fríggjadagur 7. november 1997síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
VU
Nr. 213 — 7. NOVEMBER 1997
Tidindabræv
I summar fóru føroyskur ungdómur vestur um hav til
Grønlands at dansa
Jan Kløvestad, stjóri í nýggju mentunarhúsini í Nuuk,
Katuaq. skipaði fyri »Arktisk Folkedanserfestival, Nuuk
1997< og bjóðaði okkum at vera við
Norðurlandahúsið í Havn v/ Petur T. , stjóri gav okkum
ferðina, og Dansifelagið í Havn legði okkum lag á og
hjálpti okkum við teimum seinastu fíggjarligu snøklu-
num.
Og hverji eru so vit ?
Vit eru sprottin úr barnadansinum í Norðurlandahúsinum
í Havn, sum Dansifelagið skipar fyri. Sonja Danielsen
og Thorhild Justinussen hava nú í so nógv ár staðið fyri
hesum tiltakinum, at teirra nøvn mest sum er vorðin eitt
við barnadansinum
Sonja og Tórhild hava so roynt at seta saman eitt lið
av ungum fólki, og hava tær havt góða hjálp frå Dånjali
Hoydal, sum hevur virkað sum ungdómsleiðari. Kurt
Madsen hevur verið sambindingarliðið til nevndin í
Dansifelagnum í Havn
Innbjóðingina fingu vit longu um jóltíðir, og hava vit
so verið saman einaferð um vikuni í dansitíðini at læra
okkum eina hóskandi skrá
A-skráin : B-skráin
Runtsivalsstríðið
Runtsívalsstríðið
Sandoyardansur
Bandadansur
Guðbrandskvæðið
Gomlu Keta
Grindavísan
3) Ríða Ediling
4) Ormurin Langi
og hesar skráir kunnu vit so seta saman til eina stóra
skrá, ella vit kunnu nýta hana í úrvali
Teir vandu kvødarnar úr Dansifelagnum í Havn hjálptu
okkum at fáa dansurin undir fót og vóru annars sera
góðar í ráðum
Ferðin
Vit fóru úr Føroyum við Atlantsflog 16. juli, lógu nátt í
» r
tíðindablaðið
Keypmannahavn og fóru so við SAS til Kangerlussuaq,
har helvtin av ferðaliðnum lógu nátt, meðan hin helvtin
fór til Nuuk sama dag
Morgunin eftir vóru vit øll saman aftur
Vit búðu á Samuel Kleinschmidtskúlanum — í fimleika-
høllini saman við Tromsringen úr Norður Norra — og
rann tad væl saman okkara millum
A skúlanum búðu eisini hini luttakarnir, tó ikki liðið
úr Nuuk
Hini liðini vóru
úr Iqaluit, Canada ,
úr Karasjok, Samaland og Tromsø, Norra og
úr Qaqortoq, Nanortalik og Ilulissat í Grænlandi
Tilsamans umleið 150 ungfólk og leiðarar
Ætlanin hevði verið at fáa inuittar úr Alaska og Thule
við; men av ymiskum orsøkum datt tað nidurfyri. Stuttligt
hevði verið at hoyrt trummudansin úr Thule !
Tað, at vit búðu so tætt á skúlanum, gjørdi, at tann
sociali parturin av tiltakinum eydnaðist væl. Nógv vinar-
bond vóru knytt.
Tiltakið
Skráin fyri tiltakið sá soleiðis út (okkara skrá ) :
Leygardagin 19/7: Vælkomst og »vita av hvørjum ødrum«
Sunnudagin 20/7: Matiné fyri almenningin
Månadagin 21/7: 1. workshop, saman vid Qaqortoq
2. workshop, saman vid Nanortalik
Gongutúrur í haganum
Pallroyndir
Pallroyndir
Framsýning á Ellisheiminum
Framsýning í gongugøtini
Gallakvøld í Katuaq
Friggjadagin 25/7: 3. workshop, saman vid Karasjok
4. workshop, saman vid Ilulissat
Tysdagin 22/7
Mikudagin 23/7
Hósdagin 24/7
Hæddin var sjálvandi gallakvøldid í Katuaq, har vit
millum onnur vóru saman vid tromsoyingum
Tad er væl kent, at norðmen eru farin at læra seg
»stordans”, tað er føroyskur dansur. Men tey, úr Tromsø,
vita væl, at føroyskur dansur er meira enn bara dansur
Og tað vísti tey við at bjóða okkum uppí teirra fram-
21
sýningarpart at taka Sinclair's vísa og at enda kveldið
við felagsdansi (Ormurin Langi)
Fráferðin
Tað var við sorgblíðni, at vit skildust og leygardagin
fóru aftur til Danmarkar
Fyrst vit komu til Grønlands, var veðrið nakað heim-
ligt, grát í grát. Men tað batnaði skjótt, og tá ið vit aftur
sótu í Kangerlussuaq og so spakuliga snaraði okkum
hugin eystureftir, var brennandi sól. Og hjálpti tað væl
til, at >sorrig blev til glæde vendt“. Nú gleddi vit okkum
øll til at koma heim á Olausøku.
Eg siggji enn fyri mær myndina av Sonju og Thorhild,
sitandi á bonkinum uttan fyri høllina í floghavnini. M68:r
og troyttar í sólini — men alt var gingið gott.
Og tað skulu tit eiga — tit ungu í ferðalagnum. Tað
hevur verið ein fragd at vera saman við tykkum hesa
ferð og sæð, hvussu væl tit duga at bera tykkum — í
dansi og uttan fyri dansi
Við hesum ungdómi eru vit væl stødd í Føroyum
Nú, ferðin er av, vilja vit fegin takka
Katuaq v/ Jan Køvestad og Bendo fyri innbjóðing og
stuðul ,
Norðurlandahúsið v/ Petur T. fyri ferðina og
Hini í Dansifelagnum í Havn fyri at leggja okkum lag
á og fyri fíggjarligan stuðul
Og frá hinum í ferðalagnum : eina serliga tøkk til
Sonju, sum hevur verið eldsálin í øllum tiltakinum
Barnadansurin
Nú stendur dansitíðin fyri durum, og vit í Dansifelagnum
gleða okkum til at bjóða nógvum ungfólkum , saman
við hesum liðnum, í dans í vetur. Øll eru vælkomin og
ungfólk serliga
Visti tú, at ungfólk undir 20 ár ikki gjalda limagjald i
Dansifelagnum í Havn ?
Aftur í år verður barnadansurin í Norðurlandahúsinum
hvert friggjakvøld kl. 20:00, og er han longu byrjað
Fyri ferðalagnum
Kurt & Dánjal
arfridur skuldi valda frá
miðnátt og úteftir, men ikki
altíð var tað yvirhildið
Vit kunnu siga, at:sam
veruparturin millum tey
ungu lukkaðist væl. Hetta
var eisini eitt av aðalmáli
num hjá Jan Kløvstad við
hesi dansistevnu
Framsýni
Leygarkveldið vóru sell
komin, og fyrsta tiltakið var
í Katuaq, »Get-together«
ella »Vita-av-hvørjum-ødr
um«-tiltaki5. Oll sýndu eitt
petti fram av sínum og
søgdu frá, hvaðani tey vóru,
eitt sindur um teirra dans og
tílíkt
Tað var nú ikki so bráð-
neyðugt. Tað, at vit búðu so
tætt, gjørdi, at vit væl vístu
av hverjum ødrum. Men
sum eitt slag av royndar
framsýning var tað góð
venjing. Seinni blivu vit
heilt professionell!
Sunnudagin var so matí-
né fyri almenninginum. Tað
var ikki frítt, at okkurt ung-
fólk hevði eitt sindur av
summarfuglum; men tað
gekk bara væl. Bæði dansi-
lag og kveðing hjá hesum
ungu var av tí allarfagrasta
Síðani varð dansað fyri
teimum gomlu á Ellisheimi
num og í góðveðrinum á
gongugøtim. Væl dámdu
myndafólkunum. tá 10 stjór
in í Katuaq saman við før
oyingum í føroyskum klæð
um bóru pallin aftur í húsið
Vit møttu fleir føroying
um í Nuuk og fleiri lovaðu
at koma til gallaframsýn-
ingina, sum varð miku- og
hóskveldið
Sum summi vita, royna
norðmenn at:læra seg før
oyskan dans, stordans, tey
kalla. Og tað royndu luttak
ararnir úr Tromse á hest
stevnunmi eisini. Tað varð ein
ásannan frá teirra síðu, at
føroyskur dansur er meira
enn dansur, tá ið tey bóðu
okkum — saman við teimum
at enda teirra part av galla
kvøldinum. Vit kvóðu Sinc
lair 's vísu saman, og síðani
bjóðaðu vit áskoðarunum
upp í Ormin Langa!
Vit á pallin
Okkara framførsla gekk av
bera væl. Skymligt á palli-
num. Vit koma spakuliga
inn báðu megin frá. Nøkur
fá taka saman og byrja at
kvgða Runtsivalsstríðið
Hini líka sum steðga á
Føroyskur dansur? Skulu vit
fara uppí ? So líðandi menn-
ist ringurin, meðan ljósið
gerst alt bjartari — og eftir
eini lítlari løtu eru vit øll vid,
og framsýningin kan byrja!
Skráin var sett saman av
kvøding og dansispølum
Vit byrjaðu vid Runtsivals-
stríðnum og sandoyardansi
Síðani partur av Guðbrands-
kvæðnum og so gamla keta
Nakað av Grindavísuni kom
so áðrenn bandadansurin og
at ríða ediling vóru á
skránni. Endurbresturin var
Ormurin Langi. Tilsamans
hálvan tíma hugtóku hesir
føroysku ungdómar áskoð
arnar — tað hoyrdist á lógva
brestunum aftaná!
Verkskeið
Umframt framsýningarnar
luttóku vit eisini í 4 søkall
aðum »workshop”s, har vit
vóru saman við øllum teim
Nú skal lata brúnna byggja
yvir ánna í dal …«
um grønlendsku liðunum
hvert sær umframt eina ferð
saman við smágentum úr
Sámaland
Workshopparnir vóru
kanska í so stuttir til, at vit
fingu lært teirra dans, og
føroyskur dansur er ikki
serliga vælegnaður hjá út-
lendingum, sum ikki skilja
innihald og mál
Men vit høvdu tað stutt-
ligt saman og fingu gott
samband við teir ymsu leið
ararnar
Út í náttúruna
Tann dagurin, sum kanska
allarbest situr eftir í minni-
num frá hesum framúrskar-
andi túri, var týsdagurin
Hann var lagdur av til haga-
túr — ella >fjeldtur“, sum tað
var rópt í skránni
Dagurin var ríkaður við
brennandi sól og mýggja-
bitum
Myndin talar fyri seg
Her var dansað og sungið
Tikid .varð saman í
rundkoyringini longu á veg
út úr býnum Gomul
grønlendsk styrkisbregd
vóru roynd. Og berjalyngur
samlaður at gera bál
burturúr. Her gjørdu tær
grønlendsku konurnar
kópasúpan og kókað kópa
kjøt og livur. Væl smakk
aði!
Afturkomin vóru vit in
terviewad i >Radio Up
town“, sum í veruleikanum
liggur downtown í Nuuk!
Meðan vit vóru haryviri,
vóru vit eisini í tí grøn-
lendska sjónvarpinum og í
teimum grønlendsku blødu-
num. Sjålvt Utvarp Føroya
hevði eitt prát við Dánial
og Sonju í morgunsending-
int
So vit kunnu siga, at PR-
parturin lå ikki eftir
Farvæl
Friggjakvøld var so farvæl
samkoma í Katuaq, har gáv
ur og heilsur vóru bornar
serliga ul Jan og Bendo
Bendo var tó ikki komin
vegin fram, og vit undraðust
á tað. Hon, sum hevði verið
um okkum tíðliga og síðla
líka síðan vit settu fótin á
jørð í Nuuk???
Og so alt í einum
komu tveir roysningar inn
millum áskoðarnar og
sum teir gjørdu um seg. Her
var hvín og róp — og fólk
hevði hug at rýma undan!
Tá var tað Bendo og ein
vinkona innan grønlendska
sjónleikalist. Framúr leik-
list
Hetta var ein góður endi
og tað var ikki nógv sovið
ta seinastu náttina!
Tað er altíð við sorg-
blídni, tú fert avstað
Nógv nýggj vinabond
vóru knýtt og skulu nú
standa sina roynd
Men tá ið vit sótu í brenn
andi sól uttan fyri bíðihell-
ini í Kangerlussuaq vóru
fólk bara móð — og glað
Glad um, at tað hevði ging-
ist so avbera væl. Nú var
bara túrurin eftir ul Dan-
markar og so heim at
halda Olavssøku
Alt gekk upp á stás — og
vit fingu høvi at dansa
meira, tå ið vit komu til
Keypmannahavnar. Føroy-
ingafelagið niðri helt Olavs-
seka í húsinum á Vesterbro
— beint við ungdómsgarðin,
har vit búðu. Og vit vóru
ikki sein
Vit vóru aftur heima
sunnudagin — akkurát til
Olavssøkuhaldid.
Ung undir 20 ókeypis
Nú er so dansitíðin fyri
framman, og vit í Dansi-
felagnum í Havn gleða okk-
um til at síggja nógv ung-
fólk í dansinum í vetur.
Kanska skuldu vit mint á,
at nevndin hevur viðtikið,
at ungfólk undir 20 ár ella
undir útbúgving skulu
kunna gerast fullgyldugir
limir uttan at gjalda lima-
gjald í felagnum
Barnadansurin eisini
Og nú er so barnadansurin í
Norðurlandahúsinum eisini
byrjaður aftur Hvert
friggjakvøld klokkan átta
metast børn og foreldur at
leggja lunnar undir og at
gleðast við dansin
Vónandi fær hann aftur í
ár góða undirtøku. Og tit
foreldur, komið við!
- Kurt -