Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-09-26, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. september 1997síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 183 — 26. SEPTEMBER 1997 tíðindablaðið ig! r 17 sosialurin, box 76, 110 tórshavn, tel 11820, fax 14720 e-mail til ítróttin: eydun kØslivant.fo Todi hugdi at tá FCK hekk í klønum tráði Fótbóltur: Í kvold verður at síggja á TVS sjónvarpsrásini. Mikukvøldid stóð illa til, tá teir spældu í steypakappingini Tað stóð illa til hjá FC Keypmannahavn, tá teir mikukveldið spældu í fjórð a umfarinum í donsku steypakappingini. Teir vóru á Glostrup stadion, sum ikki er so langt frá erkafíggind unum í Brøndby. Motstødu liðið var Glostrup IF 32, sum spælir í I nógv tey flestu av teimum 3.089 áskoðarunum vóru viðhaldsfólk hjá FCK Og viðhaldsfólkini hjá stórfelagnum, sum hevur havt so nógv viðrák síðani summarfrítíðina, bitu leingi negl. Eftir 90 minuttir stóð 0-0, og tá hevði heimaliðið havt størstu målmøguleik arnar. So varð spælt tvær ferðir fimtan minuttir, tå kom einki mål, men tå var tað FCK, sum hevdi størstu møguleikarnar. Hvør skuldi víðari í fimta umfar varð avgjørt í brotssparkskapp ing. Og tå lå fyri hjå FCK Teir vunnu 4-2, og tad var fyrst og fremst målverjan- um, Karim Zaza, fyri at takka, tí hann bjargaði tveimum royndum úr ellivu metrum Í eldin í kveld Todi Jónsson var ikki við á deild og liðnum hjá FCK. Hann er framvegis plágaður av lúsk uskaðanum, og hann fær viðgerð hvønn dag. Tað hevdi ivaleyst borið honum til at spælt í fyrrakvøldid men Kent Karlsson valdi at spara álopstrumfin og mið vallaran Peter Nielsen, sum hevur verið mettur at vera besti spælarin í Danmark síðani summarfrítíðina FCK skal í eldin aftur í kveld. Teir skulu spæla í Odense, har stadion verður tikið í nýtslu aftur, eftir at tað er pussað upp. Dysturin verður vístur á TVS rásini hjá Prebeni Elkjær, og so fæst at síggja. hvussu tað fer at hilnast hjá Toda. sum hevur skorað so at siga hverja ferð, hann hevur ver- ið við eftir summarsteðgin, og hvussu tað fer at ganga hjá OB, sum bara hevur tvey stig og er niðast í bestu deildini Todi Jónsson roknar við, at talan verður um sera tor- føran dyst. Tað ger hann, tí måtstødumenninir orduliga eru kroystir upp at mårin- um. Sunnudagin taptu teir stórt í Herfølge. Tá kyknaði tosið av álvara um, at OB venjarin, Roald Poulsen, tt Todi Jonsson og FCK spæla i kvøld moti OB. Dysturin kann siggjast å donsku råsini TVS sum kom til felagið í summ- ar, hongur í einum klønum tráði. Tey eru fleiri, sum rokna við, at um OB tapir í spælararnir U18 kvinnulandsliðið í fótbólti er nú farið undir seinasta partin av fyri- reikingunum til EM- kappingina, sum liðið skal til í næsta mánaði. Og við í hesum fyri- reikingunum verða bert teir 18 spælararnir, sum skulu við á ferðina til Noregs. Alvur Hansen, lands- liðsvenjari, hevur sett nøvn á teir 18 spælararnir, | sum hann skal brúka til | EM-kappingina. | Teir eru: Rannvá And- reasen, Ragna Andreasen, Jensa Sirdal og Julianna Høgnesen úr KI, Maria Vang, Jenny Lamhauge B36, Eyðver Thomsen, Liljan á Fløtum Jespersen og Teresa Johnsson úr HB, Eyðfríð Kristiansen L og Arnbjørg Danielsen úr * U18 kvinnu- landsliðið Ís er úttikið Fótbóltur: Álvur Hansen, venjari, hevur sett ngvn á teir 18 úttiknu og Lydia Vesturtún úr EB, Frida Andreasen og Oddvå Olsen úr B6R, Rannvå Augustinussen og Halldóra Joensen úr VB, Elisabeth Høgnesen år LIF og Kristbjørg Isak- sen úr GÍ Komandi vikurnar fer liðið at venja fleiri ferðir um vikuna og í vikuskift- inum vera venjingar og | dystir. | 13. oktober fer U18 | liðið avstað til Noregs, | har tað skal spæla tveir dystir. 15. oktober er tað móti Noregi og 17. móti Ungarn. Hetta er fyrstu ferð at skipað verður fyri EM- kapping fyri ÚUI8 lið. Áður hevur verið spælt í U16 og U20. ek kveld, so fær venjarin sekk- in Vildu ikki útseta Todi Jónsson og liðfelag- arnir hjá honum eru undir stórum trýsti í løtuni, og tað er lítil tíð til at fáa skaðar aftur í rættlag FCK heitti á Glostrup IF 32 um at útseta steypadyst- in, sum var ásettur at vera mikukvøldid í hesi vikuni Tað gjørdu teir, tí teir hildu tað vera ov nógv at spæla mikukvøld og so aftur friggjakvøld. Men Glostrup IF 32 segði nei, og í kveld hava føroyingar møguleika at síggja, hvussu eymir teir í FCK eru, eftir at teir í fyrrakvøldid hava spælt 120 minuttir í steypakappingini Tá stríðið í Odense er av, fara teir í FCK at hugsa um ferðina niður til Jerevan í komandi viku. Tað er lítið hugaligt at fara niður hagar, men tað er neyðugt at taka uppgávuna í stórum álvara tí FCK ætlar sær longri í kappingini. Annan fríggja- dag verður lutakast til næsta umfar í europeisku kapp- ingini fyri steypavinnarar, og tá vónar FCK at fáa eitt meiri áhugavert lið at spæla ímóti enn Jerevan jh Spania skal bara hava eitt stig afturat Fótbóltur: Sigurin hjá spaniumonn- m í Slovakia mikukvøldid ber við sær, at javnleikur ímóti føroyingum um tvær vikur er nóg mikið at røkka endaspælinum í Fraklandi Kanska er tað líka mikið fyri Føroyar og føroyingar, men tað kann eisini vera, at tað fer at merkjast. Hvussu tað verður við hesum og ikki fæst at vita um tvær vikur, men nú er tað ein sannroynd, at spaniumonn- um resta bara eitt stig, so hava teir tryggjað sær rættin at taka lut í HM endaspæl- inum komandi summar. Spania spældi miku- kveldið á útivelli ímóti Slovakia, og komandi mót- stødulidid hjá Føroyum vann 2-1. Trettan túsund á- skoðarar sóu Kiko Narvaez úr Atletico Madrid leggja Spania framum, tá seinna umfarið var tveir minuttir gamalt. Jozef Majoros javn- aði, tá tað restaði eitt korter, men í næsta minuttinum skoraði Guillermo Amor úr Barcelona, og so var liðugt. Malta hevur verið aftan- fyri Føroyar alla tíðina, og tað eru teir framvegis. Men mikukveldið vóru maltesar- ar so tætt við at fáa stig, sum teir ikki hava verið áður í hesi kappingini. Kekkia var á vitjan, og teir vunnu 1-0. Málið skoraði Radek Bejbl, tá 32 minuttir vóru farnir Eina tíð sá út til, at Før- oyar høvdu møguleika at enda omanfyri Kekkia, tå kappingin varð liðug, men nú hava kekkar tíkið sær rættiliga um reiggj, og um teir vinna, tå Slovakia kem- ur at vitja um tvær vikur, so enda teir kappingina oman- fyri Slovakia. Bædi lidini hava målmunin pluss sjey, og Kekkia røkkur uppå sama stigatal sum Slovakia, um teir vinna seinna innan- hýsis grannadystin. Nú hava øll seks liðini í bólkinum ein dyst eftir at spæla. Allir tríggir dystirnir verða spældir leygardagin 11. oktobur. Tá fær Malta vitjan av Jugoslavia, Kekkia skal spæla ímóti Slovakia, og føroyingar skulu niður til Spania. Stødan í bólkinum er, at Spania hevur 23 stig, Jugo- slavia hevur 20 stig, Slov- akia 16, Kekkia 13, Føroyar 6 og Malta hevur einki stig fingid Málúrtekan hjá Spania er +18 og hjá Jugoslavia er hon +14. Men Jugoslavia, sum 10. septembur bara megnaði 1-1 á útivelli ímóti Slovakia, kann ikki røkka framum Spania í stigum, og tað vil siga, at Spania ver ður bólkavinnari og tryggjar sær harvið rættin at taka lut í HM endaspælinum, sum verður í Fraklandi í juni og juli komandi ár, um teir fáa eitt stig ímóti Føroyum. MAguaikar fyri sponskum sparingum Alan Simonsen fer í komandi viku at gera av, hverjir spælarar skulu við niður til Spania mikukvøld- ið í aðru viku. Spurningurin er, um nú- verandi starvsfelagin og fyrrverandi liðfelagin hjá honum í Barcelona, venj- arin hjá Spania, sum eitur Javier Clemente, fer at spara onkrar av sínum bestu monnum. Tá Spania vann 6-2 á Svangaskarði 4. septembur í fjør, vóru tíggju av teimum átjan spælarunum, sum vór- u við í ferðalagnum, úr Barcelona og úr Real Madr- id. Hesi feløgini eru bæði við í europeisku meistara- kappingini, og tað vil siga, at spælararnir hava sera nógv at hugsa um. Tí er tað ikki heilt lítið sannlíkt, at tey bæði feløgini fara at heita á venjaran um, at onk- rir av teimum, sum kanska dragast við småskadar, sleppa at avspáka, tá Før- oyar kemur at vitja. Men um hetta fer at vera nøkur hjálp hjá føroying- unum, tá teir fara at berjast fyri lívinum, er ein heilt annar spurningur. Ofta vísir tað seg, at spælarar, sum eru í útjaðaranum av hópinum, leggja uppaftur swørri orku í, tá teir endiliga fáa møgu- leikan á landsliðnum at vís- a, hver dugur or í teimum. Nú skulu allir spaniumenn sannføra venjaran um, at teir eru nóg góðir at hava við til Fraklands komandi summar, og tað kann hava vid sær, at ferðin hjá før- oyingunum niður á Iberisku hálvoynna verður heit — bæði so og so! jh