Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. november 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 209 - 4. november 2003 Nr. 209 - 4. november 2003 21 2 sms blaðið vit spyrja bara! Vit tosaðu við fýra fólk, sum vóru til mótasýning, og spurdu tey, hvat tey hildu um sýningina. Leila av Reyni, 22 ár, Kollafirði, og Kariann Johansen, 27 ár, Havn Okkum dámdi væl sýningina, og serliga gav Klivin okkum íblástur. Eisini legði man til merkis, at sýningin var væl fyriskipað í allar mátar, men tónleikurin var eitt sindur eintáttaður. Jákup Andreas Joensen, 16 ár, Kvívík Eg haldi, at sýningin var fínasta slag. Vit sóu nógv lekkur klæði, bæði til okkum mannfólk og til konu- fólkini. Elsa Berg, 17 ár, Havn Sýningin var hampilig, men eg haldi so avgjørt, at "modellirnar" skuldu gingið á einum palli. Eisini haldi eg, at tað var eitt sindur óinteresant, at sama rutina varð brúkt alla tíðina. Harafturat má eg viðganga, at sýningin var spesiel. væleydnað mótasýning í sms Litir. Klæðnaliturin til børn var bæði ljósur og myrkur. Gentuklæðini vóru ljós og dreingjaklæðini myrk. Genturnar gingu serliga í ljósareyðum og reyðum klæðum, meðan dreingirnir vóru í bláum, grønum og myrkagráum klæðum. Genturnar høvdu langar beige dýnujakkar, meðan dreingirnir vóru í stuttum dýnujakkum. Meðan genturnar serliga gingu í reyðum og ljósareyðum klæðum, vóru kvinnnurnar í beige, grønum, svørtum, hvítum og reyðum klæðum. Stríp- ur var eisini nakað, ið sermerkti kvinnumótan. Kvinnurnar vóru í troyggjum við ljósum strípum og í beinvarmarum við gulum, hvítum og grønum strípu. Tó vóru nakrar í svørtum og brúnum beinvarmarum uttan strípur. Á mótasýningini sóu vit eisini, at lang hálsturriklæði ikki bert geva hita, men eisini hjálpa okkum á veg inn í mótan. Turrukløðini høvdu blettir og strípur, og hetta gav bert eitt betri og meiri nýmótans look. Nógv av klæðunum vóru neonlitt við glitrandi mynstrum, og gomlu hippieklæðini eru komin fram aftur. Kvinnurnar prógvaðu, at klædna- jakkar ikki bert eru til mannfólk, men eisini til konufólk. Eisini var eitt sindur av føroyskum tilfari at síggja. Mannfólkaklæðini vóru serliga svørt, náttúru- grøn og brún. Menninir vóru í svørtum klædningum, og hetta riggaði heilt væl. Mótin hesaferð umfataði eisini stórar skinn- og ruskinnsjakkar. Náttklæðir. Kvinnurnar gingu næstan allar í silkináttklæðum, sum flestøll vóru reyð og beigelitt. Tó vóru eisini onkur teirra í svørtum náttklæðum. Aftaná komu mannfólkini inn í svørtum shortsum og reyðum, bláum og svørtum ítróttarblusum. Hesar vóru frá Puma og Reebook. Endin. Sýningin endaði við, at øll gingu út á gólvið og vístu klæðini fram. Genturnar høvdu fittar bams- ur um oyruni, og hetta vísti okkum, at bamsur eru ikki bert fittar, men eisini góðar og heitar fyri oyruni. Sera væl eydnað og vakurt. Vit fingu eitt prát við Barbaru í Gongini, samskipara. Hon helt sýningina vera væleydnaða. Hon greiddi frá, at mótin í sýningini var etniskur hjá tí eldra málbólkinum, serliga klæðini frá Klivanum til tær tilkomnu kvinnurnar, retro-mix frá 80’unum til børnini og luksus - hippie til menninar. Annars helt hon, at sýningin hevði gingið væl. Stórur áhugi var fyri teimum 210 ókeypis at- gongumerkjunum, sum tryggjaðu áskoðarunum siti- pláss, og hesi vóru upp longu tríggjar dagar innan sýngingina. Tað vóru Morten Remmer og Barbara, sum høvdu stílað fyri tónleikinuim. At enda fara vit geva Barbaru í Gongini eitt stórt rós fyri hesa vøkru mótasýning. Fullsett var til mótasýningina á Torginum. 210 stólar vóru settir fram til sýningina, men tað var ikki nóg mikið. Hetta forðaði tó ikki fleiri í at koma innar, og torgið var fult av fólki, sum á ein og annan hátt høvdu áhuga fyri vetrar- og vármótanum. Barbara í Gongini hevði úr at gera, tá ið "modellirnar" fóru út á gólvið, sum var lagt við smáum træpettum og berum greinum. Tónleikurin var nakað alternativur og fjølbroyttur, men var passaligur at ganga til. Handlarnir sum luttóku vóru: Demmus, Benetton, Flykran, Sportmaster, Bindi- búðin, Skilling, Vero Moda, Skálkur, Klivin og Deres. I S t ó ra f ø ði n g a r d ag s k ap p i n g in í S M S L S t ó ra f ø ði n g a r d ag s k ap p i n g in í S M S C M Y K 21 20