fríggjadagur 21. november 1997síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 223 — 21. NOVEMBER 1997
tíðindablaðið
11
Olaf Olsen ivingarsamur:
Tad nyttar ikki
bara at hugsa
um, hvussu nógv-
ar pengar vit
kunnu vinda burt-
urúr oljuvinnuni.
Forkoma vit nátt-
úruni og tí góða í
føroysku mentan-
ini, er onki vunn-
ið. Men skulu vit
hinvegin hava
nakað burturúr,
er neyðugt at
sleppa øvund-
sjúkuni og spjað-
ingarlyndinum
og samstarva, tí
hvórt sær megnar
føroyskt vinnulív
onki
Ak! BERTHOLDSEN
Tað er alt avgerdandi,
at vit lita rundanum okkum
og hyggja eftir, hverjar góð
ar royndir grannar okkara
hava gjørt, og, hverji mis-
tøk teir hava gjørt. Vit hava
allar fortreytir at fáa nakað
gott burturúr oljuvinnuni, tí
aðrir hava gjørt royndirnar
- og mistøkini- fyri okk-
um:
Nú Føroya Løgting í dag
fer undir tað kanska týdn-
ingarmesta orðaskifuð í
mong á - orðaskiftið um olj-
ulógina - hava vit spurt ein
gamlan rev, báði í føroysk-
um vinnulivi, og føroyskum
politikki, Olaf Olsen á
Glyvrum, hvat hann held
ur, at vit avgjørt eiga at
leggja dent á, og, hvussu vit
avgjørt ikki eiga gera, skal
oljuvinnan blíva eitt væl-
signilsi fyri land og fólk,
ístaðin fyri at enda við at
forkoma okkum samfelags
liga, vinnuliga og mentan
arliga
Olaf Olsen heldur, at bera
vit okkum rætt at, hava vit
allar fortreytir fyri at koma
styrkt burturúr eim møgu
lhigari oljuvinnu
Kunnu styrkja fiski-
vinnuna
Ikki minst hevur fiski
vinnan møgulerkan at koma
styrkt burturúr eini møgu
ligari oljuvinnu
Men tað krevur, at:vit
føra ein miðvísan politikk
og hyggja eftir, hvussu onn
ur hava borið seg at
Olaf Olsen er ikki samdur
við teimum sum eru sann
førd um, at oljuvinnan fer
at beina fyri fiskivinnu”i, tí
hon verður ikki kapping
arfør í lønum
Men vandin er ovurhonds
stórur, føra vit íkki ein mið
vísan politikk
Báði Noreg og Dan
mark hava varðveitt, og
styrkt, fiskivinnuna hesi år
ini, tey hava havt oljuna
Sjálvandi hevur tað eisini
havt sína ávirkan, og broytt
bygnaðin í fiskivinnuni, at
fiskimarkið varð flutt út á
200 fjórðingar samstundis
Hinvegin er fiskivinnan í
Bretlandi minkað. Men tað
er hon eisini í Týsklandi, og
ødrum londum, sum ikki
hava havt olju
Pengarnar
í stuðulsgrunn
Serliga hugtikin er Olaf
Olsen av gongdini í Het
landi
Hetland er eitt land,
sum líkist Føroyum, eitt lít
ið oyggjaland, sum livdi
mest av fiskivinnu
Aðrenn oljuvinnuna,
høvdu teir ein Ogvuliga til-
afturskomnan — fiskiflota,
nógv vánaligari enn tann
føroyska, og teir høvdu at
kalla ongan fiskiídnað
Í dag hava teir endur
nýggja fiskiflotan til at ver
a nógv frammaligari enn
tann føroyska, og teir hava
harafturat bygt upp ein rætt-
iliga nýmótans fiskiidnad
Olaf Olsen sigur, at het-
lendingar hava sett olju-
pengar í grunn, sum hevur
stuðlað fiskivinnuni í stór-
um, og hann eigur ein stóran
part í æruni av, at tað hevur
eydnast teimum at byggja
fiskivinnuna upp
Og tað heldur hann eisini
Olaf Olsen, mest kendur
frá fiskivinnuni, hevur her
fingið fatur á einum weir
i, ikki einum trolweiri
men einum seismikkweiri
Spurningurin er, um hesin
fer at troka trolweiurin
heilkt burtur Olaf Olsen
heldur, at vit hava allar
fortreytir at faa nog
skilagott burturúr møgu
ligum oljuinntókum
eisini eigur at verða gjørt í
Feroyum
Ikki sum rakstrarstuðul
men sum fløgustudul, tí tað
visir seg at vera skjótt at
missa tamarhaldið á rakstr
arstuðuli
Hinvegin verður fløgu-
stuðul nógv brúktur aðra-
staðni, so tað er lættari at
forsvara fyri umheiminum
at lata stuðul tann vegin
At hetlendingar so ann
ars halda seg hava fingið ov
líuð burturúr oljuvinnuni, er
ein onnur sega, og hevur
helst samband við, at teir
eru í nógv tættari knýttir at
Onglandi, enn vit eru at
Danmark
Ikki bera okkum
býtt at
Olaf Olsen sigur, at vit
hava allar fortreytir fyri at
fáa sum mest burturúr møg-
uligum oljuinntøkum
— Tað skuldi verið óneyð-
ugt at alt bleiv forkomið
Tað skuldi eisini verið
óneyðugt hjá okkum at
verðið noydd at trilva okk-
um fram. Hetlendingar og
onnur, hava gjørt royndirnar
fyri okkum
— Tað mest umráðandi av
øllum er, at vit hyggja eftir,
hverjar royndir, onnur hava
gjørt, so vit ikki bara koyra
ahead, fram eftir fummum
Hinvegin heldur Olaf Ol-
sen, at vit tíverri altíð hava
havt lyndi til endirtaka mis-
tøkini hjá ødrum
- Tað vísir seg at vera
trupult hjá okkum at læra,
so eg veit ikki, leggur hann
afturat
Meiri fongd við øvund-
sjúku
Olaf Olsen heldur, at tað,
sum liggur nærmast hjá før-
oyingum at fáa nakað burt-
urúr oljuvinnuni, er at sigla
við oljuskipum, útgerðar
skipum og „stand by skip
um
Men harmiligt er tað, at
vit ikki klára at standa fyri
nøkrum sjålvir. Kanska er
tað av penganeyð. Men hví
selja okkara skip til holl
endsk reidari- og so manna
tey aftur vid føroyingum,
sum vit hava nógv dómi um
seinastu tíðina
Olaf Olsen sigur, at tað
vísir seg, at føroyingar
kunnu brúkast allastaðni,
eisini í góðum størvum
Og vit duga eisini ganga
undan og byggja upp
Vit hava bygt trolara-
flotan í Grønlandi upp
— Vit lærdu norðmenn at
fiska við troli. Vit hava
staðið á odda fyri kanadiska
rækjutrolaraflotanum og
vit = vóru høvudsmenn i
vanska nótafiskiskapinum
- Og vit eiga enntá
ein stóran leiklut í endur-
reisingini = av russiska
flotanum
- Men hetta er alt uttan-
lands. Og hóast vit standa
okkum í fremstu rød uttan-
lands, knípur at finna stevið
herheima
— Í Føroyum duga føroy-
ingar ikki at samstarva. Eg
veit ikki hví. Kanska er
frágreiðingin tann einfalda,
at landið er so lítið
— Men vita skulu vit, at
oljuvinnan er so stórt mál,
at hon krevur, at allir før-
oyingar, sum kunnu vera í
henni, arbeiða saman.
— Men tað trúgvi eg innast
inni ikki reiðiliga uppá, fer
at eydnast okkum. Tí tað
plaga vit ikki, sigur Olaf
Olsen.
Hann sigur, at hann veit
ikki um tað er tað, at før-
oyingar eru so illgrunasamir
ímóti hverjum ødrum. Hann
vil heldur ikki at síga, at vit
eru øvundsjåkari enn onnur
følkasløg
Men tad skerst ikki
burtur, at eitt líuð samfelag
er meiri fongt vid øvund-
sjúku, enn eitt stórt sam-
felag
Men hinvegin: Táið vit
vita tað, átti tað at:eisini at
borið til at mótvirka tí, legg
ur hann afturat
Olaf Olsen, sigur at vit
koma sjálvandi ikki at eiga
oljufelag sjálvir
Men vit kunnu verða
millumleiðarar
Men tað er einki at ivast
í, at tað ber til at standa fyri
í ymsum vinnum, sum
hanga uppii oljuvinnuni
T.d. í stand by“ vinnuni
og útgerðarvinnuni
Somuleiðis er tað upplagt,
at tænastuvinnan á landi er
á føroyskum hondum
Men her er tað so, at vit
renna okkum í tað eyð-
kendu Feroyasjúkuna, sum
er spjaðingarlyndi, heldur
enn samanhald.
Oljuvinnan er so um-
fatandi, at:tað førir ikki til
nakad sum helst, um hvør
Hanus og Janus roynir at
troka seg og sini framat
— Kunnu fyritskurnar ikki
finna saman i samtøk, og
bjóða seg fram í felag, koma
vit orípa leið í oljuvinnuni
Tá fer ongin eyga á okk-
um í oljulandslagnum, og
vit skulu slett ikki gera okk-
um vónir um at gera okk-
um galdandi í føroysku
oljuvinnuni, og enn minni
skulu vit gera okkum vónir
um at byggja upp eina vinn-
u, sum kann gera seg gald-
andi uttanlands.
— Fyri at taka tvey tilvild-
arligt dómi, er tað neyðugt
at fleiri smiðjur, ella fleiri
elektronikkmekanikarar,
taka seg sama í eitt stórt
samtak og bjóða seg fram í
felag, heldur Olaf Olsen
Ikki bara hugsa um
Olaf Olsen heldur, at í ávís-
an mun kunnu politikarar
seta = oljulógina soleiðis
saman, at hon er so góð fyri
Føroyar, sum gjørligt.
Og tad gera teir vid m.a
at gera eina oljulóg, sum
tryggjar, at vit fáa sum mest
burturúr oljuvinnuni
Men mugu ikki bara
hugsa um pengar. Tí olju
lógin má eisini tryggja, at
alt tað góða, vit hava, ikki
fer fyri skeyti
Olaf Olsen sigur, at hann
hugsar um fiskivinnuna,
sum helst skal yvirliva oiju
vinnuna
Men hann hugsar eisini
um tað góða i føroysku
mentanini
Vit mugu bera so i
bandi, at tað góða í føroysk
ari mentan fer fyri bakka
Verður nøkur oljuvinna
av týdningi í Feroyum,
verður trýstið á okkara
mentan øgiligt
Tey fólk, sum koma
higar at arbeiða stutta tíð í
oljuvinnuni, vilja uttan iva
helst liva í Føroyum, sum
tey eru von at liva heima
— Og tað vildi verið 6-
heppið at gjørt Føroyar til
eina stóra spælihøll, ella eitt
stórt kasino hjá útlending-
um við einum náttarlívi, vit
ikki eru von við
Olaf Olsen sigur, at hetta
hevur ikki beinleiðis nakað
við oljulógina at gera. Men
tað vera avleiðingarnar av
henni, um vit geva teimum,
sum higar koma, so leysar
teymar, at teir halda, at teir
kunnu liva og láta, sum
teimum lystir.
Kolan ov lítil
Sjálvur stóð Olaf Olsen á
sinni á odda fyri einum litl-
um oljufelag, sum skipafel-
agið stovnaði fyri nógvum
árum síðani undir tí frálíka,
sniðfundiga oljunavninum
„Kolan“. Men tað felagið er
ikki virkið longur, og ongar
ætlanir eru um at blása lív í
tað aftur, sigur Olaf Olsen
Hann heldur, at tað er ov
lítið at gera seg galdandi
Hinvegin heldur hann, at
Føroya Oljuidnadur kundi
verið eitt hóskandi útgangs-
stødi til at samla og sam-
skipa åhugamålini at gjørt
eitt felag burturúr.