Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. november 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 210 - 5. november 2003 Nr. 210 - 5. november 2003 13 Seinasta vikuskifti vóru lærarar á mið- námsskúlum úr 5 ymiskum londum á vegleiðaraskeiði í Føroyum í sambandi við oljukappingina Xplore. Kappingin eydnaðist sera væl í fjør, og í ár er - um- framt føroyskar lut- takarar - eydnast hjá Tökni at fáa luttak- arar við úr Íslandi, Skotlandi, Danmark og Noregi. OLJUSPÆL Jan Müller jan@sosialurin.fo Xplore er ein telduskipan, sum bleiv ment í 2002 av Sansir og Tökni fyri olju- feløgini Eni og Føroya Kolvetni. Menningin var partur av førleikamenning- ini hjá oljufeløgunum í Før- oyum, og endamálið við skipanini er at geva luttak- arunum eina grundleggj- andi fatan av oljuleiting. Umframt miðnámsskúla- næmingar hava ymisk al- tjóða virkir nýtt skipanina í útbúgving av teirra fólki. Xplore oljukappingin 2003 verður í døgunum 17. til 19. november. Luttakar- arnir eru í bólkum við trimum ella fýra í hvørjum, og tey kappast í einum hugsaðum oyggjalandi, sum júst er latið upp fyri oljuleiting. Uppgávan er at finna mesta virði av olju fyri minst møguligan pen- ing. Hundrað bólkar luttaka Sambært Ólavi Ellefsen frá Tökni vera 300 luttakarar í 100 bólkum við í Xplore 2003. Tey koma frá saman- lagt 11 miðnámsskúlum í Føroyum, á Höfn/Suður- landinum í Íslandi, Aber- deen í Skotlandi, Sola/Stav- anger í Noregi og Odense í Danmark. Føroysku skúlarnir, sum luttaka, eru Tekniski Skúli Klaksvík, Føroya Handils- skúli á Kambsdali, Stud- entaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoy, Føroya Studenta- skúli í Hoydølum, Føroya Handilsskúli Tórshavn og Miðnámsskúlin í Vági. Vegleiðaraskeið í Føroyum Luttikið verður í Xplore umvegis internetið, og vegleiðarar eru til staðar á øllum tíggju miðnámsskúl- unum, soleiðis at næming- arnir hava ein á staðnum at heita á og styðja seg til, um ivamál stinga seg upp. Í hesum sambandi skip- aði Tökni fyri Xplore veg- leiðaraskeiði á Føroya Studentaskúla vikuskiftið 1. og 2. november. 12 lær- arar úr øllum 5 londunum luttóku. Ein av lærarunum var Mark T. Ward úr Skotlandi, sum hevur arbeitt í oljuvinnuni har í eini 25 ár, og sum nú eisini fæst við undirvísing. Hann skal vegleiða næmingum í Aberdeen í sambandi við Xplore. Sambært honum er talan um eitt serstakliga gott amboð, sum kann geva ikki bara næmingum, men eisini starvsfólki í oljuvinn- uni eina heildarfatan av oljuleiting. – Tú hevur tað stuttligt meðan tú kappast við hini í simulatiónini, og sam- stundis lærir tú eina rúgvu, sigur hann um nýggja spæl- ið. Kontantur vinningur Sum skilst á lagnum, koma bestu 12 bólkarnir í final- una, sum verður 21. nov- ember. Í fjør var stinnasti bólkurin av Tekniska Skúla í Klaksvík. Teir tríggir Hallur Joensen, Rói Jacob- sen og Gunnleivur Biskop- stø vóru fremstir í inn- leiðandi umfarinum og vunnu eisini finaluna. Eins og í fjør, verður besti bólkurin í ár heiðraður við 15.000 krónum á Off- shore Faroes, sum verður 2. desember í Norðurlanda- húsinum. Føroysk fyriskipan Kappingin í ár verður fyriskipað av Tökni. Høv- uðsstuðul er oljufelagið Eni, og nakrir av hinum stuðlunum eru Atlantic Air- ways, Føroya Sparikassi og Norrønt Atlantssamstarv, NORA. Tað er ókeypis hjá miðnámsskúlanæmingunu m at luttaka. Høvi er at síggja Xplore á heima- síðuni www.xplore.fo. Millumtjóða oljukapping fyriskipað úr Føroyum Bjørg Joensen Um framtíðin verður sum ÚF segði frá á døgurða mánadagin, so verður barnaansingin eingin trup- ulleiki. Størsti trupuleikin verður fíggjarligi spurningurin, um vit yvirhøvur kunnu gera okkum hugsanir um at stovna familju. Í dag er góð inntøka ein treyt fyri at tað kann lata seg gera. Meðan Prísráðið ansar eftir at kilo-prísurin á spiki ikki fer út um mark, umrøður tingið _alternativa húsabygging", sum er 65 fermetrar-íbúðir fyri slaka eina mió. krónur. Tá slepst neyvan undan inntøku.... Veruleikin er, at gjaldið hækkar og tænastan lækkar!? Nú skulu páparnir ikki sleppa framat børnunum og mammurnar verða fluttar aftur í fortíðini. Vorðið sum familjuvinarligt samfelag sitandi samgonga borð- reiðir við. Fyri meg minnir hetta ikki sørt um kreppuna í 90-un- um, har stórur partur av fólkinum - bæði ung og gomul - noyddust at rýma av landinum, hóast tey ikki kravdu meiri enn at sleppa at vera til. Tað virkar sum hesar somu treytir nú verða veru- leiki aftur, hjá somu aldurs- bólkum. Bert er hóttanin ikki arbeiðsloysi men óttin fyri revsing at seta framtíð- arborgarar í heim í hesum samfelag. Hómast sama skil aftur? Eg kann sjálvandi velja børnini og framtíðina í før- oyska samfelagnum frá, ella at flyta til Danmarkar og búðsetast í einari komm- unu við ansingar-trygd — og búgva har til børnini eru komin í skúlaaldur. Síðani er bert at vóna, at onkur lærari enn støðist heima, til ta tíð. Schandorff Vang Nei, Høgni Mohr, ikki liggur tað mær so nær sum tykkum fullveldisfólkum at hótta frælsið. Og áðrenn man fer í bløðini at kalla fólk býtt, eigur man at hugsa seg sera væl um — fleiri ferðir. Er tað so, at eg havi "partapolitiska tvingsils- hugsan", sum tú sigur, so veit eg um enn fleiri tjóð- veldisfólk, sum eru nógva ferðir verri enn eg. Tey, sum duga at lesa, síggja heilt greitt, at eingin hóttan liggur í nøkrum, sum eg havi skrivað. Men um nakar tekur tað skrivaða (spurningarnar) til sín persónligt, so man tað ikki vera uttan orsøk! Tað mest láturliga haldi eg vera, at tú, Høgni Mohr, heldur meg spilla politiska orðaskiftið í Føroyum. "Eitt orðaskifti, ið heldur átti at havt grundgevingar sum grundstøði". Takk skalt tú hava! Parta- politisk tvingsilshugsan??? Nú tú ert inni á løgregl- uni, so kunnu vit t.d. taka aftur í aftur har arbeiði við yvirtøkuni av løgregluni byrjaði. Á einum av fyrstu fundunum har Føroya Polit- istafelag var við, tók vara- løgmaður Høgni Hoydal til orðana nakað soleiðis: "Hava vit fyrst yvirtikið løgregluna, so hava vit fingið maktina". Skal hetta vera "grund- gevingar sum grundstøði"? Hvar er grundstøði og tær sakligu grundgevingarnar í samband við yvirtøkuar- beiðið av løgregluni? Opinleiki ella duldar dagsskráir? Hvør hóttir tá frælsið? Kann tað hugsast, at okkurt í hesum orðunum bert staðfestir tað, sum Katrin Dahl segði í ting- inum? "Familjuvinarliga" samfelagið Føroyar VIÐMERKINGAR - Tú hevur tað stuttligt meðan tú kappast við hini í simulatiónini, og samstundis lærir tú eina rúgvu, sigur Mark T. Ward um oljuspælið Mynd: Jens Kristian Vang Ólavur Ellefsen úr Tøkni sigur, at tað í ár hevur eydnast at fáa einar 300 luttakarar til oljuspælið Mynd: Jens Kristian Vang Hvør hóttir frælsið? C M Y K 13 12