Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-10-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. oktober 1997síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 197 — 16. OKTOBER 1997 tíðindablaðið SÍ T 15 Henrik Petersen frå Marinustødini, sum vann Haldor Holm Cup fjórða árið á rað. Sonhard Johannesen gjørdist nr. 2 og Max Rasmussen nr. endrik Petersen vann Haldor Holm Cup Billard: Hetta var fjórða árið á rað at Hendrik Petersen vann steypa- kappingina fyri bestu spælararnar í landinum JAN MÚLLER So byrjaði eitt nýtt billardár Og sum vanligt stendur kappingin um Haldor Holm steypið fyrst á skránni Henda kappingin er sum so eitt slag av upphiting til sjålva FM-kappingina, sum byrjar um ikki so langa tíð. Aftur í ár var tað Hendrik Petersen av Marinustsdini, sum vann kappingina. Hetta er fjórða árið á rað, at hann vinnur hesa kapping. Nr. 2 gjørdist Sonhard Johannesen úr Klaksvíkar Klubba og nr. 3 Max Ras- mussen úr — Tvøroyrar Klubba. Á fjórða plåssinum kom Niclas Heri Jákupsson somuleiðis úr Klaksvíkar Klubba. Átta spælarar vóru við í kappingini. Hetta eru teir átta bestu frá FM-kapp- ingini í fjør. Umframt nevndu spælarar vóru hesir við, Eiríkur Nielsen úr Havnar Klubba, Tórur Holm úr Tvøroyrar Klubba, Bjarni Skaalum ur Kagg anum og Kristian Sune Høgnesen. Teir spældu i tveimum bólkum og komu tveir víðari í hverjum bólki Tórur Holm var ein av hesum, men av tí at TB var eftir honum til dystin í Vágum leygardagin, kom næsti maðurin inn fyri hann Tað var Max Rasmussen. Hóast tað ikki var tann stóri spenningurin í finaluumfarinum, so fingu vit eina sera góða og vælspælda kapping við góðum úrslitum. Hendrik Petersen endaði við 37,46 eygum í meðal, og man tað vera eitt av teimum bestu úrslitum hansara í kapping í heila tikið. Besti dysturin var uppá 818 eygu. Hetta er tó ikki hansara besti einstaki dystur Sonhard Johannesen hevði 25,40 í meðal, og er hetta eisini eitt gott årslit. Max Rasmussen á triðja plássi kom beint í hølunum á Sonhard við 24,86 eygum Niclas Heri Jákupsson, sum hevur fingið sera góð úrslit í billard í seinastu kapp- ingunum endaði vid 22,00 eygum í meðal. Hetta er helst nakað minni enn hann hevði roknað við. Tað var sum ikki einaferð Føroya Bjór sum var høv- uðssponsorur til kapp- ingina. Klaksvíkar Timbur- handil var eisini við til at stuðla tiltakinum. Eingin ivi er um, at vit fara at síggja nógv til umrøddu spælarar í kom- andi FM-kapping. Fyrstu ferð at kappast varð um Haldor Holm steypið var í 1989, og síðani hava fimm ymiskir billard- spælarara vunnið kapping- ina. 3 — 6 ítótta SN | sosialurin i | Haldur Holm Cup vinnarar Fimm billardspælarar hava vunnið Haldur Holm Cup síðani farið varð undir kappingina fyri 9 árum síðani: 1989 .......... Jan Miller 1990 ....René Sørensen 1991 ....René Sørensen 1992 … Eiríkur Nielsen 1993 .......... Jan Miller … Henrik Petersen … Henrik Petersen … Henrik Petersen … Henrik Petersen