leygardagur 20. september 1997síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
| Abygdaftiadetlér: Blaðstjórnarfulltrúi: Joensen, ar. uppseting og prent: Telefon: 11820
| Jan Miller Randi Jacobsen + Klakkstein, Sosialurin Teletax. 14720
| Fyritaksstjóri: Edvard Joensen Bústaður:
| Krisjan Dahi Blaðfólk: Argjavegur 26, Argjum e-mail:
| Ly og søla: Aki Bertholdsen, Ljósmyndari: Postadr: Postsmoga 76, sosialur & post olivant.fo
| Jonhard Hammer Eirikur Lindenskov, Jens Kristian Vang 110 Tórshavn
Avgerandi samráð-
ingar í London
Oddagrein
HÓSDAGIN í næstu viku verða samráðingar í London
um ásetan av undirgrundarmarki millum Feroyar og
Bretland. Nú hesar samrådingar hava gingið gjøgnum
so nógv ár, uttan at nakað úrslit er komið burtur úr,
eru tað helst fá, sum trúgva, at nakað ítekiligt fer at
spyrjast burtur úr hesaferð heldur.
HÓAST hesa sannroynd, so er tað tó ein kanska ikki so
ótýðandi broyting, at foroyingar hava kravt av bretum,
at ein ella onnur avklåring verður fingin innan eitt hålvt
ár. Tvs. at vissa fæst fyri, antin málið skal loysast við
víðari og møguliga samráðingum á politiskum stig
ella tað skal fara til ein dómstól
VIÐ ellum tí fyrivarni, sum eigur at vísast í slíkum máli
halda vit tó, at stødan hjá føroyingum er ikki tann
ringasta. Altjóða oljuídnaðurin og har sjálvandi tann
stóri bretski oljuídnaðurin fyrst og fremst hevur ikki
tað rásarúm, sum hann heilt náttúrliga vil hava, tá
stórar iløgur skulu gerast, soleingi markið ikki er ásett
Feløgini síggja helst, at tey sleppa at arbeiða í bæði ti
Hvíta okinum og somuleiðis teimum umstríddu pørt-
unum av føroyska landgrunninum. Men tað sleppa
tey ikki, soleingi marknatrætan stendur við
Í veruleikanum merkir henda støda, at oljufeløgini fáa
ikki gjørt íleguætlanir fyri eini útbygging av ollum
Atlantsmótinum. Seleingi so stórir og týðandi partar
av hesum ekinum eru „forbudt zone“ eru iløguætlanir
í eitt nú ein infrastruktur ein veingjaskerdur fuglur.
Nettup infrastukturin er ein týðandi partur av fram-
tíðar vinnumeguleikunum á Atlantsmótinum, men fyri
at fara undir ein slíkan er tað helst neyðugt, at Hvíta
ekið og Føroyaøkid eru við í útbyggingarætlanunum.
HETTA veit bretska stjórnin, sum samráðist við føroy-
ingar, frá tí trýsti, sum oljuídnaðurin leggur á hana.
Við ødrum orðum er tað ein góður trumfur hjá føroy-
ingum at vita, at bretska samrådingarnevndin er undir
einum øgiligum trýsti frá tí risastóra og búskaparliga
týdningarmikla oljuídnaðinum.
VIT hava so eisini sæð, at stjórnarumboð fleiri ferðir
hava roynt at lætt um hetta trýst við at lyfta lokinum
eitt sindur. Demi um hetta vóru úttalilsini hjá Frazer,
fyrrv. orkumálaráðharra, sum við vinnulívsfólk segði,
at stjórnin prioriterar eina loysn á marknatrætuni við
Feroyar, soleiðis at vinnan kann sleppa framat tí Hvíta
økinum. Nýliga hevur so orkumálaráðharrin J. Battle
spælt út við, at umframt tær komandi útbjóðingar-
rundurnar verður so eisini roynt at hava eina serstaka
útbjóðing fyri Hvíta okið longu um aldarskiftid.
HVAT sigur so alt hetta okkum! Jú tað sigur okkum so
mikið sum, at nú er bráddliga vent í holuni. Meðan
tað fyrr vóru vit, sum høvdu mest skund at fáa eina
loysn, so eru tað nú bretar, sum hava henda torv fyrst
og fremst. Bretska stjórnin kann nevniliga ikki fyrst
heita á oljufeløg um at gera iløgur í leiting og útbygging
og síðani leggja somu feløgum forðingar í vegin við
ikki at vilja slaka í eini samráðing við føroyingar.
SOLEIÐIS sum Sosialurin heldur seg kunna skilja stød-
una, so eru bretsku krøvini til eitt nú, hvørji grund-
linjupunkt foroyingar kunnu brúka, so „langt úti“, at
neyvan verður talan um nakra samráðingarloysn, so-
leingi bretar halda uppá sítt. Eisini meta vit tað vera
eitt princielt mál fyri foroyingar, at bretar sjálvir á sinni
skutu upp at áseta miðlinju sum fiskimark, og at hetta
tí vil vera tað heilt náttúrliga undirgrundarmarkið eis-
ini. Okkara meting er tann, at um ikki bretar innan eitt
hálvt ár veruliga vísa ein vilja til at gera eina avtalu,
sum í stórum bindur teir til teirra egna uppskot á sinni
um miðlinju sum fiskimark, so verður eingin avtala og
verða bretar tá at sanna, at málið má fara tungu leiðina
til dómstólin. Tað merkir so aftur, at bretar fáa ikki
gingið oljuídnaðinum og eisini sínum egna útbjóð-
ingar- og útbyggingarpolitikki á meti - og vit fara helst
at skriva ár 2000 ella uppaftur seinni, áðrenn ein enda-
lig avgerð verður tikin. . .
6” Sosialurin
Almennar tænastur
til »discount-pris«
Viðmerkingar til grein, har Bjørn á Heygum enn einaferð slær eitt slag fyri,
at vit í Fóroyum, eins og Thatcher á sinni, fara at privatisera alt tað, sum
privatiserast kann
Bjørn heldur, at privatis-
ering í sjálvum sær loysir
allar trupulleikar.
Í Dimmalætting týsdagin
16. sept. hevur Bjørn á
Heygum, Jøgtingsmadur
eina grein, har hann enn
einaferð roynir at sannføra
lesaran um, hvussu væl-
eydnað útbjóðing av al-
mennum tænastum er í ødr-
um londum
Bjørn á Heygum hevur
fleiri ferðir fyrr við greinum
av slíkum slag roynt at
vunnið undirtøku fyri, at
bert vit privatisera, so eru
næstan allir okkara trupul-
leikar loystir
Hann byrjar greinina við
at siga, at man í útlondum
hevur sæð eyðsýndar fyri-
munir av, at almennar upp-
gávur eru latnar privatum at
reka. Her haldi eg, at greinin
í rættiliga stóran mun haltar,
tí man hevur sanniliga eisini
sæð tað mótsatta, at útbjóð-
ingin = tverturímóti bæði
hevur dýrkað tænastuna og
haraftrat minka um tænastu-
staðið. Hetta skal eg koma
aftur til
Síðan nevnir Bjørn eina
kanning, sum >Kommuner-
nes Landsforening« hevur
latið gjørt. Eg kenni ikki
hesa kanning, men eyðvitað
er, at tað finnast dómi, har
ein vánalig og dýr og illa
fyriskipað almenn tænasta
er vorðin bíligari við at lata
onkrum privatum hana at
gera.
Men tá skal munurin vera
stórur, tí eg kenni ongan
privatan, sum átekur sær
eina slíka tænastu, uttan at
viðkomandi samstundis fær
ein fittan vinning burturúr í
egnan lumma. Sjálvandi fer
eingin privatur at gera hetta,
uttan so, at tað er ein vinn-
ingur at heinta.
So er ein tænasta privat-
iserað við fyrimuni fyri báð-
ar partar, sum henda kann-
ing opinbart vísir, so kunnu
vit vera vís í, at her hevur
verið talan um stak illa rikn-
ar almennar tænastur.
At tað finnast slíkar í Før-
oyum er sjálvsagt eisini
møguligt, men tað er polit-
iska uppgávan hjá lands-
stýrinum at bera so í bandi.
at hesar tænastur verða rati-
onaliseraðar.
Tú mást endiliga ikki
trúgva, at allir trupulleikar
eru loysir, bert vit prrvatis-
era, tí í sjálvum sær loysir
hon ongan trupulleika.
Hver skal kappast
móti hverjum í
m?
Tað hevur annars verið
nógv frammi í fjølmidlun-
um í samband við ætlanirn-
ar at leggja Telefonverkið
og Postverkið í partafelags-
form, at hetta er ein fyri-
munur fyri verkini, tá tey
eru í kapping við onnur
Hetta hevur onkur eisini
nevnt í samband við Strand
faraskip Landsins
Men við hvønn skulu hes-
ir stovnar kappast? Hver fer
í kapping við Postverkið um
at bera út brøv og pakkar?
Hver fer í kapping við
Strandfaraskipini um sigl-
ing um t.d. Suðuroyarfjørð
ella t.d. Skopunarfjørð?
Eisini sigur Bjørn í grein-
ini, at ein stovnur sum SEV
má fyrireika seg til nýggju
tíðina við øktari kapping.
Hvønn fer SEV at kappast
ímóti? Fáa vit í framtíðini
fleiri elfeløg?
At tit vilja hava hesi verk
í partafelagsform og seinni
privatiserað hevur eina heilt
aðra ætlan, sum eg haldi, at
tit borgarligu erliga skulu
melda út.
Tit vilja, at privati kapital-
urin skal inn og fáa ágóðan,
taka tann lønandi partin,
meðan tað almenna skal sita
eftir við tí partinum, sum
bert gevur hall.
úr útlondum
Síðan nevnir Bjørn á Heyg-
um dømi um tænastur, har
útbjóðing hevur givið bilig-
ari rakstur. Hann nevnir
m.a. eldrarøktina, reingerð
á sjúkrahúsum og renovati-
ónina.
At ansa okkara eldru fyri
»discount-pris« haldi eg
vera lítið sømiligur máti at
takka teimum fyri bit og slit.
Hyggur tú í Danmark eftir,
hverja tænastu tey gomlu
fáa, har henda tænasta er
privatiserað, og hvussu stórt
utskifti er av teimum, sum
veita tænasturnar, so vænti
eg, at tú kemur á aðrar tank-
ar.
Sjålvsagt skal hen. fa tæn-
asta gevast av fólkum, sum
eru upplærd í fakinum, og
sum hava virðing bæði fyri
teimum gomlu og fyri tæn-
astuni. Tá ið taksametrið
tikkar, tá vænti eg ikki, at
hetta fer at verða okkum
politikkarum til nakran
sóma.
Annars tori eg at siga, at
vit við heimahjálpini hava
best virkandi skipan í Norð-
urlondum, og okkara røkt-
arheim og okkara primera
heilsutænasta hava gjørt eitt
megnararbeiði, hóast tey nú
í fleiri ár hava koyrt upp á
pumpurnar, hvat játtan við-
víkur
Tað er nóg ringt, sum tað
er í dag hjá okkum, aftaná
okkara stóra niðruskurð á
hesum og ødrum økjum
Hin vegin kann tað gott
vera, at danskir myndug-
leikar halda, at alt stendur
væl til, tí tey gomlu eru ik
tey. sum standa í fremstu
rød og kæra sína neyð
Viðvíkjandi reingerðini á
donskum sjúkrahúsum, so
má ikki standa allastaðni so
væl til, tí fyri kortum var
frammi, at stødan á Rikis-
sjúkrahúsinum var út av lagi
vánalig, hvat reinleika við-
víkti.
Annars vita vit, at rein-
gerðingsvinnan í Danmark
er tann vinnan, sum hevur
mest av svørtum arbeiði og
tað er neyvan so legið, at
teir kunnu átaka sær upp-
gávur bíligari enn tað al-
menna.
Men tað sum fyrst og
fremst telur, er, at okkara
sjúkrahús verða bæði væl
og virðiliga gjørd rein, hóast
júst reingerðin alla tíðina
hevur verið skorin niður.
Tað sama kann ikki sigast
um privatu reingerðina á
einstøkum sjúkrahúsum í
Danmark.
Privatiseringarnar hjá
Thatcher og sørum
Annars kann Bjørn á Heyg-
um og lesarin bert taka nið-
ur í dungan av ótrúliga
Ohepnum privatiseringum,
sum hendu ta alt ov longu
tíð, sum teir konservativu
og serliga Thatcher sótu við
valdi í Onglandi.
Hvussu gekst, tá vatnveit-
ingin og vatnverkini vórðu
privatiseraði í Onglandi? Jú,
tænastan dýrkaði, kvalitet-
urin versnaði, og nakrir fáir
privatir struku av stað við
risavinningi. Vatnverkini
vordu hvørki vidlikahildin
og enn minni útbygd. Tað
gav at bíta.
Tú kundi eisini tíkið dómi
frá amerikanska heilsiverk-
inum, sum jú er rættiliga
nógv privatiserað. Hvussu
stórur partur av amerik-
anska fólkinum hevur ráð
til at leita sær heilsubót á
sjúkrahúsunum? Og hvat
kostar henda borgarliga
skipanin?
Jú, amerikanska heilsu-
verkið er eitt av heimsins
dýrastu. Haraftrat eru hag-
tølini bæði viðvíkjandi livi-
alduri og barnadeyðiligheit
als einki at reypa av, tvørt-
urímóti.
Ikki tí, teir hava nøkur
sera framstandandi sjúkra-
hús, hvat viðgerð viðvíkur,
men midalstødid er lægri
enn tað norðurlendska.
Har eru vit ósamdir
Nei, vit eru langt frá samdir
í tí, tú skrivar, og mín sann-
føring er, at verður tað al-
menna stýrt við skili ber
sjálvandi til nógv betur at
røkja hesar tænastur. Har-
aftrat eru tað hóast alt nakr-
ar tænastur, sum als ikkiber
til at privatisera m.a. eldra-
røktin, sum tú tekur fram
sum eitt vælegnað dømi.
Hetta verður ikki sagt av
sosialistiskari vanahugsan,
sum tú vilt gera tað til í tíni
grein. Tú sigur forrestin, at
afturhaldskreftir úr Tjóð-
veldisflokkinum og úr Javn-
aðarflokkinum vilja bert
økja tann tyngjandi al-
menna sektorin.
Eg haldi, at tú her er sera
stuttmintur, tí neyvan man
nøkur samgonga hava sett
so nógv almenn starvsfólk,
og tað serliga stjórar, enn
júst henda, sum tú sjálvur
er partur av. Er hetta so
nýggja borgarliga vana-
hugsanin?
Jú, eg eri samdur í tí, at
vit skulu syrgja fyri, at
skattgjaldarans pengar
verða nýttir so skynsamiliga
sum gjørligt, men vit eru
avgjørt ikki samdir í mát-
anum.
Jóannes Eidesgaard