Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. november 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 210 - 5. november 2003 Nr. 210 - 5. november 2003 7 Fyrst í hesi vikuni landaðu fýra íslendskir og tríggir føroyskir bátar til Havsbrún í Fugla- firði. - Vórðu vit ikki raktir av verkfalli tíðliga í summar, høvdu samlaðu nøgdirnar higartil verið sløk 60.000 tons fleiri, sigur stjórin á Havs- brún, Bergur Poulsen FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sunnudagin og mánadagin landaðu fýra íslendskir bátar, Svanur, Beitir, Askell og Hofell, ídnaðarfisk til Havsbrún í Fuglafirði. Bergur Poulsen sigur, at íslendsku skipini, sum hava roynt í føroyskum sjógvi, høvdu eini 3000 tons av svartkjafti tilsamans. Nøkur føroysk skip hava eisini landað til Havsbrún fyrstu dagarnar í vikuni. Krúnborg landaði 800 tons mánakvøldið, Kristian í Grótinum kom á middegi týsdagin við 1800 tonsum, og týskvøldið kom Norð- borg við 800 tonsum. Hvussu verður teir næstu dagarnar, dugdi Bergur ikki at meta um, tá ið vit frættu fyrrapartin í gjár. - Skipini hava øll roynt vestan fyri í føroyskum sjógvi. Væl hevur verið at fingið, men síðan hann øtlaði veðrið, er minni komið burtur úr. Í síðstu viku keypti Havs- brún eisini væl av svart- kjafti frá føroyskum og ís- lendskum skipum. Spurdur, hví íslendsku skipini landa í Føroyum, sigur Bergur, at tað í fyrsta lagi er stutti teinurin til lands, nú svartkjaftaskipini royna vestanfyri Føroyar. Í fjør keypti Havsbrún umleið 250.000 tons av ídnaðarfiski, og høvdu vit ikki havt verkfall á privata a r b e i ð s m a r k n a ð i n u m tíðliga í summar, hevði árið 2003 verið rættiliga gott hjá virkinum í nøgd. - Vit mistu sløk 60.000 tons av ídnaðarfiski í summar, meðan verkfall var. Soleiðis, sum gongdin annars hevur verið í ár, høvdu vit langt síðan havt fingið somu nøgd sum í fjør. Men verfallið rakti okkum sera meint. Bergur Poulsen sigur at enda, at higartil í ár hevur Havsbrún keypt eini 270.000 tons av ídnaðar- fiski, og væntandi koma samlaðu nøgdirnar uppá eini 280.000 tons, tá ið árið er liðugt. Havsbrún fær væl av svartkjafti Higartil í ár hevur Havsbrún tikið ímóti umleið 270.000 tonsum av ídnaðarfiski ímóti 250.000 tonsum síðsta ár. - Verkfallið tíðliga í summar kostaði okkum sløk 60.000 tons, sigur stjórin, Bergur Poulsen. Mynd: Jan Müller Nú svartkjafturin fæst vestanfyri í føroyskum sjógvi, er stutt hjá skipunum at sigla til lands. Fleiri íslendskir bátar hava landað í Fuglafirði seinastu tíðina. Mynd: Jan Müller Løgmálaráðið brýtur rættartrygdina hjá Elektron og peninga- stovnunum, tá ið ein skipan, sum tey hava fingið loyvi til, verður jarðløgd. Tað heldur Kristian Magnussen, limur Javnaðarfloks- ins í Rættarnevndini. Hann vil hava løg- mann og landsstýris- málanevndina upp í málið um Gjaldskip- anina, so tað fæst aftur á rættkjøl GJALDSKIPAN Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Løgmaður og landsstýris- málanevndin eiga at fara inn í málið um Elektron og Gjaldskipanina og seta Høgna Hoydal landsstýris- ±mann upp á pláss. Tað sigur Kristian Magn- ussen, løgtingsmaður og limur í Rættarnevndini hjá løgtinginum, sum er púra sannførdur um, at Høgni Hoydal sýnir ósaklig atlig í sínari stremban eftir at steðga Gjaldskipanini hjá Elektron og peningastovn- unum. Í fyrstu atløgu fekk Elek- tron loyvi frá Dátueftir- litinum til at fara undir Gjalskipanina, sum fór at virka tíðliga í fjør. Tað vildi Høgni Hoydal, landsstýris- maður við lógarmálum, ikki lata sær lynda. Hann setti tí eina nýggja kunn- gerð í verk í summar, sum beinleiðis leggur eftir peningaflytingum hjá pen- ingastovnunum. Í síðstu viku kom Dátueftirlitið til, at nýggja kunngerðin forð- ar nýggjum kundum og upplýsingum at koma í Gjaldskipanina. Sostatt er skipanin í roynd og veru steðgað hálvt annað ár eftir, at hon fór at virka. – Hetta svarar til, at tú skalt byggja og fært byggi- loyvi. Tá tú hevur fingið húsini upp at standa, men manglar vindeygu og hurð- ar, fært tú at vita, at tú sleppur ikki at byggja víð- ari. Tú mást gjarna búgva í húsunum, men sleppur ikki at gera tey liðug. Gjalskip- anin kann heldur ikki koyra í hálvum gekki, sigur Kristian Magnussen. Í kunngerðini frá 16. juni 2003 er farið beinleiðis eft- ir peningastovnunum, og allir aðrir stovnar, eru hildnir uttanfyri. – Hetta er grovt brot á alla rættartrygd, og lands- stýrismaðurin hevur ikki umsitið á fullgóðan hátt. Eftirlitið við landsstýris- monnum liggur hjá løg- manni, og tí má hann taka sær av, at fáa málið aftur á rættkjøl. Tað álitið mugu vit hava á honum, sigur Kristian Magnussen. Ger løgmaður einki, kann løgtingið reisa misálit á antin løgmann ella Høgna Hoydal. Men Kristian Magnussen ivast í, um tað loysir seg hjá andstøðuni, tí eitt misálit vendir til eitt álit, um tað verður felt í tinginum. Øðrvísi aðrastaðni Tað er bara í Føroyum, at serligar treytir um flytingar uttanlands hjá eitt peninga- stovnum verða heftar upp í lógina um viðgerð av per- sónsupplýsingum. Hvørki í Íslandi, Noregi ella Dan- mark eru serlig atlit til flyt- ingar hjá peningastovnum. Loyvt er at flyta persóns- upplýsingar til trygg lond, og kunngerðirnar til lógir- nar snúgva seg einans um undir hvørjum treytum, flytast kann til ótrygg lond. Í Føroyum hava nøkur atlit sníkt seg inn, sum stava frá 1994, tá forðast skuldi peningastovnum at flyta edv-samskifti av land- inum. Í hesum føri er ikki talan um trygd hins ein- staka, sum er endamálið við lógini, men um vinnu- politikk, hevur Turið Debes Hentze, forkvinna í Dátu- ráðnum ført fram. – Tað er púra burturvið, heldur Kristian Magnussen. Um vit skulu forða pen- ingastovnunum serliga, so skuldu vit havt eina serlóg, har tað stóð svart upp á hvítt. Álit er ikki lóg Kristian Magnussen við- gongur, at løgtingið hevur verið í so vinglut í málin- um. Álitið til lógina um viðgerð av persónsupplýs- ingum nevnir peninga- stovnarnar og loyvir lands- stýrismanninum at gera kunngerð, sum útgreinar lógina á hesum øki. Kortini er hann sannførdur um, at landsstýrismaðurin hevur borið seg skeivt at og fer at tapa málið í rættinum, um tað kemur so vítt. – Eitt álit er ikki lóg. Tað hevur Hægstirættur fleiri ferðir tikið avgerð um. Gamaní loyvir hon lands- stýrismanninum at gera eina kunngerð, men spurn- ingurin er, um tað eru sak- lig atlit, sum Høgni Hoydal hevur tikið. Lógin sigur einki um peningastovnar ella Gjaldskipan. Lógin snýr seg einans um per- sónsvernd og ikki vinnu- forðingar. Tí fer landsstýrið at tapa hetta málið, og tað verður skattgjaldarin, sum skal bløða, sigur Kristian Magnussen, løgtingsmaður. Í einum føri verður sagt, at persónsupp- lýsingar kunnu flytast til útlond, sum kunnu tryggja eina fullgóða viðgerð av upplýsing- um. Aðrastaðni verð- ur sagt, at ein kunn- gerð skal steðga út- flutningi av persóns- upplýsingum pen- ingastovna. Løgtingið tosaði sostatt við tveimum tungum, tá lógin um viðgerð av persónsupplýsingum var fyri í tinginum ÚTGREINING Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Tað ber væl til at blása við mjøli í munninum. Tú skalt bara hava mjølið nóg leingi í munninum. Líkt er til, at Løgtingið hevur roynt seg í hesi grein í málinum um Elektron og Gjaldskipanina, sum so nógv rok stendst um. Gjald- skipanin er steðgað, tí Høgni Hoydal, landsstýris- maður við lógarmálum, í einari kunngerð er farin beinleiðis eftir peninga- stovnunum. Tað líkist ser- lóggávu, og tað verður vanliga ikki hildið at vera í samsvari við góða rættarsið- venju, tá øll ikki eru líka fyri lógini. Men kunngerðin er í samsvari við lógina, sigur Dátueftirlitið, sum hevur steðgað Gjaldskipanini. Nú hevur Elektron stevnt. Alt snýr seg um løgtings- lóg nr. 73 frá 8. mai 2003. Lógin hevur til endamáls at tryggja persónsvernd hins einstaka, tá persónsupplýs- ingar verða viðgjørdar, so- leiðis at tær verða við- gjørdar við virðing fyri tí persónliga frælsinum og heimafriðinum og grundað á persónsupplýsingar við høgari góðsku. Meginreglan er, at per- sónsupplýsingar skulu við- gerast í Føroyum. Men per- sónsupplýsingar kunnu flytast til útlond, sum kunnu tryggja eina fullgóða viðgerð av upplýsingunum, stendur í lógini. Perónsupp- lýsingar kunnu eisini flytast til útlond, um tann skrásett hevur givið loyvið til flutn- ingin. Hetta var orsøkin til, at Dátueftirlitið í fyrstu atløgu loyvdi Gjaldskipanini hjá Elektron og peningastovn- unum. Í Gjaldskipanini verða sjálvvirkandi flyting- ar avgreiddar fyri fólk í samstarvi við PBS í Dan- mark. Upplýsingar fara til Danmarkar at venda, men av tí, at talan er um upplýs- ingar, sum ikki eru við- kvæmar, og at tær fara til eitt trygt land, sum Dan- mark er í hesum høpi, so gav Dátueftirlitið peninga- stovnunum loyvi til skipan- ina. Harafturat kemur, at tann einstaki samtykkir, at flytingarnar fara fram. Men Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vildi ikki lata sær lynda, at Gjald- skipanin hjá PBS kom í gildi í Føroyum, tí hann helt tað ikki samsvara við tað, sum løgtingið hevði álagt honum. Og verður hugt í lógina sæst, at Rætt- arnevndin hevði júst hend- an spurningin á lofti. Í álitinum til lógina sæst, at Rættarnevndin leggur áherðslu á, at allar edv- skráir skulu varðveitast og viðgerðast í Føroyum, og at forðast skal fyri, at peninga- stovnarnir flyta sítt edv- samskifti av landinum. Rættarnevndin sigur í álit- inum, at landsstýrismaðurin beinanvegin og áðrenn lógin fær gildi, skal »seta greiðar reglur í kunngerð um flutn- ing av persónsupplýsingum til útlond, herundir steðga ella avmarka útflutning. Rættarnevndin mælir til, at hendan kunngerð kemur til at fata um júst spurningin um at steðga útflutningi av persónsupplýsingum pen- ingastovnanna.« Við hesum broytingum helt Rættarnevndin, at pol- itiski málsetningurin at veita borgarum bestu per- sónsvernd og politiski mál- setningurin at fyribyrgja, at peningastovnarnir flyta sítt virksemi av landinum, varð rokkin. Kortini gav Dátueftirlitið peningastovnunum loyvi at fara undir skipanina, til Høgni Hoydal smíðaði eina nýggja kunngerð, sum við vissu forðaði peningastovn- unum at flyta upplýsingar av landinum. Sostatt er líkt til, at løg- tingið hevur vinglað í spurninginum um persóns- upplýsingar. Í einum føri verður sagt, at upplýsingar kunnu flytast til trygg lond. Í øðrum lagi staðfestir Rættarnevndin, at ein kunngerð skal gerast, sum steðgar útlutningi av per- sónsupplýsingum hjá pen- ingastovnum. Løgtingið blásti við mjøli í munninum Eitt grovt brot á rættartrygdina Málið um Elektron og Gjaldskipanina er so álvarsligt, at løgmaður eigur at taka málið úr hondunum á Høgna Hoydal, sigur Kristian Magnussen C M Y K 7 6