fríggjadagur 17. oktober 1997síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
( ri: Blaðsi Itrúi: Dagny Joensen, , uppseting og prent: Telefon: 11820
| iel gt er Eyðun Klakksten, på Sosialurin Telefax. 14720
Fyritaksstjóri: Edvard Joensen þá
Lýsingar og sola: Áki Bertholdsen, Ljósmyndari: Postadr: ostsmaga 176, sosialur 8 post olivant fo
Jonhard Hammer Eirikur Lindenskov, Jens Kristian Vang 110 Tórshavn
Hugaligt við
útlendskum
tónleikavitjanum
Oddagrein
VIT HAVA regluliga gleðina av at
bjóða útlendskum tónleikagestum
vælkomnum her á landið, og bara í
ár hava vit havt møguleikan at upp-
liva fleiri heimskend nøvn sum t.d.
Staus Quo og Blur.
VIT HAVA sjålvi eitt ríkt og fjølbroytt
tónleikalív, sum viku eftir viku kann
upplivast á ymsum tiltokum í land-
inum, men tað er einki at taka seg
aftur í, at vit fegnast oll um at fáa
vitjanir úr útheimi til okkara fjarð-
skotnu oyggjar.
Í LOTUNI ER Tórshavnar Jazz-,
fólka- og bluesfestivalur í Havn, og í
tí sambandinum hava vit fingið nógv-
ar gestir ur útlondum. Fyrrakvoldið
hevði mæta danska songkvinna
Hanne Boel konsert í Norðurlanda-
húsinum, í gjårkvøldiå var Etta
Cameron á palli, og í kvold fer Bitch
Boys við m.a. Anne Linnet at fram-
fora.
SAMAN VIDøllum hesum utlend-
skum gestunum fáa eisini føroyskir
tónleikarar høvi at framføra, og hesir
fýra dagarnir við festivalinum eru ríkir
tónleikadagar fyri okkum øll — bæði
tey sum framføra og tey sum lurta.
SEINNU ARINI hevur Jazzfestival-
urin í Norðurlandahúsinum á hverj-
um ári givið okkum føroyingum høvi
at uppliva utlendsk nøvn, sum vitt
annars bert frætta um aðrar vegir
og tað er at fegnast um. Liggja vit
fjarðskotin reint geografiskt, so er
heimurin við ollum teimum nútímans
hentleikum so nær sum ongantíð
áður og tað hevur sanniliga áhuga
at sleppa at hoyra útlendsk novn á
konsert her í landinum.
VIT YNSKJA Tórshavnar Jazz-,
fólka- og bluesfestivali alt tað besta,
og vóna at uppliva nógv spennandi
útlendsk nøvn her á landið í fram-
tíðini eisini.
Sosialurin
Lesarabrøv
—WWM
Tær
góðu vibrasjónirnar, ið hvurvu?!
AAA AAA AA AA AA A[A[A[A[][
Ni eri eg ikki tann, ið plagi
at tríva í pennin at skriva í
blødini um sovorðið. men
eg fari so at gera tað í hes-
um førinum. Tað vóru helst
mong tónleikaáhugað við
mær, ið gleddust, tá vit
hoyrdu, at nú skuldu vit fáa
heilar átta sendingar, har
tónleikur, ið var vístur í
brotum í tí stórur norður-
lendsku popp-spurnarkapp-
ingi, Pick up, nú skuldu
verða vístar í fullari longd.
Hetta var guff fyri okkum
og tær góðu vibrasjónirnar
hurraðu í trimum sending-
um og øll vóru glad, men
so steðgaðu tær góðu vibra
sjónirnar — og gleðin við
Eg setti meg spentan
framman fyri skermin hvert
mikukvøld fylgjandi, ti
triggjar tær fyrstu vórðu
sendar mikukvøld, men har
kom einki. Ég fór so at
hyggja í skránna, um send-
ingin var flutt til annað
kvøld, men so var ikki. Í
blaðnum stóð 4. sendingin
til at vera mikukvøld, á
sama hátt sum hinar. Líkt
var also til, at hon einfalt
var tíkin av skránni
So er spurningur, hví?
Hvi í allari víðu verð? At
síggja tónleik á hægsta stigi
framførdan í upprunalíki frá
60-unum og 70-unum er
rættiliga forkunnugt f min-
ari verð, so hví skuldu vit
snýtast fyri 5 frálíkar send-
ingar av hesum slag?
Hyggjarin, ið tosaði í SvF
um SvF leygarkveldið
frammanundan at 4. send-
ingin skuldi koma miku-
kveld, segði nevniliga ets-
ini, at eitt av tingunum hann
gleddi seg at siggja kom-
andi vikuna, var júst Góðar
vibrasjónir. Tað sýnir, at tað
eru fleiri, ið hava áhuga fyri
tílíkum tónleiki. Bert syrgi-
ligt, at tey í SvF ikki hava
tað, at:síggja til, í øllum før
um. Ella ikki unna okkum,
ið hava hendan áhuga, at
síggja hesar sendingarnar.
Eg haldi, at tit føra mang-
an ein løgnan programm-
politikk. Tað er so lítið av
góðum tónleiki at síggja hjá
tykkum, og tå tit so fáa
hendur á nøkrum, so vilja
tit ikki senda tað? Eg og
helst fleiri vid mær standa
bara spyrjandi
Koma tær fimm sending-
arnar, ið ikki enn hava
verið, seinni ella hvat? Tað
hevði verið áhugavert at
frætt okkurt um hetta.
Tónleikaáhugaður
LL LL LL pp | [77 —
Pinochio!
Hvør skuldi trúð ti, at hetta
sera spennandi barnaævin-
týrið skuldi fáa eina tílíka
middepil-stødu í »Dan-
marks Riges Diktaturokku
pation«, sum i dag breiðir
seg yvir alt samfelagið?
Vit uppliva í dag, hvussu
vaksnir menn stíga fram og
sleingja tí einu lygnina fyri
og aðra eftir út millum fólk,
gjøgnum blød og sjónvarp
v.m
Hetta minnir um 140, sum
stendur skrivað í Esaras
59.4. „Eingin er, sum lyftir
rødd sína fyri rættvisina, og
eingin flytur mál á ærligan
hátt; tey líta á fåfongd og
tala lygn, tey ganga við van
lukku og føda órætt<
Undirritaði kann av sonn-
um lívsroyndum vitna um
hetta, at allir >Samfelags-
sjakalar< (advokatar) við
fylgi hava tað serútbúgving,
at teir kunnu forleingia eina
ALLFLEX
oyramerkir
Best og biligast frå
A de AT KN -
Fr
8 Á
1 16910
Fax 18119
søk sum tað passar teimum,
til tess at tryggja sær sjálv
um arbeiði við góðari løn
fyri lívið og nakað væl aftr
at
Fyri mítt viðkomandi tók
tað 7 ár hjá einum advokati
at rætta ein feil, sum einans
nýttist at taka 7 minuttir at
rætta uppá, men tað kostaði
mær tað hvíta úr eygum
mínum
Viðvíkjandi hesi banka
kanning, sum nú hevur ver-
ið undir skurðviðgerð I so
langa tíð, at ylur er komin í
rúgvuna, ja, so kann ikki
annað sigast enn at tad sama
ger seg galdandi her. Um
viljin er til staðar, so kann
hendan kanning uppklárast
til fulnar eftir fáum vikum,
men viljin verður ístaðin
bruktur til at forleingja sek
ina eins og danski grisurin
er forlongdur, ul tess at
vinna fleiri pengar í sjáttur
Kom í form nú,
spyr meg tú
Ring til tín sjálvstoðuga
Herbalife umboðsmann
TIf. 47541 /
009 47 73 88 67 17
Solvidgero
Brúnkar dupult so skjótt.
Opið er hvønn dag frå kl. 7.00-23.30.
Sólviðgerðin hjá Bjørg
Tlf. 42075 -
Norðragota
sínar
Men sum sagt. so er hetta
bankamálið júst nú í and
glettinum, og tað er ikki etti
á, hvussu tungan verður
spent til at skjóta sínar lygi-
pílar gjøgnum luftina fyr: at
fjala útyvir rotinskapin
Hesa seinastu tíðina hava
teir donsku embætismenn
inir havt úr at gera við at
senda hverjum ødrum eina
Men 242=4 og
NØS+NØS=longr: = nøs,
men til endan verdur nøsin
so long, at lygubogaskjútt-
ararnir seta seg sjálvar fast-
ar, av tí at teir fáa ikki vent
sær meira fyri langu stóru
nøsini!
Jeremias 6:15 úttalar seg
soleiðis
>Teir skulu verða til
skammar, tí teir hava gjørt
tað. ið vidurstyggiligt er
Ikki smæðast teir, og ikki
bítur skomm á teimum; tí
skulu teir falla millum teir,
ið falla; táið tíð Mín kemur
at heimsekja teir, skulu teir
snåva - sigur HARRIN«
Ja, kundu vit allir sansað
rætt,
tá hevði tað skjótt í
Føroyum batt
Kendi føroyingur aftur við
sjálvur sær,
at hann av sonnum føroy-
ingur var,
tá gróðu brátt aftur tey
ólívssár,
sum vit hava fingið ár eftir
ár
Brot úr yrking hjá Jóannes
Patursson
Símun A. Klein
+
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at góði pápi,
verpápi. abbi og langabbi okkara
HARRY HANSEN
Fuglatjørdur
andaðist á Landssjúkrahúsinum mikukvøldid 78 ára
gamal
Kistan fer úr landssjúkrahúskapellinum leygardagin
kl. 17.00
Jarðarferðin verður úr Fuglafjarðar kirkju sunnu-
dagin kl. 14.00
Fyr tey
avvardandi
Ása, Jógvan, Anna Elena,
Hjørdis, Leivur og Beinta