Ein stórur trupulleiki hjá
amerikanarunum er, at teir
vita ikki, hvør fíggindi
teirra í Irak er, og seinastu
tíðina hava amerikanskir
generalar alment viðgingið,
at teir eru ósamdir um, hvør
fíggindin er. Summir halda,
at tað eru heilagir stríðs-
menn úr øðrum muslimsk-
um londum, meðan aðrir
halda, at hesir eru bara ein
lítil partur av mótstøðuni.
Tá sjálvt kríggið var av,
gjørdu amerikanararnir av
at upploysa irakska herin
og løgregluna. Meiningin
var ivaleyst góð, men
seinni hevur tað víst seg, at
tað var eitt stórt mistak at
upploysa løgregluna. Ein
av limunum í irakska
stjórnarráðnum, Iyad Al-
lawi, segði fyri nøkrum
døgum síðani við altjóða
fjølmiðlar, at amerikanska
avgerðin hevur gjørt, at
tjóvar og aðrir brotsmenn
hava næstan frítt at fara í
landinum, og sjálvir hava
amerikanararnir ikki nóg
mikið av hermonnum til at
loysa tær vanligu løgreglu-
uppgávurnar.
Hernaðarligir serfrøðing-
ar eru samdir um, at am-
erikanararnir hava skund.
Fáa teir ikki bast mótstøð-
uni innan seks mánaðir, fer
irakska fólkið eisini at
venda sær ímóti teimum, og
so er ilt at siga, hvat kann
henda, siga teir sambært
Aftenposten.
Bilbumbur og sjálvmorðsbumbur eru næstan gerandiskostur í Irak. Tað hevur skund hjá amerikanarunum at basa mótstøðuni.
Annars fáa teir eisini tað irakska fólkið ímóti sær
C
M
Y
K
14