mikudagur 22. oktober 1997síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 201 — 22. OKTOBER 1997
tíðindablaðið +07
15
Ein talvviðmerking!
Kosmopolitturin undir Brúnni
fann (svart) gull
Stór talvkapping í Fóroyum! Fleiri av heimsins bestu telvarum vóru og allir
teir bestu í Norðurlondum! Tórshavn Open 8.-16. februar anno 1997
Men hvussu við føringu-
num?
Tað visti seg nevnliga, at
útlendingarnir i Torshavn
Open, feb. anno 1997, fingu
sømdir, sum teir ikki fáa í
samband við líknandi kapp-
ingar. Men vid føringunum
var sum vanligt: Alt í síðstu
løtu
Tí seti eg her nakrar
spurningar fram viðvíkjandi
Tórshavn Open
Spurningarnar seti eg til
Jákup (Bigga) Mikkelsen,
formann í Talvsambandi
Føroya, og Rana Nolsøe,
sum av ógreiðum orsøkum
kom at standa á odda fyrr
kappingini, saman við
Jákupi Mikkelsen
Høvudsmålid hjá teimum
var at skipa fyri eini sterkari
stórmeistarakapping, helst
við luttøku av FIDE-heims-
meistaranum: Anatoly Kar-
pov. Luttøka av føroyskum
telvarum var bert priori-
terað sum ífyllað
Ég fekk frænir um hetta
tá ið eg í december bleiv
ringdur upp av Jákupi
(Bigga) Mikkelsen. Hann
segði at tað var ein kapping
í Íslandi áðrenn jól, og
spurdi um eg var áhugaður
at fara. Eg svaraði at:tað
kundi eg ikki, men spurdi
hann um kappingina í fe-
bruar, og hvussu tað bleiv
vid innbjóðingini av teim-
um føroysku telvaranum.
Jú, svaraði hann, tað bleiv
avgreitt fyrsta dagin, men
tå tú, helt hann barnsliga
fram, tað er møguleiki fyri
at Anatoly Karpov kemur!?
Føringarnir blivu ikki av-
greiddir fyrsta dagin og
Anatoly Karpov var heldur
ikki vid!
Eg prátaði við danska al-
tjóða meistaran Carsten Høi
í maj, úti í Brønshøj. Hann
segði fyri mær, at hann var
bjóðaður í nov. 96. Hann
skuldi gjalda 2000 kr. Fyri
tað fekk hann ferð aftur og
fram, umframt hoteluppi-
hald við fullari pensión
Hann legði afturat: >Det er
virkeligt et godt tilbud for
en spiller af min styrke«
Føringarnir (bert summ
ir'!) fingu mánakveldið
tann 3/2-97 eina uppring
ing. har Talvsambandid
bjóðaði billettina, men
uppihaldið skuldi man
sjálvur standa fyri
Her skal nevnast at Tals
sambandið (samskipanar
bólkurin, sí seinni) hevði
staðið fast við 'a áskoðan
ina, at allir føroyskir tel
arar uttan John Arni Nilssen
Heini Olsen, skuldu
gjalda 1000 kr fyri ferðina
Hví skuldi ein danskur
telvari fáa royalar sømdir,
meðan føringarnir (bert
og
summir!') íkkt ánaðu nakað
fyrr enn í seinastu løtu?
Er tað ikki uppgávan hjá
Talvsambandi Føroya at
fremja føroyska telving?
Tann 7. januar 1997, fekk
eg (Rógvi W. Rasmussen)
eitt teldubræv frå Rana
Nolsøe. Hann segði, at eg
var bjóðaður við sum Før-
oyameistari. Eg skuldi bert
gjalda 1000 kr
Fyri tað fyrsta: Hví skuldi
eg sum Føroyameistari
gjalda 1000 kr og aðrir
sleppa frítt?
Hví yvirhøvur halda eitt
Føroyameistaraskap = um
Føroyameistarin = verður
vanvirdur av Talvsambandi
Føroya?
Fyri tað annað skilti eg
ikki hví ið Rani Nolsøe
skuldi umboða Talvsam-
bandið og bjóða mær við til
kappingina. Hann hevur als
einki við Talvsambandið at
gera
Hetta spurdi eg sjálvandi
Rana um. Hann svaraði tann
22/1-97, at Talvsambandið
hevði sett ein samskipanar-
bólk. Í honum sótu Jákup
Mikkelsen, Rani Nolsøe og
Suni Merkisstein (formaður
í Havnar Telvingarfelag).
Eg telvi við Havnar Telv-
ingarfelag, og ringdi ti heim
til Suna Merkisstein. Hann
helt tað eisini verða for gal-
ið. Eg nevndi fyri honum,
at hann sat sjálvur í sam-
skipanarbólkinum. Ja, segði
hann, hann hevði lisið tað í
bløðunum, men visti ikki
meira. Sigast skal her, at
Suni Merkisstein eisini er
SKRIVARI hjá Talvsam-
bandi Føroya. Suni segði at
hetta mátti gerast nakað við
Kappingin nærkaðist, men
Jákup Mikkelsen og Rani
Nolsøe stóðu fast við av-
gerðina hjá samskipanar-
bólkinum
Sunnukveldið 2/2-97 var
eg troyttur av øllum og
ringdi til Suna Merkisstein
og gav honum boðini at eg
tímdi ikki at:telva við
Mánakveldið 3/2-97
ringdi Suni Merkisstein til
mín. >Tú, Rógvi! Tú slepp-
ur gratis við. Allir telvarar-
nir sleppa gratis við. Tú
hoyrir seinni um nærri boð
Eg må ringja rum til hinar
> ru
Sun segði fyri mær at
hann heyði prátað við Jákup
Mikkelsen, sum lættliga
heyði sagt við Suna, lat bara
allar sleppa frítt
Hví sluppu teir føroysku
telvararnir knappliga
ókeypis við?
Um tað kundi avgerast frá
sunnukvøldi 2/2-97 tl
månakvøld 3/2-97 , var so
avgerðin hjá Samskipanar-
bólkinum tað bera tross?
Hverjar heimildir heyði
Jákup Mikkelsen til at taka
avgerðina sjálvur?
Ég hoyrdi aldrin nærri og
var ei heldur við í kapping
int
4 føroyskir telvarar,
staddir uttanlanda, vóru við
í 5 th. Visa Nordic Grand
Prix ella Tórshavn Open
Teir vóru John Arni Nils-
sen (altjóða styrkital 2305),
Eyðun Nolsøe(2200), Jóhan
Hendrik Andreasen (einki
altjóða styrkital, danskt
styrkital 2050) og Herluf
Hansen (2025) (Hann
hevði goldið ferðina sjálvur,
tí Talvsambandið dróg tað
út. Vónandi hevur hann
fingið tað endurgoldið!!)
Teir ið ikki valdu at stilla
upp: Heini Olsen(2300),
Bogi Ziska (2265) og Rógvi
W. Rasmussen (2095)
Teir sum aldrin fingu
boðini um kappingina
Heini Danielsen (Danskt
2080) og Haldur Suni Jo-
hannesen (Danskt 2050)
Hví fingu hverki Heini
Danielsen ella Haldur Suni
Johannesen nøkur boð?
Er tað er persónlig orsøk til
at teir ikki vóru bidnir?
Eg havi nevnt teir før-
oysku telvararnar, staddir
uttanlands við einum styrki-
tali yvir 2000.
Eg hoyrdi heima úr Før-
oyum, at telvarar, ið ikki
høvdu eitt altjóða styrkital,
skuldi veljast út og bjóðast
við
Hví var hetta manna-
gongdin?
Tá nú kappingin eitur
Tórshavn Open, hví sluppu
ikki allir teir førøysku telv-
ararnir við?
Hvor í Føroyum følir seg
egnaðan at taka hesa av-
gerð?
Nær fingu telvarar uttan
altjóða ratingtal boðin um
at sleppa at telva við?
Hetta var eisini ein av-
gerð frá Jákupi Mikkelsen
og Rana Nolsøe. At henda
avgerð heldur ikki hevur
nakað grundarlag, sæst út
frá hinum Visa Nordic
Grand Prix-kappingum
The Ist VISA Nordic
Grand Prix
Reykjavík International
Open. March 2 —10. 1996
4 telvarar undir 2000 í
styrkitali. 34 telvarar út av
65 vóru íslendingar. 52%
The 2nd VISA Nord
Grand Prix
Copenhagen Chess Festi
val "96
32 telvarar undir 2000 í
styrkitali. 88 telvarar út av
179 vóru danir. 49 %
The 3rd VISA Nord
Grand Prix
Arnold J. Eikrem Mc
morial 1996. Gausdal, Nor
way
15 telvarar undir 2000 i
styrkitali. 40 telvarar út av
66 vóru normenn. 61%
The 4th VISA Nordic
Grand Prix
Rilton Cup 1996—7,
Stockholm
17 telvarar undir 2000 í
styrkitali. 75 telvarar út av
120 vóru sviir. 63%
The Sth VISA Nordic
Grand Prix
Tórshavn Open, Faroe Is
lands
2 telvarar undir 2000 i
styrkitali. Ein uppå avbod
Ii telvarar út av 40 vóru |
føringar (28%) og 13 telv-
arar vóru danir (33%)
Eg haldi at tølini tala fyri
seg.
Figgingin til hesa kapp-
ing var enorm. Vónandi
verður hon granskoðaravið-
gjørd og almenna kunng-
jørd
Í hesum døgum verður
ársaðalfundurin hjá Talv-
samband Føroya hildin.
Væntandi er at Jákup
Mikkelsen fer frá sum for-
maður vegna ov stóra ar-
beiðsbyru. |
Tað hevur komið mær
fyri oyrað at formaðurin í
Dansk Skakunion, Søren
Bech Hansen, var ovurfegin
um kapacitetin hjá Jákup
Mikkelsen at skaffa fram
pening til kappingina. Hann
verður allarhelst keddur um
Jákup Mikkelsen fer frá
Sjálvandi, Tórshavn Open
var jú ein fongur fyri danska
telving! }
Rógvi Winthereig |
Rasmussen
m—||— | |——
ÉT
Í dag eru fylgjandi partafelog undir tvingsilsavtøku
strikad úr partafelagsskránni:
| Skrásetingar nr.
Skrásetingar nr.
Skrásetingar nr.
Skrásetingar nr.
Skrásetingar nr.
Skrásetingar nr.
Skrásetingar nr.
Skrásetingar nr.
Skrásetingar nr.
Skrásetingar nr.
Skrásetingar nr.
Skrásetingar nr.
Skrásetingar nr.
Skrásetingar nr
Skrásetingar nr
Skrásetingar nr.
Skrásetingar nr.
Skrásetingar nr.
Skrásetingar nr.
Skrásetingar nr.
Skrásetingar nr.
Skrásetingar nr.
Skrásetingar nr.
Skrásetingar nr.
Skrásetingar nr.
Skrásetingar nr.
Skrásetingar nr.
Skrásetingar nr.
Skrásetingar nr.
Skrásetingar nr.
Skrásetingar nr.
Skrásetngar nr.
Skrásetingar nr.
Skrásetingar nr.
Skrásetingar nr.
Skrásetingar nr.
Skrásetingar nr.
Skrásetingar nr
Skrásetingar nr.
Skrásetingar nr.
P/f 850,
PA 955,
P/f 1092,
P/ 1113,
P/f 1117,
P/f 1163,
P/f 1458,
P/f 1570,
P/f 1585,
P/t 1597,
PA 1611,
P/t 1627,
P/f 1643,
P/f 1635,
P/f 1658,
P/4 1660,
P/f 1661,
P/f 1690,
P/f 1699,
P/t 1762,
P/f 1836,
P/f 1877,
P/f 1909,
P/f 1948,
P/f 1951,
P/t 1955,
P/t 1983,
P/t 2056,
P/t 2070,
P/2123,
P/2128,
P/2143,
P/f2351,
P/f 2360,
PA 68,
P/t 428,
P/t 1237,
P/1451,
P/f 1545,
P/ 1554,
P/f Undir Skriðum, 620
Runavík
P/f Sólsker, 470 Eiði
P/f D. P. Højgaards eftf.
650 Toftir
P/f ID-EL, 410 Kolla-
fjørður
P/t Faroe Eksport, 370
Miðvágur
P/t Vestexport, 100
Tórshavn
P/t Film- 8 Videofram-
leiðsla v/ Klaus Kiese-
wetter, 650 Toftir
P/f Kristian Olsen, 380
Sørvågur
P/f Fiskaflutningur, 100
Tórshavn
P/f Lorimex, 520 Leir-
vik
P/f Ma-son, 700 Klaks-
vik
P/f 19. september 1996,
370 Miðvágur
P/f Maskin-El, 100
Tórshavn
P/f Loex, 520 Leirvík
P/f Salon Annika, 530
Fuglafjørdur
P/f D. B. Deilir, 100
Tórshavn
P/f D. B. Finans, 100
Tørshavn
P/f Fiskakjallarin, 600
Saltangarå
P/f Koyrigarður, 100
Tórshavn
P/f Føroya Bulkskip,
100 Tórshavn
P/f Skeltið, 625 Glyvrar
P/f Borðisteinur, 380
Sørvågur
P/f Sandfrakt, 530
Fuglafjørdur
P/f Bekon Seafood, 520
Leirvik
P/f Fiskaúrdráttur, 800
Tveroyri
P/f Teistatangi, 100
Tórshavn
P/f Bilverkstaðið á
Kambsdali, 530 Fugla-
fjørður
/# Gram Trading Co.
Ltd., 750 Vidareidi
P/f C. Hofgaard, 800
Tvøroyri
P/f Cod, 800 Tvøroyri
P/t Hans Jákup Simon-
sen, 416 Signabøur
P/f Jåkup Guttesen,
360 Sandavågur
Sp/f Thoma, 370 Mið-
vågur
P/f South Island, 850
Porkeri
P/f Johannes ur Hval-
vik, 700 Klaksvik
P/f Hans Joensen -
Miðbýurin, 100 Tórs-
havn
P/f Maskingrevstur, 100
Tórshavn
P/f Kósaskip, 700
Klaksvik
P/f Sunvar Mortensen.
160 Argir
P/f Atlant-Tak, 100
Tórshavn
Í dag eru niðanfyri standandi feløg í likvidation
strikad úr partafelagsskrånni:
Skjásetingar nr. P/ 892, P/f Vestmanna Sleip'
stød, 350 Vestmanna
Skrásetingar nr. P/t 1392, P/f Føroya Tess, 100
Tórshavn
Skráseting Foroya
tann 20. oktober 1997
Kristin Balle
ÉT