Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-10-15, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. oktober 1997síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 196 — 15. OKTOBER 1997 Jórun Jacobsen hevur starvast við hesum í 21 ár æn V. V. S. Hornið í nýggj holi Fyri trimum vikum síðan flutti V.V.S Hornið av Bryggjubakka í Vågsbotni til Landaveg 2 VVS. Hornið er eim familjufyritøka, 10 gongur stak væl. Jórun Jacobsen er dagligur leiðari. Bæði hon og sonur hennara standa í handlinum, meðan maðurin og versonurin eru rørsmidir Tey leigaðu helini í Vágs boni, men nú hava tey so keypt húsini á Landaveg- num, sum eru væl betur egnað til ein slíkan handil Hølini eru nógv rúmligar!. so betri pláss er fyri baði rúmsmeblunum og ødrum V.V.S. verum. ið tey selja Handilin liggur líka væl fyri sum í Vágsbotni, so alt í alt eru tey væl nøgd við nýggju umstødurnar Barnaansing - komm- unumål burturav? Nú um dagarnar hevur Landsstýrismaðurin í al- manna- og heilsumálum lagt fram uppskot á ting um at broyta býtið av gjaldinum til barnaansing. Ístaðin fyri at gjalda 30% skulu komm unurnar nú gjalda 35% og ístaðin fyri at gjalda 40% skal landið nú gjalda 35% Foreldragjaldið er óbroytt So tilvildarliga ið fíggj- arlógin enn er sett upp, við luksusiløgum á summum økjum og sparingum á øår- um økjum, er tó ein greið linja at hóma: tey ið eru ringast fyri skulu gjalda enn einaferð. Tað tykist sum landsstýrið hevur start seg blint uppá at gera íløgur, har vit íkki hava tær fyri neyð- ini og at spara, har tað rakar meinast, ístaðin fyri at pri- oritera og leggja ein polit- ikk, ið peikar frameftir Barnaansing er ein stórur trupulleiki = í nógvum kommunum, íkki bert í Tórshavn. Ístaðin fyri fløgur í td. Tørsvøll kundi ein pulja verið sett av, ið eggj- aði kommununum at loysa barnansingartrupulleikan Ein kommuna, ið økti um ansingarplássini, kundi t.d fingið 5% eyka frá land- inum fyri tey nýggju pláss- ini, ikki sum ein varandi loysn, men í eitt ávíst ára- mál Hetta kann ljóða ørt í hes- um tíðum, men í mínum oyrum ljóðar hetta ikki ørari enn tey uppskot um tunnlar, fótbóltsvell, flogvøll o.a., ið fýkur runt um oyruni á okk- um í hesum døgum. Tað sama kundi verið gjørt inn- an eldrargktina. Hetta kundi kanska loyst nakað upp fyri hesum trupulleikum, men táið landið bert hugsar um at spara við at senda svarta- per víðari til kommununar, so er ongin glotti at hóma Steðan í Klaksvík Í Klaksvík er ansingaitørv urin nógv størri enn vit í dag kunnu røkta. Tað eru yvir 100 børn á bidilista til dag- rækUbarnagarð eins og ein akuttur tørvur er á frítíðar- skúla. Verður uppskotið hjá Kristiani Magnussen sam- tykt, so gevur hetta Klaks- vikar kommunu eina eyka- útreiðslu á 400.000 krónir Hesar 400.000 kr. vildu við vanliga býtinum millum land og kommunu givið meguleika fyri umleið 20 ansingarplássum. aftrat. Ístaðin vil landsstýrið geva okkum eina eykarokning og harvið gera tað enn torførari at fáa loyst ansingartrupul- leikan. Jógvan K. Mørkøre uppskotið Nn sigur formað- urin í Føroya Kommunu- felag. at kommunurnar kunnu yvirtaka barnaans- ingina, tí tær kunnu gera hesa tænastuna nógv bílig- ari enn hon er við verandi skipan. Eg havi onki ímóti, at kommunan sjálv sleppur at umsita hetta mál. Treytin er, at landið setur minsta- krav fyri góðkenning av barnaansingarstovnum, tí annars fá vit discountloysn- ir, ið eru ymiskar frá komm- unu til kommunu. Tað er ongin trygd fyri á hvørjum stødi vit bjóða fram barnaansing, um kommunurnar sjálvar kunnu góðkenna hetta virk- semi. Eitt av okkara aðal- málum í Javnadarflokkin- um er, at tilboðini runt um landið skulu vera á sama stødi. Annars fáa vit A og B kommunur, har Á kommun- urnar hava skipaði viður- skifti og B kommunurnar bjóða borgarum tænastur á tilvildarligum stødi. Hóast hesi minstukrøv, ivist eg ikki i, at kommunurnar kunnu reka barnaansingina bíligari enn við verandi skipan. Jógvan K. Mørkøre sigur eisini, at børn hjá ar- beiðsleysum kunnu vera heima. hetta er púra burtur- við, tí skulu børn hjá ar- beiðsleysum revsast eyka ti at teirra foreldur onki ar- beiði hava so eru vit komin langt út sum samfelag. Samanumtikid, so átti landsstýrið at eggja komm- ununum at loyst henda spurning, sett nøkur minstu- krøv upp og latið kommun- urnar umsitið ansingina sjálvi. Eyðgunn Samuelsen, býráðslimur 17 Yvirlýsing Boðað verður við hesum frá, at á limafundi í Foroya Postfelag 12.10.1 997 tóku limir felagsins fult undir við tí mótmæli, sum neynd felagsins hevur sent landsstýrismanninum í sambandi við uppskotið um nýggja postlóg. Somuleiðis tók fundarfólki fult undir við fráboðanini til landsstýris- mannin um møgulig tiltøk, um landsstýrismaðurin ikki eftirlíkar krav- inum um at starvsrættindini hjá limum felagsins við lóg verða tryggjað, um uppskotið til nýggja postlóg verður lagt fyri tingið. | Brævid, sum er sent Sámal FP. Í Grund, landsstýris Í manni | Vit hava fingið lógarupp Í skot tykkara dagfest åvika vist 23.09.1997 og 02.10.1997 Hóast skotbráið sum vit hava fingið at gera viðmerk- ingar til nevnda uppskot er nakað stutt, hava vit kannað nevnda uppskot, og serliga tær avleiðingar, sum lógin við tí orðing sum uppskotið hevur, vildi havt fyri limir okkara og felagið Vit skulu beinanvegin gera vart við, at tað er sera hugstoytt, at tit nú senda okkum fullfíggjað lógar- uppskot aftaná, at vit fyrst á fundi í landsstýrinum fingu greiða ábending um, at ongar privatiseringar fóru at verða gjørdar, uttan so at starvsfólki var við í arbeið- inum at gera uppskot til slíkar privatiseringar, og at tit seinni á fundi hava boðað okkum frá, at fleag okkara skuldi vera við í arbeiðinum við at gera uppskot til møguligar broytingar á postflutningsøkinum, og at vit skuldu vera við frá byrj- an, soleiðis at »arkid skuldi vera blankt«, tá vit komu við í hetta arbeiði, sum tit søgdu. Hetta, at vit fyrst fáa til- søgn um at vera við at gera møguligar broytingar í lóg- arverkinum, sum hevur við postflutning at gera, og so fáa eitt fullfíggjað lógarupp- skot, sum fullkomiliga fer at endavenda øllum post- flutningsmynstrinum taka vit sum eitt sera ålvarsligt álitisbrot Enn meira óskiljandi er framferð tykkara, tá vit á fundi tann 22.09.1997 handaðu tykkum skrivligu viðmerkingar okkara, men kortini dagin eftir fáa fyrsta fullfíggjaða lógaruppskot tykkara til kunningar. Viðvíkjandi = lógarupp- skotinum sum tit hava sent okkum skulu vit fyrst boða fólkapensiónina fyri VMF landsf. Yvirlysing Verkamannafylkingin mótmælir harðliga fram- ferðini hjá Kristiani Magnussen í málinum um Løgtingsumbodid hjá VMF, Ingeborg Vinther, fer at atkvøda ímóti uppskotinum hjá landsstyrismann- inum, og fylkingin tekur fult undir vid sjónarmið- inum, ið fakfeløgini hava kunngjørt, í hesum máli. Alis Jacobsen frå, at hetta uppskot rætti- liga hevur loypt hvekk á bæði felag okkara og ikki minst limirnar, og vit skulu gera greitt, at vit meta hetta uppskot sum eina beinleiðis provokatión ella krígsav- bjóðing umframt, at hetta helst er størsta hóttan mót rættindunum hjá einum ávísum løntakarab6olki og fakfelag teirra, sum vit nak- rantíð hava sæð í allari fak- felagssøgu okkara Lógaruppskotið leggur upp til, at einkarrætturin verður avtikin, og at lands- styrismadurin kann veita privatum virkjum konsessi- on til at reka postflutning innan åvis øki, umframt at landsstýrismaðurin eisini sambært uppskotinum skal hava heimild at skapa fria kapping innan åvisar partar av postflutninginum, sum uppskotid til sjålvan lógar- tekstin sigur, meðan við- merkingarnar siga, at alt postflutningsskið sambært uppskotinum kann gerast frítt. Føroya Postfelag og limir okkara fara undir ongum umstødum at góðtaka at slíkt lógaruppskot verður lagt fyri tíngið, uttan at limir okkara samstundis, við lóg. verða tryggjaðir starvsrætt- indi síni Vit undrast á, at hvorki lógaruppskot tykkara ella viðmerkingarnar til hetta uppskot gretta orð um starvsrættindini hjá teimum starvsfólkum, sum í dag starvast innan Postverk Før- oya, og sum fullkomuliga verða slept upp á fjall um lógaruppskot tykkara verð- ur samtykt í løgtinginum. Hetta er ein so grov háðan móti limum okkara, at vit ikki hava orð fyri tí, og varðin sum tit koma at seta, um hetta uppskot verður løg, halda vit hvørki verður tykkum ella løgtinginum til sóma. Um tit leggja fyri tingið verandi uppskot til nýggja postlóg. so fer hetta at skapa fullkomnan ruduleika, og vit vóna at tit síggja tær óhugnaligu avleiðingar. sum hetta fer at fáa fyri starvsfólkið sum starvast innan postflutning Einki er, sum forðar løg- ting'num í við lóg at tryggja limum okkara starvsrættindi síni, og tá tygum sum lands- stýrismaður við uppskotin- um um at gera lógarheimild fyri at veita konsessi6n og at gera øki frí til kapping so at siga taka alt grundarlagið undan starvsrættindunum hjá limum okkara og post- felagnum, so kunnu vit. sum tit helst skilja, ikki sita hendur í favn, men krevja, at tygum við lóg tryggja limum okkara starvsrættindi teirra. Løgfrødiliga er tað eisini ivasamt, um landsstýrið við slíkari lóg hevur heimild í veruleikanum at gera til einkis galdandi sáttmála fyri tey fólk sum starvast innan postflutning, tí sátt- málin er sjálvsagt ikki ann- að enn eitt eiti, um lands- stýrið við slíkari lóg tekur alt grundarlag undan starvs- rættindunum hjá limum okkara Vit skulu tí við hesum boða frá, at vit taka hetta mál í slíkum álvara, at nevndin hevur avgjørt, at um tit ikki skrivliga innan 6 dagar hava givið okkum greiða váttan um, at tit vilja eftirlíka áheitan okkara, um við lógaráseting at tryggja limum okkara starvsrættindi teirra, so fara vit at umhugsa hvørji tiltøk vit kunnu seta í verk fyri at verja rættindini hjá limum okkara. Vit vóna kortini, at lands- stýrið er sinnað at medvirka til at starvsrættindini hjá limum okkara verða tryggj- að, og at vit sostatt sleppa undan frammanfyri nevndu tiltøkum. Vinarliga Føroya Postfelag AVLYSING AV TVINGSILSSØLU Tvingsilssølan yvir 1/3 av matr.nr. 417 b, Vågur, (AS 94/97) sum åsett er til Hósdagin 30. oktober 1997, kl. 09.20 verður hervið avlyst. Feroya Fútarættur, tann 10.10.-97