hósdagur 18. september 1997síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
fn
Lý og sola:
| rom
Randi Jacobsen
Blaðfólk:
Aki Bertholdsen,
Eiríkur Lindenskov,
Edvard Joensen
Jens Kristian Vang
ar Re og prent:
Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argjum
Pastadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 11820
Telefax. 14720
Foroyar - Danmark á
avgerandi vegamóti
Oddagrein
Tann 1. apríl í næsta ár, tvs. góðan mánað fyri eg;
tingsvalið, verður eitt seguligt og meguliga eisini pol-
itiskt áhugavert vegamót í føroyskari segu. Tá eru
nevniliga liðin 50 ár, síðani vit fingu heimastýrislógina.
EINGIN ivi er um, at føroyskir politikarar fara at brúka
hetta høvid til at seta út í kortið á nýggjum. Og soleiðis
sum steðan er vorðin millum Feroyar og Danmark, er
lítil ivi um, at tað fara at vera sterkar reddir frammi
um at leggja enn størri sjógv millum hesar báðar part-
arnar nm, enn steðan er í dag.
VIT síggja hetta longu nú á veljaratelunum, har loys-
ingarvongurin í foroyskum politikki tykist vinna sterri
og størri undirtøku.
SOLEIDIS sum danskir myndugleikar, tad verid seg
embætismenn og politikarar hava og framvegis bera
seg at móti Foroyum i løtuni, kann henda gongdin í
Se rtounum bert halda fram. Vit fåa eina polar-
isering millum samband og tjóðveldi
Í OKKARA hugaheimi er eingin ivi um, at danskir
myndugleikar eiga høvudsåbyrgdina av tí stødu, sum
hevur tikið seg upp millum Danmark og Feroyar. Tað
er eina og aleina um myndugleikum fyri at takka
at tað loysnar meira og meira millum báðar ríkis-
partarnar. Gamaní, er tað hetta, sum danir miðvíst
vilja, so er tað ein ærlig sek. Men tá er at spæla við
opnum kortum og viðurkenna hetta.
KJARNIN í ollum hesum er tað misálit, sum er íkomið
Feroyingar flestir hava rætt og slætt mist álitið á Dan-
mark og harvið hevur ell heimastýrisskipanin, sum vit
hava livað undir í skjótt 50 ár, fingið eitt álvarsligt skot
fyri bógvin.
UTTAN mun til um tíðin er komin til at gera broytingar
í Heimastýrislógini ella fáa heilt aðra skipan ístaðin,
so átti at borið til at bøtt uppá ta vanvirðiligu stødu,
sum er íkomin millum Feroyar og Danmark. Og her
er eftir okkara tykki bert ein útvegur, og hon er, at
danska stjórnin leggur kongin. Stjórnin má viðurkenna
- at skal nakað gott koma burtur úr einum framtíðar
samstarvi millum ríkispartarnar - so má hon taka á
seg ábyrgdina av ti stødu, sum er ikomin í kjalarvørr-
inum á bankakreppu ol.
BANKAKANNINGIN kann neyvan ganga umaftur. Og
soleiðis sum steðan er vorðin, er alt trúvirði og álit
fokið. Tí vil eitt úrslit av bankakanningini, sum ikki
gongur foroyingum á meti, verða at sammeta við einki
annað enn eina krígsavbjóðing frá danskari síðu móti
foroyingum. Tað einasta, ið danskir myndugleikar tí
kunnu gera í tí stóðu, sum teir sjålvir hava vavt seg inn
í í sambandi vid bankakanningina, er at bjóða føroy-
ingum eina virðiliga og heiðurliga loysn í lun skuld-
arspurninginum.
TAÐ er jú avtalað, at samrådingar skulu vera millum
stjórnina og landsstýrið um eitt nú allan skuldarspurn-
ingin í hesum árinum. Okkara áheitan á Nyrupstjórn-
ina er tí henda: setið upp eina dagsskrá, sum inni-
heldur óhepnu fylgjurnar av tykkara egnu bankakann-
ing og setir út í kortið eitt trýbýti av foroysku uttan-
landsskuldini, har danski ríkiskassin rindar ein triðing,
Den Danske Bank ein triding og Føroyar ein triding.
Gongur stjórnin ikki við til slíka loysn, so eiga almennu
Føroyar fyri tað fyrsta at kanna meguleikan fyri at
ákæra Danmark fyri altjóða dómstól - og ber hetta ikki
til - so at umhugsa samstarvið við Danmark á 50 ára
degi Heimastýrisskipaninnar heilt av nýggjum.
FØROYSKI javnaðarflokkurin hevur roynt at varðveita
sambandi við Danmark á ein fyri bæði Føroyar og
Danmark skilagóðan hátt. Tíanverri kvetti danski javn-
aðarflokkurin við føroyska bróðurflokkin, tá kreppan
tók seg upp og vendi deyva oyrað til, tá foroyskir javn-
aðarmenn, sum stóru við styrisvøl, royndu at sannføra
floksfelagar í Danmark um, hvat var skilabest at gera.
Teir vildu ikki lurta. Ein avleiðing varð, at veljarin
revsaði javnaðarflokkin. Tað er annars síður millum
javnaðarflokkar, at hesir royna at verja og stuðla somu
rættindi og politisku grundsjónarmið uttan mun til
landamark. Tíðin er komin til, at danskir javnaðar-
menn - umframt at virða foroyingar - eisini geva parta-
monnum sínum í Føroyum gætur. Ti er tað nakar
flokkur, sum kann byggja brýr millum ríkispartarnar,
so er tað foroyski javnaðarflokkurin. Sosialurin
Jan P. Syse deyður
Fyrrverandi norski forsæt-
isrådharrin Jan P. Syse and-
aðist i gjár, mikudagin, 66
ára gamal. Hann luttók í
valvøkuni hjá Høgri mána-
kveldið, men gjørdist sjúk-
ur týskveldið. Hann fekk
eina heilabløding, og doyði
stutt eftir at hann var inn-
lagdur á Ríkissjúkrahúsið í
Oslo
Jan P. Syse, úr borgarliga
flokkinum Høgri, var væl-
dámdur sum politikkari og
persónur. Hann varð inn-
valdur á Stórtingið í 1973,
og sat fram til stórtingsvalið
mánadagin, har hann ikki
stóð á listanum.
Sum politikkari er hann
best kendur frá tíðarskeið-
num 1988 til 1993. Hann
gjørdist forsætisráðharri í
1989, og sat við stjórnar-
leiðsluni í eitt knapt ár, til á
heysti 1990. Hann var for-
maður í Høgri frá 1988 til
1991.
Jan P. Syse var leiðari fyri
ein bólk av politikkarum úr
Høgri, Kristiliga Fólka-
flokkinum, Vinstra og Mið-
flokkinum, ið royndi at fáa
hesar flokkar til aftur at
samstarva í komandi Stór-
tingsskeiði jhg
… Vit mugu ikki
seta oljufeløg-
unum ov harðar
treytir frá byrjan
Framhald av síðu 13
settu skilagóðar spurningar,
sum avgjørt sýndu, at teir
høvdu roynt at seta seg inn
í málið og eisini høvdu skilt
tað
-So tú ber ikki nakran
ótta fyri viðgerðini á
tingi?
-Nei, heldur tverturímóti.
-Sær tú ein vanda í, at
tað verður kanska so nógv
skrivað og tosað um hesa
framtíðarvinnuna, sum vil
ikki enn vita verður til
nakað - at vit gloyma
fiski-vinnuna og aðrar
trupul-leikar í samfel-
agnum ?
-Tað er ein vandi í ti, at
tú brúkar ov nógvar kreftir
uppá nakað, sum ikki er so
aktuelt, og at tú gloymir at
laga til ein fiskivinnupol-
itikk. Men tað er meira ein
trupulleiki hjá teimum, sum
fáast vit fiskivinnu og fiski-
vinnupolitikk. Eg kann bert
gledast um, at vit arbeida
við einum øki, har tað frå
politiskari síðu er lagdur
dentur á holla vitan og ráð-
geving frá byrjan av - og at
hetta verður verður skipað
soleiðis, at vit fáa ein skila-
góðan útvikling frá byrjan.
2 auga tri
Hvat viðvíkur áhuganum
frá oljufeløgunum fyri før-
oyska landgrunninum so er
Herólvur Joensen nøgdur.
Hann er sannførdur um, at
stóri áhugin m.a. er ein av-
leiðing av tí mátanum, sum
oljufyrisiting og oljuráð-
leggingarnevnd saman við
myndugleikunum annars
hava arbeitt uppá.
Í dag vísa millum 25 og
30 oljufeløg føroyska land-
grunninum ans. Samanbera
vit við bretska økid er talið
á oljufeløgum, sum arbeiða
har nærum 60. Á norskum
eki er tað gott og væl 20.
Herólvur Joensen vísir á,
at vit eru eitt nýtt „frontier“
eki, og nøkur av teimum
feløgunum, sum arbeiða á
bretska landgrunninum, eru
lítil feløg, sum arbeiða
saman við stórum samtøk-
um. Har eru tí helst nógv
feløg, sum ikki hava sum
part av síni virkisstrategi at
gera fløgur í meira vági-
ligum økjum
-Eg haldi vit eiga at
gledast um tey 25-30 feløg-
ini, sum vísa áhuga, og at
hesi eru millum heimsins
størstu og mest seriøsu olju-
feløg.
-Sær tú fyri tær, at hesi
verða uppaftur fleiri tá
avtornar?
-Finna tey feløgini, sum
fáa loyvi í fyrsta útbjóðing-
arumfari, nakað, so verður
talið enn hægri sigur Her-
ólvur Joensen og vísir til
danska orðafelllið ,,Intet
avler succes som succes“.
Hann vónar, at tað verða
í hvussu er oman fyri 20
feløg í 1. útbjóðing. Tad
vóru 19 við i Lopra, og nú
er talið millum 25 og 30,
sum vísa ávísan áhuga. Av
hesum eru 25 við í um-
hvørvisverkætlanini GEM.
-Talið vísir seg at vera
spakuliga vaksandi og
verða 30 við í fyrstu útbjóð-
ing, so er tað bara frálíkt
Avtala við danir
Hvussu hevur stjórin á
oljumáladeildini tað við
dønum og teimum avtalum,
sum eru gjørdar við danir í
sambandi við oljuleiting ol.!
-Eg havi altíð lisið av-
taluna við danir sum, at
danir sleppa við uppá treytir
sum øll onnur. At ein hevur
sett kappingarføringsklaus-
ulin inn havi eg altid mett
sum, at teir mugu kvalifis-
era seg sum einhver annar,
men hinvegin, at vit hava
bundið okkum til, at um teir
eru kappingarførir, so kunn-
u vit ikki útiloka teir, bara
tí teir eru danir
-Men er tað ikki eitt
sindur øvugt at hava slíkt í
eini avtalu. Tí eru danir
kappingarførir, so fara vit
sjálvandi at taka av teirra
tilboðum!
-Eg taki hetta bara sum,
at føroyingar, tá vit fingu
avtaluna um undirgrundina,
vóru eitt sindur stórsinnaðir.
-Men er hetta ikki ein
vandamikil melding út til
altjóða oljuverðina - um
vit vilja hava fría kapping
- at , serstakar” reglur
skulu galda fyri danskar
fyritøkur!
-Tað kann ein siga, men
eg havi ongantíð lisið hesa
avtaluna soleiðis, at vit
skulu siga við altjóða olju-
vinnuna, at tað eru nakrar
serstakar reglur galdandi
fyri danskar fyritøkur. Hett-
a er sett í eina avtalu millum
Føroyar og Danmark og eg
taki tad bert sum eina bind-
ing frå føroyskari sidu, sum
sigur, at um danir eru kapp-
ingarførir, so kunnu vit ikki
diskriminera teir, bara tí teir
eru danir.
ga mee
-Hvørja stóðu hevur til
spurningin um oljusamstan
við Noreg kontra Bretland,
nú marknatrætan ikki er
loyst!
-Eg vóni, at vit skjótast
møguligt kunnu leggja hasa
marknatrætuna við Bretland
aftur um okkum, og at vit
kunnu samtarva við bretar
eins væl og við norðmenn
og danir. Tað verða arbeiðs-
eki, finna vit olju og gass
nær Bretlandi, sum vit
mugu tosa við bretskar
myndugleikar um. Og tað
verður munandi lættari at
loysa slík mál við bretskar
myndugleikar, um vit fáa
markið avklárað.
-Hvørja áskoðan hevur
Herólv Joensen um eitt
alment fóroyskt oljufelag ?
-Eg haldi, at Oljuráðlegg-
ingarnevndin hevur gjørt
eitt skilagott tilmæli um tað.
Eg ynski at gerast limur í
Navn
Geta
Byur/bygd
AMNESTY
Q
INTERNATIONAL
Feroya Deild
Postboks 1075
FR-110 Torshavn
Postgiro 56359
+
Kunngjørt verdur fyri ætt og vinum at
HJALMAR JACOBSEN
fyrrverandi bestyrari å Strond
andadist tysdagin 16. september, 86 åra gamal.
Familjunar vegna
Åsleyg, Elin Såsanna, Ingun og Randi