mikudagur 8. oktober 1997síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Randi Jacobsen
Blaðfólk:
Aki Bertholdsen,
Eiríkur Lindenskov,
Edvard Joensen
Jens Kristian Vang
Utgeute). uppaeting eg prent:
Bústaður:
Argjavegur 26, Argjum
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Tosa um folkatings-
val í ótíð
Oddagrein
TAÐ er okkurt ella kanska heldur mangt, sum bendir
á, at tað verður fólkatingsvai í ótíð
OG tað er heldur ikki so óvanligt, at tað verður skrivað
út nýval í Danmark, áðrenn eitt skeið er fullrunnið
SÍÐANI Nyrup-stjórnin gjørdi vart vid, at hon fór at
leggja uppskot fram, sum skulu skerja nýtsluna, hevur
verið gitt, at tað meguliga fór at verða útskrivað nýval
EFTIR úttalilsum frå andstøduni um komandi fíggj-
arlógaruppskot við teimum ætlaðu skerjingunum,
verður nú roknað við fyri vist, at tað verður nýval
HETTA kann so gerast veruleiki longu í november í ár
tvs. knapt eitt ár, áðrenn skeiðið er útrunnið.
HVUSSU ein komandi stjórn fer at síggja út í Danmark
eftir eitt nýval er sjálvandi ilt at meta um. Men sjálvandi
er meguleiki fyri, at verandi minnilutastjórn heldur
fram. Tó er eisini møguleiki fyri, at „miðflokkaeffektin“
frá Noregi ger um seg. Tvs. at flokkar í miðjuni og til
hegru skipa eina minnilutastjórn. Men fyri at hetta
skal lata seg gera, so mugu teir Radikalu slíta við javn-
aðarflokkin. Og tað er hetta, sum ilt er at meta um
TAÐ vilja altid vera ymsar metingar um, hvørvitt eitt
fólkatingsval hevur nakra ávirkan á støduna her í Før-
oyum ella á viðurskiftini millum Føroyar og Danmark
VIT teljast millum teirra, sum eru stak 6nøgd við poli-
tikkin, sum danska stjórnin hevur rikið mótvegis Før-
oyum, og tað er okkara hugsan, at Nyrup hevur ikki
roynst nakar Føroyavinur. Avgerðin ikki at taka av
innbjóðing at vitja her og tegn Nyrups um somu inn-
bjóðing síðani er ikki við til at økja um álitið á danska
forsætisráðharran. At Nyrup gjørdi av at avlýsa vitj-
anina á sinni er so eitt. Men var hann ein maður, so
hevði hann síðani tað havt tíkið stig til at koma til
Føroyar fyri á tann hátt at tosa út um tingini
HVOR enn sítur við valdið í Danmark, so eigur við-
komandi at royna at hava góð viðurskifti til Føroyar
og Grønland, soleingi hesi oyggjasamfelegini eru part-
ur av ríkinum.
TEIR borgarligu í Føroyum fara skeivir, um teir hugsa,
at bara vit fáa Nyrup vekk, og eina borgarliga stjórn
ístaðin, so verður stødan ein onnur. Uffe Ellemann
hevur verið júst líka so stívrendur móti Føroyum í
sínum úttalilsum sum aðrir, so her er einki gott í væntu.
Tað vit seta okkara álit til er, at aðrir politikarar í danska
javnaðarflokkinum so sum fólkatingsins formaður Er-
ling Olsen, fáa størri vald í flokkinum. Við slíkum
monnum á odda í flokkinum hevði borið til at bøtt um
tað, sum er niðurbrotið av núverandi leiðsluni í flokk-
inum. Erling Olsen og aðrir danskir javnaðarmenn
skilja og eru fullgreiðir yvir, at tann stívrenda og kalliga
stødan, sum leidslan í flokkinum hevur vist foroyingum
í 90-unum, hevur bert givið bakslag. Og kann nú loks-
ins vera tann boomerangin, sum fær stjórnina at falla
VIT seta tí við eitt komandi val okkara álit á tær fram-
skygdu og skilagóðu kreftir í danska javnaðarflokk-
inum, sum kunnu vera við til at venda skeivu gongdini
umframt teir politikarar í oðrum flokkum, sum - íkki
fyri sína egnu politisku skyld - men tí tað tænir viður-
skiftunum millum londini bæði - vilja handfara foroy-
ingar á ein meira sømiligan hátt enn leiðslan í javnad -
arflokkinum. Ein foroyskur javnaðarmaður á danatingi
vil so eisini vera ein garantur fyri, at trýst verður lagdur
á floksfelagarnar har.
TAÐ tænir ongum endamáli at kappa á stokkinum, tí
vit hava við eina politiska leiðslu at gera, sum ikki vil
síggja veruleikan í eyguni. Vit mugu aftur og aftur brúka
okkara kreftir og góð fólk í Danmark til at sannføra
eina komandi leiðslu á Christiansborg um, hvat tænir
framtíðar samstarvinum millum Føroyar og Danmark
best. Komandi tíð verður avgerandi . .
Sosialurin
Viðmerking
Ov gamal at |
Undirritaði telist millum
tey, sum eru fegin um og
meta høgt tað arbeiði, sum
målnevndin ger millum år
og dag. Faldarin Orðafar
kemur væl við, og tað sama
ger stutti tåtturin í Utvarpin-
um hvønn gerandismorgun
å vetri. Ju, mangan kennist
tað, ið kemur frå Målnevnd-
ini sum ein viti og vegvís-
ari í hesi mangan myrku
oyðimarkargongd millum
føllini og kynini. Vit eru
mong, sum eru komin í
rasshaft av avleiðingunum
av hvørjumfall-ismuni, ið
stakk seg upp her á landi
fyri 25-30 árum síðan. So
líðandi bleiv tað soleiðis, at
alt skuldi sigast og skrivast
í hvørjumfalli. Tey navnorð,
sum plagdu enda við -ina,
skuldu nú enda við -ini
Brátt bleiv alt ein peruvell-
ingur millum hvønnfall og
hvørjumfall. Vavsturin mill-
um føllint hevur breitt seg
víða um, ikki minst í fjøl-
miðlaverðini, men eisini
milllum lærarar á snøgt sagt
øllum skúlum í landinum er
hesin trupulleiki at finna
Og stórt betur stendur ikki
til, tá tað snýr seg um kyn-
ini. Annað hvert orð, sum
vit hava hildið verið hvørki-
kyn, verður nú avdúkað
sum antin kall- ella kvenn-
kyn. Hesir og eitt ótal av
ðrum trupulleikum so sum
nær orð skulu samanskriv-
ast og nær tey ikki skulu tað
o.m.a. stinga seg støðugt
upp hjá nógvum okkara, ið
skriva dagliga
Tá neyðin hevur verið
stór, hevur ein ringt til per-
sónar við innlit í mållæru
og/ella málnýtslu, og onkur
vanlukka er fyribyrgd á tann
hátt, men neyvan er hetta
gongda leiðin, um ein ætlar
sær at teljast millum tey,“
sum skriva rætt føroyskt og
duga at málbera seg. Spurn-
ingurin er so, hvussu fólk
um miðjan aldur kunnu
ogna sær nevnda førleika
Sum sagt eru Ordafar og
tátturin vetrarmorgnar i Ut-
varpinum góð hjálp í hesum
sambandi. Ætlar tú tær hin-
vegin at fáa viðkomandi
undirvising, eru møguleik-
arnir skerdir. Her verður
hugsad um ta undirvising i
føroyskum, sum Fróðskap-
arsetrið hevur fyriskipað
við hepnari hond í fleir år
Hesa undirvísing hevur set-
ursleiðslan valt at niður-
leggja, meðan undirvísing-
in í enskum máli stendur
við. Við hesum hevur set-
ursleiðslan boðað frá, at hon
heldur tað vera av størri
týdningi, at ríkmansfrúur,
pensionistar og ágrýtin
starvsfólk skulu fáa møgu-
leikan at tosa annað enn
fingra- og kropsmál mót-
vegis útlendingum, og geva
ágrýtnum starvsfólkum
loyvi til at droyma seg inn
longur inn í oljuhimmalin
Setursleiðslan tykist ikki
hava ampa av, at so ómeta-
liga nógvir føroyingar eru
við skerdan lut, tá tað snýr
seg um at skriva rætt og
málbera seg — á føroyskum
Ella er aldursmark ásett fyri,
nær ein kann læra seg før-
oyskt?
Eg skal ikki síga eitt ein-
asta ilt orð um, at Fróðskap-
arsetrið bjóðar føroyingum
at læra seg enskt mál, men
eg haldi tað vera burturvid,
um undirvísingin í enskum
vinnur á teirri í féroyskum,
um tíð og pengar bert eru
til ta einu lærugreinina. Eg
loyvi mær ti vid hesum at
heita å setursleidsluna um
æra føroyskt
rer
at taka upp aftur nevndu
undirvising í føroyskum
Skal ikki í hesum viðfangi
nema við leiklutin hjá fólka-
skúlanum í sambandi við
førleikan hjá fólki í at skriva
og tosa féroyskt, men átti
hesin at verið bæði við-
gjørdur og endavendur fleiri
ferðir. Tilboðið um undir-
vísing í føroyskum í kvøld-
skúlunum skal heldur ikki
verða nidurgjørt á nakran
hátt, tí tað er so avgjørt kær-
komið og viðkoandi, men
eg síggi tilboðið hjá setrin-
um sum eitt stig longur fram
á leið
Og eg havi í sama við-
fangi hug at ávara seturs-
leiðsluna ímóti ikki at lata
seg lokka í ov stóran mun
av litríkum vónum og ofta
sveimandi fyrigyklingum
um m.a. olju- og ferða-
vinnu. Sjálvsagt skulu
nevndu vinnugreinir eins og
aðrar hava bestu fyritreytir,
og sjálvsagt skal Fróðskap-
arsetrið hjálpa til, har tað
kann, men Fróðskaparsetr-
ið eigur ikki at renna á leist-
um eftir kapitalinum og
gloyma sínar fremstu upp-
gávur. Sum m.a. eiga at vera
at læra føroyingar gott før-
oyskt mál
Tónin í orðafari
Oman fyri havi eg víst á
m.a. Orðafar sum ein glotta
í myrkrinum, sum eitt hent
amboð til bæði skrift og
talu. Faldarin nr. 46/1997
kom við postinum herfyri,
og varð hann eins og undan
farnu lisin við áhuga. Tað
er væl soleiðis, at tað ikki
eru tey somu (tann sami
persónurin), sum skrivar
Orðafar, tí tónin í tí skriv-
aða (ella skrivihåtturin) er
ikki tann sami hvgrjaferð
Faldarin nummar 46 líkist
ikki fleiri av teimum, sum
eru komnir undan honum,
tí tónalagið í hesum faldara
er ikki sørt forhånisligt
Ymist, sum fólk vanliga
siga ella skriva, verður skýrt
tiltikid ófaroyskt, so sketvt,
sum tað kann vera, deyd-
ligt, leiðiligt, at tað kundi
verið sagt ella skrivað bæði
styttri og greiðari, vit verða
átalað fyri at herma eftir út-
lendskum, orðafelli tykjast
lofnad, okkurt er heldur enn
ikki lagið 0.a.s. Målnevndin
eigur at geva ráð og vísa á
gongda leið, og ikki at til-
látursgera fólk og kanska
eisini ræða tey frá at skriva.
A fyrstu síðu í nevnda fald-
ara verður í stuttum greitt
frá, at norðurlendsku mál-
neyndirnar skulu halda fund
í Føroyum, og at tað nú,
meðan >altjóðan< og
»heimskringing« troðka
javnt og samt á, ræður um
seming og åralag. Eg haldi
at tit eisini áttu sýnt okkum
vanligu eins fagnandi sam-
starvsáhuga
Finnur Helmsdal
tjóðveldismaður
Fekk yvir tvær
mið. fyri lastina
RANDI JACOBSEN
Nótabáturin Finnur Fríði
hevði eina góða sølu í Hirts-
hals gjáramorgunin
Hann seldi 270 tons av
makreli og fekk fyri lastina
2.150.000 krónur
Prísurin fyri makrel hevur
sum heild verið góður hjá
øllum bátunum, sum hava
selt har
Størsti makrelurin fer til
Japan og hitt fer til nidur
sjóðingarvirkið í Sæby, sum
keypti lastina hjá Finni
Fríða
Hetta var seinasti túrur
hjá Finni Fríða á hesum
sinni eftir makreli. Hinir eru
eisini givnir
Nú fer Finnur Fríði at
fiska sild í Norðurnoregi
Hjartaliga takki eg tykkum, sum mintust til
mín Í. okt.
Kærar heilsanir.
Patsy
rs