Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-10-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. oktober 1997síða 11

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| | | sosialurin, box 76. 110 tórshavn, tel 11820, fax 14720 e-mail til ítróttin: eydun kGalivant.fo oss ——— Dreymurin er at sleppa til Onglands Fótbóltur: Alt bendir á, at landsliðsmaðurin um stutta tíð fer at skriva sáttmála við norska felagið Kongsvinger Í gjáramorgunin fór Julian Johns son á skúlabeinkin aftur. Hann or í summar undir læraralestur á Frælsinum, og nú heystfrítíðin er y r hann i skula aftur Men gongur tad, sum Julian ynskir og vantar, so verður hann ódrúgvur á Frælsinum. Fríggja dagin kom hann aftur úr Noregi, har hann hevur brúkt heystfrítíð ina til at sannføra ábyrgdar- menninar í Kongsvinger, sum er felag í fremstu norsku fótbólts- deildini, Tippeligaen, um, at hann er nóg góður at gera sáttmála við, og nú bendir alt á, at talan verður um undirskriving av sáttmála Men hóast hann roknar við at binda seg til nýggjan arbeiðs- gevara um stutta tíð, so ætlaði Jul- tan sær í skúla aftur í gjár: — Vit hava ikki skrivað sáttmála, og so leingi sum eingin sáttmáli er undirskrivaður, so havi eg onga orsøk at gevast við tí, sum eg fór undir í summar. Men eg vóni og rokni við, at eg heilt skjótt fari til Noregs at skriva undir sáttmálan, sigur landsliðsmaðurin Julian Johnsson dylur ikki, at um hann gerst yrkisspælari, so verdur talan um ein barndómsdreym, ið gerst veruleiki Eg havi altíð havt sera stóran áhuga fyri fótbólti. og í ár havi eg vant einar sjey ferðir um vikuna. Hetta hevur verið fyri at betra um fåtboltsførleikan, og sjálvandi hevur tað verið við tí fyri eyga at gerast ein betri fótbóltsspælari og harvið at økja um møguleikarnar at koma á landsliðið og harvið sannlíkið fyri at vera sæddur av útlendskum felgum Kennir tú tað soleiðis, at tú ert komin á mál sum fótbólts spælari, um tú fært sáttmála við Kongs- vinger? - Í fyrstu atløgu eri eg komin á mál, men eg skal ikki dylja yvir, at mítt størsta ynski er at koma til Onglands at spæla fótbólt. Mær dámar sera væl eingilskan fótbólt, sum eg haldi liggur væl til mítt fótbóltsspæl. Har eru nógvir nær- dystir og tað verður spælt skjótt og beinleiðis Men hví fert tú so til Noregs og ikki beinleiðis til Onglands? — Eg havi ikki havt nakran møguleika at koma til Onglands, og tað er heldur ikki sum at síga tað. Men eg siggi møguleikarnar I Noregi sum et stig á vegnum at koma til Onglands. Um tad fer at eydnast, verdur fyrst og fremst treytad av, um eg megni at koma i besta liðið hjá Kongsvinger og at standa meg væl har. Um tað eydnast, so er ikki óhugsandi, at onkur fótbóltsumboðsmaður setir meg í samband við okkurt eingilskt felag. Í løtuni er Noreg tað landið, sum letur flest spælarar til Onglands. Mær varð sagt, at 41 norðmenn spæla fótbólt á høg- um stødi í Onglandi, og tað eru nógvir fótbóltsumboðsmenn, sum alla tíðina kanna, um tað á norska marknaðinum eru spælarar, sum kunnu brúkast í Onglandi Talan er um handil Julian Johnsson greiðir í hesum sambandi frá, at ein av ungu spælarunum í felagnum, sum hann eftir øllum at døma fer í starv hjá, akkurát hevur verið til royndar- venjingar í Ipswich, sum spælir í 1. deild í Onglandi — Felagið hevði mælt honum frå at fara, tí teir hildu ikki, at tíðin var búgvin til tað, men hann fór alikavæl, og nú hevur hann fingið at vita, at talan verður ikki um sáttmála Men um Kongsvinger ger sátt- mála við teg, verður tað so ikki fyri at brúka teg sum spælara heldur enn sum handilsvøru? - Eftir at eg hevdi vant við teim- um tvær ferðir um dagin fyrra- partin av síðstu viku, søgdu teir, at felagið var áhugað í at gera sátt- mála við meg. Teir søgdu seg síggja møguleikar í at brúka meg sum verjukendan miðvallara, har fremsta uppgávan verður at vinna bóltarnar og so spæla teir skilagott víðari. Skoðsmálið, sum eg fekk, var tað sama, sum eg havi hoyrt frå so nógvum ødrum, at krops- liga, skjótleika og í spælskili eri eg á hædd við hinar, men teir hildu, at båltførleikin kundi menn- ast. Ég eri 22 ára gamal, og tá feløg skulu gera fløgur í nýggjar spælarar verður tað altíð mett sum ein fyrimunur, at tú ert ungur. Tað ger, at møguleikarnir fyri at menna spælaran og kanska seinni at selja hann víðari við vinningi er størri Men nú snýr tað seg fyrst og fremst um at fáa sáttmálan í lag og síðani um at stríða seg til eitt pláss á besta liðnum í Kongs- vinger, sigur Julian Johnsson er i meg Norskur fótbóltur hevur ment seg ógvuliga nógv seinnu árini. Tað sæst m.a. í úrslitunum, sum lands- liðið hevur rokkið og í, at Rosen- borg er vorðið besta fótbólts- felagið í Norðurlondum og hevur megnað at spæla seg í europeisku meistarakappingina. Lønirnar í Rosenborg eru væl hægri, enn tær eru f ødrum feløgum, men år Noregi frætta vit, at bestu spælar- arnir har vinna í minsta lagi eins nógv, sum teir gera í Danmark, og tað vil siga eina staðni ímillum 50 og 70 túsund krónur um mán- an. Sjålvsagt verður talan ikki um upphæddir av slíkum slagi fyri ein nýggjan spælara, sum kemur úr Føroyum, men at talan verður um eina hampuliga byrjunarløn er einki at ivast í Julian Johnsson roknar við, at hann heilt skjótt skal til Noregs at skriva undir sáttmálan. Talan verður um ein trý ára sáttmála, men Julian vil ikki so fegin tosa um, hverjum treytum sáttmálin verður skrivaður undir. Tað er Nordplayer AS, sum tekur sær av sáttmálasamráðingunum fyri Julian. Felagið hevði fyri stuttum ein umboðsmann í Føroyum, og B36 spælarin er tryggur við at lata teir gera arbeiðið fyri seg — Teir hava royndir, og teir hava umboðað nógvar spælarar, sum hava skrivað sáttmála, t.d. lands- liðsspælararnar Kjetil Rekdal og Tor Andre Flo. Tað er týdning- armikið at tú hevur umboðsmenn, sum bara hugsa um teg og tíni krøv og kunnu geva feløgunum eitt heilt annað mótspæl, enn tú einsamallur og óroyndur hevði megnað, staðfestir Julian Johns- son. Kongsvinger er einar hundrað kilometrar sunnanfyri Oslo, har búgva knapt tjúgu túsund fólk, og Julian heldur, at býurin minnir ikki sért um Havnina. Viðurskiftini bæði í býnum og í felagnum eru væl skipað, og tað er greitt, at felagið skal syrgja fyri íbúð til føroyska spælaran: — Teir hava eisini ein svenskan spælara, og fyrrverandi landsliðs- spælarin, Dag Arnesen, sum hevur havt við meg at gera, undirstrikar, at tað er av alstórum týdningi fyri teir, at útlendsku spælararnir fara at liva undir korum, sum teir trívast undir. Tí um vit ikki trívast uttanfyri vøllin, so heldur hann sannlíkið vera lítið fyri, at vit fara at trívast á vellinum Hell fyri 64 milliónir Tað er ikki greitt, nær Julian skal í starv hjá norska felagnum Norska kappingin, sum fylgir ál- manakkanum, endaði sunnudagin, og teir leggja ikki til brots aftur fyrrenn síðst í mars. Tað er veðrið, sum avmarkar tíðina, sum tað ber til at spæla í. Men tað merkir ikki, at eingin fótbóltur verður spæld- ur í Noregi á vetrartíð Feløgini venja og fyrireika seg alla tíðina. Fram ímóti kappingar- byrjan gera tey nógv av at fara suðureftir á venjingarlegur, men tey gera eisini nógv við at betra møguleikarnar at venja heima í Noregi. — Kongsvinger hevur akkurát nú bygt eina venjingarhøll fyri 64 milliónir krónur. Høllin er so mikið stór, at har er pláss fyri ein- um graslikisvølli í fullari vallar- stødd, og har venja teir alt árið, greiðir Julian Johnsson, sum eftir øllum sólarmerkjum at dóma skjótt verður næsti føroyingurin, sum fer í fulltíðar vinnu sum fót- bóltsspælari, frá. jh — VÍF smurdi Neistan av Síðu 13 Jan Allan skoraði FOTBOLTUR: Jan Allan Miiller gjørdi enda á øllum spenningi í deildardystinun millum Esbjerg og Ølstykke sunnudagin. Fimm minuttir fyri leiklok var føroyski álopsspæl arin settur at skjóta brotsspark og hann skoraði Esbjerg vann dystin 3-1, og Jan Allan gjørdi tað til endaliga úrslitið. Esbjerg kom fram um 2-0, áðrenn Ølstykke minkaði Esbjerg hevur nú togað seg upp á 11. pláss í 1. deild, og lagið í felagnum er eitt sindur betri nú enn tað hevur verið fyrr í ár Jens Erik Rasmussen. sum fyrr í ár gjørdi fyribilssáttmála við Esbjerg var við í dystinum móti Ølstykke. Jens Erik skal verða í Esbjerg til vetrarsteðgin ek Rødovre vann FOTBOLTUR: Kvinnulidid hjå Rødovre vann sin dyst um vikuskiftid. Tær spældu mói Kolding, og liðið hjá Helgu Ellingsgaard vann 3-1. Rødovre liggur tó væl aftan- fyri oddin, har tær undan kapp- ingini settur sær mål at verða við. Meistaraliðið HEI hevur framvegis fult stigatal, og eftir 10 dystir er tað sostatt vorðið til 30 stig hjá teimum. Rødovre hevur 18 stig ek Allan Simonsen fylgir U18 FOTBOLTUR: U18 dreingja- landsliðið fór leygardagin ur Føroyum til Tysklands, har liðið skal verda vid i EM-undankapp- ing. Try lið eru við í hesi kapping, og umframt Føroyar eru tað Týskland og Estland. Fyrsti dysturin varð spældur í gjár, og hann varð millum Týskland og Estland; Týskland vann 4-1 Allan Simonsen, A-landsliðs- venjari, fer í dag til Týsklands at fylgja UI8 landsliðnum og annars hjálpa Jógvan Martin Ol- sen, sum er Ul8-venjari. Allan Simonsen skal verða til stáðar undir báðum dystunum, sum liðið spælir. Føroyska liðið spælir fyrra dystin í dag, hann er móti Est- landi, og hósdagin spæla teir móti Týsklandi. ek