Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-10-01, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. oktober 1997síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 186 — 1. OKTOBER 1997 tíðindablaðið 21 EIRIKUR LINDENSKOV Tað tykist valda semja mill um tingmenn um, at teir ikki taka undir við uppskot inum hjá løgmanni um at leggja um stovnsfæ í Fram- taksgrunninum til eginpen- ing I øllum førum vilja ting- menn ikki gera tað soleiðis, sum Edmund Joensen, løg- maður hevur skotið upp - at løgmaður skal fáa eina standandi heimilt til at um- leggja stovnsfæið, so hvert tørvur er á eginpeningi — Uppskotið hjá løgmanni tykist vera deydadømt, segði Jørgen Niclasen, framsøgumadur hjá Fólka- flokkinum. Hann segði, at Fólkaflokkurn ikki kann taka undir við uppskotinum í verandi líki. Í staðin fyri at stuðla privatu vinnuni, er Framtaksgrunnurin farin inn í eina ójavna kapping - og stuðlar tí at knúsa tað privata. Skal Framtaks- grunnurin halda fram, skal hann ikki liggja undir løg- manni, men heldur undir løgtinginum, segði hann Grunnurin bjargast - men treytir setast — Løgtingid eigur at hava størri eftirlit vid framtaks- grunninum - men hetta eig- ur ikki at vera gjørt vid beinleidis politiskar styring av málsviðgerðini, men so- leiðis at alla viðtskubroyt- ingar og konverteringar skulu fyri løgtingið Jóannes Eidesgaard var tydulig ørkymladur av, at samgongan stendur so spjødd í hesum máli - Vit hava í Føroyum í dag eina samgongu og eitt landsstýri, sum ikki megnar at finna fram til politiskar loysnir í málum, sum av- gjørt hava krav upp á at slik loysn verður funnin. Men alt tað verður nú latið yvir til løgtingid og andstøduna at taka stóðu til, visti Jó- annes Eidesgaard á, og legði afturat, at landsstýrið megnar ikki at finna pol- itiska gongulagið. Bjarga grunnini - ikki Edmundi ella Annfinni Jóannes Eidesgaard helt eisini, at fjølmiðlarnir hava persónifiserað hetta málið Vil Javnaðarflokkurin bjarga Edmundi Joensen ella Anfinni Kallsberg? — Nei, Javnaðarflokkurin vil høvrki bjarga Edmundi ella Anfinni, men flokkurin vil viðgera sjálvt málið um Framtaksgrunnin, segði hann Jóannes Eidesgaard helt eisini, at spurningurin var, um landsstýrið ikki heldur átti at komið í tingid við eini eykajáttanarlóg fyri at játta pengar til eginpening i Framtaksgrunninum. Hann visit á, at talan var um 11 milliónir krónur, og í løtuni liggur eykajáttanaruppskot, har biðið verður um játtanir, sum eru nógv lægri enn 11 milliónir — Tí tykist legið, at løg- maður tá av sínum einting- um kann sleppa at avskriva 11,2 milliónir krónur, segði hann Annars gjørdi Jóannes Eidesgaard greitt, at Javn- aðarflokkurin var sinnaður at bjarga Framtaksgrunni- num, men at flokkurin fór at seta treytir Hann segði, at grunnurin er alt ov sárbærur av dótt- urfeløgunum Fiskasøluni og Fiskavirking, sum hann helt áttu at verið loyst frá grunninum. Á tann hátt helt hann, at Fiskasølan og Fisk- avirking eru í ójavnari kapping við privatu fel- øgini - Eg vil koritni siga, at vit í Javnaðarflokkinum far- a at viðgera uppskotið pos- itivt, men fara sum sagt at seta okkara treytir Men Jóannes Eidesgaard staðfesti eisini, at tann pol- itiska viðgerðin, sum átti at verið í Tinganesi, nú er flutt niðan í tingið. Ræðið á vinnulivinum selt dønum fyri 1 mió — Hetta málið tykist snúgva seg um at kráma danskar pengar til okkara, segði Finnbogi Ísakson. Hann Edmund fær ikki stuðul VA, Samgongufelagar hjá Edmundi um bjargingaruppskot hansara av Framtaks- grunninum: — — Uppskotið er deydadømt, Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin. — Vit taka undir ongum umstødum undir við uppskotinum, Óli Jacobsen, Verka- mannafylkingin. — Krøvini frå donskum kreditorum viga meira enn at skapa eitt sunt vinnulív i Føroyum, Helena Dam á Neystabø, Sjålvstyrisflokkurin. Grunnurin verður helst bjargaður kortini, tí Javnaðarflokkurin og Tjóðveldis- flokkurin vilja bjarga grunninum við treytum, og verður tí helst onkur semja gjørd. Men uppskotið hjá løgmanni fellur við eitt brak visti á, at framtaksgrunnurin ikki er so stórur, at vit før oyingar ikki sjálvir kunnu eiga hann Landsstýrið var so ov urfegið, tá teir í 1994 komu aftur út Danmark við Fram taksgrunninum - nú skuldu vit fáa danskar pengar í før oyskt vinnulív, segði Finn bogi Ísakson. Hann vísti á at talan kortini bert var um eina million úr Danmark, og 99 milliónir í láni Avleiðingin av hesi milliónini frå dønum var, at danski forsætisrådharrin skal stýra føroyska vinnu- lívinum Finnbogi Isakson visti eisini å, at Framtaksgrunn urin eftir Tjóðveldisfloksins tykki ikki eigur at verða koyrdur á húsagang. Men hann helt ikki, at grunnurin skal virka á sama hátt, sum hann ger nú, og helt Finn- bogi Ísakson, at grunnurin skal virka eftir lógini um vinnuliga grunnar - at hann ikki skal eiga meirilutan í virkjum, og soleiðis stýra teimum — Í 30'unum og 40'unum striddust menn fyri at savna útflutningin, tí hildið varð neyðugt, at hava ein stóran útflytara. Nú hava vit Fisk- asøluna - og hon má varð- veitast, hóast Framtaks- grunnurin ikki nýtist at eiga hana. Finnbogi Ísakson helt, at pláss sjálvandi eisini skuldi verða fyri ødrum út- flytarum Kappingaravlagin fer fram á Sandi Men framsøgumadur Tjóð- veldisfloksin trúði ikki upp á, at vit aftur kunnu hava so nógv stór flakavirki, sum vit einaferð høvdu - tí 15 stór virki fara ikki atklára seg, vísti hann á. Finnbogi Ísakson tók eisi- ni spurningin, um tað bara er Fiskavirking, sum virkar kappingaravlaganid. Her tók hann virkini á Sand- oynni sum dómi, og vísti á, at 3 milliónir eru latnar í stuðli til virkið í Skopun og á Sandi. Men í Skálavík er ein privatmaður í ferð við at byggja eitt virki, og spurdi Finnbogi, um hann eisini fær stuðul, og um hetta ikki eisini er kapp- ingaravlagandi. Tjóðveldisflokkurn held- ur ikki, at løgmaður skal fáa eina standandi heimild til at konverterað stonvsfæ til eg- inpening, men helt, at hann kanska kundi fáa loyvi at konvertera upp til 10% ella 20 mió krónur Talfalsan… Oli Jacobsen ur Verka- mannafylkingini segði, at hansara partur av Verka- mannafylkingini ikki kann taka undir við uppskotinum í hesum líki. Hann segði, at keypið av Føroya Fiska virking prógvaði, at nakað er heilt galið við Framtaks grunninum Tað sokallaða prógvið, sum tingmenn fingu frá grunninum var beinleiðis villleiðandi. Tað var bein- leiðis talfalsan tá borið var saman við raksturin av virkjunum í åttatiårunum Hann segði, at teir vildu hava grundgevingarnar hjá kreditorunum frá grunni- num, men fingu tær ikki Eisini visti Oli Jacobsen å alt tosid um inhabilitet i dag. Men hann helt tad verda løgid, at grannskod- arin hjå Framtaksgrunni- num, C. Jespersen i Keyp- mannahavn, skuldi vera ein teirra, ið mælti til keypið - Spurningurn er eisini, um ikki mannagongdin hjá neyndini í Framtaksgrunn- inum er orsøkin til, at so nógvar umsóknir verða víst- ar aftur, helt Óli Jacobsen, sum eisini vísti á, at tað í øllum fyritøkum er vanligt, at nevndin verður skift út, tá tær fara á heysin. Nevndin í grunninum hevur verið óskikkað Lasse Klein úr Kristiliga Fólkaflokkinum tekur undir við einum framtaksgrunni men ikki við hesum, sum órógvar føroyskt vinnuliv Nú má broyting koma í, helt hann, tí grunnurin kappast við privatu virkini og hetta er kappingaravlagandi, helt hann Nevndin hevur eisini verið óskikkað og víst van virðing fyri løgtingi og landsstýrið, helt framsøgu- maðurin hjá Kristiliga Fólk- aflokkinum. Hann helt eis- ini, at Framtaksgrunnurin kanska kundi verið lagdur saman við ødrum almenn- um vinnulívsgrunnum - so menn sluppu undan at renna millum ymsu grunnarnar Hann helt eisini, at nú er neyðugt við eini uppgerð við danir, sum nú eiga at fáa mótspælið, teir ikki fingu í 1992. — Vit skulu siga dønum, hvar skápið skal standa, segði kristiliga fólkafloksmaðurin, sum mælti til eina breiða semju í unginum um hetta mål. Politikar skulu ikki býta út Tordur Niclasen úr Mið- flokkinum tosaði um teir fýra floksformenninar, sum um árskiftið hildu fjølmidl- unum við rumblinum um Framtaksgrunnin og Fiska- virking, men sum kortini als einki hevði upp á seg. — Tað er umráðandi, at politikararnir ikki sleppa at býta út av grunninum, og tað er einki garanti fyri, at tað fer at ganga betur, fáa politikararnir stórri ávirkan, vísti hann á Men at fara at viðgera nevndarlimirnar, tað helt hann vera burtur við At fara at skifta teir út við aðrar persónar, sum dansa eftir ávísum polit iskum pípum, tað er eingin loysn, vísti hann á Annars var hann samdur við Ídanaðarfelagum um, at grunnurin eigur at verða varðveiddur Krev frá donskum kreditorum viga mest Helena Dam á Neystabø vísti á, at undantaksreglan gjørdist høvudsreglan - at grunnurin fór at keypa meir- iluta í fyritøkum, Fiskasøl- uni og Fiskavirking. Hon helt tí, at tað kanska hevði verið rætt at brúkt politiskt vald um árskiftið, tá teir fýr- a floksformenninir royndi at gera nakað við málið Hon vísti á, at Framtaks- grunnurin ikki hevur virkað eftir endamálinum, og at í- løgurnar ikki hava eydnast væl. — At grunnurin er dansk/ føroyskur ger, at krøvini frå donsku kreditorunum viga tyngri, enn at skapa eitt sunt vinnuliv i Føroyum, segði hon og visti annars å, at grunnurin skal virka óheftur av politikarum, men tó í tráð við politiska viljan. Hon segði eisini, at vanligt er, at nevnd fer frá, tá einm fyri- tøka er farin av knóranum - er insolvent. 21 år sidan Tjaldrið fórst á Mjóvanesi Erling Poulsen í Vági hevur givið út bók um Tjaldrið. Í fjør vóru liðin 50 ár síðani, at Tjaldrið fórst á Mjóvanesi, í ár eru liðin 70 ár síðani sumbingar og aðrir vóru tiltiknu dansi- ferðina í Keypmanahavn, og næsta ár eru 60 ár síð- ani, at fleir enn hundrað føroysk skålabørn vóru til tað stóra minningarhaldið á Bellahøj í Keypmanna- havn til minnis um, at tað vóru 150 ár síðani, at »stavnsbandid« varð av- tikið. Tí helt Erling Poulsen, at tað kanska ikki var heilt burturvið at festa hesar tilburðir á blað, og so- Bók um Tjaldrið Erling Poulsen høvundur og fyrrverandi lærari í Vági við nýggju bókini um Tjaldrið Mynd: Jens Kristina leiðis er henda bók vorðin til, sigur høvundin í formæl- inum Tjaldrið røkti skipasam- bandið millum Føroyar og Keypmannahavn í 21 ár, og tá fór tað mangan | | | | brattan. |