Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. november 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 210 - 5. november 2003 15 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Regin Dahl 85 ár Í dag, mikudagin 5. no- vember, fyllir Regin Dahl, tónaskald og yrkjari, 85 ár. Regin er føddur í Sandá- gerði 5. november 1918. Faðir hansara var Jákup Dahl, próstur (1878-1944), sonur Petur Hans Dahl, keypmann við Krosslið í Vági og Elisabeth Súsonnu Vilhelm. Móðirin var Maria (1874-1949), dóttir bakar Hansen og Marionnu Jacobsen á Húsum. Regin fór sum 15 ára gamal til Danmarkar at ganga í skúla og tók stu- dentsprógv frá Sorø í 1937. Hann hevur bara búð stutt skifti í Føroyum, men hev- ur altíð verið nógv saman við føroyingum í Danmark og skrivar bara á føroysk- um. Umframt at yrkja hevur hann eisini komponerað nógv løg til sangir, serliga sangir hjá Hans Andreas Djurhuus, men eisini hjá øðrum føroyskum og norð- urlendskum yrkjarum. Um- leið fýra hundrað av teim- um eru á bandi. Hann hevur givið út fleiri bøkur og yrkingasøvn, eins og nakrar plátur. Stóran part av ævi síni hevur Regin verið forlags- ráðgevi hjá Gyldendal, og hevur hann eisini savnað og lagt til rættis søvn eftir donskum yrkjarum. Regin eigur døturnar: Kristin, Katrin og Onnu Mariu. Gunnar Mikkelsen, ið bleiv nr. 2 í "Stjerne for en aften" seinasta fríggjakvøld, er hálvur føroyingur. Mamm- an eitur Kristianna Mikkel- sen, hon er dóttir Ebbemiu og Gunnar Holm Jacobsen. Ebbemia býr í dag í Havn. Pápin, Jørgen Mikkelsen, er dani, ættaður frá Samsø. Gunnar fylti 21 ár 29. oktober, hann er føddur og uppvaksin í Vestbjerg, 14 km norðanfyri Aalborg. Eftir at hava gingið eitt ár í 10. flokki á eftirskúla á Mariager gekk hann í trý ár á Aalborg Katedralskole og tók studentsprógv har. Hann búði í Berlin, áðrenn hann fór til Kanada í mai mánað í ár. Har búði hann á eini ranch, til hann kom aftur til Danmarkar nú í oktober. Tað var pápin sum fekk í lag at senda ein fløgu inn til "Stjerne for en aften", og Gunnar bleiv nr. 2 seinasta fríggjakvøld. Av teimum sum átta sum eru nr. 2, koma tvey víðari, so spennandi verður at fylgja við hvussu fer at gangast hjá Gunnari komandi fríggjakvøld. Gunnar Mikkelsen: Góðar møguleikar í »Stjerne for en aften« Dagurin 5. november. Mala- kias, deyður í 1148. Írskur munkur, sum varð valdur til biskup í Armagh í Írlandi. Segðist at útinna mong undurverkini. Summir halda, at sipað verður til Málaki, tann síðsta av teimum 12 smáu profetunum í Gamla testamenti. Bíbilska profeta- navnið merkir mítt sendiboð. Í mai 1973 fingu tólv næmingar prógv sum maskinmeistarar á Føroya Sjómansskúla, teir vóru: f.v. Jákup Berg, Tórshavn, Jón Eliasen, Leirvík, Jóhan Eysturoy, Tórshavn, Knút Gray, Tórshavn, Kári Gaard, Oyndarfjørður, Marius Hansen, Lambi, Terje Jacobsen, Vestmanna, Wenningsted Jensen, Sørvágur, Jóan Magnus Olsen, Vestmanna, Tórður Samuelsen, Leirvík, Kjartan Stenberg, Svínoy, og Jens Weihe, Sørvágur. Kelda: Myndaárbókin Árið ið fór 1973 Maskinmeistaraprógv í 1973 15 14 Nr. 210 - 5. november 2003 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Leygardagin 1. november var minn- ingardagur teirra sjó- látnu hildin kring landið. Minningar- hald var eisini á Sjómansheiminum í Havn og løgmaður legði krans við minnisvarðan í viðalundini MINNINGARHALD Alla halganna dag, 1. no- vember, vóru minningar- hald hildin við teir ymisku minnisvarðarnar og í kirkj- um og samkomuhúsum kring landið. Eins og undanfarin ár var samkoma á Sjómansheim- inum í Havn, har Anfinn Kallsberg, løgmaður, og Martin Restorff Jacobsen, prestur á Nesi, hildu minn- ingarrøður. Vit prenta her røðuna hjá Anfinni Kallsberg, løg- manni: Einki í hesum heimi er 100% vist Anfinn Kallsberg, løgmaður, legði krans við minnisvarðan í viðarlundini Mynd: Magnus Gunnarsson Fyri nøkrum árum síðani varð eitt av føroysku fiski- skipunum tikið fyri at fiska innanfyri sjómarkið í einum av grannalondum okkara. Skiparin, ið var kendur skilamaður á sjógvi, greiddi rættinum frá, at sambært hansara útrokningar, so hevði hann ikki fiskað innanfyri. Við endan á rættarfundinum spurdi dómarin føroyska skiparan, um hann var 100% vissur í, at hann var uttanfyri. Tá svaraði føroyski fiskiskiparin: "Harra dómari! Einki í hesum heimi er 100% vist." Føroyski skiparin varð fríkendur. Fara vit í søguna, verða vit mint á sorgarleikin við "Titanic". Sagt varð um hetta skip, at tað var so væl bygt, at tað kundi ikki søkka. Hetta var tátíðarinnar heimsins størsta og best útgjørda skip. Men kortini hendi tað, sum eingin helt fara at henda: Á síni allarfyrstu ferð yvir havið fórst hetta sterka og stási- liga skipið í Atlantshavinum og tók hundraðtals fólk við sær niður í dýpið. Tá mátti sannast, at tað, sum menn mettu vera 100% trygt, var kortini ikki trygt. Í hesi útvið hundrað árini, ið eru liðin, síðani hesa døpru hending, er alsamt roynt at betrað trygdina umborð á øllum skipum sambært altjóða reglur. Vegna stórar skipsvanlukkur seinasta partin av øldini eru trygdarreglurnar nógv herdar, og trygdarskeið verða oftani hildin. Alt við tí endamáli, at sjó-fólk skulu kenna seg so trygg, sum á nakran hátt gjørligt. Hóast alla hesa fyribyrging so hendir kortini tað, ið vit av øllum alvi royna at verja okkum ímóti: At fólk sjólátast og skip farast. Skipasøgan vísir okkum, hvussu stutt tað er ímillum lívið og tað at fáa eina váta grøv. Ein hending frá 1935 er dømi um hetta: Føroyska skipið "Langanes" kom í ógvisligt ódn- aðarveður á Suðurlandinum á vári 1935. Óløgini løgdu yvir skipið og knústu tað, ið fyri var.Stórmasturin kvettist av og fór fyri borð við stórseglinum. Meðan menn stríddust á dekkinum fyri at bjarga tí, ið bjargast kundi, hoyrdist róp, at stórsjógvur var við at bróta inn yvir skipið. Tveir ungir hvalbingar, Dánjal Jákup Holm og Niels Pauli Nónstein, stóðu og hildu sær í mastrarstubban, sum stóð eftir í dekkinum. Men Dánjal Jákup rakk so illa tvørt- urum, at hann fekk ikki krept hendurnar. Sjógvurin breyt, og teir vóru hangandi. Men so kom eitt brot í hølunum á hinum brotinum. Tá misti Dánjal Jákup takið og fór fyri borð. Sumbingurin, Hjalmar Thomsen var farin aftur um stýrihúsið. Tá sær Hjalmar nakað, ið hann helt líktist einum posa, sum kom rekandi aftureftir. Hann vildi vita, hvat tað var, og sá, at tað var ein maður. Hjalmar, sum var ein sterkur unglingi, toygdi seg út um lúnningina, fekk í hárið á 18 ára gamla Dánjal Jákupi og fekk hann inn á dekkið í allarseinastu løtu. Hóast trygdarviðurskifti sjómansins eru nógv broytt til tað betra, so er sjómaðurin tó altíð í eini serstakari vandastøðu, av tí at hansara virkisøkið er havið, sum sangurin sigur: Teir berast á brúsandi bylgju um høv, har bert er ein fjøl millum teirra og grøv. Nýggi filmurin um lív Jesusar við føroyskari talu, er hugtakandi. Parturin, ið sýnir útróðrarbátin í ógvisliga ódnarveðrinum á Genezaretsvatninum, er serstaka livandi og viðkomandi fyri okkum føroyingar, at síggja bátsmenninar stríðast fyri lívinum móti storminum og uppøstu aldunum. Grípandi kennist løtan, tá ið bátsmenninir róptu á sovandi Meistaran. Jesus reisist, rættir út hondina, og stillar óveðrið og hóttandi aldubrot. Okkara ynski er, at Frelsarin sum stillaði stormin á Genezaretsvatninum, skal stilla tann storm, sum er í tykkara hjørtum, sum í dag fara ígjøgnum eitt ógvisligt sorgaróveður. Øll, sum eru komin saman her í dag, og allir føroyingar kring oyggjarnar, vilja vísa, at vit standa saman við tykkum, ið so sárt hava mist ein av tykkara kæru. Til havs hevur farið, so fagur ein skari, hann hvílist har úti, men vaknar ein dag og syngur frá sjónum hitt himmalska lag. Gud gev okkum øllum tað landið at ná, har skyldfólk og vinfólk vit uppaftur sjá, tá hirðin sítt fylgi úr mold og úr bylgju skal savna, hvar sorgin um ævir er av, tí deyður er deyðin og horvið er hav. Bernt Støylen / Gudmund Bruun týddi. Við hesum orðum vil eg vegna Føroya Landsstýri, vísa tykkum, ið mist hava, okkara djúpastu samkenslu í stóra sakni og sorg tykkara, og ynskja, at tit skulu fáa serstaka troyst og styrki frá Gudi í komandi døgum. Í virðing reisa vit okkum og minnast í tøgn tey farnu. Karl Hansen, Glyvrar, doyði umborð á "Stapanum" 3. december 2002, 35 ára gamal. Jóan Jacob Blástein, Vestmanna, doyði umborð á "Hvannadali" 14. febuar 2003, 59 ára gamal Hjalmar Guttesen, Tórshavn, druknaði í Havn 25. mars 2003, 52 ára gamal. Hanus Højsted, Svínáir, fórst í sínum starvi við „Fugltúgvuni" 6. mai 2003, 57 ára gamal. Marner Petersen, Klaksvík, doyði í sínum starvi við „Helenu" 19.oktober 2003, 49 ára gamal. Eftir minningarhaldið á Sjómansheiminum var farið niðan í viðarlundina, har løgmaður legði krans við minnisvarð- an. C M Y K 14