Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-09-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. september 1997síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 183 — 26. SEPTEMBER 1997 grind til í SandågerOi 5 Edvard Joensen Grindin gjørdi landgongd og drápið gekk væl So stutt var viðmerkingin til, hvussu Sandágerð nú fór at roynast sum hvalvág.eft ir at:fleiri skipslastir av sandi eru pumpaðar upp í fjøruna 157 hvalir upp á tilsam ans 1087 skinn løgdu bein ini seinnapartin mikudagin Grindin varð býtt millum grindamenninar, sum vóru 1340 í talt, og parturin var eitt hálvt skinn Grindin var annars eitt sindur stygg og trupul at reka, men komin inn um molan gekk tað skjótt Tað allarmesta gjørdi landgongd, men onkur hendingur gekk kortini eftir, sum altíð er tíðindablaðið TI AMA … ni CR br F Få . Sjålvt dråpid, sum so, tók bara 10 minuttir. Tá var næstan alt deytt. Og eftir 20 25 minuttum, vóru eisini teir hvalir, sum ikki fóru á land beinanvegin, deyðir Nú sandurin er vorðin so stórur, vóru menn eitt sindur spentir uppá, hvussu spjadd grindin mundi fara á land Men hendan dagin fór mest sum alt um miðjan sandin Bara nakrir heilt fár hvalir komu upp heimantil undir Landssjúkrahúsinum. Og hóast grindin taldi gott hálvtannaðhundrað hvalir var gott pláss Eitt sindur ógreitt gjørdist seinni um kveldið, tá seði arnir skuldu koma út. Tá kom líkasum sperðil í frá boðanirnar um, nær teir komu Ætlan býráðsins var alla tíðina, at:teir skuldu koma sum skjótast eftur midnátt „Hetta tí, at vit vildu hava hana tikna upp, áðrenn fólk skuldi aftur til arbeiðis, so leiðis at menn ikki høvdu fyri neyðini at leggja dag burtur í millum til at:taka upp,< sigur Leivur Hansen býráðsformaður. Og fyrstu fráboðanirnar í útvarpi og sjónvarpi søgdu tað Men so vóru onkrir for menn, sigur Leivur Hansen sum hildu, at:tað kanska var ein vansi í, at menn skóru upp í myrkri. Teir avtalaðu tí við sýslumannin at bíða til hósmorgunin klokkan seks at lata seðlarnar koma út So varð tað lýst í Sjón varpinum. Hetta var umleið hålvgumtiggjutidina = um kveldið Mynd: Jáh fer Í bt! Góðar umstødur at halda Men Býráðið hevði fingið til vega ljós á havnarlagnum vestanfyri, so tað var eingin forðing, at nátt var Og so varð tíðin aftur broytt til klokkan eitt Leivur Hansen, býráðs formaður, sigur, at hann hevur hoyrt, at onkur ikki hevði fingið hesa seinastu broytingini við og tí ikki møtti fyrr enn klokkan seks hosmorgunin Leivur Hansen harmast um so er til gentur og dreingir ALLAR STØDDIR 99 „" ADDAN . Smyrilsvegur 7 . 12138