týsdagur 18. november 1997síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 220 — 18. NOVEMBER 1997
ítróttar SOSU
13
- Tað var skilagott
at mansverja Inga
Hondbóltur: — Vit vunnu tí vit høvdu viljan til at vinna, og so var tað taktiskt
klókt at taka Inga Olsen burtur úr spælinum, segði topskjúttin hjá H71, Jákup
Símun Simonsen, eftir sigurin á meistaraliðnum
1. deild menn:
VIF-H71 28-31 (14-15)
H71 gjørdi tað óvæntaða
Hóast mong vónaðu, at
teir fóru at vinna á VIF
sunnudagin, so mundu tað
neyvan verða øll tey somu,
sum trúðu uppá møguleik
an
Og tað var kanska ikki so
legið. H71 royndi fleiri
ferðir í fjør at fáa bilbukt
við VIF, men tað nyttadi
einki, og tá teir nú aftur
skuldi royna seg móti sterka
meistaraliðnum, vóru teir
ikki júst favorittar
Men hoyvíkingar vístu
slíkan vilja, bæði ul at vinna
og stríðast, sjálvt tá tað ikki
lítkist einum sigri, at teir
kundu fara úr Vestmanna
við báðum stigunum, eftir
ein tættan, harðan og spenn-
andi oddadyst fyri eygunum
á fleiri enn 500 áskoðarum
Tað var ein hondbólts-
dystur, sum tænir spælinum
sjálvum, og sum bara kann
gera reklamu fyri ítrótti-
num, sum ikki júst hevur
fingið bestu undirtøkuna
seinnu árini. VIF spældi
væl, H71 eisini, og so
stríddust liðini um hvønn
tumma á vellinum, um
hvønn bólt og fyri hverjum
meguleika at fáa avgerandi
munin í dystinum.
Tað gekk javnt á allar 60
minuttirnar, nervin var alla-
tíðina í dystinum, og hóast
vestmenningar komu á odda
fram móti endanum av dyst
inum, og sjáldan lata slíka
leiðslu frá sær, eydnaðist
tað hoyvíkingum at manna
seg upp og fara fram um
aftur
Loysti seg at
mansverja inga
Ingi Olsen, sum skuldi
verða lyklaspælarin hjá VIF
í dystinum, og sum ferð eftir
ferð hevur víst, at hann er
besti spælarin í landinum,
varð mansvardur frá byrjan
til enda av oddadystinum
Hallur Danielsen varð
settur at dekka Inga, og
hóast vestmenningurin fekk
stolið sær seks mál, órógv-
aði mansverjan av sentrala
spælaranum hjá VIF vest-
menningar nógv
Sjálvt um Aki Olsen
fekk 14 mál, so var tað
taktiskt klókt at mansverja
Inga Olsen, tí hann dugir so
sera væl at fáa hinar við,
hann skorar ikki bara mål,
men hann spælir eisini upp
til hinar, segði Jákup Símun
Simonsen hjá H71 eftir
dystin.
— Vit høvdu viljan til at
vinna, vit striddust sera væl
allatíðina, og so hevði tað
eisini týdning, at vit tóku
Inga burtur úr spælinum.
Sterri breidd
H71 royndi fleiri ferðir í fjør
at vinna á VÍF, men tað
eydnaðist ongantíð, teir
taptu hverjaferð
Vit hava stórri breidd á
liðnum í ár, og vit hava bygt
víðari á tað, sum vit avrik
aðu saman við Páll Poulsen
í fjør. Men tað krevur nógv
Vit verða noyddir at venja
nógv og annars gera nógv
við tað, skulu vit halda okk
um í oddinum, heldur Jákup
Símun Simonsen
Og vit ætla okkum ikki
at leypa fram av fyri tað um
vit hava vunnið á VIF. Enn
eru vit bara í grundspæli-
num, men tað er týdningar-
mikið, at onkur vinnur á
vestmenningum, tí so síggja
hini liðini, at tad er ikki 6
gjørligt
- Klåra vit nå at fylgja
eftir VIF, so kunnu vit fåa
eitt ómetaliga spennandi
endaspæl, og sjálvur trúgvi
eg, at vit kunnu verða við í
oddinum.
Bóru seg undan at
taka brotskast
Tað gekk báðar vegir, tá
VIF og H71 dystaðust
sunnudagin. Liðini fylgdust
allatíðina, og tey skiftust um
at verða á odda. Í hálvleik-
inum hevði H71 munin við
einum máli, og seinna hålv-
leik hildu teir seg leingi
frammanfyri, eitt skifti vóru
teir trý mál á odda.
Men VÍF gav ikki upp og
teir javnaðu eftir fáum min-
uttum trýmáls leiðsluna hjá
H71. Síðani royndu bæði
liðini at leggja seg fram um,
men so javnaði hitt aftur
Tá sjey minuttir vóru eftir
at spæla fór VIF eftir einum
minutti frá 23-24 og uppá
25-24, og tá lá í luftini, at
vestmenningar høvdu tikið
ferð á seg og fóru at avgera
dystin. Men so varð íkki.
H71 javnadi, og hóast
VÍF aftur fór fram um 27-
26, kláraði H71 enn eina-
ferð at javna, so stødan var
27-27 tá fýra minuttir vóru
eftir at spæla. Hetta útjavn-
andi málið kom við brots-
kasti, sum Hans Guð-
VÍF"arin Petur Frank Joensen, roynir
seg við skoti móti H71-målinum. Mynd:
Jens Kristian Vang
- Eingin
grund til
panikk
Hondbóltur: H71 hevur eitt betri lið í
ár enn teir høvdu í fjør. heldur Ingi
Olsen hjá VÍF
Hann hevur ofta roynt tað
áður, men tað er líka óhuga
ligt hverjferð
Ing: Olsen allan
dystin marsvardur av Halli
Danielsen hjå H71, og fekk
ti ikki spælt sum honum
lysti
Tað er óhugaligt at
verða mansvardur, men tað
hoyrir til spælið. Tað nyttaði
ikki hjá mær at fara at renna
Ov nógv, tí so møddi eg meg
bara, og teir høvdu nokk av
fólki at seta inn, sigur Ingi
Olsen
Hann kláraði tó at gera
seks mál, men samanlagt
órógvaði tað VIF-liðið
nógv, at mest sentrali spæl
arin varð mansvardur
Vit spældu ikki so væl
sum vit kunna, men vit
spældu ikki illa fyri tað
H71'arnir vóru góðir, og
teir høvdu størri vilja enn
varð
mundsson skoraði við
Fleiri H71'arar bóru seg
undan at taka hetta brots-
kastið, tí tað hevði avger-
andi týdning fyri dystin, og
so tók íslendski venjarin á-
byrgdina á sínar herðar og
skoraði.
Tað gjørdi hann aftur í
seinasta minuttinum av
dystinum, tá hann avgjørdi
odda dystin til fyrimuns fyri
sítt lið. Seinastu fýra min-
uttirnar skoraðu hoy víking-
ar fimm ferðir, meðan VIF
bert fekk eitt mál.
H7I vann sostatt tætta
oddadystin, og tað høvdu
vit. Teir hava eitt betri lið
enn í fjør, og vit verða
noyddir at taka okkum sam
an, skulu vit halda fast um
fremsta plássið, sigur Ingi
Olsen
H71 vann ti teir hildu
høvid kalt í avgerandi let
unum, og seinastu løtuna
vóru tað vit, sum gjørdu
mistøkini
Men tað er eingin grund
til panikk fyri tað, heldur
hann
Vit eru framvegis á
odda, og nógv er eftir at
spæla. Vit hava við vilja
minkað nakað um venjing
ina eftur Europa-Cup dystur
nar, fyri so at seta ferð á
aftur seinni. Men tá vit ikki
spæla upp til okkara besta
kunnu vit ikki vænta at
vinna, sigur Ingi Olsen
ek
H71 fekk dyggan stuðul
frá sínum áskoðarum,
sum vóru komnir í stór-
um tali til stóra-dystin í
Vestmanna sunnudagin.
Mynd: Jens Kristian
Vang
teir uppiborið. Teir stríddust
væl og høvdu so góðan vilja
og disiplin, sum sjáldan áð-
ur.
ek