Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-11-19, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. november 1997síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

æn tidindabladid Nr. 221 — 19. NOVEMBER 1997 sosialurin, box 76, 110 tørshavn, tel 11820, fax 14720 e-mail til ítróttin: eydun & sosialurin.fo DEN DANSKE SPORTSKANAL Elkjær vil hava føroying at keyp sær TVS Ítróttur: — Hevur tú áhuga í ítrótti, fært tú ikki nakað betri tilboð enn tað frå okkum, sigur Preben Elkjær, sum heldur donsku ítróttarrásina verða illa viðfarna í danskari pressu Nú kunnu eisini føroyingar keypa sær atgongd til don sku ítróttarrásina TVS Danska rásin fór undir sínar sendingar 14. mars í ár. og fyrstu tíðina var tað ókeypis at hyggja at rásini Frá 1. oktober varð rásin kodað. og nú er neyðugt við serligum korti, skalt tú síggja nakað av teimum 60 tímunum av ítrótti. sum rás- 1 sendir hverja viku Gjørligt hevur ikki verið at keypt hesi kortini í Før- oyum, men nú hevur danska rásin skipa soleiðis fyri. at allir føroyingar kunnu keypa sær kort. Tað kunnu teir gera við at venda sær til radiohandlarnar í land- inum Tey sum hava áhuga í ítrótti. fáa onga aðrastaðni nakað so gott tilboð, sum frá okkum. sigur stjórin á TVS. tiltikni fotbóltsspæl- arin Preben Elkjær, við Ítróttarsostalin - Vit bjóða alskyns slag av ítrótti, alt frå fótbólti og boksing til golf og ríðikapp- ingar. Vit senda sjálvandi mest av tí, sum flestu fólkini vilja hava, men tað er eitt sindur til ell. sigur hann Nógvur danskur fotboltur Danska ítróttarrásin hevur rættindi at senda frá donsk- um fótbólti. og tað er nakað, sum teir gera nógv við — Vit senda hvort fríggja- kveld og hvønn sunnudag ein dyst úr Superliguni beinleiðis. Tað gevur átta dystir um mánaðin, og tá tú hugsar um, at tað kostar 99 krónur um mánaðin at hava TVS, so er tað ikki meiri enn 10 krónur fyri hvønn dyst, og tað er ikki dyrt, heldur Elkjær Í donskum fótbólti spæla fleiri foroyskir spælarar. og allir hava verið á sæð á TVS higartil. Í FCK er Todi Jóns- son, í Herfølge Jákup Mikk- elsen og í Esbjerg er Jan Allan Miller, og tey sum fylgja við avrikunum hjá hesum spælarum, hava møguleika at síggja dystir, har teir eru við, beinleiðis á TVS - Umframt tann danska fótbóltin senda vit sjálvandi nógvan útlendskan fótbólt, og vit senda millum annað úr Skotlandi, Spania, Eng- landi og Hollandi. Okkara aðalmál er at senda ítrótt beinleiðis. Skalt tú veruliga fáa gleði av eini ítróttar- hending, skalt tú síggja hana beinleiðis, og tí snýr stórur partur av okkara senditíð seg um beinleiðis ítróttarsendingar TVS er besta tilboðið Umframt fótbóltin, sum fer við fittum parti av sendi- tíðini, sendir TVS nógvan annan ítrótt. Teir senda frá stóru boksidystunum, og longu nú sunnunáttina fara teir at senda beinleiðis frá Atlantic City, har George Foreman og Shannon Briggs fara at dystast. TVS sendir eisini topp- dystir innan hondbóli. kurvabólt, flogbólt, bad- minton, tennis, golf og mot orítrótt. Urvalið er breitt, og umframt nógva beinleiðis ítróttin, eru eisini kjaksend- ingar og portrettsendingar av kendum ítróttarfólkum á skránni - Vit hava mest modern aðu sjónvarpsrásina í Eur- opa, og sum ítróttarrás trúgvi eg neyvan, at tú fært eitt betri tilboð nakra aðra staðni. Vit eru við til allar tær stóru hendingarnar, og vit senda eisini nógvan ítrótt, har danir eru við, bæði fótbólt, hondbólt og badminton, sigur Preben El- kjær. 70 fólk arbeiða á TVS rásini, sum Tele Danmark. TV2, DR og DBU í felag eiga, og millum fråsøgu- menninar eru nakrir av teimum best kendu í Dan- mark, millum annað Svend Gehrs og Flemming Toft Kyndil og Neistin bresta saman i kvold Danska pressan er ikki farin væl við nýggju donsku ítróttarrásini. og hverja viku eru greinar, sum íkki eru serliga positivar, at lesa í donsku blødunum. So seint sum í gjár hevði Jyllands posturin grein um, at TVS hevur stórt undirskot Sjálvandi hava vit und- irskot. Vit hava latið fólk sæð rásina ókeypis í nærum eitt hålvt år, og eru júst farnir at taka pengar fyri rásina. Tí sigur tað seg sjålvt, at vit i løtuni hava eitt undirskot, sigur Preben Elkjær við Ítróttarsosialin Tipsblaðið, sum hevur verið ein av mest kritisku donsku fjølmidlunum, tá tað snýr seg um TVS, skriv aði fríggjadagin um van- lukkulig hyggjaratølini hjá TVS, sum teir málbóru seg — TVS hevur fingið út av lagi vánaliga viðferð frá donsku pressuni, og tað irriterist eg nógv inn á, sigur Preben Elkjær Teir søgdu, at hyggjaratølini eru so små, at tey kunnu ikki målast, og at higartil hava bert 2500 fólk keypt sær atgongd til rásina. Tað er I ella 2 prosent av tí, sum er neyðugt. skal rásin bera seg Tølini, sum Tipsblaðið kemur við, eru fullkomuliga skeiv, og sum heild er talan um, at danska pressan fer illa vid okkum. Líka síðani vit byrjaðu hava vit fingið ómetaliga ringa viðferð frá donsku pressuni, og tað irri terist eg nógv inn á Sjálvt um øll siga at rás in er góð, at sendingar eru góðar og úrvalið breitt, finn ast tey alíkavæl at okkum Kanska kemst tað av, at skrivandi pressan metir okkum verða ein kapping arneyta, og ti fer hon illa við okkum. heldur Preben Elkjær Men er lív lagða TVS Tað veit eg ikki. Tað må tíðin fara at vísa, men eg kann ið hvussu er siga, at hevur tú áhuga í ítrótti. so er okkara rás tann besta Eru hyggjaratelini ikki nóg stór? Danska pressan sam metir okkum allatíðina við DR og TV2, men tað kunnu teir ikki gera. Fyri tað fyrsta eru tær rásirnar ókeypis, og fyri tað næsta venda vit okkum bara til fólk, sum hava áhuga fyri ítrótti, og ti sigur tað seg sjávlt, at færri fólk hyggja at okkara send ingum, enn teimum hjá DR og TV2, sigur Preben El kjær ek Liverpool | FÓTBÓLTUR: Tomislav Sivic, venjari hjå B36, og Jákup í Stórustovu, umboðs- maður fyri Nordplayer, vitja í hesum døgum enska felag- ið Liverpool. Teir skulu fylgja venjing- ini í stórfi annars fyrri var í Coca-Cola Cup í kd. Tað er enska | teimum báðum til at vitja í felagnum. Teir bådir hittu umboðsmenn fyri enska fel- agið í Parkini í summar, tå 3 Liv Idi móti re Se i hava teir tosad saman. Vitjanin i Li varð- ar fram til in. ek