hósdagur 30. oktober 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 206 - 30. oktober 2003
17
Nr. 206 • hósdagur • 30. oktober 2003 • 77. árg.
Góð tvey ár eftir at
Suzuki Ignis fyrstu
ferð kom á markn-
aðin í 2001, er bilurin
komin í eini nýggjari
og størri útgávu við
betri plássi og meiri
møguleikum.
Ignis fæst bæði sum
forhjólsdrivin og sum
4x4
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Suzuki Ignis er faktiskt ein
bilur sum bæði er væl
egnaður til býkoyring og til
longri túrar á landsvegi. Í
mun til tann fyrra Ignis
sum kom á marknaðin fyri
tveimum árum síðan, er
hesin nýggi ein størri og
rúmligari bilur. Hann er 16
cm longri og er blivin
rúmligari innan við t.d.
betri plássi til tey ferðandi á
baksetrunum og viðføris-
rúmið er vaksið nakað og er
nú 236 litrar. Designið er
eisini smartari, við t.d.
størri lyktum og linjurnar
eru meiri frískar, og bilurin
sær meiri innbjóðandi út.
Hóast Ignis ikki er nakar
stórur bilur, situr man høgt,
og útsýnið er gott allar
vegir. Av tí at bilurin er so
rúmligur, fær bilførarin
kensluna av, at hann koyrir
ein munandi størri bil í
ferðsluni. Eisini setrini eru
breiðari og betri at sita í.
Instrumentborðið hevur
eisini fingið heilt nýtt de-
sign við instrumentum við
ljósari bakgrund.
Diesel komandi ár
Í
grundútgávuni
hevur
Ignis 1,3 litur motor og
verður drivin við forhjól-
unum, men hann fæst eisini
við 1,5 motori, sum trekkj-
ur framman ella sum 4x4.
Tá hevur hann viskose-
kobling, sum automatiskt
slær til tá brúk er fyri tí.
Fyrst í komandi ári fæst
Ignis eisini við dieselmo-
torinum: DDiS (Diesel
Direct Injection System).
Sum standard hevur Ignis
t.d.: ABS bremsuskipan við
EBD
(elektroniskum
bremsukraftdeilara), fimm
nakkapútur har tær á for-
setrunum eru "aktivar", air-
bag framman og í síðunum,
el-síðurútar framman, el-
síðuspegl v. hita, og stereo
radio við 4 hátalarum.
Ignis hevur eina trygdar-
skipan, sum ger at pedal-
irnar geva eftir við ein
harðan samanstoyt, hetta er
fyri at verja beinini á bil-
førarnum.
Bíligasti Ignis 1,3 GL
2WD kostar 145.000 krón-
ur, 1,5 GL 2WD kostar
156.000 krónur og 1,5 GL
4WD kostar 167.000 krón-
ur.
Suzuki Ignis
– nú størri og rúmligari
Suzuki Ignis 1,5 GL 2WD
Motorurin
1,5 litur 16V bensin 99 hk
0-100 km/t
10,4 sek
Bensinnýtsla
14,9 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd
165/70-14
Stødd og vekt
Longd
377,0 cm
Breidd
160,5 cm
Hædd
160,5 cm
Eginvekt
950 kg
Viðførisrúm
236 litrar
Prísur
kr. 156.000,-
Søluumboð
Sp/f Eyðbjørn Hansen
Varðagøta 75
FO-100 Tórshavn
Tel.313375
www.suzuki.fo
Suzuki Ignis 1,5 GL 2WD. Bilurin er størri og rúmligari enn forgangarin. Designið er eisini smartari við t.d. størri lyktum, og linjurnar eru meira frískar
Mynd: Jens Kristian Vang
Suzuki Ignis innan.
Instrumentborðið
hevur fingið heilt nýtt
design
Mynd: Jens Kristian Vang
Viðførisrúmið er vaksið
nakað og er nú 236 litrar
Mynd: Jens Kristian Vang
Corsa
diesel
Í sambandi við eina
"facelift" kemur Opel
Corsa
við
einum
nýggjum
1,7
litur
commonrail
diesel-
motori. Corsa GSi
CDTi, sum bilurin
eitur, koyrir frá 0-100
km/t uppá 11,5 sek,
oljunýtslan er 20,8
km/l og toppferðin er
188 km/t
Kelda: Bil Magasinet
Peugeot
607
Í nýggjastu útgávuni
fæst Peugeot 607 nú
við meira útgerð og
einum heilt nýggjum
6-trins girkassa til
HDI útgávuna.
Kelda: Motor Magasinet
Wagon R
diesel
Komandi ár kemur
Suzuki Wagon R við
einum nýggjum 1,3
litur bensinmotori við
94 hk og við einum
1,25 litur dieselmotori
við 70 hk, sum kemur
at koyra 19,6 km/l
Kelda: FDM / Motor
Kanningar vísa at
fram til 2010 fer talið
av vøruflutningsbil-
um á evropeisku veg-
unum at økjast við 38
prosentum í mun til
1998. Møguliga verð-
ur ein loysn at hava
yvir 25 metur langar
vøruflutningsbilar,
sum lasta upp til 60
tons
FERÐSLA
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Um talið á stórum vøru-
flutningsbilum í Evropa
økist í sama mun sum nú,
verður talan um ein vøkstur
uppá 38 prosent í mun til
1998. Hetta kemur at økja
nógv um tungu ferðsluna
og um luftdálkingina í
teimum ymisku londunum.
Fyri at loysa hendan
trupulleika hava royndir
verið gjørdar við vøruflutn-
ingsbilum, sum eru 25,25
metrar við 8 akslum langir.
Ein svensk kanning sum er
gjørd av Institutt for Trans-
portforskning, vísir, at hesir
megastóru vøruflutnings-
bilarnir økja kapasitetin við
40-60 prosentum, talið á
túrum minkar við 30 pro-
sentum
og
oljunýtslan
minkar við 15 prosentum.
Tilsamans
skuldi
hetta
minka
um
flutningsút-
reiðslurnar við umleið 23
prosentum. Kanningin vísir
eisini, at trygdin ikki verð-
ur verri, um bilarnir eru so
stórir, tí talan verður ikki
um størri aksiltrýst, av tí at
bilarnir hava fleiri akslar
enn vanligir stórir vøru-
flutningsbilar.
Bremsu-
longdin verður eisini tann
sama.
Kelda: Transport Magasinet
Hetta er tíðin, tá bil-
eigarar gera bilarnar
klárar til veturin.
Summi skøða bilin
við píkadekkum,
onnur brúka lamell-
vetardekk, meðan
nøkur koyra víðari
við summadekkunum
allan veturin
VETRARKOYRING
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Hósdagin 16. oktober var
fyrsti dagur loyvt varð at
koyra við píkadekkum.
Hóast ongin kavi hevur
verið, koyra nógvir bilar
longu við píkum.
Tað eru nógv fólk sum
spyrja um tað er neyðugt
hjá vanligum privatfólki at
koyra við píkadekkum um
veturin. Her velst sjálvandi
um hvar í landinum man
býr og hvussu koyrium-
støðurnar eru har. Men í
flestu førum er einans brúk
fyri píkum nakrar heilt fáar
dagar um árið.
Í Føroyum er tað soleiðis
at bilførarin sjálvur ger av,
hvussu hann skøðir bilin.
Hann skal bert hugsa um, at
øll fýra dekkini skulu vera
eins. Tað vil siga, at vit
kunnu koyra við summar-
dekkum allan veturin, um
vit finna tað fyri gott.
Soleiðis er ikki í øllum
londunum rundan um okk-
um. Í Svøríki er álagt øllum
bilum at koyra við vetrar-
dekkum, tá kavi er ella
hálka, í tíðarskeiðnum 1.
desember til 1. mars. Í Fin-
landi skulu allir bilar, eisini
útlendskir bilar, koyra við
vetrardekkum frá 1. de-
sember til 1. mars. Í Norra
skulu allir bilførarar, eisini
útlendskir, tryggja sær at
bilurin kann koma fram í
kava og hálku. Hetta er eitt
óbeinleiðis krav um í
minsta lagið at koyra við
kavaketum, um brúk er fyri
tí.
Í øllum hesum londum
skal mynstrið í kavadekk-
unum vera minst 3 mm
djúpt.
Hjá okkum er kravið 1.6
mm.
Bestu dekkini aftan
Viðvíkjandi montering av
dekkum er tað mest sjálv-
sagda at hava tey bestu
dekkini á teimum hjólum,
sum dríva bilin. Tað vil
siga, at um bilurin verður
drivin av framhjólunum,
verða tey bestu dekkini sett
framman. Hetta er tó ikki
so einfalt, tí tá vit koyra ein
bil og t.d. framhjólini fara
at glíða, kunnu vit við ratt-
inum royna at rætta bilin
upp aftur, men um bakhjól-
ini glíða, fær bilførarin
einki gjørt, bilurin kann
svinga út aftan og fara heilt
runt, uttan at bilførarin fær
gjørt nakað sum helst.
Nógvar ferðsluvanlukkur
eru hendar júst av hesi or-
søk. Tá á stendur er best at
hava tey bestu dekkini aft-
an. At lufttrýstið í dekkun-
um er rætt hevur eisini stór-
an týdning fyri ferðslu-
trygdina.
Fyrstu royndir við megastórum
flutningsbilum
Vetrarkoyring:
Lamelldekk ella píkadekk
Hesin Scania vøruflutningsbilurin, ið er tilsamans 25,25 metrar langur við 8 akslum, er royndarkoyrdur á Aalborg leiðini. Fleiri
lógarbroytingar skulu til, um hesir bilarnir skulu fáa loyvi at koyra á evropeisku vegunum
Í nógvum av okkara grannalondum skulu bilarnir koyra við vetrardekkum tá kavi ella hálka er
Píkadekk ella
lamelldekk?
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
17
16