Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-11-21, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. november 1997síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SÚKKLUR * allar steddir * nógv 4 — SØG ” &ben tær Box 10 - 700 Klaksvik Tlf. 55858 - Fax 57878 VINIR Hevur tú hug at fáa eina ella fleiri PIZZA inn á gólv- ið, so ring tif. 18866, og tú hevur PIZZA 'ina innan ein tíma. Vit í PIZZARIA royna al- tíð at hava kostnaðin so lágan sum meguligt, so- FI boð er 15 ber ga por føjedes ngl fs: havn. Vit vóna, at hetta tilboð kemur væl við. PIZZARIA 18866 Faxnummarið hjá BILLARD- SAMBANDINUM 5 7681 Nr. 223 - 21. NOVEMBER 1997 triggjar barnabøkur: DELFININ Atenaide Arpone DELFININ. Franca Trabacchi teknadi og Eyðna Magnussen týddi DELFININ er lítil småbarnabok, har lítla delfinin Alfa sigur okkum frá delfin lívinum. Hon veksur upp í einum stórum bólki. Tær vaksnu delfinirnar læra hana hvussu hon skal verja seg fyri øðrum dýrum, og hvussu hon skal lívbjarga sær Eins og í bókini um Pandabjernina eru allir upplýsingar so álítandi, sum til ber Delfinin er 24 bls. í litum við stívari kápu. Spf. Gramar stóð fyri prentgerðini Hon kostar kr. 38 foss | 95. Friseflg Mynde: Bjørn Porz æ 15 | Bókakókd Lorye Leni Astrid Lindgren 325. SKALKABRAGD EMILS. Bjørn Berg teknadi og Heine Petersen jyddi 325. SKALKABRAGD EMILS. Hann kenna øll, Emil í Lønnibergi, sum býr á Kattholti, lítla garðinum í Smálandi. Har trivust øll væl, men arbeiðskonan, Lina, helt kortini, at har var ikk: bara gott at vera: > Víst bagir eisini okkurt her. Allur kavin um veturin og allar flugurnar um summarid' Og so Emil, sum ger skålka brøgd bæði summar og vetur.< Hesum hevði hon rætt í men síðsta skålkabragdi Emils høvdu flugurnar alla skyldina í Sosialurin - fimm ferðir um vikuna við tí feskasta! Triggjar barnabøkur Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út Mamma Emils vildi nevniliga sleppa at keypa flugufangarar, men tað vildi páp Emils als ikki. Teir kostaðu jú 10 oyru hver! Tí mátti Emil taka málið í egnar hend ur, og tí gekk tað, sum tað gekk — hetta bleiv nevniliga 325. Skålkabragd Emils 325. skálkabragd Emils er 62 síður við litmyndum og stívari kápu. Spi Gramar stóð fyri prentgerðini. og bokit star kr. 90 í bókhandlunum Inger Brattstrøm Y NSKISROSSIÐ: Margreta Nordqvist teknaði og Jákup í Skemmuni týddi YNSKISROSSIÐ er frálík bók ul øll stór børn, ið dáma hestar. Bókin snýr seg um níggju ára gomlu Maluna, sum mest av øllum ynskir sær ein hest. A øllum ynskilistum hennara stendur bara tað eina orðið HEST Hetta ynski er so brennandi, at:tá ið hon ein dagin hoyrir geykin láta ku-ku í trænum beint framman fyri sær, veit hon akkurát. hvat hon skal ynskja sær. Og hon er eisini sannførd um, at ynskið fer at gang aut. Ti verdur hon als ikki bilsin tá ið hon lítla løtu seinni kemur fram á ein stóran arbeiðshest fyri vogni, sum stendur har í nánd. Hetta má vera hennara hestur Men hvar skal hon fara við honum? Hon er vís í, at mamman fer ikki at trúgva sær Ynskisrossið er spennandi og innilig bók, sum umframt at snúgva seg um sambandið millum rossið og gentuna, eisini viðgerð familjuvidurskifti, serliga hetta at kenna seg einsamallan, tá ið eitt nógv yngri systkin er komið, sum stjelur alla tíðina hjá foreldrunum Ynskisrossid er 72 bls. við myndum og linari kápu. Bókin er umbrotin, prentað og heft á Dimmalætting og kostar kr. 90 Sosialurin — eisini ítróttur fimm ferðir um vikuna! Jacob Højgaard kommunulækni Leygardagin 15. november andaðist Jacob Høj gaard, lækni 83 ára gamal. Hann var føddur 10 januar 1914 á Toftum. Longu 11 ára gamal fór hann til Havnar at ganga í realskúla, 16 ára gamal fór hann ul Danmarkar á Sorø Akademi, har hann tók studentsprógv, og síðan fór hann at lesa medi- sin, læknaprógv fekk hann i 1942 Jacob Højgaard virkaði sum lækni í Jútlandi, til hann og konan Gertrud komu heim, tá kríggið var av í 1945. Hann starvaðist sum hjálparlækni á Dr Alexandrines hospitali, til hann í mai 1946 tók við sum kommunulækni í nýstovnaða læknadøm- inum við bústaði í Fuglafirði. Hetta starv røktadi hann. til hann var settur sum kommunulækni í Suðurstreymi í 1954, hetta starv røktadi hann, til hann fyri aldur legði frá sær í 1981. 2 kommunu- læknar vóru tá í Suðurstreymi, Axel Poulsen og John Coulthard, ið sat í starvinum frå 1949, ul hann fór aftur ul Danmarkar í 1954 Jacob Højgaard hevði evnini at eygleiða og at líða á tað, sum sjúklingurin hevði at siga; hann var væl umtóktur og hann var vinsælur. Nú hann meira kundi taka sær av løttum, kendist, at hann fegin vildi hjálpa og stiðja uppundir tað arbeiði ið gjørt varð at fjálga um tey eldru. Av og á sóu vit leiðbeiningar og v iðmerkingar hansara í blød unum Seinasta árið gjørdi sjúka rættuliga um seg, men hóast tað, so hevði hann framvegis livstreysti Hann hevði játtað at røda á fólkafundi á Skarði í Fuglafirði so seint sum 31. august í ár. Men treystið mundi vera stórri enn måtturin; Jacob Højgaard hevði fyrireikað røduna, dóttirin Hjørdis bar hana fram, tí pápanum barst frá. Hann sigur eitt sindur um vidurskiftini, kommunulækni hevði at virka undir fyri 50 árum síðani. Handritið, sum hevur góða mynd av læknanum menniskjanum Jacob Højgaard, stendur at lesa í Sosialinum 13. sept- ember í ár Jacob Højgaard og Gertrud, ið var donsk, f Frandsen og andaðist í 1993, áttu børnini Hjørdis og Hegna, sum búgva í Havn og Ingu, sum býr í Danmark Vit lýsa frið yvir minnið um læknan Jacob Høj- gaard jl.