Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-09-23, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. september 1997síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

AARAU |————2f———O oo, Nr. 180 - 23. SEPTEMBER 1997 ítróttar 15 Verturin varð lagdur á verjupartin Fótbóltur: Níggju mál og nógv áslopsspæl var á skránni í Klaksvík, har hvorki teir á heimaliðnum ella gestirnir úr Gøtu hugsaðu so nógv um verjupartin 1. deild menn: KI-GI 4-5 (2-4) Gøtufélk eru trúgv ímóti sínum fótbóltslíði. Tað hava tey verið øll árini, terra lið hevur verið í bestu deildini, og tað hevur sjálvsagt verið serliga hugaligt tey seinnu árini, tá teirra lið hevur vunnið FM fýra ár á rað Sunnudagin vóru tey ikki so nógv í Klaksvík, sum tey onkuntíð hava verið undan- farin ár, men tey, sum vóru í Klaksvík, vóru saman við áskoðarunum hjá heima- liðnum vitni til gott und- irhald, har liðini bæði, sum høvdu ásannað veruleikan av, at teirra møguleiki var fokin, spældu undirhaldandi og málsekjandi fótbólt, meðan verjuparturin ikki varð tikin í tí álvara, sum tað ofta hevur verið sæð áð- ur ég meguleikar G Á tónan ann, og teir komu longu á odda, tá fimm minuttir vóru farnir. Sámal Joensen sendi fríspark inn- fyri úr høgru, og Henning Jarnskor var púra leysur við handara stólpa og hevði lætt við at:stúta í kassan Bara tríggjar minuttir seinni javnaði Heðin á Lakj- uni. Eftir langan bólt fram eftir miðleingjuni frá Rógva Jacobsen rann hann frå verj- uspælara, Jens Martin Knudsen hálvbjargaði, men álopsmaðurin hevði ongar trupulleikar at seta returin í kassan Og so var tað, at Pauli Jarnskor, sum hevði stóran leiklut á GI miðvellinum, skoraði eitt mål, ið man tel} ast ímillum tey bestu, sum eru sædd í Klaksvík í ár Hann smekkaði til úr 23 metrum, og bólturin brast í tvørtræid dygst úti við sam- ankomingina, áðrenn hann støkk inn um strikuna KÍ verjan má taka stóran part av ábyrgdini fyri 1-3 málið. Talan var um kiks, áðrenn Ossur Hansen fekk fatur á, spældi Henning. sum stútaði í tvertræið, og so var Pauli Jarnskor fyrstur á returbóltinum. meðan verjuspælararnir hugdu at. John Hansen minkaði um munin, tå hann fyrst tamdi hegnisliga framvið einum veruspælara, áðrenn hann við lítið brúkta høgrabein- inum sendi í kassan. - Fyri hálvleik økti GÍ til 4-2. KÍ verjan gav sær ikki far um Símun Petur Just- inussen, sum hevði snikt seg framvið í vinstru, hann varð leysur og royndi ímóti málinum, Gunnar á Steig hálvbjargaði, og aftur hesa ferð stóðu verjuspælararnir sum runnir í stein, soleiðis at Sámal Joensen kundi verða fyrstur á returbóltin- um Stutt eftir stedgin økti Ossur Hansen til 5-2, og tá lá tað líka sum í luftini, at talan skuldi gerast um stór- tapið til heimaliðið, sum teir onkuntíð hava verið úti fyri. Men tað eydnaðist klaks- víkingum, sum í steðginum høvdu umskipað, soleiðis at Allan Joensen fór av mið- vellinum og í miðverjuna, meðan eldir bróðurin, Jan Joensen, kom inn á mið- vøllin, at venda gongdini. Teir minkaðu um munin til 5-4, og síðstu løtuna høvdu teir møguleikar at skjóta bæði eitt og tvey mál. Tað restaði eitt korter, tá Harley Bertholdsen eftir tvær ferðir aftur og fram í brotsteiginum minkaði um Kurt Mørkøre skoraði seinasta málið hjá KÍ, til 5-4 fimm minuttir fyri leiklok. KÍ var í tveimum ferðum nær við at javna munin til 5-3, og tað restaðu sjey minuttir, tå Kurt Mørk- øre stútaði innlegg frå Arn oldi Joensen í málið. Linju- verjin markeraði fyri, at bólturin hevå verið innan- fyri, og so trýsti KÍ fyri at javna. John Hansen sendi í stólpan, og Jens Martin Knudsen stórbjargaði, tá Arnold Joensen heilfluktaði ímóti málinum KÍ mist heima Try stig til GI, sum harvið tykist hava sett seg á brons- uplássið. Askoðararnir hjá heimaliðnum hava vant seg við, at teir kunnu rokna við øllum, tá teirra lið spælir Hesa ferð var tað upp og niður, og at enda lógu teirra eftir á. Hetta var fjórða ferðin. at KÍ tapti á heimavelli í år. Undanfarin ár hevur Kl vunnið væl, oftari á heima- velli, og klaksvíkingarnir kunnu bara staðfesta, at um tey tolv stigini, sum eru tapt á heimavelli, vórin komin til høldar, so høvdu teir havt meguleika at stríðst fyri ðrum enn fimta plåssinum. (jh) Formenninir mynstra bådir av Fótbóltur: Bæði Tummas Eli Hansen og Kristian á Neystabø halda, at B36 eigur kreftir til eina framtíð ímillum tey bestu í fremstu rød Verða vit ikki meistarar, so noyðist eg at spæla eitt ár afturat. Verða vit meistarar, so gevist eg. Soleiðis sá roknistykkið út hjá Tumm- asi Eli Hansen, liðformann- inum hjá B36, sum hevur verið á besta liðnum í 15 ár B36 vann, og Tummas Eli heldur fast við sítt: — Eg mynstri av, tá hetta kappingarárið verður liðugt Eg fari ikki heilt at halda meg burtur frå fótbóltinum, men eg havi ikki umstødur til framvegis at brúka seks dagar um vikuna til fótbólt Tað loyva hverki familjan ella arbeiði, segði liðfor- maðurin eftir lokið stríð í Vági. Hann fór longu fyri tveimum árum síðani at trappa niður, tí tá boðaði hann Allani Simonsen frá, at hann hevði ikki stundir at spæla á landsliðnum Tað vil siga, at síðsta upp- gávan hjá Tummasi Eli Hansen í fremstu rød í før- oyskum fótbólti verður at taka ímóti gullkrónumi og FM steypinum, sum Torleif Sigurðsson fer at handa ann- an leygardag, tá B36 hevur spælt ímóti B71 á Sandi. — Men eg fari ikki at halda meg heilt frá fótbóltinum Ég fari at spæla, men tað verður í 4. deild ella har á leið, segði Tummas Eli Hansen. Tænt fyri seg Kristian á Neystabø hevur verið formaður í B36 í tíggj- u ár, og eftir at meistara- heitið var komið til høldar, boðaði formaðurin frá, at hann fer at:taka seg aftur, tá felagið fer at hava aðalfund í novembur. Kristian á Neystabø hev- ur árini frammanundan ong- antíð verið vid B36 á úti- velli, men í ár hevur hann verið við hverja ferð, og nú liðið er komið á tindin, sum teir ikki hava verið á, síðani formaðurin var stórur smá- drongur, gevst hann: — Vit vóru akkurát fluttir upp í |. deild, tá eg gjørdist formaður. Felagið var stórt í átttati árunum, og vit hava roynt miðvíst at byggja tað upp. Tað er av alstórum týdningi, at allir spælararnir — frá teimum yngstu og til teir elstu — hava góðar um- stæður at venja undir, og at teir hava góðar venjarar. Hetta er vorðið nógv betri hesi seinnu árini, og tí haldi eg, at felagið hevur møgu- leikar fyri glæsiligari fram- tíð. Vit fara ikki at vinna FM heitið á hverjum ári, tí kappingin er so stór, men tað fara ikki at ganga 35 ár, til vit næstu ferð verða á toppinum Her ur tað stóran tydning, at B36 vinnur FM? - Tað kanst tú ætla. Ég vil siga, at tað er alt av- gerandi, sigur formaðurin, sum hesi seinastu tíggju ár- ini hevur myndað leiðsluna í B36 saman við Kjartani Mohr, sum í mong ár hev ar verið ein íðin peningarrøkil. Afturát sær hava teir havt fleiri triðja menn í starvs- nevndini, og í løtuni er Håkun Niclasen næstfor- maður í B36. Besta fødingardagsgåvan Tað var opið hús í B36 hús- inum, tá spælararnir við fyl- gi vóru komnir aftur úr Suð- uroy. Nógv fólk kom í góð- veðrinum í Gundadal, og millum teirra, sum heilsaðu felagnum, var Arnold Han- sen ella Alli í B36, sum hann ofta verður neyndur Alli, sum spældi á besta liðnum, tá hann var í góðum fótbóltsárum, var formaður í felagnum í 28 ár, og hann var fleiri ár afturat í nevnd- ini. Leygardagin fylti Alli 75 ár, og hann var ikki í iva um, hver besta fødingar- dagsgávan var: — Tað var føroyameistara- skapurin, sum teir vunnu dagin eftir, at eg fylti. Hetta kennist sum størsti dagurin í mínum lívi, helt fyrrver- andi formaðurin fyri. Sjálvur var hann ikki við suðuri í Vági. Tað var hann ov spentur til, men hann fylgdi við í útvarpinum, og tað var sjón fyri søgn, at 75 ára gamli formaðurin var fegin. jh Í Í Sumba javnaði í evstu lotu 2. deild menn: Sumba-KI 1-1 (0-1) Klaksvikingar hingu vid høvdinum, tå dómarin bríkslaði dystin av Teir høvdu havt leiðsl una, til farið var væl um tíðina, men við seinasta sparkinum í dystinum tryggjaði Jón Lisberg sín- | um liði javnleik. Hann var komin á vøllin nakað frammanundan Sumbingar spældu sein | asta partin av dystinum við 10 monnum, tí mál verjin, Rúni Lisberg, var | utvistur, tå hann brúkti neyðbremsuna móti Marna Ísaksen, sum var leysur Marlon Kjærbo fór í málið, og hóast KÍ, sum tá var frammanfyri 1-0 eftir at Olgar Danielsen hevði skorað, hevði góðar fortreytir fyri at vinna, datt | alt niður fyri hjá teimum Sumba kom rættiliga | fyri seg og høvdu yvir- takið seinasta partin av dystinum. Tíðin var farin væl um teir 90 minuttir- nar, tá Jón Lisberg so | tryggjadi teimum javn- | leik Javnleikurin førir við | sær, at Sumba hevur vunn- ið gull í 2. deild umframt uppflytingina í 1. deild, sum langt síðani er tryggj- | að. (ek) TB ætlar sær nakað 2. deild menn: TB-EB/Str. 4-1 (2-1) Hóast gestirnir komu á odda 1-0 við máli, sum Høgni Djurhuus gjørdi, so var eingin ivi um, hvør skuldi vinna dystin. TB'arnir hava seinastu umførini vist, at teir ætla sær nakad, og vid sigr- inum å EB/Streymi, hildu teir fast um plåssid, sum førir við sær dyst móti næstniðasta liðnum í | deild. Herman Mortensen javnaði leiðsluna hjá EB/ Streymi, og Eyðun >Gullok< Svalbard, sum hevur fingið gongd í mál- skjótingin seinastu umfør- im, gjørdi tað til 2-1. I seinna hålvleiki økti Einar Petersen til 3-1, áðr- enn Eyðun >Gullok< Svalbard beint fyri leiklok gjørdi tað til endaliga úrs- litið 4-1. TB dystast við Royn um uppflytingardystin, og í seinasta umfarinum spæla tvøråmenn á útivelli móti HB. (ek)