hósdagur 6. november 1997síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 212 - 6. NOVEMBER 1997
Í
Í
tíðindablaðið >; li
Svenski venjarin hjå FC Keypmannahavn saknar Toda Jonsson, sum ikki kann spæla aftur i år
- Spælid må leggjast
um tå Todi ikki er við
+?
hava besta ålopsmannin tøkan
Danskir fjølmiðlar hava gjørt nógv
burturúr, at tað mánadagin var greitt,
at tíðindini, sum vit bóru fyri fleiri
vikum síðani, um at Todi Jónsson
ikki fer at spæla aftur í hesum år
num, eru staðfest sum ein óreingi
ligur veruleiki
FCK er eitt stórt felag, og har eru
nógvir um boðið. Men áhugin fyri
Toda Jónsson og skaðanum kundu
bent á, at tað verður mett sum sera
stórur smeitur, at føroyski ålopsmad-
urin ikki er vid
I gjår vandi FCK å venjingarvøll
inum á Frederiksberg, og í døgurda-
steðginum, áðrenn teir fóru í Park-
ina, har tíðindafundur skuldi vera
klokkan eitt føroyska tíð, fingu vit
fatur á venjaranum, sum sat í kant
inuni og fekk sær ein bita
Hvassasta vápnið
Eg havi hoyrt, at tað er stórur áhugi
fyri FCK í Føroyum, og tað gleðast
vit sjálvsagt um. Og tað er einki at
taka seg aftur i, at tit eiga ein framur
góðan álopsspælara her í felagnum
Ég eri rættiliga nýggjur her, og eg
havi onga åvirkan havt á, at Todi
varð keyptur til FCK í summar, men
eg skal ikki dylja yvir, at tað er
komið stak væl við hjá mær, at hann
er her. Fyrstu dystirnar efur summar
steðgin spældi hann framúr væl, og
vit eru sera harmir um, at hann er
noyddur at hyggja at ímóti Real Bet
is. segði Kent Karlsson, væl umtókti
sviin i FCK, sum rættiliga hevur
fingið skútuna á rættkjøl, eftir at hon
alt síðsta kappingarár sigldi við stór
ari slagsíðu
Kent Karlsson er nógv virdur í
Danmark fyri síni avrik. Í 1995
gjørdi hann Silkeborg til DM vinn
arar fyri fyrstu og higartil einastu
ferð
Men hvat er tað, sum Todi kann
gera, og sum hinir ikki megna at
gera?
— Vit hava fleiri aðrar góðar ålops-
spælarar, men vit mugu staðfesta, at
tað hevur ikki gingið so væl við
málskjótingini, síðani Todi noyddist
at gevast fyri nøkrum vikum síðani
Hann hevur nógvar dygdir, og ser-
liga á útivelli, tá vit taptu 2-0 í Span-
ia, var tað stórur saknur í hansara
boltførleika, skjótleika og måltevi
Noyddir at leggja um
Kent Karlsson sigur, at síðani Todi
Jónsson varð skaddur, hevur hann
verið noyddur at broyta álopspartin
hjá FCK
Tad er eingin loyna, at mót-
stødulidini hava sera stóra virðing
fyri Toda, og tá hann frammanundan
skaðanum var á toppinum, ofraðu
tey nógv fyri at halda honum burtur
Nú er Todi burtur. og tað er, um eg
so má siga, ein lætti hjá mótstøðu
verjunum, samstundis sum vit ikki
kunnu dúva uppá kontraspælið á
sama hátt. sum vit gjørdu, tá Todi
var við
Trúgva uppá tað
Tad verður roknað vid, at:tað fara
ímillum figgju og fimtan túsund fólk
í Parkina í kvold at hyggja at, hvussu
ótbóltur: Svenski venjarin ásannar, at tað er sera stórur smeitur, at teir ikki
FCK fer at standa seg ímóti Real
Betis úr Sevrila
Í FCK haldá teir, at um útgangs
stødan hevði verið betri enn 0-2, so
høvdu fleiri komið, men venjarin
sigur seg trúgva uppá møguleikan
at koma víðari
- Eg rokni við, at spanska liðið
fer at vera serh verjukent. Teir fara
at verja um tað, teir vunnu í fyrra
dystinum, og so fara teir at dúva
uppá snarálop. Fyri okkum er tað
alt avgerandi, at vit skora fyrsta mål-
ið. Skora teir fyrst, so punkterar
spenningurin, tí so skulu vit gera
fýra mál fyri at koma víðari. Men
skora vit fyrst, so kann alt henda
Tað vil siga, at vit skulu bæði halda
tætt og trýsta á fyri at gera mál
Men tá tit skulu leggja trýst á, og
tað mesta kanska fer at ganga fyri
seg frammanfyri málinum hjá gest-
unum, so verður saknurin ikki so
stórur í Toda?
— Eg vil siga tað soleiðis, at sakn-
urin var kanska størri í honum á
útivelli, men dygdirnar hjá honum
høvdu eisini verið góðar at havt í
kveld. Men hann er skaddur, og tað
kunnu vit ikki gera meiri við, enn at
vit hava syrgt fyri, at hann fær upp-
venjing. sum vónandi ger, at hann
verður tøkur fyrst í nýggja árinum
Tað hevdi verið frålikt, um vit og
eisini Todi kundu spælt í næsta um
farinum í Europa Cup, sum verður
fyrst í mars, endar Kent Karlsson úr
Keypmannahavn
Kenneth Danielsen hevur nú vunnið sær rættin til at
17
verða við í DM á motorcross í sínum bólki
Foroyskur
motorcross
meistari
Kappkoyring: 13-åra gamli Kenneth
Danielsen úr Gøtu er kringur á motor-
súkkluni hjá sær
I 3-ára gamli Kenneth Dan-
ielsen úr Gøtu ger rættiliga
um seg í motorcross kapp
ingum í Danmark
Kenneth, sum flutti til
Danmarkar saman við for
eldum sínum, Johan Daniel
sen og Juliannu Thomsen,
tá hann var seks ára gamal,
hevur koyrt á motorcross
síðani hann var 10 ára gam-
al.
Hann hevði í longri tíð
plágað foreldrini hjá sær um
at fáa eina motorcross, og
tá hann so helt 10-åra fød-
ingardagin fekk hann sítt
ynski uppfylt, og síðani
hevur hann ikki helmað i.
Hann byrjaði at koyra á
bananum í Høng, har hann
byr, men har kundi hann
bert koyra til hann var 12-
åra gamal.
Eftir tad flutti Kenneth til
Svebølle Motorcrossklub
og hann koyrir eisini í Midt-
sjællands Motorcrossklub
Kenneth kappast nú í
bólkinum við motorcross-
um við 80cc. Og har hevur
hann staðið seg væl. Fyri
kortum var kapping í felag-
num, og har vann Kenneth
við fullum stigatali og er ti
besti koyrarin í sínum bólki
í felagnum, har hann heldur
til
| 3-ára gamli føroyingurin
hevur eisini vunnið sær
rættin til at luttaka í Dan-
marksmeistaraheitinum í
sínum bólki. Tá hann byrj-
aði at koyra við motorcross-
ini við 80cc fyri einum ári
síðani, byrjaði hann í lægsta
bólkinum, í C-bólkinum,
men eftir bert seks kapp-
ingar hevur hann vunnið
seg upp í B-bólkin, sum
gevur møguleika fyri at
verða við í DM.
ek
AGF sent úr UEFA-
Cup uttan at tapa
FOTBOLTUR: Tyskvøld
ið var seinasta norður-
lendska liðið sent úr UEFA
Cup kappingini
Tað var danska liðið AGF,
sum annað árið á rað,
noyddist at gevast í curo-
peiskari kapping uttan at
hava tapt nakran dyst
Banamenninir hjá AGF
vóru Twente úr Hollandi,
sum hvergu ferðina klárað-
u at vinna á AGF. Fyrri dyst
urin endaði vid javnleikt 1-
I. og tyskvøldid endaði 0-
0. Tá siga lógirnar, at liðið,
sum hevur gjørt flest mál á
útivelli sleppur víðari, og tí
gjørdist tá hollendska liðið,
sum fór víðari til triðja um-
far
ek