Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-25, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. november 2003síða 20

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 224 - 25. november 2003 Nr. 224 - 25. november 2003 39 Samkoman Lívdin í Hoyvíkar skúla Leygarkvøldið kl. 20.30 Ungdómsmøti. Sunnumorgunin familjumøti kl. 10.30 við Annu og Jenis av Rana og tilbiðjunarmøti kl. 12 har Jógvan Z. talar um evnið: »Tær sjey samkomurn- ar í Opinberingini – Týatira. Barnaansing er fyri børn undir skúlaaldur á báðum møtunum. Sunnudagsskúli er kl. 12. Drekkamunnur er millum møtini. Týskvøldið samlast húsbólk- arnir. Heimasíðan. www.livdin.fo Filadelfia, Landavegur 22 Í morgin kl. 19 Delli. Fríggjakvøldið kl. 20 Ung- dómsmøti. Leygardagin kl. 17 Landsbøn. www.filadelfia.fo Hebron, Argir Mikukvøldið kl. 20 Bíbliuími og bønarløta. Páll Poulsen talar um 1. Mósabók, 3. kapitul – Trupulleikar í garðinum. www.hebron.fo Ebenezer Týsdagin kl. 17 Frítíðar- arbeiði. Mikudagin kl. 17.30 AWANA. Kl. 20 Bønar- og uppbyggingarmøti. Hóskvøldið kl. 20 Ungdóms- møti. Øll eru hjartaliga vælkomin. www.ebenezer.fo Frelsunarherurin, Tórshavn Týsdagin kl. 17.30 og kl. 20 Hornvenjing. Mikudagin kl. 15 Bønarmøti, Títtlingasangur kl. 17.30. Barnarøddir venja kl. 19.00. Hóskvøldið kl. 20 Heimafor- bundið, allar kvinnur væl- komnar. KFUM og KFUK í Havn Týsdagin kl. 17 í FKUK: Várgleði fyri børn. Meinigheitshúsið Týsdagin kl. 20 Bíbliutími, Áps. 27, 1-26. Mikudagin kl. 19 venur Mein- igheitskórið. Hóskvøldið kl. 20 Ungdóms- møti, filmskvøld. Leygardagin kl. 16-18.30 Foreldur og børn hittast. Kl. 19.30-22 Juniorhugni. Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli har Gratia og Fríða & Maria syngja. Kl. 18 Møti við Sverra Steinhólm, Tær 4 syngja. Samkoman Immanuel Mikukvøldið kl. 20 Møti. Tórshavnar Hvítusunnusamkoma Yviri við Strond Sunnudagin kl. 11.00: Morg- unmøti og kl. 18.00: Evangel- iskt møti. Øll eru vælkomin. Meinigheitshúsið á Skála Missiónsvikan byrjar í kvøld kl. 20. Jógvan prestur talar og Streingjakórið syngur. Mikukvøldið kl. 20 talar Mogens T. Christensen og Effata syngur. Bønarmøti er hvørt kvøld kl. 19.30. Barnaansing í Meistarahús- inum. Missiónsvikan heldur fram vikuna út. Siloa, Fuglafirði Bøn, bíbliulæra og hugnalig samvera verður í Siloa mikukvøldið kl. 19.30. Olaf Olsen talar. Evni: Eitt sindur um lærusveinar. Øll eru hjartaliga vælkomin. Kirkjukjallarin í Gøtu Sjómanskvinnuringarnir í Leirvík, Fuglafirði, Hellun- um, Oyndarfirði og Gøtu møtast til hugnaløtu o.a. í kirkjukjallaranum í Gøtu týskvøldið 25. nov. kl. 19.30. Torleif Jóhannesen veðrur við. Allar kvinnur eru hjar- taliga vælkomnar. KFUM & K í Norðoyggjum Missiónsmánaðurin endar hesa vikuna. Bønarløta er hvørt kvøld kl. 19. Mikudagin kl. 20 Bíbliutími við Ólavur í Mittúni, Jóhann- es kap. 1. Hósdagin kl. 20.30 venur Gospelkórið Gleði. Fríggjakvøldið kl. 19.30 Møti við Hans Kristian Johannes- sen. Effata av Strondum syngur. Leygardagin kl. 10 Áhugatími við Peter O. K. Olofson. Evnið: Ånden i glasset. Kaffi, te og rundstykkir verður at fáa. Kl. 19.30 verður møti við Leo Hans Mikkelsen, Ungdómskórið í Vágunum syngur. Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 17.30 Bønar- møti, kl. 18 Møti við Bergur Debes Joensen. Gospelkórið Gleði og Dupultkvartettin í húsinum syngja. Innsavnan til Heimamissiónina. Nátturði eftir møti. Kl. 21 Ungdómsmøti/eftir- møti við Bergur Debes Joen- sen. Gleði syngur. Barnaansing er til øll tiltøkini. Møguleiki er at keypa bøkur, fløgur o.a. fríggja- og leygar- dagin. Ynskist bilur, so ring 457425. Øll hjartaliga væl- komin til øll tiltøkini. Sí eisini okkara heimasíðu www.kuff.fo Missiónshúsið í Skopun Mikukvøldið kl. 20 Bíbliu- tími. Hóskvøldið kl. 20 kemur Sjómanskvinnuringurin saman. Hjartaliga vælkomin. Frelsunarherurin, Vágur Í kvøld kl. 20 Heimaforbund- ið. Onskvøldið kl. 19 Junior- soldátmøti. Betel, Vágur Ónsdagin kl. 20 Uppbygging- arfundur. Føroyahúsið Sunnudagin 30. nov. kl. 17 verður evangeliskt møti í Føroyahúsinum, Vesterbro- gade 17A, Keypmannahavn. Símun Pætur á Torkilsheyggi og Gunnar Nielsen luttaka. Á skránni verður eisini felags- sangur og sangframførsla. Aftaná verður ókeypis drekkamuður. Øll eru hjarta- liga vælkomin. Føroyskt felag í Ballerup Sunnudagin 30. nov. kl. 15 verður bingospæl í »Loen« á Ryttergården í Pederstrup. Nógvir góðir vinningar til børn og vaksin. Byrjað verður við at tendra adventskransin. Tilhaldið í Tórsgøtu 21, tlf. 316491 Opið er mánadag 10.00- 18.00. Týsdag-fríggjadag kl. 10.00-17.00. Drekkamunnur er at fáa hvønn dag, eins og bløðini eru til taks. Mánadagin 24. november kl. 10-10.30 Fimleikur, Sonja Danielsen kl. 10-18 Vit hugsa um jólini kl. 14-18 Kortspæl, telving, landastrok, bobbspæl,dart og onnur spøl. Tilmelding til døgurðan miku- og fríggjadagin, tlf. 316491 kl. 14-18 Jólasøla Jólasøla og tombola verður alla vikuna á miðhæddini og í kjallaranum er loppumarknaður og bókasøla frá kl. 14-17. Inngongd frá miðhæddini. Týsdagin 25. november kl. 10-12.00 Vit baka til jóla kl. 10-11.30 Vit syngja, Benny og Flemming Samuelsen. Øll eru hjarta- liga vælkomin kl. 14-17 Jólasøla Mikudagin 26. november kl. 10-13 Matgerð, Anne Grethe Harlou kl. 12 Døgurði. Til ber at koma sum gestir kl. 14-17 Jólasøla Hósdagin 27. november kl. 10-10.30 Fimleikur, Sonja Danielsen kl. 14-17.00 Telduprát, Brandur Petersen kl. 14-17 Jólasøla Fríggjadagin 28. november kl. 10-13.00 Matgerð, Anne Grethe Harlou kl. 12.00 Døgurði. Til ber at koma sum gestir kl. 14-17 Jólasøla Tað er altíð ein krókur í Til- haldinum – um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomin. Fløvi – dagtilhaldið fyri pensiónistar í kvinnufelagshúsinum á Glyvrum Mánadagin 24. nov. Fimleikur v/ Jóhannu Troest. Drekkamuður Týsdagin 25. nov. Drekkamuður. Ítrív fyri áhugað Mikudagin 25. nov. Hugnaløta v/ drekkamunni. Burturluting. Hósdagin 27. nov. Drekkamuður. Afturhvarv í práti og sangi Fríggjadagin 21. nov. Opið hús. Kaffi, te og pannukøkur Eins og vanligt er, verður byrjað við einum Guðs orði, og framvegis eru luttakararnir vælkomnir at taka eitt og hvørt ítriv við sær, eitt nú stokkar o.a. Bløðini eru til taks í Fløvanum. Serflutningstænastan v/ Andreas Poulsen er byrjað. Hava tygum tørv á koyring, ringið vinarligast tlf. 448051. Tilhaldið Hugnin í Sandoynni Tilhaldið í Sandoynni er opið mánadag og mikudag frá kl. 14-17. Báðar dagarnar er drekkamuður at fáa. Mánadagin 24. nov. Tórálvur Mohr Olsen sigur frá upplivingum. Mikudagin 25. nov. Sólrun Christiansen lesur 15. brot úr søguni »Sin egen lykkes smed«. Mikudagin 3. desember bjóðar missiónshúsið í Skálavík til eitt jólahugna- kvøld við døgurða og undirhaldið. Kostnaður 100 kr. Farið verður úr Tilhald- inum við bussi kl. 17.30. Neyðugt er at tekna seg til tiltakið í Tilhaldinum ella á tlf. 361990 í seinasta lagi 26. november. Dagtilhaldið í Vági er hvønn týsdag og tórsdag frá kl. 15 til 18. Øll eru vælkomin. Spælistovan í meinigheitshúsinum er opin mána-, miku- og hósdag kl. 9-12 fyri foreldur við børnum, sum ikki hava ansing. Føroya Heimavirkisfelag Postadressa: J. Paturssonar- gøta 24, 100 Tórshavn. Formaður: Óluva Vilhelmsen. T-postur: fhf@craft.fo Heimasíða: www.craft.fo Tlf. 322686 / 319629 Reyði Krossur Føroya Sorgarlinjan svarar mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 19.00-21.00 á tlf. 319630. Kennir tú føroying í Keypmannahavn, ið hevur tørv á vitjan ert tú vælkomin at seta teg í samband við Reyða Kross Føroya, Bryggjubakki 10, 100 Tórsh. tlf. 319630/61 655400. ACA (Adult children anonymous). Fundur fyri tilkomin, ið eru uppvaksin í alkoholiskum ella dysfunktionellum familjum er hvørt leygarkvøld kl. 20.00- 21.30 á Tinghúsvegi 37, Tórshavn. www.aca- danmark.dk. E-mail: acafaroeislands@hotmail.com NA (Anomymir narkomanar) Tinghúsvegur 37 NA-Fundur hvørt sunnukvøld kl. 20.00 til 21.00 á Tinghús- vegnum 37. AA-fundir í Havn Tinghúsvegur 37 Mánadag: kl. 20.00–21.00 Týsdag: kl. 20.00–21.15 Mikudag: Sporafundur kl. 20.00–21.00 Hósdag: kl. 20.00–21.00 Fríggjadag: kl. 20.00–21.00 og kl. 22.30–23.30 Leygardag: kl. 9.00-10.00 opin fundur. Kl. 17.00–18.00 Sunnudag: kl. 11.00–12.00. Allir fundir eru roykfríir. Heimasíða: http://heima.olivant.fo/~aa-fo/ Al-Anon Fundur fyri avvarðandi at alkoholikarum er hvørt týs- kvøld og hóskvøld kl. 20 í Al- Anon, Tinghúsvegur 37. Telefontíð er fríggja-, leygar-, sunnu- og mánadag frá kl. 19- 21 á tlf. 508030. AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla læraraíbúðin). AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt hóskvøld og leygar- kvøld kl. 19.00 (á loftinum, inngongd niðanfyri). Al-Anon í Vágum Fundur fyri avvarðandi hjá alkoholikarum er hvørt týs- kvøld kl. 19.30 í Gamla skúla í Sandavági. AA-Suðuroy AA-fundirnir í gomlu lækna- miðstøðini á Tvøroyri eru fríggjakvøld kl. 19 og sunnu- dag kl. 15. Hvønn sunnudag síðst í mán- aðinum – opin fundur kl. 15. AA í Vági AA fundir verða í Undirhús- inum onsdag og leygardag kl. 19.00. Blái Krossur – Glyvrar bjóðar til eftirviðgerðarfund hvørt mánakvøld kl. 19 í hølunum hjá Bláa Krossi á Glyvrum. Blái Krossur – Eiði bjóðar til eftirviðgerð í Losj- uni á Eiði annaðhvørt týs- kvøld kl. 20. Meira fæst at vita á tlf. 315575. Náttarravnarnir í Tórshavn Tín stuðul ger mun! Blív lim- ur ella gang ein royndartúr. Ringið Carl 215570, Guðrið 220019, Hans Jákup 217818, Tone 261165, Ella 316261, Arni 222552 Lymfødemfelagið Box 2113, FO 165 Argir Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð. Samband fæst við felagið á tlf. 448454, Fía í Túni, ella tlf. 313424, Arnhild Johannesen. Føroyskir fiskimenn uttanlands tlf. 21 04 95. Felagið fyri føroyskar fiski- menn í Canada, Svøríki, Dan- mark, Íslandi og Noregi. Limagjald 200 kr. um árið. Postgiro 57894. Fø. Sparikassi 442027-8. Heilafelagið felagið fyri apopleksi- og afasirakt Íslandsvegur 10 tlf. 321520 T-post: heila@post.olivant.fo Felagið fyri lesi- og skriviveik Postadr.: MBF-Húsið Íslandsvegur 10c Endamál felagsins er at hjálpa teimum ið hava lesi- og skrivitrupulleikar. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð men samband fæst við felagið á tlf. 441541, Anne Karin Kjeld og 318867, Laila Egholm. Parkinsonfelagið MBF-húsið, Íslandsvegur 10C Felagið hevur ikki fasta skriv- stovutíð, men samband fæst við felagið hjá Kristinu, tlf. 317317. Giktafelag Føroya Íslandsvegur 10 C FO-100 Tórshavn T-post: gikt@post.olivant.fo Skrivstovan: Tlf. 31 02 37 Opið: týs- og hósdag kl. 13.00-16.00. Fibromyalgibólkurin: Opið mánadag kl. 11.00-13.00. Foreldraumboð: Nicolina Højgaard, heilsusystur tlf. 31 47 50. TILTØK V4-dráttur í drátti nr. 1514 22. nov. 2003 Tølini: 13 - 18 - 28 - 33 - 36 - 40 - 49 - 57 - 60 - 73 - 78 - 81 - 88 - 90 - 93 - 97 Tríggir vinnarar Snars. nr. 2706946, Miðvágur Snars. nr. 2717192, Tórshavn Snars. nr. 2717521, Tórshavn Eykavinningur Í novemberspælinum er eyka- vinningurin 5.000 kr. um mánaðin í eitt ár. Drigið verður 29. november. Sosialurin tekur onga ábyrgd av møguligum villum 26. november fyllir Mia Hansen, Tórshavn, ættað frá Gjógv, 90 ár. Føðingardagurin verður hildin leygardagin 29. november millum kl. 14 og 17 í KFUK. Tey, sum vilja heilsa uppá hana, eru vælkomin har. 90 ÁR Í dag hava Bente og John Kjær, Hoyvík, verið gift í 25 ár. Tey, ið vilja heilsa uppá silvurbrúðarparið eru vælkomin í hølini hjá Starvsmannafelagnum í J. H. Schrøtersgøtu 9, Tórshavn, har opið hús verður millum kl. 14 og 19 í dag. Øll eru vælkomin. Týsdagin 9. desember hava hjúnini Anna og Leivur Søren- sen, Syðrugøtu, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Bygdarhúsinum í Leirvík 30. desember kl. 20. Tey, ið vilja gleða silvurbrúðarparið við at koma, verða vinarligast biðin um at siga frá á tlf. 441208, 442032 ella 456160 áðrenn 20. desember. SILVURBRÚDLEYP Arnleyg Svabo Haraldsen, Sandavágur, hevur á Hvidovre Hospital, Keypmannahavn, tann 31. 10. tikið prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur. PRÓGV Pauli í Geil Norðdepil Sonevnda javnstøðan mill- um kynini bæði hevur síðan BH-brenningin var í hædd- ini bert koyrt í einum sporið, tí kvinnuliga. Og hevur nakar stigið fram og víst á hetta vanbýti, verður viðkomandi bert róptur: eitt mans-sjavunistasvín! Hesin ólukku ójavni hevur eftir mínum tykki, og út frá egnum beiskum royndum volt vælferðarsamfelagnum stóran skaða, og eisini verið persónliga frælsinum at meini. Somuleiðis hevur hetta verið oyðileggjandi fyri familjumynstrið. Karrieran framum Hjá mongum er tað eisini komið har til, at karrieran verður sett hægri, enn tað menniskja, ið veruleikan- um er sett av Gudi at fremja: At stovnað eina familju. Nógvar kvinnur eru hálvavegna, og í fleiri førum komnar upp í yvir- gangsárini áðrenn tær seta tað fyrsta (og kanska tað einasta) barnið í verðina. Og í øðrum førum hevur lívfrøðiliga klokkan sligið, og tær fáa ongi børn. Tá eg síggi menn, sum eru upp í 10 ár eldri enn eg sjálvur, vorðnir nærum hálva øld gamlir ganga og trilla barnavogn við tí fyrst- fødda barninum, ja tá taki eg synd í teimum. Tí at verða ungur saman tá ið ein alir børnini upp, og eiga alla tað likamligu og sálar- ligu styrki, sum krevst til hesa stóru uppgávu (ikki smávegis uppgáva) má verða ein stórur fyrimunur fyri foreldrini. Kortini velja nógvar kvinnur, at karri- eran skal toppa áður enn tað fyrstfødda verður borið í heim. Læknir vísa staði- liga á, at 23-30 ár eru bestu árini hjá kvinnuni at eiga børn síni, og hava somu læknar víst á vandarnir við at kvinnurnar bíða inntil hesi árini eru farin aftur um bak. Har menn valda og gjalda Har sum virki og arbeiðs- pláss eru stovnað av monn- um, og ognarskarin eisini eru menn, har er tað natúr- ligt, at menn ráða, valda og gjalda. Sokallaður "kvinnu- rættur" og javnstøða kann í veruleikanum ikki koma uppá tal í hesum viðurskift- um. Taka vit dømi frá ídn- aðinum og handverkinum, so er sjón fyri søgn, at tað sera fáar kvinnur, sum í heila tikið hava eina út- búgving ella hava arbeiðs- royndir, sum ger tær til sjálvskrivaðar leiðarar. Hevði tað ikki verið so, so hevði bílætið sæð øðrvísi út. Hetta eri eg onga løtu í iva um. Tað er upplagt, at mennirnir sum gjalda eisini valda! Ræðandi dømi Fara vit til tann stýrandi og dømandi partin av samfe- lagnum eru ræðandi dømi at finna. Hetta eru dømi, sum ídnu "javnstøðu- for- sprákarnir", og tey sum virka innan hetta økið ongantíð taka upp á tung- una. Mest ræðandi dømi: Í danska kongaríkinum eru 4 út av 5 dómarum kvinnur. So gott, sum allir saksbe- handlarir í familjurætti eru kvinnur. Og tað eri eg, og mangur annar pápar beisk- liga sloppin at sanna, mong ólukkulig dømi eru um júst hetta. Í allarflestu av hesum málum døma hesir kvinnu- ligu dómarar ikki, sum dómarar, men sum kvinn- ur! Hørð orð, ja. Men mangur maður kundi stigið fram saman við mær, og skriva júst somu orð. Í hvussu er, eru dømini eru dømini 4 út av 5 møgu- ligum har málini verða koyrd eftir einum einvegis frimili. Lóggáva frá 1928! Lóggávan á hesum økinum er 3/4 øld gomul. Hon er frá tíð Harrans ári, anno 1928! (1 ár áðrenn talu- filmurin bleiv uppfunnin!) Hesi 75 árini hevur lógin virkað so gott, sum óbroytt. Hetta hevur givið ein grundleggjandi heilt skeiv- an og órættvísan framferð- arhátt í hesum málum, tí lógin er so syndarliga ótíð- arhóskandi! So skeivt verð- ur farið fram, at menn í hesum ári, anno 2003 fram- vegis eru uttan mannarætt- indi og rættartrygd. Teir eru uttan møguleika fyri at kunna verja seg sjálvar, einasti (for)rætturin teir hava er at smíla tá barna- peningurin skal gjaldast við kassa 1. Broyting hend síðstu 20-30 árini Børnini eru ein sjálvsagdur rættur hjá kvinnuni. Og lívfrøðiliga eigur hon sjálv- andi helvtina í teimum. Men ein stór broyting er farin fram síðstu 20-30 árini, um vit taka støðið í lógini frá 1928. Í dag er tað í flestu førum kvinnurnar, sum finna sær ein annan maka, og ikki mennirnir, mótsatt støðuni í 1928! Kortini verður tað roknað at verða í fínasta ordan, at tað er maðurin sum pakkar sekkin, og má rýma úr húsinum, frá syndarligu leivdunum og út í eina armóðstilveru har hann má byrja alt av nýggjum. Einki og eingin talar fyri hann, ella hansara vegna tá rætturin talar! Og typiskt skal maðurin av við 30- 50% av lønini hjá sær í 5 ár ella meira, alt eftir hvat fyrrverandi makin krevur. Maðurin hevur einki at siga, kvinnan kann týggja sær, sum hon vil. Børnini verða brúkt sum eitt sterkt vápn ímóti manninum. Og ikki bilar tað nakað, at ein kann vísa á nógvar veik- leikar og manglar við kvinnuni. Nei! Hon er í einum kvinnuheimi, og opnar maðurin munnin so fær hann bert tess minni at siga, og fær typiskt ikki loyvi at vera saman við børnum sínum! Neyvan lógligt? Um hetta er lógligt ivist eg stórliga í. Men hetta er eftirhondini ein standard framferðarháttur móti manninum. Tey, sum varða av javnstøðuni í landi okkara oysa volapykk, gor og gall yvir okkum um "manglandi" javnstøðuni hjá kvinnuni. Manglandi javnstøðan hjá monnunum, sum hevur verið framd síðan 1928 verður ikki tikin upp á tungu. Feministarnir hava eitt sera turt og einfalt roknistykki, sum sigur: 4 kvinnur og 1 maður í eini nevnd ella høgum starvi = javnstøða!!?? Politisku flokkarnir, sum siga siga seg hava moral, etikk og siðsemi í spjaldri sínum hava sett kikaran fyri blinda eyga í hesum stóra álvars- máli. Og tey, sum varða av lógarsmíðinum hava ov nógvar reyðar sokkar í klædnaskápum sínum. Og so fara tey ikki í arbeiðs- klæðini, og brúka heldur ikki "amboðskassan" fyri at fáa lógina frá 1928 broytta, so hon javnstillar kynini bæði. Ringt er at byggja land við einum feminist- iskum baklandi, tað má ásannast! Javnstøða = kvinnuligt einaræði? So fyri okkara part kennist henda sokallaða "javn- støðan", sum ein táta. Ein- asta javnstøða vit kenna er í fótbólti! (1-1, 2-2). Tí spyrja mangir av okkum, um "javnstøðan" ikki er ein kamuflering fyri kvinnu- ligum einaræði?? Hvussu nógvar miljónir kundi sam- felagið ikki spart, um fa- miljurættur hevði verið familjurættur, og ikki sum í dag: kvinnurættur, eina og aleina! Líkastillingin í ver- andi líki hevur so sanniliga spælt falitt, og kortini hevur ongin (mans)mót til at broyta henda ójavnan í mannarættindinum! Segði onkur: "kvinnuræðis- nevnd"? Eigur tað at verða so? Eigur tað veruliga at verða so? Í so fall má undirritaði verða føddur 200 ár ov seint. Kæru fólkavaldu: Um tit eru ov bangnir fyri at lata eyguni upp fyri hes- um trupuleika, bara fyri ikki at verða kallaðir: mans-sjavunistar. Ja so kunnu tit stinga í sekkin og fara heim. Tí verður hildið fram við hesum ójavna millum kynini verður skjótt galin endi. Er mansevni í tykkum, broyta tit hesa ólukku lóg frá 1928. Eitt ríkt lív Eitt ríkt lív eigur ikki at verða uppá uppskrift og lógaráseting frá Tinganesi. Men heldur eitt úrslit av okkara persónliga frælsi, sum menn og kvinnur. Takk fyri upptøkuna. P.S. Míni 3 børn ynska øll at verða hjá mær. Men 2 teirra eru burturdømd at skula verða hjá mammuni niðri í Danmark móti sín- um egna vilja. Hvar eru rættindini hjá børnunum? Torir nakar at svara? VIÐMERKINGAR Einligir pápar hava als ongi javnrættindi! (Javnstøðan er ein einvegis ferðsla) C M Y K 39 38 Týsdagin 25.11. kl. 1930 Týsdagin 25.11. kl. 2215 Mikudagin 26.11. kl. 1930 Mikudagin 26.11. kl. 2215 Hósdagin 27.11. kl. 1930 Týsdagin 25.11. kl. 2045 Týsdagin 25.11. kl. 2300 Mikudagin 26.11. kl. 2045 Mikudagin 26.11. kl. 2300 Hósdagin 27.11. kl. 2045 Hósdagin 27.11. kl. 2300 HAVNAR BIO P Tlf. 3119 56 P www.bio.fo Billettprísur: 45,- kr. Týsdagin 25.11. kl. 1715 Mikudagin 26.11. kl. 1715 Hósdagin 27.11. kl. 1715 Stórt úrval av DVD-filmum til sølu KOMANDI FILMUR Týsdagin 25.11. kl. 1800 Mikudagin 26.11. kl. 1800 Hósdagin 27.11. kl. 1800 – Seinasta sýning Frumsýning Hósdagin 27.11. kl. 22.15