hósdagur 27. november 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 226 - 27. november 2003
Nr. 226 - 27. november 2003
9
Áhugin at vera við í
framtíðini hjá
Oyndarfjarða
Kommunu var
ovurstórur. 121 av
136 vóru við í
fólkaatkvøðuni. 69
valdu Runavík og 52
Fuglafjørð.
FELAGSKOMMUNA
Øssur Winthereig
ossur@sosialurin.fo
Borgarstjórin í Oyndarfirði
var á fólkaatkvøðu, men vil
framvegis ikki siga, um
hansara atkvøða var fyri at
leggja saman við Runavík
ella Fuglafirði.
- Nú hevur fólkaræði víst
at tað riggar. Her var ein
greiður marginalur. Tað eri
eg glaður fyri, sigur Árni
Joensen, sum ikki á nakran
hátt vil avdúka, hvat hann
sjálvur stendur.
At oyndfirðingar vildu
vera við at avgera, hvønn
kommunan í framtíðini skal
vera saman, vístu luttøkan
á fólkaatkvøðuni.
136 fólk í kommununi
høvdu atkvøðurætt og 121
atkvøddu. 11 av teimum,
sum
vóru
burturstødd
høvdu gjørt sær ómak at
brævatkvøða. Sjálvt um ein
greiður meiriluti var fyri at
velja Runavík, so sita í
hvussu so er 52 oynd-
firðingar eftir sum taparar.
Tey 52, sum vildu vera
saman við Fuglafirði.
Fomlig viðurskfiti
Fyri borgarstjóran er úr-
slitið av fólkaatkvøðuni ein
lætti.
- Vit høvdu øll roknað
við, at tað fór at vera javnt.
Bæði seinasta týsdag, tá vit
atkvødu um samanlegging í
heila tikið og nú, tá vit
skuldu velja eina komm-
unu, men tað er ein lætti
fyri meg, at úrslitið var so
greitt.
Seinastu dagarnar upp
undir var valstrð í bygdini,
men borgarstjórin heldur
ikki, at seinastu tímarnir
fluttu nógvar atkvøður.
Fólk valdu við hjartanum.
Samaleggingin við Runa-
vík verður gjørd eftir sama
leisti, sum samanleggingin
millum Skála og Runavík.
Bygdaráðið i Oyndarfirði
skal nú formliga staðfesta,
at Oyndarfjarða Kommuna
verður strikað av føroya-
kortinum.
Bygdaráðið kundi sjálvt
tikð avgerðina, men valdi at
spyrja bygdafólkið og nú
verður tann avgerðin so
fylgd.
Enn er meiri enn eitt ár til
kommunurnar
formliga
leggja saman, men nógv
fyrireikingararbeiði er at
gera.
- Nú ræður um hjá okk-
um, at fáa alt hetta at ganga
so lagaligt sum gjørligt,
sigur Árni Joensen.
Í Fuglafirði situr
borgarstjórin eftir
sum taparin. Hann
hevði ætlað, at gamla
sambandið, sum
hevur verið millum
Oyndarfjørð og
Fuglafjørð fór at
endurnýggjast á
fólkaatkvøðuni í
Oyndarfiðri týsdagin.
FELAGSKOMMUNA
Øssur Winthereig
ossur@sosialurin.fo
- Jú, eg má siga, at eg eri
ógvuliga skuffaður. Á mid-
degi týsdagin hildu vit, at
Oyndarfjørður atkvøddi seg
henda veg, men tað tykist,
sum allar óvissu atkvøð-
urnar eru farnar hinvegin.
Sigurd Simonsen, borg-
arstjóri í Fuglafirði, kann
bara staðfesta, at fólkið
hevur talað og fólkið valdi
ikki Fuglafjørð.
Og tosið um tunnil mill-
um Hellurnar og Fuglafjørð
tagnar eisini eftir úrsltið í
Oyndarfirði.
- Vit hava fingið greið
boð úr Oyndarfirði, Tey
vilja sleppa at koyra uppum
fjallið, sigur ein ørkimlaður
borgarstjóri.
- Skulju vit nú fara
buldrandi gjøgnum fjallið
til Oyndarfjarðar og so vita,
at vit ikki eruj vælkomin,
spyr Sigurð Simonsen og
staðfestir, at oyndfirðingar
hava sagt, at tey ikki vilja
lyfta tað arbeiðið saman við
Fuglafjarða
Kommunu,
sum krevst fyri at fáa ein
tunnil.
- Støðan er so tann, at nú
vera tað vit sum avgera nær
og hvussu ein tunnil skal
gerast. Hann kemur fyrr
ella seinni, men sjálvandi
verður hann lagdur eitt
sindur afturum eftir hetta.
Ringbindini til
Runavíkar
Oyndarfjørður og Fugla-
fjørður hava arbeitt saman
um bókhaldið hjá Oyndar-
fjarða
Kommunu,
men
hetta er nú liðugt og eitt
sindur av beiskleika hómast
í røddini á borgarstjóran-
um.
- Vit hava havt alt bók-
haldið hjá Oyndarfjarða
Kommunu, men nú skulu
ringbindini
koyrast
til
Runavíkar. Vit hava heldur
ikki tikið nakað serligt
gjald fyri tað arbeiðið. Og
tey, sum hava arbeitt við
bókhaldinum her á skriv-
stovuni, eru sjálvandi eisini
kedd.
- Vit hava eisini givið
teimum ein brandvil ókeyp-
is, nú veit eg ikki, hvussu
verður við honum, sigur
Sigurd Simonsen, borgar-
stjóri í Fuglafjarða Komm-
unu.
Eri djúpt, djúpt skuffaður
Vegurin gongur til Runavíkar
Nakrar fáar minuttir yvir átta var uppteljingin liðug. Hjørleif Gaard, formaður í valstýrinum, taldir tær 121 atkvøðurnar og legði 69 í Runavíkabunkan og 52 í
Fuglafjarðabunkan.
Mynd: Maria Olsen
Rodmund Nielsen,
komandi borgarstjori
í Oyndarfirði, var ein
túr í nýggju bygdini í
kommununi í
gjárkvøldið
FELAGSKOMMUNA
Øssur Winthereig
ossur@sosialurin.fo
- Eg hevði ikki varðhugan
av, hvat úrslitið fór at vera,
men eri fegin um, at valið
hjá oyndfirðingum var so
greitt. Satt at siga, hevði eg
væntað eitt javnari úrslit.
Hetta eru fyrstu orðini
hjá Rodmundi Nielsen,
sum í dag er borgarstjóri í
Runavík og sum lættliga
kann gerast borgarstjóri
fyri samanløgdu kommun-
uni, har bæði Skála og
Oyndarfjørður verða uppií.
Í
Runavík
hava
tey
royndir við samanlegging
av kommunum. Skála hev-
ur atkvøtt um at leggja
saman við Runavík og nú
kom Oyndarfjørður afturat.
- Enn er langt á mál, tí
Eysturoyggin skal niður á
nógv færri kommunur, men
hetta er byrjanin. Klára vit
at gera samanleggingingar
sjálvbodnar er tað betur,
sigur Rodmund Nielsen.
Enn er Sjóvar Kommuna
ikki partur av Skálafjørðs-
kommununi, men lítið er at
ivast í at har verður eisini
hugsað í hesum døgum.
Nes Kommuna liggur eisini
við fjørðin og nú eru meiri
enn 30 ár síðani Runavík og
Nes
slitu
komunusam-
bandið.
- Ein størri samanlegging
verður helst aktuel um
nøkur ár. Vit samstarva í
løtuni upp á kryss og tvers.
Alt er meiri ella minni
samanvaksið kring fjørðin,
sigur Rodmund Nielsen.
Í løtuni er framhalds-
deildin hjá oyndirðingum á
Strondum og ongar ætlanir
eru um at broyta tað. Í
hvussu so er ikki, at tøma
vestara arm á fjørðinumk
fyri skúlar.
Eg eri fegin um greiða úrslitið
Kári P. Højgaard, løgtingslimur fyri sjálvstýrisflokkin, ynskir Rodmundi Nielsen, borgarstjóra í Runavík, tillukku við nýggju kommununi. Eftir uppteljingina var
Rodmund Nielsen skjótur til Oyndarfjarðar at vísa seg fyri bygdafólkinum.
Mynd: Maria Olsen
Heilsufrøðiliga
Starvstovan vil hava
fútan at kanna, um
Landsverkfrøðinguri
n ella byggifelagið
Articon hava brotið
lógin, tá uppgrevstur
av botninum var
sokkin aftur longri
úti á firðinum
AFTURSØKKING
Øssur Winthereig
ossur@sosialurin.fo
Fyri fyrstu ferð skal
Heilsufrøðiliga
Starvs-
stovan viðgera eina um-
sókn um, at loyva at aftur-
søkkja móru og annað
tilfar, sum verður grivið
upp av botni.
Arbeiðið at dýpa økið
við nýggju samferðslu-
havnina á Trongisvági var
steðgað fríggjadagin, tí
loyvini at aftusøkkja til-
farið, sum var grivið upp á
av botni, ikki vóru í lagi.
Byggifelagið Articon
hevði givið móru og
annað av botninum og
siglt tilfarið longur út á
fjørðin og sokkið tað har.
Men byggifelagið ella
landsverkfrøðingurin,
sum er byggiharri, høvdu
gloymt, at ein umhvørivs-
kunngerð er á økinum,
sum skal fylgjast.
- Loyvini skulu vera í
lagi og tað er byggife-
lagið, sum skal syrgja fyri
at loyvini eru í lagi, sigur
Kristian Rasmussen frá
Landsverkfrøðinginum.
Melda til fútan
Heilsufrøðiliga
Starvs-
stovan umsitur umhvørv-
isøkið og noyddist í farnu
viku at steðga dýpingini.
Nú er umsókn komin frá
Landsverkfrøðinginum
um loyvi at aftursøkkja
tilfarið, men spurningurin
er um arbeiðið higartil
hevur verið lógligt.
- Vit mugu biðja fútan
hyggja eftir hesum málin-
um, tí tað sær út, sum
kunngerðin
er
brotin,
sigur Suni Petersen av
umhvørvisdeildini
á
Heilsufrøðiligu
Starvs-
stovuni.
Samferðsluhavnin
á
Trongisvági skal vera
liðug hálvan november og
Kristian Rasmussen frá
Landsverkfrøðinginum
væntar at arbeiðið verður
liðugt.
- Vit halda okkum til
avtalurnar við byggifelag-
ið. Standast seinkingar av,
at øll loyvi ikki eru í lagi,
so kann koma upp á tal við
dagbótum, men enn sær
ikki út til at talan verður
um
seinkingar,
sigur
Kristian Rasmussen.
Botngraving í Trongisvági meldað til politiið
C
M
Y
K
9
8