týsdagur 16. september 1997síða 15
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
15
Nr. 175 — 16. SEPTEMBER 1997 ítróttar —————————
pis
Heðin á Lakjuni ger eitt av sínum fimm málum móti ÍF sunn
udagin. Mynd: Jón Magnussen
Heðin á Lakjuni var
rættiliga í essinum
Fótbóltur: Alt eydnaðist hjá klaksvíkingum, sum fingu lætt spæl ímóti fuglfirðingum, ið fullkomu-
liga góvu skarvin yvir, tá teir komu afturum 2-0
. deild menn:
1
ÍF-KÍ 1-9 (0-5)
A norðoyarsteynu var IF í
Klaksvík, har teir oydiløgdu
stevnuhýrin hjá fótbólts-
hugaðu nordoyingunum. Tá
fór IF avstað við øllum
tímum stigunum, og bæði
fuglfirðingar og nordoying
ar vóru samdir í, at:tað líkt
ist mest av øllum stuldri
Sunnudagin vóru klaks
víkingar í Fuglafirði, og av
hølvingin, sum teir hesa
ferð góvu IF, er ikki sædd
stórri í Fuglafirði síðani ÍF
tetlaði fyrstu fetini í 1. deild
fyri út ímóti tríati árum síð-
ani. Tá taptu teir onkuntíð
bæði 14-2 og 13-1 ímóti
HB, men at tað síðani tå
hevur gingið so nógv betri
er nógv hagtalstilfar gott
prógv fyri
Einki skil á
Men hesa ferð gekk av
skriðuni hjá ÍF, sum ongan-
tíð kom fyri seg eftir stóra
skelkin, teir fingu. tá Kl
beinanvegin fekk hol á
Tað vóru bara tveir min-
uttir farnir, tå Kurt Mørkøre
í tveimum royndum skoraði
til 1-0. Innleggið kom úr
vinstru, álopsmaðurin
smekkaði til fyrstu ferð,
bólturin brast í samankom-
ingina og støkk útaftur til
Mørkøre mannin, sum,
medan triggir verjuspælarar
hugdu at, slapp at temja og
skjóta
IF, sum leið undir sakn-
inum av Torsteini Joensen í
verjuni, var skelkað, men
teir komu eitt sindur við í
spæli næstu løtuna. So var
tað, at KI fekk eitt bíligt
mál, og eftir tað var einki
skil á nakra staðni á heima-
liðnum, sum var fullkomu-
liga eyðmýkt av einum sera
væl upplagdum og ágang-
andi KI líði
Heðin í serflokki
Vit hava so ofta sagt, at tað
eru tvær útgávur av KI liðn-
um við umleið somu mann-
ing. Hesa ferð var ialan um
ta góðu útgávuna.
Jóannes Jakobsen hevði
sett Heðin á Lakjuni fram
sum hangandi álopsspælara
aftanfyri Kurt Mørkøre og
frammanfyri Arnold Joen-
sen, Allan Joensen og Róg-
va Jacobsen
Ex naríki unglingaspælar-
in, sum burtursæð frá Allani
Joensen, tå hesin aftur verð-
ur í toppvenjing, ivaleyst er
besta boðið uppá landsliðs-
pláss hjá KI, dusaði sær og
setti tey bæði systkinabørn-
ini — Magna á Lakjuni, sum
var komin úr Danmark, og
Bárður á Lakjuni — og allir
hinar fuglfirðingarnar so
rudduliga uppá pláss, sum
tað neyvan áður er sæð á
vellinum í Fuglafirði
Kanska onkur veit at siga
frá, at ein og sami maður
hevur skorað fimm ferðir í
1. deild í Fuglafirði, men
tað er í hvussu so er ikki
komið fyri tey seinastu tjug-
u árini
Heðin á Lakjuni gjørdi
fulla nyttu burturúr stóra
skjótleikanum, sum var ser-
liga hentur ímóti einari
tungari og óneyvari verju
IF brukti ikki verjuspæl á
nakran hátt. Tað var smeit-
ur, at Egil Zachariasen tíð-
liga noyddist út við skaða,
men tað kann ikki vera or-
søkin til, at hvørki verju-
spælarar, miðvallarar ella
álopsmenn hugsaðu um at
dekka.
Heðin á Lakjuni dusaði
sær, og í 21 minuttir í |
hálvleiki gjørdi hann eitt
reint hattrick. IF fór í smild-
ur, tá hann fekk fyrsta mál-
ið. Tá varð spælt fram eftir
miðásinum, málverjin tókt-
ist hava tak á, men hann
misti, og so kundi Lakju-
maðurin trilla bóltin í tóma
kassan
Fleiri av hinum málunum
sóu út til at verða eins løtt
at gera, sum tað man vera
hjá góðum spælarum imo
einum vánaligum unglinga-
liði. Ein einføld snýting við
kroppinum, ein ella tvær
skjótar dragingar og so tju-
bang og mál
Rógvi Jacobsen stútaði
flott til 5-0, tá tað restaðu
fimm minuttir av fyrra um-
farinum, eftir at Arnold Jo-
ensen hevði lagt innfyri úr
høgru, og ofta komu málini
eftu innlegg. IF var um ein
háls í báðum borðunum, og
tað gjørdu Arnold Joensen,
John Hansen og Harley
Bertholdsen, sum spældi
betri, enn hann hevur gjørt
leingi, góða nyttu burturú.
um framtíðina
Jóannes Jakobsen verður
eftir øllum sólarmerkjum at
døma eisini venjari hjá KÍ
komandi ár. Og tað sær út
til, at restin av hesum kapp-
ingarárinum gongur út uppá
at geva yngru monnwnum
tær royndirnar, sum skulu
til, um liðið skal verða meiri
støðugt
Niclas Niclassen fær
hverja ferð fulla spælið í
miðverjuni, har hann er
saman við Símuni Waag
Høgnensen og Jan Andreas-
sen
Hesa ferð høvdu teir mill-
um lítið og einki at gera. IF
var sjáldan í nánd av mál-
inum hjá Gunnari á Steig,
men teir fingu eitt mál. Tað
var Magni á Lakjuni, sum
stútaði í málið til 1-6, tá 72
minuttir vóru farnir. Frí-
spark varð sent innfyri,
Bartal Eliasen stútaði uppá
tvørs, og útisetin var fyrstur
á
Arnold Joensen skoraði
sera hegnisliga til 1-8, tá 78
minuttir vóru farnir. Ur 16
metrum lyfti hann óvantað
upp um málverjan og dygst
niður við tvørtrænum. Jan
Joensen, sum hevði loyst
yngra bróðurin av á mið-
vellinum setti síðsta seymin
í, og fuglfirðingar skulu ver-
a glaðir um, at teir fyrr í
summar hava skavað so
mikið av stigum saman, at
teir eru leysir av niðurflyt-
ingini. Hugburðurin og av-
ríkið ímóti KÍ var ikki bestu
deildini verdugt
Klaksvíkingar kunnu iðra
seg um, at:tað bara aðru ella
triðju hverja ferð gongur,
soleiðis. sum tað gekk hesa
ferð (jh)
Tað var
lætt
hjå TB
DORTE 14 (0.2)
Fótbóltsvíkuskiftið á
Svangaskarði var vánaligt
hjá heimaliðnum. Sunnu
dagin tapti Í. deildarliðið
5-2 imoti HB, og leygar
dagin lógu teir næstbestu
efur á 6-1, men tað var
ímóti bestu tvøråmonnun
um
TB var á odda 2-0, tá tað
var hálvleikt. men eftir at
heimaliðið tríggjar minuttir
efur hvildina heyði minkað
um munin við góðum lang
skou frå Arnfinni Olsen
var útiliðið eitt sindur
órógvað í eina fitta ltu
Men so glapp. 70 min-
uttir vóru farnir, tá vong
verjin í høgru, Tórur Mort
ensen, sum reikaði sera
nógv, varð sendur avstað
Fleiri av teimum reyðu
royndu at taka hann á veg
num, dómarin tagdi við
floytuni fyri at sigga,
hvussu tað tørnadi út, og
tvøråmadurin sleit seg
leysan og smekkaði inn um
Allan Joensen í B68 mál-
inum og so var liðu,t
TB skoraði aftur eftir 79,
KK og KO minuttir. og
hvørja ferð runnu teir
fgjøgnum tunnu verjuna
Toftamenn høvdu ov
lítla tyngd. Veteranurin
Ingemar Højgaard, sum
nátúrliga hevði verið savn
andi spælarin, noyddist út
við skaða, tá sekstan min
uttir vóru farnir, og so var
tunnligt
Eyðun Gullok Svalbard
stútaði fyrsta TB málið, tå
seks minuttir vóru farnir
og Herman Mortensen
smekkaði úr 16 metrum til
2-0, tå tad restadu niggju
minuttir av fyrra umfar-
inum
TB er á veg ul tveir
dystir um eitt pláss í bestu
deildini, og sjálvandi er
stóri spurningurin, um teir
hava nakað at gera í
fremstu rød. Tað vóru
nógvir ungir menn á lið-
num, t.d. Karl Øster, Niels
Oluf Joensen, Andrass
Nolsøe og Einar Petersen,
og millum meiri royndu
spælararnar vóru Pól F
Joensen, Eyðun Gullok
Svalbard og Herman Mort-
ensen. Skulu hesir hava
nakran møguleika at standa
seg í bestu deildini, so skal
venjinagarstødan. vera so
nógv betri, enn hon sá út
til at vera á Svangaskarði
Imóti B68 var ein út-
lendingur. Pavlovic, við
teir fyrstu 82 minuttirnar
Hann var góður styrkur, og
umframt at tvøråmenninir
noyåast at gera nógv meiri
við tað, so er alneyðugt hjá
teimum at styrkja seg við
tveimum ella trimum út-
lendingum, um tað skuldi
hent, at:teir vinna sær pláss
í bestu deildini. Oli Jo-
hannesen sat á beinkinum
og uppmuntraði gomlu lið-
felagarnar. Hann hevði ver-
ið veldugur at fingið afturat
hjá TB, um teir røkka |.
deild komandi ár. Men enn
er nógv eftir at spæla um,
áðrenn teir kunnu koma so
langt. jh