Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-09-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. september 1997síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Samanlegging Oddagrein ÆTLANIN er nú at leggja saman Kolla- fjarðar Kommunu við Tórshavnar Kommunu. Hetta má sigast at vera ein sera áhugaverd roynd, nú so nógvar røddir eru frammi um at fáa lagt saman fleiri av kommununum í landinum, soleiðis at vit fáa færri og sterri eindir TAÐ er ikki so langt síðani, at Argja kommuna varð løgd saman við Tórs- havnar Kommunu. Nú stendur so næsta stóra kommunan og bankar á dyrnar hjá landsins størstu kommunu. TALAN er um at hava eina fólkaatkvoðu í Kollafirði um samanleggingina, so tað er ilt at meta um her og nú, hvat úrslitið verður. Bygdaráðið í Kollafirði má sigast at vera sera djarvt og at vísa stóra ábyrgd, tá tað torir at fara í holt við nakað so tabu- kent, sum samanlegging annars hevur verið og er. [AD hevur so sett upp nakrar møguleik- ar, t.d. at fara saman við komm-ununum norðan fyri ella Havnini ella lata standa til. Ein meiriluti í býráðnum tykist dåma best Havnaloysnina, men nú skal fólkið so tala. HÓAST bygdirnar og harvið eisini kommunurnar kring landið eru ein av meginlívæðrunum ØDE samfelag, og tær tryggja, at ikki alt verður misavnað, so er tað eisini greitt, at vit hava ov nógvar kommunur. Vit kunnu lættliga leggja nakrar saman uttan at tað kann skaða nakað. Heldur tvørturimåti skal sam- anlegging styrkja tey einstoku plássini ex: Tað skal vera medvirkandi til desentraliseringina, so logið tað nú kann ljóða. Í okkara hugaheimi er eingin ivi um, at verður Kollafjørður partur av Tórshavnar kommunu, so fer hetta at gagna Kolla- firði. Tað er líkasum, at Havnin hervið sleppur burtur úr tí spennitroyggju, sum hon er í, tá hugsað verður um avmarkada økid og møguleikarnar her. Nú verður bráddliga moguleiki at troyta eina nátúr- havn av teimum bestu og her kemur so tunnilin sera væl við. fr kann í dag siga, at langtíðarplanlegging av infrastrukturi og virksemi annars her hava passað sam- an sum fótur í hosu. Tunnilin ger tað møguligt skjótari og lættari at leggja kommunurnar saman. Ein kann siga, at grundarlagið undir eini samanlegging er longu lagt við tunnlinum. VÓNANDI spyrst okkurt skilagott burtur úr hesum ætlanum ikki minst koll- firðingum og tí okinum til fyrimunar. Og hvor veit, kanska kann slík samanlegging verða brúkt sum fyrimynd fyri aðrar kommunur í landinum. Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jonhard Hammer Jan Múller | Randi Jacobsen Fyritaksstjóri: | Krisjan Dahl | Blaðfólk: Lýsingar og sola: Áki Bertholdsen, Eiríkur Lindenskov, Blaðstjórnarfulltrúi: Dagny Joensen, | Eyðun Klakkstein, | Edvard Joensen Ljósmyndari: Jens Kristian Vang 110 Tórshavn Útgevari, uppseting og prent: Sp/t Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argjum Postadr: Postsmoga 76 | Telefon: 11820 | Telefax. 14720 | e-mail: sosialur € post olivant.fo J Marita Petersen og javnstødulogin Tad rædur um at gera vart vid seg Tå val nærkast, royna løg tingslimir at finna sær onkur mål, sum teir kunnu brúka fyri at gera vart við seg sjálvan. Hetta rann mær í huga, tá eg hoyrdi UF bera tíðindin um, at Marita Petersen fór at seta løgmanni fyrispurn ing um óskilið viðvíkjandi javnstóðulógini, nú tað et staðfest, at:lógin er brotin bæði í 95. 96 og 97 Javnaðarflokkurin var við til at bróta javnsteðulógina Marita Petersen var sjálv partur av samgonguni, tå nevndirnar vórðu settar ettu løgtingsval Tå hovrdist onki frå Maritu um hetta mál Tað skuldi ikk! neyðugt hjá Maritu at bíða við at gera vart við óskilið til javnstødunevndin og em løgfrødingur høvdu kannað málið Í 3 8 sernasta verið í javnstødulégini stendur púra greitt at: Allar almennar nevndir, råd, um boð og líknandi. sum fyri sitingarvaldið útnevnir skulu verða sett saman so leiðis, at umleið eins nógv ir limir av báðum kynum er umboðaðir o.s.fr Her skuldi verið ongin ivi Oli Jacobsen og javnsteðulógin Sum limur í nýggju fylking ini VMF frøddi tað meg, at fylkingin skuldi umsita javnstødulogina Gleðin varð tó stokkut Tað sást alt fyri ertu, tá »menn« fóru at velja nevnd ir. at teir høvdu »gloymt« javnstæðulógina Á landsfundi hjá VMF 4 mars 95 varð Oli Jacobsen spurdur um, hvussu hann umsat javnstødulogina og víst varð á, at lógin ikk: varð fylgd Oli svaraði, at javnstødu lógin var fjas, og meira hevði maðurin, ið skuldi seta rættartrygdina í verk í Føroyum, ikki at siga um hesa lóg, sum hann hevði átikið sær at umsita VMF og javnstødu- login Í stevnuskránni hjá VMF Alis Jacobsen stendur: Munur er å hugs unnarháttinum hjá monnum og kvinnum. Kynini hava fyri ein part hver síni virði sum tey liva eftir. Samle lagið hevur brúk fyri, at bæði hesi virðini eru um boðað, har avgerðir skulu takast. VMF tekur undir við, at vit hava eina javn sum tryggjar, at bæði kynini er umboðað í almennum nevndum, og vil stuðla framhaldandi stríð num fyri javnrættindi stødulog Seinur fyrispurningur Tað er goti at løgtingslimir krevja av løgmanni, lands styrismonnum, samgonguni og andstøduni, at tey halda lógirnar, ið Løgtingid hevur viðtikið Eg haldi tó, at Marita ger sær dælt av málinum við víkjandi javnstæðulógint, nú hon er í andstæðu. Hon kundi sum samgongulimur longu í 95 havt gjørt meira fyri, at lógin ikki varð brot in. Í VMF ganga vit inn fyri javnrættindum millum kyn ini, men tað forðar okkum ikki í at seta krøv til tey fólk, sum eru vald at stýra sama um tey eru kallkyn ella kvennkyn Marita Petersen vísti sín ódugnaskap. tå hon læt seg lumpa at yvirtaka parta brøvini i Føroya Banka Kanska hon roynir at fáa fólk at gloyma tað málið við at rópa upp um javn stødulogina, nú javnstødu nevndin sjálv er við at greiða málið Alis Jacobsen. landsformaður í VMF Lesarabrøv Altjóða arbeiðsskapandi verkætlanin Tad er nú nakað síðan ein greiddi frá síni altjóða ar beiðsskapandi verkætlan, ið byggir á forrætningsskipan irnar Multi Level Marketing og Network Marketing. Tað sum endamálið var við hesi altjóða = arbeidsskapandi verkætlan var at skapa fyri treytir og grundarlag fyri at arbeiða í altjóða hepi Það vil siga hvar í ein hópur av føroyingum hjún um/einstøkum sum í dag eru sernøs/virkisfus/motiv eraði, kunna arbeiða heima Tad eru í dag hópin av før oyskum hjånum/einstøkum ið hava heima forrætning við skipaðum heimaparty ið er væl umtókt á bygd og by kring landið Það verður eisini arbertt við altjóða samskifti um telefon/fax/1nternet fær beinleiðis samband við so cin tær altjóða fyritskur hvers ein hevur sínar forrætnings avtalur við. Tað verður tá møguligt hjá øllum at ar beiða sjålvstødugt í altjóða høpi hvers alt framtíðar for rætnings virksemi kemur at vera skipa eftir hjá family um/einstøkum. Tað eru nógv ið hava roynt at lagt forðingar í vegin og seinka hesi verkætlan at vinna al mennan frama úti á bygd og bý kring landið, í framhald andi verður arbeitt við Tað hevur eisini verið lýst nógv í føroyskum blødum heima og niðri við hesum hvar í ein hevur bjóða oman fyri nevndu hjånum/ein støkum Hans Birgir Hansen Nú fíggjarlógin er um at fáa skap, sæst, at ikki er nógv at ruffa við. Tí er neyðugt at halda aftur í krøvum um hetta og hatta. Hver hevur tó í sínum lagi hug at koma fram við sínum ynskiseðli. Tey polit- isku jólini nærkast. Men her er altso ikki frítt spæl til at fáa øll ynski gingin á meti. Tá hetta er sagt, so skal heldur ikki leggjast lok á, at nøkur mál eru, sum neyðugt er at gera vart við. Tað mál, sum eg her fari at taka framaftur, er lands- vegastrekkið yvir á Signa- bø. Her liggur eitt vega- strekki, sum als ikki er nøktandi fyri tann tørv og ta ferðslu, sum er hendaveg í dag. Hetta vegstrekki er av al- aðin og trygdina hjá signa- befólki. Vegurin nú er ikki til tunga ferðslu ella yvirhevur til ekta ferðslu. Tí fæst ov lítil nytta burturúr hesum eki. Landsverkfrødingurin hevur ætlanir um, hvussu vegurin kann gerast. Men Landsvegastrekkið yvir á Signabø tíverri hevur ikki enn verið prioriterað, so hetta vega- strekkið er gjørt. Nú nýggj fígjarlóg skal gerast, og nakað av játtan verður til landsverkfrød- ingin, er ynskiligt, at hetta vegastrekkið verður við í raðfestingini og rímiliga frammarlaga. Terje Davidsen løgtingsmadur |