Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. november 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 210 - 5. november 2003 17 Nr. 210 • mikudagur • 5. november 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Molde slapp við skrekkinum Stórur dramatikkur var í Noregi, tá ið Tromsø í yvirtíðini í síðsta umfarinum skoraði sigursmálið á útivølli ímóti Rosen- borg. Harvið broyttist alt í sambandi við niðurflytingina NOREG Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Síðsta umfarið er spælt í tippuliguni í Noregi. Har- við er landskappingin lið- ug. Jákup Mikkelsen var fyrrapartin av kappingarár- inum partur av liðnum hjá Molde. Hann var einasti føroyski spælarin í Noregi. Í løtuni bendir einki á, at nakar føroyskur spælari fer at vera partur av norsku landskappingini næsta ár. Harvið tykist eitt tíðarskeið at vera liðugt, sum tók seg upp, tá ið Julian Johnsson í januar í 1998 fór til Kongs- vinger at spæla. Seinni var hann í Sogndal, har Hans Fróði Hansen og Kurt Mørkøre vóru liðfelagar hjá honum. Í 2001 var eingin teirra eftir í Sogndal. Tá var tað, at Jákup Mikk- elsen flutti úr Herfølge og til Molde. Í summar flutti hann til Skotlands, og nú tykist tað altso at verða soleiðis, at eingin føroying- ur fer at spæla í Noregi næsta kappingarár. Tá ið hetta er sagt, so skal leggjast afturat, at Molde hevur havt fleiri før- oyingar til royndarvenjing- ar. Eitt nú hava fleiri KÍ spælarar verið í sambandi við Molde, men higartil er einki ítøkiligt komið burt- urúr. Spælararnar, sum tað verður sipað til, eru Atli Danielsen, Hjalgrím Elttør og Ovi Nysted. Molde hevur annars síð- ani summarsteðgin verið illa statt, og undan síðsta umfarinum var møguleiki fyri – um tað hevði viljað heilt illa til – at Molde skuldi flyta niður. Tað er langt frá støðuni í fjør, tá ið teir vunnu silvurkrónurnar. Men Molde slapp við skrekkinum. Í síðsta umfar- inum vóru teir í Sogndal, har teir vunnu 3–2. Harvið lyftu teir sær fram á sætta aftasta plássið. Undan síðsta umfarinum hevði veteranurin Trond Strande givið liðfeløgunum av grovfíluni fyri, at teir høvdu verið og dovnir, tá ið Molde í næstsíðsta umfar- inum á heimavølli hevði tapt 2–1 ímóti Viking Stav- anger. Eftir sigurin í Sogn- dal segði hann seg vera fegnan um, at hann hevði verið rísin, tí í Sogndal vísti Molde sannan stríðsvilja. Lyn, sum NSÍ í august spældi ímóti í UEFA Cup kappingini, endaði fimti aftast. Í síðsta umfarinum taptu teir 3–0 á heimavølli ímóti Lillestrøm, sum fekk betri endastøðu, enn teir hava megnað seinastu árini. Men tað er framvegis langt til gamla meistaraliðið Lillestrøm. Drama í botninum Undan síðsta umfarinum bendi alt á, at Tromsø skuldi verða annað liðið, sum fór at flyta beinleiðis niður í næstbestu deildina. Undan vitjanini í Trónd- heimi vóru teir undir strik- uni, og tað varð mett lítið sannlíkt, at teir skuldu megna at fáa stig og vinna á Lerkendal ímóti Rosen- borg. Men tað var júst so- leiðis, at tað tók seg upp. Tromsø vann, og teir skoraðu einasta málið, tá ið seinna umfarið var næstan 48 minuttir gamalt. Harvið lyfti Tromsø sær upp á fjórði aftasta plássið. Hetta var fyrsta ferðin í 38 dystum í landskappingini, at Rosenborg fór av vøllinum, uttan at tað hevði eydnast teimum at skjóta mál. Rosenborg hevði fyri einum seks vikum síðani tryggjað sær meistaraskapin, sum teir alt árið hava ligið til at vinna. Men í leiðsluni í felagnum vóru teir í øðini inn á, at spælararnir ikki skuldu vísa størri stríðsvilja, og harvið geva til kennar, at teir kanska í hugburði vóru farnir í vetrarfrí. Aalesund hevði heima- vøll ímóti Bryne. Heima- liðið vann 2–0, men tað hjálpti ikki. Eftir eitt ár í bestu deildini flytir Aale- sund niður aftur. Hitt niður- flytaraliðið er Bryne, sum legði rygg til 2–0 tapið í Aalesund. Leikárið hjá Vålerengen verður longt, eftir at teir taptu 3–1 í Brann. Stórdystur verður í Vest- manna mikudagin, tá VÍF skal royna at venda tungu gongdini, sum hevur hótt liðið seinastu dystirnar. Og uppgávan verður neyvan størri enn tað sama, tá Kyndil kemur á vitjan. Her er talan um sonnu risarnar í føroyskum manshondbólti. Kyndil tykist eisini eftir nøkur heldur sløk ár at hava reist seg aftur, og í løtuni eru teir á odda í bestu mansdeildini. Kyndil er tó ikki einsa- malt oddalið, tí grannarnir úr Neistanum hanga eisini í. Teir skulu mikukvøldi spæla móti KÍF, og so er spurningurin, hvørt tvey stig aftur fáast til høldar í hesum dystinum. Eisini hjá kvinnunum er ein dystur í Vestmanna, og eins og hjá monnunum er tað Kyndil sum vitjar hjá VÍF. -jm Dystir mikukvøldið: 1. deild kvinnur 18.30 VÍF-Kyndil 1. deild menn 20.00 VÍF-Kyndil 20.00 Neistin-KÍF Brak í Vestmanna Íslendska Fram, sum er at meta sum ser- frøðingar í niður- flytingarstríðnum, hevur gjørt trý ára sáttmála við fyrrver- andi HB og B36 venjaran VENJARI Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fimm ár á rað hevur Fram á seinasta leikdegi bjarg- að tilveruni í fremstu ís- lendsku deildini. Tað í sjálvum sær líkist einum bragdi, sum sjálvt Skála helst fær trupulleikar við at gera eftir, men í felagn- um ætla tey ikki, at hetta eisini skal verða søgan framyvir. Um trý ár ætla teir sær at verða partur av odda- stríðnum í Íslandi, og felagið metir seg eisini hava funnið venjaran, sum kann hjálpa teimum í hesum. Talan er um Ion Geolgau, sum vit her í Føroyum best kenna frá tíðini sum venjari hjá HB og B36. Á heimasíðuni hjá Fram sigur Ion, at í hans- ara eygum hevur Fram allar møguleikar at lyfta seg væl upp á íslendsku stigatalvuni, og at hann er ivaleysur í, at hetta eisini skal bera til við sær við stýrisvølin. Ion í Íslandi Tofta skúli Vegna barnsburðarfarloyvir verður søkt eftir 2 lærarum til Tofta skúla.Størvini,sum eru fulltíðar- størv, eru tíðaravmarkað til tíðarskeiðið frá 1. januar 2004 til 30. juni 2004. Tímatalvurnar hjá lærarunum síggja soleiðis út: 1) Flokslærari í 1. flokki, og undirvísir 1. flokki í føroyskum, ítrótti, sangi og heimstaðarlæru, 5. flokki í heimkunnleika, evning og sangi, og 8. flokki í lívfrøði. Harumframt eru nakrir stuðulstímar. 2) Flokslærari í 5. flokki, og undirvísir 5. flokki í føroyskum, ítrótti og náttúru/tøkni, og 9. flokki í rokning. Harumframt eru nakrir stuðulstímar. Størvini verða lønt sambært sáttmála millum Før- oya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokk- unum 18.1 – 27.4. Umsóknir skulu vera skúlastýrinum í hendi í sein- asta lagi fríggjadagin 21. november 2003. Leggið við ljósrit av prógvi og møguligum við- mælum. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at tosa við skúlaleiðaran, tlf. 447332. Skúlastýrið fyri Tofta skúla v/ Jóhannus Danielsen 650 Toftir Citroën Berlingo 2.0 HDi (Diesel) Árg. 04/2001 koyrt 28.000 km. Biluri, ið er sera væl viðfarin, hevur 15" alu felgur, myrkt tónaðar rútar aftan, tokulyktur framman og mangt annað. Eykasett av felgum við píkadekkum fylgir eisini við.Til sølu fyri kr. 150.000,- Áhugað kunnu ringja á 228148 ella 321448 eftir kl 18. Línuskip til sølu Um hóskandi boð fæst er línuskipið M/S Kvikk til sølu. Boð kunnu eisini gevast uppá P/F Kvikk. Felagið tilskilar sær rætt til at velja millum tilboðini ella onki at taka. P/F Kvikk Box 258 · 700 Klaksvík · Tlf. 45 75 53 www.sosialurin.fo veitst tú ikki tað? C M Y K 17 16