Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-09-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. september 1997síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 181 — 24. SEPTEMBER 1997 tíðindablaðið >= Letur tingið Framtaksgrunnin fara fyri bakka: Ein vanlukka fyri landið lad er meiningsleyst, og tað er ábyredarleyst og eg nokti at frugva, at tingið fer at lata Framtaksgrunnin fara fyri ! bakka lad verður ein vanlukka fyri Føroyar, og úrslitið verður, at fiskivinnan fer á útlendskar hendur sigur Ed- mund Joensen , løgmaður í samrødu við Søsialin. Vil fólkaflokkurin ikki vera vid, so roknar hann við. at and- stóðan fer at samtykkja uppskotið JAN MÚLLER Aðrenn Edmund Joensen øgmadur fór á almenna Noregr í gjár. hev ann lå tu hond á eitt T | ski I i i + i fyr | n 10 ia Framtaksgrunn i IX I Ra I } SIR f im I! i ið kaflokkurir vur boðað frå. at hann kki uttan Jari fer at at kveða fyri uppskotinum t Hann fer at:taka stødu til málið í inginum. Tað hevur u tað er ikki óhugsandi, at fólkaflokk umn vil lata grunnin fara á heysin Edmund Joensen, løg maður eisini ljóðað sigur vid Sostalin at talan er bert um eina konvertering. og at nýggir pengar skulu íkki til Stødan er tann, at Fram taksgrunnurin hevur lítið ax eginpeningi, samtíðis sum hann hevur nógv av láns peningi. Grunnurin er at meta sum em ognari og er hann undir sera strongum reglum. Tá so okkurt av fel øgunum hjá honum verður MUNNI Vert. so må grunnurinn justera sína ogn beinanveg Tá tað so verður kon staterað, at Fiskasølan er minkað í virði. so má hetta justerast í grunninum. Men tað merkir ikki, at eitt ein ásta nytt oyra skal setast í Talan er um eina tekniska regulering og einki meira Tað snýr seg als ikki um at útvega nýggjar pengar men um at gera grunnin sol vent- an aftur. Hann hevur bert 2 mill. kr. í eginpeningi sigur løgmaður og vísir á, at hetta er so nakað, sum vit øll hava vitað, nevniliga at virkini hava brúk fyri eini innkoyr- ingartíð uppá trý ár Tað er bara tingið, sum kann konvertera til eginpen- ing. Deadline tvs. síðsta freist fyri at gera hetta er 11. november. Framtaks grunnurin kann rætt og slætt ikki vera insol ventur longur enn til tá. Edmund Joensen sigur tað tí vera sína skyldu sum løgmaður at leggja málið fyri tingið Saman við uppskotinum hevur hann lagt upplýsingar við, eitt nú tað, sum teir dagførdu roknskapirnir fram til juli í ár vísa. Løg- maður sigur. at málið annars er væl lýst í Tinganesi. Tað hevur verið tvær ferðir fyri í landsstýrisfundi. tvær ferðir lítlusamgongu og eina ferð á formellum fundi Hetta er so tað, sum skal erast her og nú. Men tað um vit hava bundið okkum il at gera uppá longri sikt r, at lå grunnurin er try år skal hann endurskodast Hetta skal gerast saman vid forsætisráðharranum. Har umframt skal nevnd veljast av nýggjum. Tað er í januar Løgmaður heldur, at hesi ungini nú verða blandað saman, og tað er als ikki neyðugt Hann hevur annars boðað frá, at reglugerðin fyri grunnin verður broytt so leiðis, at undantaksreglan har Framtaksgrunnurin einsamallur kann keypa fyrtøkur, verður tíkin burt og har bert høvudsreglan verður galdandi, har Fram taksgrunnurin er ein minni lutapartacigari Løgmadur sígur, at tad ber til at tí tá Framtaksloysnin varð gjørd í síni tíð høvdu vit eitt sam felag í álvarsligari kreppu sum gjørdi, at brúk var fyri slíkum krepputiltøkum bæði viðvíkjandi Fiskasøl uni og Fiskavirking gera hetta Ein vanlukka Men at hugsa sær til at ganga so vítt sum fólka flokkurin sigur seg vilja gera tvs. at lata grunnin fara fyri bakka, er einki minni enn ein vanlukka fyri landið. Hetta vita ell. Ég trúgvi ikki, at:tingið fer at góðtaka, at Framtaksgrunn- urin fer fyri bakka. Tað er tað saman sum at siga, at tú skal steðga øllum virkjunum í Havn, á Tvøroyri, í Runavík, á Eiði, í Vestmanna, í Vágum osfr -Men hvat nú um fólkaflokkurin veruliga letur Framtaksgrunnin fara - kanst tú so halda fram við at sita í eini samgongu saman við følkaflokkinum! -Eg havi tað tiltrúgv, at tingið fer at gera tað, sum er neyðugt. Vit hava annars alla tíðina kent fólkafloksins stóðu í hesum málinum. Tað kemur sum so ikki nakað nýtt. Løgmaður sigur tó , attað ber til at arbeiða saman við fólkaflokkinum eisini um hann tekur avgerð um at boykotta grunnin. -Og tå fløkkurin ikki forðar fyri, at ilið verður lagt fyri ungið er tað ti, at hann 'Oðtekur, at:tað er tingið sum avger hetta málið Andsteðan Vit spurdu løgmann, um vandi ikki er fyri, at and stødan á tingi fer at syta fyri at vilja hjålpa samgonguni við einum trupulleika, sum hon ikki kann semjast um og er tað ikki náttúrligt, at andstødan fer at siga, at hetta er nakað, sum lands stýrið sjálvt má fáa uppá pláss! Var tað fyrr, so kundi tað Men nú vit hava fingið eina nýggja stýris skipan er hetta alt broytt Flokkarnir, sum settu Fram taksgrunnin á stovn í síni tíð, eru enn í tinginum og tå hetta er eitt so álvarsligt mål, má ein rokna við, at tingid fer at viðgera tað sak liga og íkki brúka tað politiskt Uppå fyri verið so purning hver) ar avleiðingar tað fær, um málið ikk: verður samtykt í tinginum sigur løgmadur, at hann kann ikki hugsa sær at tingið fer at fella tað Men tað er púrasta á- byrgdarleyst, um tingid kortini fer at fella málið, tí tå verður talan um eina van lukku fyri Føroyar Edmund Joensen sigur, at vil vita, hvat tå møguliga fer at henda og sum var vid at henda, tå Framtaksgrunn- urin kom inn í myndina -Tann strategiska fiski- vinnan fer á útlendskar hendur, bæði íslendskar, bretskar og danskar, og tað er væl ikki tað vit ynskja Men hetta er alternativið Løgmadur vísir annars á, at talan er um eina norm- alisering, sum nú fer fram Tíðin = er nógv broytt Gamla Fiskavirking, sum varð gjørt, áðrenn Fram- taksgrunnurin kom inn í myndina, átti øll virkini og forðaði fyri, at tey komu út aftur á privatar hendur. Nú fer so ein normalisering fram við tað, at:12 virki eru farin út til privatar. Tíverri er tað so ikki tann stóri á- hugin fyri at keypa tey Nøkur eru leigað og okkurt keypt. Men tað sær út til, at almennur peningur skal til har eisini. Eitt dómi er æt lanin á Sandi So talan er ikki um nakra lætta uppgávu. Hetta er nak að, sum føroyingar mugu síggja sum eitt neyðugt til- tak, eftir at tann ringasta kreppan er av. Hetta er sum so ein neyðugur líður í nor maliseringini, og tað nyttar ikki nú at sleppa endanum og lata alt fara. Tað trúgvi eg heldur ikki, at ungmenn finna seg í sigur løgmadur og leggur aftrat Lata vit kortini grunnin lara, so fer gongd, og alt skal avviklast Tad kann tá taka fleiri år og er púra meiningsleyst. Tað er eftur mínum tykki ein 6- hugsandi møguleiki Løgmaður leggur annars stóran dent á, at tað aktuella málið snýr seg bert um eina konvertering. Tað snýr seg íkki um persónar ella nevnd. Tann politiska við- gerðin av grunninum fer at koma seinni Eginkapitalur manglar alla staðni Men hvat sigur løgmaður til tær atfinningar, sum eu komnar frá eitt nú virkinum á Kósini og fiskavirkinum í Gøtu móti at bjarga Fram- taksgrunninum á henda hátt! - Vit eru ikki einsamallir í verðini men eru uppi í móti sera sterkum kreftum í Ís- landi, Noregi, Bretlandi og Danmark, og tað eru serliga feløg og fyritøkur, sum hava nógvan eginkapital, nakað, prosessin í sum nettup er trupulleikin hjá føroyskari vinnu. Hon hevur ikki nokk av egin- kapitali og tí so lítið ment, og júst tað er Framtaks- grunnurin ætlaður at beta um. Hann er gjørdur fyri at seta eginkapital í fyrtøkur, soleiðis at tær kunnu hava ein meguleika at kappast um råvøruna. Tað er nóg ringt. at so nógvur fiskur fer av landinum. Hevur ein so ikki tann neyðuga eginpen ingin í fyrtøkuni at ein kann vera við í kapp ingini og keypa og virka fisk, so verður avleiðingin, at enn meira fiskur fer av landinum Løgmaður nevnir sum dómi um, hvat aðrir gera, Royal Greenland, sum hev- ur kanska meira enn 300 mill. kr. í eginpeningi. Tað er styrkin í fyritøkunum, sum avger, hvussu nógv virksemi er í landinum. Løgmaður hevur annars tiltrúgv til, at tað fer at ganga betur hjá Fiskasøluni, nú hon hevur slept sínum ætlanum í fremmandum londum so sum Kina og ístaðin er farin at leggja seg eftir okkara egna fiski -Men sær tað ikki svart út fyri fóroyskari fiski- vinnu og vinnu sum heild? -Tað hevur altíð verið trupult at vera í fiskivinnu í Føroyum. Tað hevur tað eisini verið í ødrum lond- um. Teir, sum klára seg, eru teir, sum hava nokk av eg- inpeningi, og tað er júst hetta, sum hevur manglað í føroyskum vinnulivi. Fram- taksgrunnurin er gjørdur fyri nettup at bøta uppå hetta. Tad stendur øllum fritt at søkja grunnin. soleiðis Edmund Joensen, løg maður setir nú sítt álit til andstøduna á tingi Løgmaður sigur annars at eim orsøk til støðuna í dag er tann, at tað eru ov nógvir um at veiða fiskin og ov nógv um at virka hann. Tað verður ov lítið til hvønn. Og tá Vinnan er so ótrygg vil eingin vága pengar heldur Vit kunnu ikki gevast Me n kann ein ikki skilja folk, at tey Ikki vilja seta pengar ett nnuliv, Su ikki ber seg kortini Tað er rætt. Men ein kann so kasta frá sær ella trúgva uppá, at tað er møgu ligt at gera tað uppá aðrar mátar, og tað er m.a. fyri at røkka hesum máli, at Fram taksgrunnurin er gjørdur Tad er so ikki rætt at geva upp. -Tad eru tey, sum siga, at verandi fiskivinna kann ikki føda meira enn 25.000 følk! - Vit hava ov nógv skip í mun til tað, sum vit fiska Sama er galdandi við virkj- unum. Tað er ov lítið av fiski til so nógv virki. Fiski- vinnan á heimaleiðum ber bara eitt vist til skipini og til virkini, og tí er at finna alternativar vinnur. Løgmaður vísir á, at vit hava funnið enn eitt bein at ganga á í alivinnuni, og eitt triðja bein, sum er við at fáa týdning, er ferðavinnan, og so vónar hann, at vit kunnu skipa so væl fyri, at vit eis- ini kunnu fáa eina olju- vinnu.