fríggjadagur 21. november 1997síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
8
tíðindablaðið +: 7
Nr. 223 - 21. NOVEMBER 1997
Jøhannus E. Hansen, løgfrødingur um viðgerð av oljulóggávu
Mugu fáa breiða
olitiska semju
um oljuvinnu
-Tað er ómetaliga týdningarmikið, at vit fáa eina breiða
politiska semju, tá vit fara at stinga út í kortið ein kom-
andi oljupolitikk. Hetta hevur nógv at síga fyri okkum
men eisini fyri oljufeløgini, sum helst síggja, at tað ikki
verða gjørdar broytingar í heilum. Tað heldur Jóhannus
Egholm Hansen, løgfrødingur, sum herfyri gav út rit við
viðmerkingum til uppskotið til oljulóggávu.
Jan MULLER
Ein av teimum, sum gjølla
hevur gjógnumgingið frá-
greiðingina hjá Oljuráð-
leggingarnevndini um
framtidar oljumenningina i
Føroyum og harvið eisini
kunnað seg við uppskotið
til ta oljulóggávu, sum er til
viðgerðar í tinginum í dag
er føroyski advokaturin
Jóhannus Egholm Hansen.
Hann starvast i dag hjå
danska sakføraravirkinum
Andreassen & Partnere”,
sum hann eisini er eigari av
Nu um dagarnar lat hann ur
hondum eina frágreiðing
við einum samandrátti av
frágreiðingini hjá Oljuráð
leggingarneyndini saman
við viðmerkingum til upp
skoud ul kolvetnislóg
Hetta hevur hann gjørt i
samstarvi vid skotsku ad
vokatfyritskuna „Cameron
McKenna” ið hevur verið
nógv uppi í oljumålum bæði
vegna oljufeleg og stjórnir
runt um í heiminum
Sosialurin hevur tosað
við Jóhannus Egholm Han-
sen og spurdu vit hann, hvat
hann heldur um tað arbeiði,
sum Oljuráðleggingar-
nevndin hevur latið úr
hondum
Lættur lesnaður
Hann heldur, at frágreið-
ingin er ikki bert ætlað
professionellum at lesa og
brúka. Hon er lett at lesa,
og tað ber prøgv um, at hver
maður kann lesa hana
-Hetta haldi eg er gott
Oljufeløgini leggja allar-
størst dent á, at treytir og
reglur ikki verða broytt í
heilum, tá tey eru farin í
gongd. Fær oljuvinnan ikki
eina breiða undirtøku bæði
politiskt og manna millum,
so fær tú ikki tann stabilitet,
sum er neyðugur í hesi
vinnu. Vit hava nóg ringar
royndir frå fiskivinnuni,
sum ikki eiga at endurtaka
seg í eini komandi olju-
vinnu. Heldur eiga vit at
læra av hesum
Tí heldur Jóhannus Eg-
holm Hansen, at tað er sera
gott, at ein og hver er førur
fyri at lesa frágreiðingina,
harvið fáa øll tann neyðuga
kunnleikan, og tú sleppur
undan misskiljingum
Men er henda frágreiðing
eitt nóg gott grundarlag til
at kunna „leypa út“ í hesa
nýggju vinnu?
Útbjóðingin avgerandi
-Talan er um i ged
lóg. Størsti parturin ella
tann týðandi parturin av
arbeiðinum er eftir, nevni-
liga at gera sjálvt útbjóð-
ingartilfarið og treytir og
reglur í tí sambandi. Tær
standardtreytir, sum ganga
inn í loyvini, koma at vera
við í útbjóðingartilfarinum
og sum verður lagt fyri løg-
tingið til kunningar. Hetta
heldur Jóhannus E. Hansen
vera eitt rættiliga krevjandi
arbeiði og kanska enn stórri
enn tað, sum longu er gjørt
Tå so útbjóðingarumfarið
hevur verið og umsóknirnar
eru komnar inn, skulu
myndugleikarnir til at tosa
við oljufeløgini um tær
treytir, sum ikki eru stand
ardtreytir men individuellar
Eisini har meti eg, at tað
liggur ein ómetaliga stór
arbeiðsuppgávu fyri
framman. Uttan so at tú
standardiserar hetta nógv
rokni eg vid, at arbeiðs-
trýstið á oljufyristtingina
verður sera stórt
Mugu fáa sakkøna
hjálp i útlandinum
eisini
Hvussu heldur Jóhannus E
Hansen føroyingar eru fyri
Mið sakkønum fólki á teim-
um ymsu økjunum, nú tá vit
skulu til at samráðast um
treytir ol. við oljufeløgini,
sum hava nógv serkøn fólk
og drúgvar royndir!
-Um ikki føroyingar velja
at keypa sær sakkøna hjálp,
her hugsi eg um landsstýrið
og oljufyrisitingina, tvs.
løgfrødingar, jarðfréðingar
og buskaparfrødingar innan
oljuvinnu og gjalda tað
hetta kostar, so kunnu vit
lættliga verða latnir úr. Tað
er eingin loyna, at oljufel-
øgini eru sera professionell
og eru von at samráðast alla
staðni kring heimin. Fyri
tey er talan fyrst og fremst
um eina kommerciella í-
løgu, og eru møguleikar fyri
at fáa fyrimunir, so taka tey
teir
Jóhannus E. Hansen held-
ur tí, at vit føroyingar næst
an ikki kunnu keypa eks
pertisuna ov dýra í byrjanini
av hesum útviklinginum -
til ein so sjálvur hevur
fingið eina nóg stóra vitan
og royndir
Longu eftir 1. útbjóðing-
arumfarið verða vit betri
fyri. Men til |. útbjóðing-
arumfarið eiga vit at fáa ta
ekspertisu vit kunnu. Olju-
fyrisitingin hevur gjørt
nógv burtur úr at útbúgva
síni egnu fólk. M.a. hevur
Herólvur Joensen, sum nú
er leiðari, verið gjøgnum
eina útbúgvingarprosess,
men teir eru so fåmentir í
mun til tað oljufeløgini
kunnu gera. Tí er tað óða
mannaverk at fara undir
eina fyrstu útbjóðing uttan
eisini at brúka serfrødingar
uttanifrá
Tíðarætlanin kann
halda
Uppá fyrispurning um hann
heldur vit klára at halda
ætlaðu tíðarætlanina sigur
Jóhannus Hansen, at ganga
vit út frá, at uppskotið til
oljulóg verður samtykt í
nøkunlunda tí skapi tað er í
í dag, so kunnu vit fáa eina
útbjóðing á vári 98 ella
kanska miðskeiðis í árinum
Men verður lógin ikk: sam-
tykt fyrr enn í februar ella
szinni í 98, so er ivasamt,
um vil megna at hava eina
útbjóðingarrundu klára í 98
politiskari viðgerð
Hóast forarbeiðið undir lóg-
aruppskotinum er bæði gott
og nógv, so heldur Jóhannus
Hansen, at politikararnir
skulu gera sær sinar egnu
tankar.
-Eg skal viðganga, at lóg-
aruppskotid er væl gjøgn-
umarbeitt, men vit mugu
ikki gloyma, at hetta er ikki
eitt politiskt verk men nak-
að, sum embætismenn hava
greitt úr hondum.
-Sum politikari eigur ein
at hugsa seg væl um, áðrenn
man sigur ja ella nei til tað,
sum liggur á borðinum. Tað
er einki í vegin fyri, at ein
krevur broytingar ella part-
vísar broytingar í lógar-
uppskotinum
——
z
Jóhannus Egholm Hansen, løgfrødingur heldur tað vera umrådandi, at politikararnir
gera sær sínar egnu tankar um oljumenningina og ikki bara síga ja til tað
embætisfólk elggja fyri teir
Víttgangandi heimildir
til landsstýrið
-Sær tú fyri tær viðurskifti
í hesum uppskoti, sum
kundu verið eðrvísi?
- Tad er ilt at siga, men ein
eigur at leggja sær i geyma,
at lógaruppskotið gevur
rættiliga víttgangandi heim-
ildir ul landsstýrið. Spurn-
ingurin er, um legtingið
ynskir tað. Samanbera vit
við Noreg, so eru tað har
oljufyrisitingin og stjórnin.
sum koyra hesi málini. Tað
er ikki so, at hverja ferð tú
vil hava ein spurning upp
at venda, at hann so skal
leggjast fyri tingid. Tað vil
eisini vera ov tungt at ar
beiða, um allir spurningar
skulu vendast í løgting
inum. Men harfrá og so til
at geva so víttgangandi
heimildir til landsstýrið
sum lógaruppskotið leggur
upp til, er nakað, sum
tingmenn mugu taka stóðu
til, og tað er ikki vist, at teir
halda tað vera beint
Jóhannus Hansen vísir
eisini á, at tað er ein spurn
ingur, um oljuráðleggingar-
nevndin hevur tikið hædd
fyri øllum tí, sum polit-
ikararnir kanska vildu ynskt
at fingið við
Tað kunnu so eisini vera
ivamål, sum ein má taka
stóðu til og greiða. Eitt nú
eru í grein 41 í lógini á
settar upphæddir um , hvat
ein eigari av einum off-
shoreútbúnaði kann koma at
hefta fyri. Har broytir ein
uppá tær upphæddir, sum
annars eru ásettar í sjó-
lógini. Spurningurin er, um
ein kann gera hetta, tí sjó-
lógin er ikki føroyskt ser-
mål. Ti er tað spurningurin,
um tingið hevur heimild til
at broyta uppá innihaldið í
sjólógini gjøgnum lóg um
oljuvirksemi. Eg meini av-
gjørt, at løgtingið skal hugsa
seg væl um og at vera krit-
tiskt yvirfyri slíkum. Fær tú
ikki breiða semju um hetta,
so fær tú trupulleikar fram-
yvir.
Vit spurdu Jóhannus
Hansen, um hann hevði ver-
ið nøgdur við verandi
lógaruppskot. um hann um
boðaði eitt utlendskt oltu
felag!
-Tað er eingin ivi um, at
oljufeløgini føla at:serliga
ábyrgdin fyri einumhverj
um skaða, sum hendir, er
rættiliga strong
-Er tað skilagott av
okkum at gera tað
-Eg trúgvi ikki, at tað
verður hetta, sum fer at
halda oljufeløgunum aftur
við at fara inn í føroyska
ekið. Oljufeløgini eru mest
áhugað í, hvussu treytir og
reglur verða í sambandi við
eina útbjóðing og síðani,
hverji ski verða boðin út
ella hverji ikki verða vid í
eini útbjóðing
Økini eru
y kil
Oljufeløgini ynskja sjálv
andi at:taka utgangsstød í
tí eki, har tey vita, at olja
er. meðan feroyingar
kanska kunnu hava onnur
áhugamál. Velja føroyingar
- ella verða teir tvingaðir til
tess orsakað av markna-
ósemjunt, at halda ein part
av teimum mest áhugaverdu
økjunum uttan fyri, kann
tað koma aftur um brekku
seinni
Jóhannus Hansen heldur
ikki, at føroyingar fáa nógv-
ar tjansir, soleiðis at:skilja,
at fevnir fyrsta útbjóðing
bara um nøkur lítið áhuga
verd øki, og oljufeløgini
einki finna har eftir nøkrum
årum, so er vandi fyri, at
áhugin fyri 2. útbjóðing-
arumfari = verður nógv
minni
-Tað hevði sjálvandi ver-
ið best, um marknatrætan
varð loyst, áðrenn 1. út-
bjóðing varð lýst, men lóg-
aruppskotið og skipanin eru
bygd upp soleiðis, at tú
kanst byrja eina útbjóðing,
sjålvt um marknatrætan ikki
er loyst.
Hann ivast ikki i, at å-
hugin er tilstedar hjå olju-
feløgunum at vera við í eini
1. útbjóðingarrundu, men
hon kann sum sagt lættliga
kólna, um ein velur at halda
tey mest áhugaverdu økini
uttanfyri og ein so letur
oljufeløgini leita í fleiri ár
uttan at finna nakað
Jóhannus E. Hansen grund-
gevur hetta vid, at krøvini
til at leita her um okkara
leidir eru rættiliga stør, og
tað eru ikki nógv oljufeløg,
sum hava orkuna, bæði
figgjarliga og tekniskt at
leita á slíkum dýpum og
umhvervi.
Hvat viðvíkur åvirkanini,
sum henda vinna fer at hava
á føroyska samfelagið, so
heldur Jóhannus Hansen, at
føroyingar avgera í stóran
mun sjálvir, hvussu stóra
ávirkan henda vinna skal
hava á samfelagið. Føroy-
ingar hava í lógaruppskot-
inum lagt upp til, at hevuðs-
reglan skal vera, at oljan
verður tíkin upp í Føroyum.
og deils at føroyska arbeiðs
megi og tænastuveitingar
skulu brúkast. Í hvønn mun
tað skal gerast er upp til før
oyingar sjálvar. Ein kann
sleppa undan øllum teimum
vansunum, sum standast av
at fáa oljuna til lands í
Føroyum við at føra hana
aðrastaðni. Men tað hevur
so eisini aðrar fyrimunir at
føra hana í land. At ein skal
brúka føroyska arbeiðsmeg!
er í sær sjálvum skilagott,
men ein skal ansa eftir, at
ein ikki drenar aðrar vinnur
fyri arbeiðsmegt, tí so fær
tað beinleiðis ávirkan á
samfelagið
Verður ein rímulig javn
vág í teimum krøvum, sum
verða sett yvirfyri oljufel-
øgunum, hvussu føroysk
arbeiðsmegi og tænastu-
veitingar skulu vera í Før-
oyum, verður árinið á
føroyska vinnulívið annars
ikki so stórt
Mest umráðandi í øllum
hesum heldur Jóhannus Eg-
holm Hansen er at finna
eina breiða politiska semju
Fær tú ikki hana, so fær tú
heldur ikki tann neyðuga
friðin um eina vinnu, sum
er so stór.
Oljufeløgini mótpartur
samstarvspartnari
Kr spurdu Jóhannus Hans-
en um vit eiga at meta olju-
feløgini sum ein mótpart
ella samarbeidspart?
-Tå tad kemur til tad
kommerciella er eingin ivi
um, at tey eru mótpartur
Men tey stóru oljufeløgini
eru hóast alt so mikið pro-
fessionell, at tey eru væl-