Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-09-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. september 1997síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

AAA AAA ——| — mm Nr. 171 — 10. SEPTEMBER 1997 tíðindablaðið 0 NÆRSKAR GARDAR Floksleiðarin í Høyre, Jan Petersen, er tann minst kendi floksleiðarin í Noregi Í valdystinum hevur flokk urin gjørt alt fyri at fåa fólk til at minnast hvør Jan Pet ersen er. Her í Oslo hanga stórar plakatir vid andlits mynd av Heyre-leiðaranum og einum stuttum sendingi um hvat Høyre ynskir at ar beiða fyri Jan Petersen verður av teimum flestu mettur at vera gráur og keðiligur, og hon um manglar tað, sum skal til fyri at gerast ein leiðari Í valdystinum hevur hann sagt, at Høyre ikki kann hugsast at fara í stjórnar bygningarnar, uttan at Høyre fær minst 20 prosent iv atkvødunum til valið 15 sept. Higartil hevur flokkur in ikki klárað at koma upp um 15 prosent í veljara kanningunum, ið eisim er vánaligari enn í 1993, tá hann fekk 17 prosent. Tað „emst ikki uttan um, at Høyre hevur stórar trupul leikar í ovastu leiðsluni. Alt sær út til at miseydnast hjá teimum Fyri at skilja munin á Høyre og Framsóknarflokk- inum í Noregi, kunnu vit síga at hesar báðar politisku rørslurnar eru samlaðar í einum flokki í Føroyum, Fólkaflokkinum. Serliga um vit hyggja at fólkaflokk- inum í 80-unum er lætt at samanbera. Leiðslan í Høyre í dag kann saman- berast við ta linjuna, sum Jógvan Sundstein umboð- aði, meðan Carl I. Hagen og Framsóknarflokkurin kunnu samanberast við linjuna hjá Óla Breckmann Framsóknarflokkurin bygg- ir sin politikk á ótta fyri tí fremmanda og snúltarum, meðan Høyre byggir á kon- servativ virðir í samfelag- num Grundi hvervir — Grundin hvørvir undan Høyre og flokkurin kann missa sína søguligu stóðu sum tann leiðandi borgar- ligi flokkurin, sigur profess- ari og Heyre-limur Francis Sejersted í eini viðmerking til Arbeiderbladet. Hann er bangin fyr: at Høyre kann hvørva út úr søgunum sum ein stórur og týðandi borg arligur flokkur Francis Sejersted er ikki hver sum helst. Hann hevur verið virkin limur í flokkin um, men er eisini vældámd- ur sum søguskrivari. Hann er eisini kendur sum for maður fyri neyndini, sum avger, hver skal fáa Fridar- heidursløn Nobels. Tað er Francis Sejersted, sum al- mannakunnger, hver fær heidurslønina Høyre å veg i søguna Størsti borgarligi flokkurin í Noregi í hesi øldini, Høyre, er spakuliga við at hvørva. Í staðin kann Framsóknarflokkurin taka yvir sum størsti borgarligi flokkurin í Noregi. Høyre hevur ongar fyrstaflokspolitikarar í dag, siga kendir limir i Høyre I 1945 fingu Heyre/ Frisinnede Venstre 17 pro- sent av atkvødunum til Stór- tingið. Tað bleiv tá mett sum sjálvur grundmúrurin hjá hesi rørsluni. Nú sær tað út til at Carl I. Hagen og hansara Framsóknarflokkur kunnu yvirtaka sum størsti borgarligi flokkurin, meinar Sejersted Sambært honum er tað ikki til at koma uttan um at Høyre missir veljarar til Carl I. Hagen, serliga velj- arar, sum higartil hava verið tryggir Høyre-veljarar - Framsóknarflokkurin er alt og einki. Tá Høyre ikki klárar seg væl, missa vit tann mentanarkonservativa arvin, sum flokkur:n hevur verið tr gdin fyri. Fram- sóknarflokkurin varðveitir ongan slíkan arv Francis Sejersed meinar at Høyre ikki hevur fylgt við tidini, og at flokkurin ikki kann takka ødrum enn sær sjálvum fyri syndarligu støduna. Seinastu veljara- kanningarnar geva flokk- inum millum 10 og 14 pro- sent Lars fa: Langslet er ein annar kendur Høyre-limur sum hevur verið frammi og sagt sína meining um sín gamla flokk. Hann sat sum mentamálaráðharri í stjórn- ini hjá Káre Villoch. Hann heldur tað einki er at siga til, at fólk flýggja frá ein- um flokkum, sum verður stýrdur av einum B-liði Flokkurin hevur fáar týðandi persónar í leiðsluni Jan Petersen er ein góður og dugnaligur politikari Men eg haldi ikki at hjálp- arfólkini hjá honum eru góð nokk. Lars Roar Langslet meinar, at ein leiðsla við meiri sprelli í kundi forða fyri at fleiri veljarar flýggja yvir til Carl I. Hagen Lars Roar Langslet peik- ar á eitt stórt mistak, sum flokkurin hevur fingið fyri vana at gera Flokkurin skuldi gjørt meira við at brúkt teir dugnaligu yngru politikar arnar, sum flokkurin hevði seinast í 80-unum og fyrst í 90-unum. - Tá hevði flokkurin at- gongd til nógva góða menn- iskjaliga råvøru, og orða- skiftid og umhvervið i flokkinum var gott. Í dag er stødan ein heilt onnur, og flokkurin stríðist í brattar mótbrekku Dugnalig gevast Tað er eingin hugaligur listi, sum Jan Petersen hevur framman fyri sær, tá hann hyggur at, hver hevur vent flokkinum bakið. Her eru nakrir av kendastu Høyre-toppunum, sum í dag fáast við okkurt annað enn politikk Kaci Kullmann Five var í nógv år ein av termum leiðandi í Høyre, bæði í Stórtinginum og í stjórn Hon legði frá sær sum floksleiðari, og í staðin kom Jan Petersen. Kaci Kull- mann Five stillar ikki upp til valið 15. sept Kristin Clement gjørdist kend, tå hon sat í stjørnin hjå Jan P. Syse i 1989-90 Hon kom skjótt inn í ein leiklut sum tann leitandi ideologurin í flokkinum Hon treivst ikki í Stórting- inum og stillaði ikki upp- aftur til valið í 1993. Hon er í dag blaðstjóri á floks- blaðnum Tidens Tegn og situr framvegis í aðalstjórn floksins Michael Tetzschner kom ongantíð inn á Stórting. Hann var í nógv ár ein leið- andi politikari í býráðnum í Oslo. Hann tók seg aftur, tá tað miseydnaðist at skipa býarstjórn saman við Kristiliga Fólkaflokkinum og Vinstra í 1995. Tetschner situr framvegis sum vanlig- ur býráðslimur, samstundis sum hann er stjóri á Hand- ilsskúlanum Bl í Oslo John G. Bernander sat eitt skeið á Stórtingi, áðrenn hann valdi at fara í vanligt arbeiði aftur. Sera dugna- ligur politikari, ið ikki vildi gerast floksleiðari, tá Kaci Kullman Five valdi at fara frá Kai Eide var ein annar, sum bleiv spurdur, um hann vildi gerast floksleiðari eftir Kullmann Five, men segði nei. Hann er nú sendiharri hjá Noreg í Osce. Arbeiddi við friðarsamráðingunum í Jugoslavia undir leiðslu av Torvald Stoltenberg. Jon Lyng vildi heldur ikki yvirtaka leiðarasessin eftir Kaci Kullmann Five Hann hevur verið leiðari fyri Oslo Høyre, men fæst í dag mest við arbeiði sítt sum hægstarættarsakfgrari. Nils Morten Udgaard arbeiddi sum skrivari fyri Kaare Willoch, men valdi seinni at fara aftur til gamla starv sítt sum blaðmaður á Aftenposten, har hann í dag hevur ábygdina fyri uttan- ríkistilfarinum Kjell Storvik var í fíggj- armálaráðnum í stjórnini hjá Villoch. Hann er í dag tjóðbankastjóri. Astrid Neklebye Hei- berg var ráðharri í stjórnini hjá Willoch. Hon er í dag leiðari fyri Reyða Krossi í Noregi Hesin listin kann gerast nógv longri. T.d. eru fleiri av teimum heilt ungu í Ungu Høyre, ið hava valt ikki at arbeiða politiskt longur, men heldur royna seg í vinnulívinum