leygardagur 22. november 1997síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 224 — 22. NOVEMBER 1997
Bokaummæli
Bibliu-panorama
Forlagið Leirkerið i Gøtu
hevur just givid ut forvitn
isliga bók, ið gevur eitt frå
líkt yvirlit yvir søgugongd
ina í Bíbliuni frá 1. Móse
bók til Opinberingina. Í
veruleikanum er hetta ein
gjøgnumgongd av frelsu-
ætlan Guds við mannaætt-
ini heilt frå skapanini og til
ævinleikan
A tólv litkortum, ið
kunnu faldast út, fært tú í
hesi bók eitt frálíkt yvirlit
ella útsýni yvir og frágreið-
ing um tey sjey tíðarhús-
haldini í Bíbliuni, sum um-
fata frelsusøgu Guds við
hesum heimi í fortíð, nútíð
og framtíð.
Í fororðunum lesa vit:
>Mong spyrja: >Hvat er
eitt tíðarhúshald?
Eitt húshald kann snúgva
seg um eitt húski, eitt land
ella um heimin sum heild.
Eitt tíðarhúshald er tað ræði
ella tann umsiting, ið eyð-
kennir eitt tíðarskeið, ið
Gud hevur litið menniskj-
um í hendur undir á-
byrgd fyri Honum
Tíðarhúshaldini, ið eru
sjey í tali, umfata alla
mannasøguna og skifta, tá
ið menniskjan ikki útinnir
ábyrgd sína — og kemur
undir dóm Guds
Frelsuætlan Guds broytist
ikki frá einum tíðarhúshaldi
til annað. Gud er nådirikur
móti menniskjanum undir
øllum tíðarhúshaldunum,
og frelsan er á øllum tíðum
í fortíð eins og í framtíð -
grundað á deyða Kristusar
og trúnna á Hann eina
Av størsta týdningi til at
skilja orð Guds rætt, er at
duga á at skyna og gera mun
á teimum ymisku tíðarhús-
haldunum í frelsusegu
mannaættarinnar. Tað er
júst tað, ið >Bíbliu-pano-
rama« ger«
Ahugavert er at blada
gjøgnum bókina og síggja
framhaldandi linjuna allan
vegin igjøgnum og td.
steðga við kortið, har tú sært
raðfylgjuna á kongum bæði
í Israel og Juda og hverjir
profatarnir vóru um somu
tíð. Ikki minst áhugaverd
eru tey tvey seinastu kortini
yvir profetisku gongdina í
endatíðini.
Tvey eykaskeið eru í end-
2. Més. 1-12
ut 1880 1K>
anum av bókini. Tað fyrra
greiðir frá muninum millum
»æviga evangeliid«, »evan-
geliid um rikid« og »evan-
geliið um náði og dyrd
Guds«. Hitt seinna eyka-
skeiðið snýr seg um tíðina,
tá ið samkoma Guds, likam
Kristusar, verður rykt burtur
og hvert samkoma Guds
2. og 3. Mós. 4.og 5. Més. Josva Dém.
um 1800 ÍK
skal fara gjøgnum ta stóru
trongdina ella ikki.
f forordunum verdur sagt:
>Tað er ein stór gleði og
framíhjárættur, at nú hava
føroyingar eisini fingið
hetta frálíka sýnishjálpartól
til tess betur at skilja orð
Guds«.
Bókin er sera vøkur á at
líta og má sigast at vera
framúrskarandi væl úr
hondum greidd, bæði prent-
listaliga og málsliga. Hon
er prentað í Týsklandi og
Torbjørn Marstein hevur
týtt hana til føroyskt år
tyskum.
Bókin fæst í bókabúðun-
um og frá forlagnum fyri kr.
1. og 2. Såm.
um 1900 Kr
1. Kon
—
150,-. Limirnir í bókaring-
inum hjá Leirkerinum fáa
hana nakað bíligari í postin-
um um gott og væl eina
viku.
Tá deyðin bankar uppá
Tóroddur Poulsen:
Sót og Segn,
Forlagið Fannir, 1997
»Tå deyðin bankar uppá
skalt tú bjóða honum
vælkomnum«
Eg møtti einaferð deyðan-
um. Hann sat í einum bussi,
sum koyrdi eftir Kloster-
gade í Århus (leið I ella 18
— also bussurin). Hann sat
beint frammanfyri meg
Frataði forbiðið illa, minnist
eg. Men eg hevði ilt við at
avgera, um stankurin, sum
fylti bussin, kom frá dintla-
verki hansara, ella um hann
kom frå lokala bryggjaríin-
um Ceres. Tá ølframleidsl-
an var uppá sítt villasta
luktaði tað so ógvusliga um
allan byin, at tað fylti buss-
arnar, serliga tá hurðarnar
fóru upp. Minti ikki sørt um
Fuglafjørd (so at heimfer-
oyingurin eisini fekk sítt á
skaft).
Her skuldi standa okkurt
ótrúliga háfloygt um
teknikk hjá høvundum, um
postmodernaða mentan, við
atliti í surrealismu og punk-
rokki.
Ella eitt viðmæli av
»American Psycho«.
Eg las Sót og Søgn her-
fyri. Í veruleikanum fekk eg
hana slongda í høvdid (við
postinum), við teimum be-
tingilsum, at um eg um-
mælti hana, skuldi eg sleppa
at eiga hana fyri onki. Hetta
er tó ikki einasta orsøk til,
at eg havi valt at fara undir
at siga nøkur skerd orð. Tí
hetta er veruliga ein bók,
sum eg eri glaður fyri at
hava lisið, svølgt og sitid á
kummu við. Eisini eg havi
eg varhugan av, at tað
kanska hevur okkurt við
sjálvsoying at gera.
Tað eru fáir menn, ið eru
so torførir at ummæla — og
kanska enn færri, ið lata seg
so illa ummæla, sum Tór-
oddur Poulsen. Ikki bert tí
at tað, sum higartil er komið
úr hondum hansara, er so
einstakt og egið, men eisini
tí, at Tóroddur er so bevístur
um hesar stakkals ummæl-
arar, at teir verða teptir, áðr-
enn teir hava trýst á fyrsta
knøttin á telduborðinum.
Hetta er kanska eisini ein
orsøk til, at undirritaði aldri
gjørdist | bókaumvælari.
Men hetta er samstundis
eisini nakað, mær dámar
sera væl (eisini tí at mær
dámar ikki so væl smakkin
av egna nalva mínum). Eg
vil ul hetta høvid visa til
yrkingina »TAD ER AT
UMMÆLA«, á síðu 47 í
bókini. Hon teppir allar um-
vælingar við sær sjálvari.
Døma hana dekonstruk-
tón, um tað er tað, tú vilt.
>tað er at mala undan
tá tú skalt mæla ímóti
svari eg
tá ummælarin spyr meg
hvat at ummæla er<
>tað er at ræðast beini
í fiskinum«
Tað er ein sonn fragd at
síggja, hvussu leikurin inni
í, rundan um og ímillum
málið ferðast í bókini. Hon
stinkar langan veg av, at
høvundurin hevur tað gott
inni í hesi verð, sum hansara
egna mál tykist at hava
skapt, langt inni í øllum
uppruna og sevju. Hesi
verða eisini blandað so
snildisliga saman, at tað
gerst sera torført at tulka,
greina ella skilja heildar-
myndina, sum er alt verkið.
Men tað er júst tað, tað er;
eitt heilt og fult og satt verk.
Men tað er jú eisini ein
grundleggjandi menniskja-
ligur eginleiki, at velja og
vraka millum tað, ein ynskri
at skilja ella misskilja.
Sjálvur sigur skrivarin, at
>jú fleiri misskilja meg, tess
betri tími eg at skriva«, ella
okkurt, ið líkist hesum.
Sjálvur vil eg siga, at eg
haldi meg skilja Tórodd,
men eg vóni ikki, at hetta
fer at fáa mannin at gevast
tó. Tí bókin er fylt á tremur
við neyvum eygleiðingum
av øllum lívinum og tess
viðurskiftum — frá tí heilt
basala og banala til tær mest
fløktu og innankrøktu hugs-
anum menniskjans. Hetta
ger at ein, ið tímir at:lesa,
ikki bert fær nógv burturúr,
men eisini ráhyggar sær,
meðan hann lesur.
Nøkur andlit frá regl-
unum vitja aftur. Serliga
varð eg glaður fyri at hitta
Antasiu aftur. Heilsa henni
endliga.
Ætlaði mær annars at
citera okkurt úr bókini, men
hon er so samanhangandi,
at hetta vildi kanska gjørt
meiri skaða enn gagn. Og
agn. Tað ræður um at lesa
hana, drekka kaffi og
bowla. Hon kann lesast sum
ein dagbók yvir samtíðina,
um tað er tað, tú vilt. Hon
kann eisini lesast sum eitt
dekonstruktivt, supermo-
dernað verk, ið verður
kryddað við yrkingum,
skemti og álvara. Men eg
haldi veruliga ikki, at tað er
so nógv tað hon er, sum er
mest umráðandi. Hon kann
næstan verða alt tað, tú
biður hana vera. Kanska er
tað heldur tað, hon ikki er.
Hon er als ikki tengd at
tørv.
HAVASTOVUR
UR PLASTI.
k i P” á
— #05
. = — ún
Ein góð havastova er ikki bara ein tilbygningur, har rå
kanst njota skiftandi årstidirnar Eina dygdar havastova økir
eisini um virðið á husinum. Vit gera havastovuna til just tin
-tá talan er um tað allar besta
Ring ella kom inn á gólvíð og fá eitt prát við okkum um tin tørv
Vit eru altid til reiðar at geva tær eitt gott tilboð
Tel +298 32177 * Fan +298 33166 * E-mai: vs-tgBomvart to
nakrari åvisari sjangru. Var
hon tað, hevði tað ivaleyst
pilkað eitt sindur av gleðini
um hana burtur.
Døm hana dekonstruk-
tión, um tú vilt.
Tað eru ikki nógvir, ið
hava slíkt tamarhald á orð-
inum. Fleiri hava roynt, og
flest allir eru farnir skeivir
(skuldu kanska lagt pípuna
í skápið aftur). Bókin hevur
dirvi, greði, kæti, spei,
spælilyndi. Men eisini
nógva og djúpa rannsakan,
bæði inn- og úteftir. Serliga
eru nidstødurnar góðar. Har
tær eru. Um.
Vildi kanska gjarna sagt
okkurt meiri, men eitt um-
mæli av hesi bók kann alt
ov skjótt gerast ein umvæl-
ing. Og ein eftirmeting kann
alt ov skjótt gerast alt ov
drúgv. Tað er henda longu.
Petur Pólsson Jensen,
november 1997