Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-09-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. september 1997síða 11

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

JÁ sosialurin, týsdagin 16. september at ITROTTUR I — ss — — Ingi Olsen skaraði fram úr, tá VÍF vann á rumensku meistaraliðnum. Mynd: Jens Kristian Vang dtruligt avrik av VÍF Sigid okkum frå, um onkur tíðindi eru at frætta. Ping úr Dina DAGA á Sosialurin, tel 11820 ekte Hondbóltur: VIF skapti hondbóltssensatión, tá teir vunnu á rumensku meistarunum sunnudag- in. Avrikið hjá vestmenningum var framúr gott VIF stóð sunnudagin fyri eini ren- ari hondbóltssensatión, tá teir í einum ótrúligum dysti móti Dyna- ítróttar sosialurin | Hagtøl Europa-Cup fyri meistarar | Leygardagin 13. september VÍF-Dyn. Bukarest 20-25 VÍF: Áki Olsen 8, Ingi Olsen 5, Rógvi Nielsen 3, Finn Jørgin Olsen 3, Hjalmar Klein Olsen Sunnudagin 14. september Bukarest-VÍF 16-17 | VIF: Ingi Olsen 7, Finn Jørg- | in Olsen 3, Rógvi Nielsen 2, | | Åki Olsen, Åki G. Olsen, | Såmal Joensen, Neil Blåham- | | ar, Hjalmar Klein Olsen Í | | | | | | | ! Dynamo Bukarest vidari vid samanlagt 41-37 MEE mo Bukarest vunnu 17-16. Av- ríkið var so gott, at tad tolir sam anbering við tað besta føroyingar nakrantíð hava avrikid innan hondbólt Venjarin hjá VIF, Kári Durhuus, var eisini í sjeynda himli eftir sigurin, og maðurin, sum hevur roynt nógv innan hondbólt, helt, at hetta var nakað av tí størsta, hann hevði verið við til Dagin fyri, eftir S-málstapið, helt Kári eitt sindur frekt fyri, at hann trúði uppá ein 6-málssigur dagin eftir Tað gjørdist tað nú ikki til, men VIF vann Mistu alt móti endanum Fyrri dysturin, sum var leygar- dagin, vísti, at VIF kundi spæla upp móti rumenska liðnum Alopsspælið hjá VIF gekk væl, meðan teir í verjuni ikki høvdu rættiligt tak á stóru monnunum hjá Dynamo Bukarest. VIF fekk nógvar útvísingar, og tað kostaði Men hóast tað hildu teir seg stutt aftanfyri rumenska liðið, og mið- skeðis í seinna hálvleiki vóru teir frammanfyri við einum máli. Tá settu rumenar ferðina upp eina løtu, og fóru fram um aftur Móti endanum av dystinum misti VIF alt á gólvið og fóru fimm mál aftur um, sum var í meira lagið, tá hugsað verður um, hvusu gott avrikid hevði verið til tå. Sensation VIF byrjaði sera illa í seinna dystinum, og tey sum óttaðust, at VIF'arnir ikki fóru at orka tað sama, sum teir gjørdu dagin fyri, høvdu nakað at hava sín illgruna í fyrstu løtuna ViF'arnir gjørdu nógv mistøk, og spælið gekk illa. Teir komu ikki fram at til veruliga avslutningar, og rumenska liðið kom fram um 8-2. VIF bardi seg tó aftur í dystin, teir minkaðu um munin til tvey mál við seinasta kastinum í fyrra hálvleiki, tá Rógvi Nielsen tveitti bóltin um allan vøllin og í málið Eftir steðgin var sama skil hjá VIF, sum í fyrra hálvleiki. Teir striddust væl í verjuni, men vóru óneyvir í álopsspælinum. Teir høvdu hópin av kjansum, men misbrúktu einar fimm ella seks opnar møguleikar Rumenska liðið dróg frá VIF og tá fýra minuttir vóru eftir av dystinum, tóktist avgerðin vera fallin. Bukarest var á odda 16-13 Men við tveimum skjótum málum kom VIF upp á 16-15. Teir javnaðu, og tá rumenar góvu sær góðar stundir seinastu sekundini at spæla millum sín, bíðaði av- gerðin bara. Men Bárður Nielsen (sum stóð sera væl í málinum) bjargaði royndini hjá rumenum VIF fór í álop og í seinastu sekundunum spældi Ingi Olsen (suverent besti spælarin á vellinum) Sámal Joensen leysan, eg hann skoraði við nærmasta stólpa. So var 17-16 til VIF, tíðin rann út, og ein hondbóltssensatión var í hús.. VIF avríkaði nakað ótrúligt sunnudagin, og teir bláu og gulu kunnu kenna seg stolta yvir, at hava fingið besta urslitid í Europa- Cup hondbólti nakrantíð ek a faxið! Fax 14720 síður at taka út! Ingi var i heims- klassa HONDBOLTUR: Spælandi venjarin hjá VIF, Ingi Olsen skaraði fram úr tá VIF sunnudagin vann á rumenska meistaraliðnum, Dynamo Buka rest Eg var sera uppsettur til dystin, tí eg vildi hava tað skuldi ganga betri enn leygardagin. Eg eri eisini nøgdur við mítt avrik hóast eg gjørdi tveir óneyðugar feilir í seinna hálvleiki, segði Ingi Olsen við ltróttarsostalin eftir dystin Ingi stríddist fyri fleiri, hann var altíð í verjustødu, fangaði bóltar, setti skjótálop í gongd og var sjálvur topskjútti Ingi var í heimsklassa. Hann spældi ótrúliga væl, vann taptar bóltar, skoraði og stríddist alla tíðina, Eg havi ikki sæð so- vorðið áður, segði Sverri Jacob- sen um avrikið hjá Inga Sjey ferðir skoraði Ingi, og hann spældi eisini Sámal Joen sen leysan, tá hesin kundi gera sigursmálið hjá VÍF Fimm landsliðsspælarar Sunnukvøldid tóku VIF'arnir sær væl uppiborið av løttum Teir ótu døgurda saman við rumensku spælarunum á La Carreta, og feiðraðu annars avrikið Spælararnir hjá Dynamo Bukarest vóru ovfarnir av VIF, og hildu nógv um avrikid sunnudagin. Rumenar stilladu vid sterkastu manning, og mill- um spælararnir vóru fimm landsliðsspælarar Spælararnir eru professionellir og venja upp til 9 ferðir um vikuna Men hetta gav teimum ongan fyrimun reint kropsliga — Vit hava vant rættiliga hart seinastu vikurnar, tí vit vístu, at skuldu vit yvirhøvur klára at fylgja við, so máttu vit vera í toppformi, sigur Ingi Olsen — Og tað vísti seg eisini, at vit orkaðu líka væl sum teir. Vit runnu frá teimum fleiri ferðir móti endanum, og teir gjørdu nógv mistøk, tá teir gjørdust troyttir. — Hetta er tað besta úrslitið føroyskur hondbóltur nakrantíð hevur fingið og eg eri serstak- liga fegin um avrikid hjá okk- um — Vit hava nú víst, at føroysk lið kunnu standa seg í Europa, og vit eiga at taka fleiri avbjóð- ingar á okkum Fyrsta avbjóðingin hjá Inga og VIF verður tó í heimligu kappingini, sum byrjar um minni enn ein mánaða ek