hósdagur 30. oktober 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 206 - 30. oktober 2003
Nr. 206 - 30. oktober 2003
21
Føroya Symfoni-
orkestur er alvi
musikkskúlans, og
tað er tí so mikið at
ynskja eftir, okkara
myndugleikar geva
teimum báðum
Martini og Bernhardi
saman við Musikk-
lærarafelagnum høvi
til at seta út í kortið
eina skipan, har pro-
fessionelt tónleika-
virksemi kann gerast
partur av arbeiðs-
setningi musikk-
læraranna skrivar
Ólavur Hátún í um-
mælinum av konsert-
ini í Norðurlanda-
húsinum sunnudagin
UMMÆLI
Ólavur Hátún
Nei, beinleiðis ummæla
symfoniska
konsert
á
slíkum støði sum hana í
Norðurlandahúsinum sein-
asta sunnudag, tað skulu
aðrir pennar til; men fegin
vil eg tríva í okkurt, sum
situr eftir í sinninum eftir
hesa merkisløtu í okkara
tónleikalívi.
Konsertin var væl lýst
frammanundan, og gleði-
ligt var tað at fáa staðfest,
at tað longu í forsølu var
um at vera útselt til hana.
Hugaligt var tað tí eisini at
varnast streymin úr ymsum
ættum av konserthugaðum
fólki á veg niðan í okkara
mentanarborg uppi í Sortu-
díki
hendan
sunnudag
seinnapart. Eitt lítið strik
var tað tó í forhondsuppliv-
ingini, tá tú niðankomin í
góðari tíð av vaktarmonn-
unum bleivst beindur víðari
eftir Ringvegnum, tí tað
ikki var pláss fyri fleiri bil-
um. Nær verða stig tikin til,
at parkeringumstøðurnar
verða samsvarandi tørvin-
um hjá Norðurlandahúsin-
um?
Ikki tí – ein frískur
gongutúrur, tá ið vindur og
væta ikki leika enn meira á
enn ta løtuna, kann eisini
vera góð upptakt, og ein
góð kensla var tað soleiðis
eitt sindur veðurbardur at
koma inn í fjálgu forhøll-
ina, har alt sjóðaði av vón-
glaðum fólki.
Glæman á orkestrið
Og so vart tú sessaður í
fullsettum sali við blað í
hond, sum við vælvaldum
orðum lýsti tað, sum vit
høvdu í vænti. Men er tað
veruliga so ynskiligt á ein-
ari konsert at skrúva so
nógv niður fyri ljósinum, at
ikki er lesandi? Uppliving-
in gerst jú bara enn meira
gevandi, um tú eisini ávegis
kanst kaga í blað og kunna
teg um tað, sum ljóðliga fer
fram.
Men mikil var spenning-
urin í høllini, tá ið glæman
varð sett á orkestrið, og vit
bíðaðu eftir dirigentinum.
Lættur á føti og við hug-
fangandi eygnabrá kom so
Berhard Wilkinson fram á
pall. Og tað var "sum í bál
at líta", tá hann legði fyri
við
Festouverturu
eftir
russiska tónaskaldið Dimi-
trij Sjostakovitj (1906 -75).
Sjáldan, og helst ongantíð
her á landi, havi eg upp-
livað orkesturleiðara, sum
soleiðis við yvirbragdi og
kropsrørslu megnaði at lata
upp fyri og sannføra bæði
musikarar og áhoyrarar um
sína uppfatan av tónleikin-
um. Festouverturan við sín-
um bráða og skiftandi lag
gav eisini besta høvi til
hetta.
Føroyingar her?
Eftir henda sprækna inn-
gang kom okkara mæti
klaverspælari
Jóhannes
Andreasen stillisliga, sum
er hansara meðferð, inn í
høllina og sessaðist við
flyglið til tess saman við
orkestrinum at framføra 2.
klaverkonsert hjá sama
komponisti. Vit, sum hava
havt høvi at fylgja Jóhann-
esi í hansara tónleikaligu
menning fram móti einum
førleika, sum væl kundi
tryggjað honum professio-
nella yrkisleið allastaðni
uttanlands, kunnu fegnast
um, at hann valdi at leggja
sína orku í tónleikalívið her
heima. Í samspæli millum
solist, dirigent og orkestur
fingu vit her eina uppliv-
ing, sum dró hugin so út í
tað alheimsliga, at eg í
løtuni beint aftaná, so løgið
tað kann ljóða, hvakk við, tí
eg hoyrdi mítt móðurmál
aftan fyri meg. "Føroyingar
her?" datt mær í huga,
áðrenn eg raknaði við.
Kend løg
Tónleikin hjá Sjostakovitj
duga aðrir betri at lýsa.
Men hugtyngjandi var tað í
sínari tíð at lesa endur-
minnandi bókina um hann,
ið gevur besta innlit í sáru
Symfoniskur og solistiskur rómur
støðuna
hjá
russiskum
listafólkum undir eirinda-
leysa einaræði Stalins. Ein
lítlan feril um hetta fekst tú
eisini í upplýsandi pro-
grammblaðnum.
Seinnu helvt av konsert-
ini fyllti gitna 5. symfoniin
hjá Tjaikovskij. Um hana
fekst tú eisini mangt áhuga-
vert at vita í fylgiblaðnum.
Sjálvur havi eg ikki hoyrt
hana framførda áður; men
so mikið sum hon verður
spæld og at hoyra í loft-
miðlunum, so vóru tað alla
tíðina løg, sum tú kendist
við. Tjaikovskij er ikki bert
ein av musikksøgunnar
stóru symfonisku meistar-
um, men eisini ein klass-
ikari, hvørs tónleikur so
væl fellur í oyru. Kann lítið
ætla, hvussu rómurin hevði
verið í høll, um okkara
symfoniorkestur, Jóhannes
og Bernhard eisini góvu
okkum høvi til at uppliva
hansara fyrstu klaverkon-
sert.
Støðugari lega
Konsertir sum hendan sein-
asta hjá symfoniorkestrin-
um kosta almikið av pen-
ingi, serliga við tað at so
nógvir
professionellir
musikarar mugu heintast
uttanífrá, at stórur parturin
av fíggjarjáttanini frá land-
inum má nýtast til tað.
Tað er bæði fyri okkum
áhoyrarar og ikki minni fyri
okkara heimligu musikarar
sera ynskiligt, at fíggjarlig-
ar
umstøður
framvegis
verða til eini tvey slík
megnar tiltøk um árið, og
tøkk fái Norðurlandahúsið,
sum í sínum 20. virkisári
gjørdi
hesa
konsertina
møguliga. Men skulu vit
fáa bygt veruligt Føroya
Symfoniorkestur, má ar-
beiðslagið fáast inn í støð-
ugari legu, har fleiri av
okkara meira framkomnu
musikkskúlanæmingum fáa
verið við.
Nýggja skipan
Jú, stundin má nú vera til
góðverk at inna í okkara
klassisku tónleikaverð, nú
slíkur úrmælingur sum
Bernhard Wilkinson hevur
fingið enn fastari tilknýti til
okkara land. Bernhard hev-
ur í ár so mong ikki bert
verið at telja millum teir
fremstu innan professio-
nella
tónleikalívið
í
Reykjavík,
men
hevur
eisini verið sera virkin í
tónleikauppalingini
har
yviri.
Tað sama kann í viður-
skiftunum her heima sigast
um okkara musikkskúla-
stjóra Martin Mouritsen,
sum fyri fleiri árum síðan
hevur borið fram hugskot
um, hvussu ein skipan
kundi verið uppbygt, sum
gevur okkara profesionellu
musikklærarum høvi til
samanspæl, tryggjar sym-
foniorkstrinum eitt støðugt
arbeiðslag yvir alt árið og
til fulnar letur tað musik-
arapotentiali, sum musikk-
skúlin ber í sær, koma okk-
ara livandi tónleikalívið til
góðar.
Føroya Symfoniorkestur
er alvi musikkskúlans, og
tað er tí so mikið at ynskja
eftir, okkara myndugleikar
geva teimum báðum Mart-
ini og Bernhardi saman við
Musikklærarafelagnum
høvi til at seta út í kortið
eina skipan, har professio-
nelt tónleikavirksemi kann
gerast partur av arbeiðs-
setningi musikklæraranna.
C
M
Y
K
21
20