týsdagur 28. oktober 1997síða 18
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
18
ítróttar S0Slaku
Nr. 205 — 28. OKTOBER 1997
Starvsfólk til Telefonverkið
Telefonverkið, hevur sum ein týðandi part í føroyska samfelagnum, ábyrgdina av meginpartinum av fjarskiftisflutninginum í Føroyum. Hetta setur
stór krøv til stovnin og til tey fólk, ið arbeiða á stovninum. Til hetta arbeiði sóknast Telefonverkið eftir einum fýra starvsfólkum ið skulu arbeiða
við teimum spennandi arbeiðsuppgávunum, sum knýttar eru til hesa menning.
Verkfrødingur e.l.
Til stødardeild telefonverksins, hvørs åbyrgdarøki m.a. eru:
netuppbygging og dimensionering
analogar og digitalar sentralskipanir
analogar og digitalar transmissiónsskipanir, herundir optisk
kommunikation
rakstrardepil
datanet, uppbygt vid digitalum kanalfordeilarum
routaranet
fartelefonskipanir
sertænastuskipanir
IN og JSDN
uttanlandssambandid (CANTAT-3)
nummarætlanir
verður sekt eftir verkfræðingi e.!. at byrja skjótast til ber.
Vit kunnu bjóða tær at taka lut í øllum arbeiði innan øki stødardeildarinnar, vid
serligum atliti at rakstri, nýgerð og planlegging innan:
sentralar, herundir implementering av GSM, ISDN og IN
sertænastur
telefontænastur
Fyri rætta persónin verður talan um eitt sjålvstødugt starv við stórum avbjóðingum.
Við tað at starvið hevur við sær tætt samstarv við bæði starvsfelagar, framleiðarar
og viðskiftafólk, er umráðandi, at tú:
hevur góð samstarvsevnir
ert tolin
hevur petagokiskar eginleikar
Tað er ein fyrimunur um tú hevur kunnleika og arbeiðsroyndir innan eitt ella fleiri
av hesum gkjum:
AXE (TS18R3) GSM (MSC, BSC, BTS) og MTX Ph. 65
10G11
SS7, TUP, MUP, ISUP
blokksamarbeiði
system uppbygging
statiónsdata
“test system"
takstskipan
EDV kunnleika
TMN TMOS e knanc
Landsstyri og avvarðandi yrkisfelag.
llgrím Hentze, deildarleidara, tlf. 11433.
Leiðari til Teknisku Avgreiðslu
á Telefonverkinum
Søkt verður eftir leiðara til Teknisku Avgreiðslu/Teknistovuna (TATS).
Í sambandi við bygnaðarbroytingarnar á Telefonverkinum verða Teknisk
Avgreiðsla og Teknistovan (TATS) lagdar saman undir Teknisku deild. Endamálið
við samanleggingini er at gera mannagongdirnar innanhýsis á Telefonverkinum
smidligari og skjótari, og harvið at betra tænastustigið mótvegis viðskifta-
fólkunum. Teknisk Avgreiðsla fær sum høvudsuppgåvu at vera bindilið millum
tær kundavendu funkti6nirnar, t.v.s. telebúðir, tænastumidstød og virkisráðgeva,
og útinnandi liðini undir teknisku deild og marknaðardeildini.
Uppgávan hjá Teknisku avgreiðslu fevnir um:
Skráseting av tænastum til viðskiftafólk Telefonverksins
Dagføring og avgreiðslu av arbeiðsordrum
Skråseting og dagføring av kadalneti í Føroyum
Abyrgd av Telefonbókini
At luttaka í tillaging av telduskipanum so sum FLS (Føroysk Lendislysingar
Skipan) og TFLS (Nyggj telduskipan å TFL)
Stødugt at menna mannagongdir og arbeiðshættir til tess at betra tænastu-
stigið
Umframt fleiri aðrar spennandi uppgávur
Høvudsuppgåvan hjá nýggja leiðaranum verður umframt at hava ábyrgdina av
omanfyri nevnda, eisini at fyriskipa samansjóðingina av báðum eindunum.
Krevini til leiðaran eru m.a.:
Góð samstarvs- og leidsluevni
Skal duga at taka ábyrgð og at býta út arbeiðsuppgávur
Skal kunna arbeiða sjålvstødugt
Kunnleiki til EDV
Evni og vilji at seta seg inn í framtíðar telduskipanir
Áhugi fyri at veita viðskiftafólkunum bestu og skjótastu tænastuna
Tað er ein fyrimunur, um viðkomandi, sum sekir, harumframt hevur kunnleika til
fjarskifti og fjarskiftistænastur.
Løn og starvssetan sambært sáttmála millum Føroya Landsstýri og awvarðandi
yrkisfelag.
Upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til starvsfólkaleiðaran, Katrin
Joensen, tlf. 11433.
Búskaparfólk til Telefonverkið
Fíggjardeildin á Telefonverkinum sekir eftir búskapar fólki, sum skal vera vid til
at styrkja og menna fíggjar fyrisitingina og fíggjarstýringina á verkinum.
Uppgávur
Tínar uppgávur verða saman við fíggjardeildini m.a. at
menna og styrkja fíggjar-, fíggjarætlanar- og rapporteringsskipanir
menna og styrkja hagtalsskipanir
luttaka í arbeiðinum at gera fíggjarætlanir
luttaka í roknskapararbeiðinum
gera fíggjarligar lýsingar
gera mannagongdir fyri virksemi innan allar deildir Telefonverksins
Útbúgving og ferleikar
Tú hevur eina kandidatútbúgving innan búskap (cand.merc., cand.oecon. e.l.),
ella HA-I/HA-DAT útbúgving
EDV-kunnleika á høgum stigi
góðar samstarvseginleikar
skal kunna arbeiða sjålvstødugt
vera opin, ábyrgdarfull/ur og miðvís/ur
Størvini vera lent sambært sáttmála millum Føroya Landsstyri og avvarðandi
yrkisfelag. Arbeiðsstaðurin er Tórshavn.
Gjøllari upplýsingar um starvið kunnu fåast við at venda sær til Andras Róin,
stjóra ella figgjardeildina, tlf. 11433.
Starvsfolk til Radiodeildina
Sekt verður eftir fólki við radio-, elektronikkmekanikara-, elektronikkteknikara-
ella líknandi útbúgving til radiodeild Telefonverksins, hvers åbyrgdarøki m.a.
eru
mikrobylgjuskipanir
satellitt jørdstød
fartelefonskipanir
sjónvarps sendinetið
útvarps sendinetid
Uppgávan verður at taka lut í øllum arbeiði innan øki radiodeildarinnar, við
atliti at rakstri og nýgerð.
Arbeiðsgkið er alt landið, tó við høvudsstød í Torshavn.
Løn og starvssetan verður sambært sáttmála millum Føroya Landsstyri
og awardandi yrkisfelag.
Ahugad kunnu venda sær til Jens J. Reinert, tlf. 11433
Umsóknir til stervini skulu verða Telefonverkinum í hendi í seinasta
lagi mánadagin 17. november 1997, og skulu sendast til:
Telefonverk Føroya Løgtings
Att: Starvsfólkaleiðarin
Postrúm 27
FR-110 Tórshavn