týsdagur 11. november 1997síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Randi Jacobsen
Áki Berholdsen
Hol á spurningin
um sjálvstyri
Oddagrein
Á landsstevnuni hjá Javnaðarflokkinum í
Trongisvági um vikuskifti varð hol sett á
spurningin um, hvussu vit í framtíðini skulu
skipa okkara rikisrættarligu vidurksifti.
Spurningurin um viðurskiftini við Danmark
hevur merkt politiska kjakið alla hesa øldina.
Tvinnir hava pólarnir verið. Sambands-
flokkurin vil ikki gera broytingar í heima-
stýrislógini, meðan Tjóðveldisflokkurin íkki vil
tosa um aðra og skilabetri loysn enn loysing.
Tað er av storsta týdningi, at foroyingar pol-
itiskt megna at gera semju um ríkisrættarligu
vidurskiftini, um ikki næsta hálva øldin skal
vera ein oyðimarkargongd, har eingin vísir
seg at hava nóg sterkan rygg at fáa í lag
eina politiska loysn á hesum oki.
Loysing í sjálvum sær er einki endamál. Hin-
vegin kann tað bara verða skilagott, at vit fáa
skipað viðurskifti - har tað eru vit foroyingar
ið stinga út í kortið kósinaTí má gongda leiðin
liggja ímillum báðar mótpolarnar og er ein
breið politisk semja tí neyðug.
Okkara áheitan á allar politiskar flokkar er,
at teir við opnum sinni taka upp hendan
spurningin. Tað ber ikki til, at flokkar læsa
seg fastar í eini stoðu, sum er tíkin út frá 50
ára gomlum fortreytum. Danmark er í dag
eitt annað samfelag, enn tað var í 1948. Og
Danmark er eisini partur av einum sterri
samfelag (ES), sum vit hava valt ikki at vera
partur av.
Um vit vilja tað, ella ikki, so eru broytingar
neyðugar Vit skylda eisini uppvaksandi
ættarliðnum, at viðurskiftini verða so greitt
skipað, at tað til eina og hverja tíð er Foroya
fólk, ið skal gera av um vit framhaldandi
skulu verða í ríkisfelagsskapinum
Javnaðarflokkurin hevur nú eisini boðað frá,
at hann aftur fer at leggja fyri tingið uppskot
um setan av stjøårnmålanevnd, sum skal
viðgera allan hendan spurningin. Fyrr í år
feldi tingið eitt slíkt uppskot, men undir
viðgerðini á tingi vísti tað seg, at meiriluti var
fyri at seta slíka nevnd. Men løgmaåur
kroysti Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin at
fella uppskotið - annars skrivaði hann út val.
Fyri at varðveita samgonguna, seldu
Sjálvstýrisflokkurin og Fólkaflokkurin
hugsjón sína.
Leggið til viks allar fordómar - og gamlar
ræðumyndir Gerið eina politiska semju, sum
við virðing fyri foroysku og donsku tjóðini,
greitt vísir, at vit foroyingar fáa okkara egna
samleika.
Tað er gagnligt politiskt arbeiði ...
Sostalurin
HEIN db
110 Tórshavn
Vilhelmt Johannesen, løgtin gsmaðu r
Føroya løgmaður
hottir Føroya løgting
Hann hóttir ikki vid at hann og landsstýrið fara at leggja frå sær. Hann høttir
heldur ikki við at skriva út nýval. Men hann nýtir eitt bræv, sum er bæði hon-
um, landsstýrinum, figgjarnevndini og løgtinginum óviðkomandi, at hótta
Løgmadur hevur skotið upp
fyri løgtnginum, at reglurn
ar fyri Framtaksgrunnin
verða broyttar soleiðis. at
forsætisráðharrin og leg
maður fáa standandi heim
ild at umleggja lánini, sum
grunnurin hevur hjá åvika
vist ríkiskassanum og
landskassanum, til parta
pening ella eginpening
Løgtingsins figgjarnevnd
tekur ikki undir við hesi æt]
an løgmans. Ein samd fíggj
arnevnd mælir til, at ein
åvisur partur - tilsamans 25
mi6. kr. - av samlada låns
peninginum uppá 198 mió
kr. verður umlagdur til
partapening. Hetta merkir.
at fíggjarneyndin mælir frá,
at geva forsætisráðharran-
um og løgmanni standandi
heimild at umleggja låns-
pening til eginpening. Um-
framt hetta hevur nevndin
eisini onnur broytingarupp-
skot til uppskot løgmans
Millum annað mælir
nevndin til, at framtaks-
grunnurin ikki skal sleppa
at seta meira pening í tær
fyritøkurnar, sum grunnurin
frammanundan er meirluta-
eigari í. Eisini mælir fíggj-
arnevndin til, at reglurnar
verða broyttar soleiðis, at
nevndarlimirnir í Framtaks-
grunninum ikki kunnu ger-
ast nevndarlimir í term fel-
øgum, sum grunnurin setur
partapening í. Sømuleiðis
verður mælt ul, at Fram-
taksgrunnurin verður skrá-
settur sum vinnurckandi
fíggjarneyndina og løgtingid við
grunnur í Førøyum, og at
grunnurin kemur undir
somu reglur og somu treytir
ið er galdandi fyri slíkar
grunnar her á landi
Løgmanni hóvar ikki hesi
broytingaruppskotini frá
eini samdari figgjarnevnd
Fá so er, skuldi ein roknað
við, at løgmaður tók orðið í
tinginum og kom við fleiri
skilagóðum og sakligum
grundgevingum ímóti upp
skotnu broytingunum, og
eins nógvum skilagóðum
og sakligum grundgeving
um fyri, at upprunaliga upp
skot hansara, er tað einasta
rætta. Men tað ger Edmund
Joensen ikki. Ístaðin velur
løgmadur at hótta fíggjar
nevndina og legtingið
Hetta er ikki nakað nýtt ella
ókent fyribrigdi frá hansara
síðu. Hesa ferð verður eitt
bræv frá Føroya Banka nytt
at hótta við. Brævið frå
bankanum er kortini ikki
stíla til løgmans
I einum tíðindastubba her
í blaðnum leygardagin, sig-
ur annar stjórin í Føroya
Banka, at bankin ongan lut
eigur í málinum um Fram-
taksgrunnin, og stjórin vátt-
ar, at bankin heldur ik: hev-
ur lagt seg út í málið. Tí er
nevnda bræv heldur ikki
stílað til løgmann, lands-
stýrið, løgtingid ella fíggj-
arnevndina. Men kortini ger
løgmaður sær dælt av hes-
um skrivi. Hann nýtir tað at
hótta Føroya Løgting við
Er tað nakað, sum okkara
aldargamla ting íkki kann
lata sær lynda, so er tað at
arbeiða undir hóttan. Og
tann seinasti, ið skuldi funn-
ið uppá at lagt trýst á løg-
tingið við hóttanum, skuldi
sjálvandi verið Føroya løg-
maður
Í blaðnum næstseinasta
tysdag, visti eg á nøkur
dømir, har løgmadur áður
hevur høtt, bædi sinar egnu
partamenn og sínar sam-
gongufelagar. Tað er óneyð-
ugt at taka tey dømini
frammaftur í dag. Nú kunnu
vit bara staðfesta, at tann
óhugnaliga og ódámliga
framferðin hjá Edmund Jo-
ensen, stendur við og versn-
ar. Nú hóttir hann eina
samda figgjarnevnd, og
væntandi merkir tað, at
hóttanin er vend ímóti Før-
oya løgtingi við sínum 32
fólkavaldu umboðum. Hetta
er helst eindømi í tí fólka-
ræðisliga partinum av heim-
inum
Næstseinasta týsdag
umrøddi eg eitt tíðindaskriv
frá løgmansskrivstovuni
har sagt varð. at fundirnir í
lítlu samgongu eru sera
góðir, og at landsstýrið sum
heild tekur undir við sam
gongufundunum. Eg spurdi
tå, hvat løgmansskrivstos
an, sum er ein partur av
landsumsitingini, hevur við
teir politisku samgongu
fundirnar at gera, og hvussu
tann skrivstovan kann vátta
ella avsanna nakað í tí sam
bandinum. Ég havi sjálv
andi onki svar fingið uppá
tann spurningin
Í sjálvum sær var tað sera
marghåttligt, at eitt slíkt tíð-
indaskriv skuldi koma frá
løgmansskrivstovuni, ið er
ein partur av umsitinigni
Men meira marghåttligt,
løgid og illgrunasamt er tað,
at nevnda tidindaskriv varð
sent sum eitt hulduskriv.
T.v.s. av ongin hevði undir-
skrivað tíðindaskrivið. Men
tað var skrivað á eitt bræv-
ark hjá løgmansskrivstov-
uni
Hver hevur so sent hetta
tíðindaskrivið? Var tað eitt
huldukonuskriv frá leg-
mansstjóranum ella huldu-
mannaskriv frá løgmani
sjålvum? Tað hevur stóran
áhuga at hesin spurningurin
fær eitt greitt svar!
Tann 10. nov. 1997
Vilhelm Johannesen
Ein missir
kortið
RANDI JACOBSEN
Politiið í Suðuroynni var
um víkuskiftið úti og
kannaði standin á bilun-
um. Heilt nógvir bilar
vórðu steðgaðir, men har
var einki at seta fingurin
dá
Eisini vórðu ferðmát-
ingar gjørdar. Tá var úr-
slrtið ikki líka gott. Tveir
fingu bót fyri at koyra ov
skjótt. og ein ungur drong-
ur koyrdi 115 km/t, og
hann missir koyrikortið
Tad kostar koyrikortið, tå
ferðin verður måld til
meira enn 30 km. hægri,
spæla alt
vikuskiftið
sennennnundenente
Kostnaður 50 kr.
Sunnukvøld ókeypis
Skåin er opin
hvønn dag frå kl. 11-23
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum visu samkenslu og
hjålptu okkum å ymiskan hått, tå okkara kæra kona,
mamma, vermamma og omma,
SVAVA OLSEN
fødd Davidsen
å Sandi
doyði og varð jarðað
Tøkk til Jákup Reinert Hansen, prest. fyri góð og
troystarrík orð í kirkjuni, tøkk tl sangarar og ber
arar. Tøkk fyri kransar, blómur og til tykkum, sum
fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað
Fyri tey avvarðandi
Tórálvur og dreingirnir við familju
Er
|—|—
——TA——————