mikudagur 12. november 1997síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Áki Berhodson
Eiríkur Lindenskov,
Ábyrgdarleyst at
tosa um loysing nú
Oddagrein
FUNDURIN, sum Sudurstreymoyar Tjóðveldisfelag
skipaði fyri í Útvarpshellini mánakvoldið og somu
leiðis eykalandsfundurjavnaðarfloksins í Trongisvági í
vikuskiftinum, kunnu sigast at verða startskotini til
valstridid Evnið var loysing kontra ríkisfelagsskap
EIN kann nú spyrja, um hetta verður høvudsevnid til
komandi val. Okkurt kundi bent á tað, nú vit í eina tíð
hava sæð eina polarisering millum samband og tjóð-
veldi og nú javnaðarflokkurin eisini vil vera við í hesum
orðaskiftinum- men har hann leggur seg millum báðar
polarnar. Soleiðis sum viðurskiftini hava útviklað seg
millum Feroyar og Danmark seinastu árini er ringt at
koma uttan um eina slíka polarisering og har evnið er
nettup støda okkara til rikisfelagsskapin
HAVA vit bankakanningina í huganum í hesum sam
anhangi er greitt, at hon fer uttan iva at hava stóra
ávirkan á komandi valúrslit, bæði til løgting og fólka
ting og uttan mun til hvenn veg eitt úrslit gongur
Skuldi tað hent, at kanningin ikki fer at ganga føroy
ingum á meti, so verður hetta eitt val um viduskifi
okkara við Danmark. Ein kann næstan loyva sær at
siga, at verða danir fult og heilt reinsaðir í hesi kanning
so kann hetta blíva til eitt sokallað loysingarval. M.a
kann hugsast, at mong av teimum ungu, sum ikki
tykjast at hava serligan áhuga fyri politikki í hvussu er
eftir uppmøtingini í Utvarpshøllini at døma, fara at
leypa uppá loysingarvognin - uttan at geva sær far
um teir mongu vandar, sum vitturliga lúra, um kappað
verður á stokkinum her og nú
SAMBART úttalilsinum hjá formanni javnaðarfloksins
bæði á eykalandsfundi og nú eisini á valfundinum í
Havn månakvøldid, so ætlar javnaðarflokkurin at finna
den „gyldne mellemvej“ og harvið royna at tryggja. at
vit fyri tað fyrsta ikki endað í sambandsleypinum, har
nærum alt skal vera tað sama sum tað hevur verið í
viðurskiftunum við Danmark - og harnæst ikki enda í
bjargingarbáti rekandi til havs.
EITT fyri føroyingar sera negativt úrslit av bankakann-
ingini kann tí í veruleikanum vera eitt sera kærkomið
hevi hjá teimum loysingarhugaðu her á landi til at
kvetta við Danmark - uttan at hugsa um fylgjurnar av
hesum. Ein kann tí siga, at tað hvílir ómetaliga stór
ábyrgd á teimum, sum skulu gera nidurstødu í banka-
kanningini. At hetta málið so nakrantíð er komið so
langt sum til at neyðugt er at kanna allar umsteðurnar
rundan um bankabjarging ol. kunnu vit fyri ein stóran
part „takka“ donsku javnaðarstjórnini fyri. Hevdi hon
lurtað betur eftir sínum partamonnum í Føroyum og
annars føroyskum politikarum sum heild, so høvdu
vit ikki eina stødu í dag, har kanska eitt stórt tal av
fólki - av misnegd síni við nettup taklingini hjá donsku
stjórnini av Feroyum - velur loysing. So tjóðveldisfólk
og loysingarfólk kunnu takka Nyrup og hansara fólkum
fyri tað viðgongd, sum tey hava í dag
JAVNADARFLOKKURIN vil finna millumleiðina eins
og hann hevur gjørt so mangan áður. Hann sær vandar
í teimum ekstremu sjónarmiðjunum men heldur sam
tíðis, at vit sum partur av einum útviklingi eiga at laga
okkum til broyttu umsteðurnar. Heimastýrislógin á
sinni var eitt stig fram móti størri sjålvbjargni. Ætlanin
við hesum nýggja tiltaki floksins er aftur eitt nýtt stig
fram móti sama endamåli. Skulu vit fara trygt inn í
næstu eld må tað vera í samvinnu við aðrar, og soleingi
sum okkara búskapur er so ótryggur ber ikki til at
fremja nakra loysing her á landi. Tíðin er komin til
eina ajourføring av vidurskiftunum vid Danmark
Hvorki meira ella minni. At tosa um loysing í eini tid
har búskapurin er í so ringum standi, har sosialu skip-
aninar ikki rokka til osfr. er ábyrgdarloysi. Men at miðja
ímóui at gerast meira sjálvbjargin og at fáa meiri virðilig
og jøvnsett viðurskifti við restina av ríkinum er avgjørt
rætti vegurin. Men ein treytin er so eisini tann, at danir
vísa ein góðan vilja. Vónandi ber til við úrslitinum av
bankakanningini at bøta um vidurskiftini millum hesar
partar av rikinum
Sosialurin
Lesarabrøv
Ein viðmerking til harra Anton Petersen, Vági
Tað er eitt frálíkt innlegg.
Tygum hava í bløðunum um
Fiskavirking - lokomotvið,
ið vera skuldi. Og Tygum
hava fullkomuliga rætt i ti,
Tygum skriva um Baccalao
Nei. Tórshavn tørvar ikki
nakað flakavirki, Torshavn
tørvar ikki fleiri almennar
iløgur, tí har er alt slag av
virksemi, sum vera kann í
Føroyum
Um bygdunum skal vera
lív lagað, so eiga tær at
varðveita arbeidsplåssint í
fiskivinnuni, og har tørvar
almenn innspræning í ar
beiðspláss. Hendir tað ikki.
so noyðast vit øll at flyta til
Havnar, og tað kann ikki
vera ætlanin hjá nøkrum
politiskum flokki
Og púra rætt, tað var tann
tid, tá Vágur var undan
gongubygd í Føroyum - og
tað var ikki av almennum
arbeiðsplássum ella ALMU
- tað hevur tú rætt í. Men
hver er so orsøkin til stød-
una nú? Har hevur tú hug
til at geva øllum skuldina,
uttan teimum sum hava rått
og ráa í Vági? Hví tað?
Tú gloymir at fortelja, at
tað vóru ikki tjóðveldis
menn, sum bygdu Vágs
bygd upp. Tað vóru ikki
tjóðveldismenn, sum ráddi
í Vági tá, og lað ger kanska
munin? Tað vóru ikki tjóð
veldismenn aftanfyri hvørk
in Sparikassan, El-verkið,
kciind ella fiskavirkini
Tj6dveldismenn bygdu ikki
»Framtidina«?
Nei, sidan vágbingar tóku
tjóðveldisflokkin at sær - og
tjóðveldisflokkurin er
størsti politiski flokkur í
Vági - hevur gingið niður á
bakka. Og eftir at Tjóðveld-
isflokkurin hevur stýrt Vágs
bygd í nærum ein generati-
ónsaldur, er nærum alt ging-
ið skeiva vegin, men tú sær
bert aðrar sum syndararnar?
Og tað man ugga vágbingar
sera lítið at lesa úrslitið av
veljarakanningunum, tí
tjóðveldisflokkin hava teir
roynt í Vági, sum er
Tú hevur tí neyvan nakra
orsøk til at leypa á sam
bandsmannin Bjørn á Heyg-
um, løgtingsmann um Våg,
og at skriva um javnadar-
seymir i hurðini á flakavirk-
inum í Vági, ella at skam-
rósa Jákup Olsen, løgtings
manni úr Kristiliga Fólka
flokkinum, eftir at tit hava
tveitt hann út úr Tjóðveld
isflokkinum fyri fáum árum
síðani
Nei, Tjóðveldisflokkurin
stýrir og hevur stýrt Vági.
Vágbingar liggja, í hvussu
so er partvíst, sum teir hava
reitt fyri sær sjálvum pol-
itiskt við Tjóðveldisflokk-
inum á odda. Eingin byggir
land upp á politiskar hvørvi-
sjónir, romantik ella polit
iskt reyp. Tað skulu aðrir og
betri bollar á súpanina.
Hettar vistu teir gomlu,
sum bygdu upp Vágs bygd
- bæði høgur og lágur. So
fyri vágbingar er at ynskja,
at gjørdu veljarakann-
ingarnar ikki eru alt ov nógv
eftirfarandi og helst ikki
gerast valúrslit, tí so enda
allar Føroyar sum Vágs
bygd í dag. Og tá verður
ikki væl vorðið
Veljari
———2.
Ein misskilt >gola<
Rættleiðingar til skriving um Independent Consultants v.m.
Vegna tær løgnu gitingar-
nar, sum í seinastuni eru
komnar undan kavi i før-
oyskum fjølmiðlum, skal eg
viðmerkja fylgjandi
Fyrr í ár arbeiddi m.a
undirritaði eitt skifti fyri
ávikavist Independent Con-
sultans og Anderson Con
sultants. Millum tilfarið
sum lýsingar og annað inn-
an marknadarføring skuldi
útinnast fyri, var ein 8-síðu
upplysingapakki, ið stavaði
frá einum limafelag við
adressu í åvikavist Canada
og Jamaica. Limafelagið
segði seg hava lán/kredit at
bjóða út við sera lagaligum
treytum. Vit kannaðu málið
so frægt sum stundir vóru
til og sóu einki tekin um at
felagið ikki kundi standa
við síni tilboð
Umleið 15 fólk keyptu
nevnda upplýsingapakka
fyri 350 krónur. Tey vóru
gjørd kunnug við at vit svar-
aðu ikki fyri sjålvt innihald-
ið í upplysingapakkanum,
sum jú stavaði frá einum
triðjaparti, ið vit á ongan
hátt kundu hava ávirkan á
Nú er so fyri kortum
vorðið greitt, at nevnda
limafelag íkki longur vísir
seg at Svara, tå fólk royna
at fáa samband. Av hesari
orsek hava vit fyribils steð-
gad við allari sølu av upp-
lysingum viðvíkjandi
nevnda felag; samstundis
vilja vit inntil víðari ráða
øllum frá at rinda hakad for-
út fyri tænastur frå teimum
Tey, sum fyrr í ár frá
ávikavist Independent Con-
sultants og Anderson Con-
sultants. keyptu nevnda 8-
síðu upplýsingapakka, fáa
tískil í næstum í boði antin
at fáa ein nýggjan og betri
upplýsingapakka, ella tær
350 krónurnar aftur, sum
tey goldu fyri tann umtal-
aða upplýsingapakkan
Viðvíkjandi skrivingini í
åvisum blødum er at siga,
at vit eru í ferð við at um-
hugsa rættarliga stevning
Vit hava handlað í góðari
trúgv og kunnu á ongan hátt
ákæras fyri slík brotsverk,
sum vit av órgttum eru lagd-
ir undir
Leysasøgur um navna-
broytingar, Jamaica-ferðir
o.a. mugu standa fyri egna
rokning hjá teimum, ið hava
loyvt sær at loypa tær út í
orð og enntá at hornblása
tær út via blødini
Vinarliga,
Búi Tyril
Og so royndu teir einaferð enn...
Dysturin um, hver ið skal
eiga Føroyagrunnin, hevur
tikið ferð á seg. Føroya
Reiðarafelag kastaði eftir
útróðrarflotanum fyri at
framhevja seg sjálvan. og
landsstýrið kemur glaðbeint
aftan á við, í skundi, at
samankalla nevndina til
endurskoðan av allari inn-
tøkutrygd.
Hon skuldi so taka útróð
rarflotan burtur úr og við
gera hann fyri seg í skundi
Fyri ein ordans skyld skal
nevnast at henda nevndin
ikki hevur verið til arbeiðis
síðani í mar mánaða
Vit vita væl, at tað eru
partar av føroyskum vinnu-
lívi. ið allarhelst vilja vera
útróðurin fyrruttan, og at so
partar av hesum antin eru á
tingi, ella hava armar inn í
tingið, ger teir bert somikið
sterkari. Tað, sum mest er
frammi í løtuni, er at visa á
árið 1996 sum tað árið, ið
skal lýsa støðuna hjá fiski-
flotanum, sum Føroya
Reidarafelag umbodar. Ein
kemur at hugsa um at tað er
sum at taka einkult skrift
stað burtur úr Bíbliuni. Gert
tú tað, og viðger tað isoøler
að frá heildini. ja. so kanst
tú fáa akkurát tað burtur úr
tí, sum tú vil
Utróðrarflotin heyði sína
kreppu í 1975 og kom tá
skipanin við Råfiskagrunn
inum, sum fyri útróðrar-
flotan riggaði væl. Ein spir-
andi feskfiskafloti við stórri
fiskiførum fekk væl burtur
úr hesari skipan, meðan út-
róðrarflotin onkur ár betalti
inn til skipanina. Aftan á
100-tals milliónir úr Rå-
fiskagrunninum fór línu- og
trolaraflotin gjøgnum eima
sanering, sum gav teimum
aftur 100-tals milliónir i
íløgustuðli. Nu hesin flotin
eitt einasta ár so dánt er
komin fyri seg, blakar hann
seg yvir tann flotan, sum
hjálpu honum á føtur
Meginfelag = Utróðrar
manna hevur altíð staðið á
varðhaldi at verja útróðrar-
menn móti sniðálopum,
bæði í góðum og ringum
tíðum. Vit fara at fylgja
gongdini í tøttum samstarvi
við lokalfelagini kring land-
ið
Vegna Meginfelag
Utróðrarmanna
Chris Jan Michelsen
i