Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. november 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 226 - 27. november 2003 Nr. 226 - 27. november 2003 11 Í dag verður nýskapandi og íblásturgevandi Norður- bryggjan alment tikin í nýtslu. Til steðar verða oddafólk úr Danmark, Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Millum hesi teljast Margretha drotning, danski forsætisráðharrin, Føroya løgmaður og flestu landsstýrismenn og so starvs- felagar úr hinum londunum í Útnorði. Løtan tá Norður- bryggjan verður tikin í brúk er eitt meta sum eitt vegamót ella ein nýggj byrjan. Hetta mentanarliga og fólksliga hús, hvørs virksemi fer at verða meinlíkt tí, ið vit dag um dag uppliva í okkara egna Norðurlandahúsi, fer at fáa – ella kann fáa - stóran týdning fyri okkum smátóðir í Norðuratlantshavi – í Útnorði. Tað fer vónandi at knýta okkum enn meira saman og fer at byggja brýr millum okkum og Danmark og restina av heiminum. Í dag fer einki minni enn eitt flaggskip av bakkastokki. Mentanarliga og fólksliga flaggskip Útnorðurs. Eitt er at skapa ein karm. Tað er sjálvsagt grundarlagið. Støðið, sum alt annað skal byggja á. Men líka so týdningarmikið er at fylla henda karmin út, og tað verður so uppgávan hjá okkum øllum, sum eru góð við tað, sum er okkara og sum vit vilja menna og geva øðrum lut í eisini. Tað er vandi í hvørjari vælferð. Og ein vandi er sjálvandi í tí, at Norðurbryggjan ikki verður tað fólksliga amboð og forum, sum vit ætla og vóna – at tað verður eitt stað fyri "fínkulturin" og "elituna" um man so kann siga. Vónandi fara vit øll gera okkara til, at slíkt mentanarhús eisini verður eitt fólksins hús, sum umboðar øll tey mongu virði, ið fólkini í Útnorði eiga og goyma. Vilja varðveita men eisini menna og geva øðrum lut í. Vit ivast heldur onga løtu í, at við einum skilagóðum íblásara og einum fólksins umboði sum Vigdis Finn- bogadóttur, fyrrv. forseti Íslands, skal hetta hús nokk fara at liva upp til sítt endamál: at hjúkla um og menna og útbreiða mentanina í Útnorði – og lata upp dyrnar til umheimin, soleiðis at tað verður ein gongd og streymur báðar vegir og ikki ein einvegis gongd. At sendistovurnar hjá smátjóðunum í Útnorði verða savnaðar undir einum taki er eisini at fegnast um. Tað fer at geva hesi verkætlan, hesum kæra húsi, ta fyllu og ta virðing og ikki minst tann áhuga, sum tað hevur uppiborið. Latið nú allar góðar kreftir í hesum londum og í Danmark sleppa at gera Norðurbryggjuna til tað fólksins mentanarhús, sum vit øll ynskja – við støði í bæði amatør- og professionellari list. Vit mugu so eisini vóna, at Norðurbryggjan ikki stjelur "myndina" og drenar orkuna frá teimum lokalu Útnorð- urhúsunum eitt nú Føroyahúsinum. Men at hon heldur verður nakað, sum kemur aftrat. Alt lívið er ein prosess og hetta er einki undantak. Tað ræður tí um hjá teimum, sum standa á odda, at hava alt hetta í huganum sohvørt pro- sessin verður stýrd og sleppur at liva sítt egna lív. Hóskandi kundi verið á hesum stað at ynskt Norður- bryggjuni, ja okkum øllum, tillukku. Vælkomin Norður- bryggjan. Ver tú eisini við til at byggja brýr millum okk- um í Norðuratlantshavi umframt at lata dyrnar upp til umheimin. Lat tað verða sligið fast við hesum fáu orðum: Bryggjan byggir brýr millum bróðurfólk og mennir mátt og mentan. Bryggen bygger bro mellem broderfolk. DAGSINS MEINING Sosialurin Vælkomin Norðurbryggjan VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Heri Mohr Vísandi til uppskot til løgtingsfíggjarlóg 2004 og orðaskiftið í løgtinginum um ovurnýtslu av peningi til serviðgerð av sjúkling- um á Ríkishospitalinum og øðrum sjúkrahúsum í Dan- mark, mugu vit ásanna, at hetta fyribrigdið við kjaki um føroyskar sjúklingar á donskum sjúkrahúsum hevur verið afturvendandi nú í umleið 5 ár. Sum tygum og flest øll- um kunnugt eru hesar ser- viðgerðir kostnaðarleysar fyri føroysku sjúkrahúsini, og tað var eisini orsøkin til, at játtanin til nevndu sjúkraviðgerðir kom við í ríkiskassablokkin tann 1. januar 1988, tí í fólkatings- lóg nr. 621 frá 22. de- sember 1976 er undir § 5 m.a. tilskilað: "Sygehusenes overlæger har ret og pligt til at yde bistand og modtage bistand fra de øvrige sygehuse og ret til at sende patienter til behandling på sygehuse i Danmark. Nærmere regler herom fastsættes i det af lands- styret udfærdigede regle- ment for det færøske syge- husvæsen". Og í landsstýrisins kunn- gerð nr. 70 frá 6. oktober 1977 er m.a. tilskilað: "Sjúklingurin verður kannaður til viðgerðar á donskum sjúkrahúsi ella deild v.m., ið verður rikin ella goldin av statinum, av praktiskum orsøkum helst Ríkishospitalið. Viðgerðin á niðanfyri nevndu sjúkrahúsum og deildum er eftir avtalu við ríkisstýrið kostnaðarleyst fyri føroysku sjúkrahúsini: Ríkishospitalið herundir Kysthospitalet på Refsnæs, Ortopædisk Hospital í Keypmannahavn, Finsens- institut, herundir Radium- stationen. Bert í teimum førum, har tað er heilt greitt, at sjúklingurin ikki kann viðgerðast á teimum undir punkt 2 nevndu sjúkrahúsum og deildum, skal sjúklingurin kannast til onnur sjúkrahús t.a. An- delsforeningens Gigt hospital í Skelskør og og Afholdsbevægelsens Be- handlingsinstitutter for alkoholbeskadede". Til tess at vísa hvussu gongdin hevur verið, síðan ríkiskassans útreiðslur til serviðgerð av føroyskum sjúklingum á donskum sjúkrahúsum fóru í blokkin 1.1.88, - tá æt løgtings- játtanin "Útreiðslur við- víkjandi Ríkishospitalin- um", men nú eitur hon "Serviðgerð uttanlands" -, ber til at seta upp fylgjandi yvirlit: Hetta talar fyri seg. Í fylgiskjølunum til lóg- ina um blokkin er m.a. til- skilað viðvíkjandi Ríkis- hospitalinum, at "endelig fastlæggelse (av upphædd- ini í blokkinum/HM) beror på opgørelsen af udgifterne ved indlæggelse på Rigs- hospitalet". Flest allir føroyingar, primert øll gomul, øll sjúk og øll avlamin, spyrja við angist- og tunglyndis and- litsbragdi, hví og hvussu hesin ørvitisskapur í land- sins politisku umsiting á sjúkrahúsøkinum - nú meira sjónskt og ræðandi enn nakrantíð - er íkomin, og hvørjum hetta fer at enda við. Eg loyvi mær vinarliga at spyrja, um tygara politiska umsiting av serviðgerð av sjúklingum á Ríkishospital- inum hevur støði í oman fyri nevndu fólkatingslóg og relevanta kunngerð frá landsstýrinum? Um svarið er játtandi, gevur hetta orsøk til hesar spurningar: 1.Við hvørjari lógarheim- ild hevur landsstýrið steðgað dagføring (a jour føring) av statsins gjald skyldu fyri serviðgerðir á Ríkishospitalinum? 2.Hví rinda tygum pening úr landskassanum fyri serviðgerð á Ríkishospi- talinum v.m., sum stat- urin sambært lóg og kunngerð eigur at gjalda? Fyri at lýsa spurning 2 kunnu vit taka árið 2000 sum dømi: Eg ivist onga løtu í, at 70% av øllum føroyingum ynskja at fáa viðurskiftini viðvíkjandi serviðgerðum av sjúklingum á Ríkis- hospitalinum v.m. í eins góða og trygga legu, sum tey vóru frá 1977 til 1997, altso í 20 ár. Vónandi svara tygum upp á hesar tríggjar spurn- ingarnar við sama álvar- semi og eins greitt, sum teir eru settir. Opið bræv til Bill Justinussen, landsstýris- mann við heilsumálum Løgtingsins fíggjarlógaruppskot Brúkt Úr blokkinum 1988 22 mió. 22.5 mió. 22 mió. 1997 37.2 " 37.5 " 37.5 " 2000 53.2 " 70.8 " 40.0 " (umleið) 2003 70.0 " ? 40.0 " " 2004 67.2 " ? 40.0 " " Brúkt til serviðgerðir á sjúkrahúsum í Danmark 70.8 mió. Goldið av statskassanum (í blokkinum) uml. - 40.0 mió. Goldið av landskassanum (!!) uml. 31 mió. Í kvøld, hóskvøldið 27. nov., heldur Diana Borgnyardóttir í Syðrugøtu fyrilestur í húsinum hjá Kongshavnar Kvinnufelag á Glyvrum. Fyrilesturin hevur heitið: »Orð, ið menna«. Tá tosað verður um orð, ið menna, verður farið inn á at fólk skula fáa eina greiðara fatan av, hvussu okkara tank- ar og kenslur ávirka okkara samskifti við onnur menn- iskju. Harumframt tosar Diana um hvussu ein skapar eitt gott samskifti - um tankar, orð og kropsmál. Nomið verður eisini við, hvussu ein kann menna børn og vaksin til positiva sjálvs- fatan og hvussu ymiskt vit nýta sansir okkara. Fyrilesturin er liður í eini røð av smærri tiltøkum, sum Kongshavnar Kvinnufelag javnan skipar fyri. Seinastu tíðina hevur Kongshavnar Kvinnufelag skipað fyri millum annað fyrilestrum um siðamisbrot, diabetik- arar, kostráðgeving og Før- oya Barnaheim. Í komandi árið hevur felagið ætlanir um at skipa fyri ymiskum tiltøk- um. Millum annað hevur verið tosað um fyrilestur um urtagarðsrøkt. Boðað verður nærri frá hesum fyrilestri seinni. Fyrilestur á Glyvrum: »Orð, ið Menna« VIÐMERKINGAR Johan Petersen Enn einaferð ber al- mennur loftmiðil ókrit- iskt ivasom stórtíðindi frá samgonguni: Lands- sjúkrahúsið skal hava funnið feil í fakturering frá Ríkissjúkrahúsinum, so at ov nógv var um at verða goldið við pen- ingi, vit fáa frá dønum til sama endamál. Men landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur sett nýggja eftirlitsskipan í verk, so at hetta ikki hendi. Høvuðstíðindini í Út- varpi Føroya miku- kvøldið 19. november vóru søgan um ein fak- tureringsfeil, sum Ríkis- sjúkrahúsið skuldi havt gjørt fyri eina sjúkravið- gerð av føroyingi. Men hetta var avdúkað, or- sakað av, at Lands- sjúkrahúsið hevði inn- ført eina nýggja eftirlits- skipan, har rokningar frá Ríkissjúkrahúsinum verða eftirkannaðar. Bill Justinussen hetjan Hetjan í hesi søgu tykt- isk vera landsstýrismað- urin í heilsumálum Bill Justinussen, sum kundi greiða frá, at eftirlits- skipanin var sett í gildi, so slíkt bleiv avdúkað. Men søgan slapp (sum vanligt) at standa sum ein rósa til samgonguna og við einum undirtóna av kritikki av Ríkis- sjúkrahúsinum, hvør skal siga, at hetta kanska ikki var eindømi, so- leiðis at vit føroyingar kanska gjalda ov nógv fyri sjúkraviðgerð í Dan- mark. Hevur onki fantilsi verið á bókhaldinum? Ikki eitt orð var tikið upp á tungu, um hetta veruliga hevur verið vanligt, at rokningar ikki verða eftirkannaðar á Landssjúkrahúsinum. Tað ger hóast alt hvør húsmóðir, tá ið hon fer til handils, hvørt húski, tá ið tað fær rokning fyri eina hvørja útreiðslu og hvørt virki, tá ið tað skal gjalda fyri onkra tæn- astu ella keyp. Torir Bill Justinussen veruliga at koma við ábendingum um, at onki fantilsi hevur verið í bókhaldinum á Lands- sjúkrahúsinum? Passar hetta, Pól Gert Hansen, sjúkrahússtjóri? Gjalda við peningi úr Danmark Heldur ikki var tikið upp á tungu, at vit vóru um at gjalda ov nógv við peningi, vit fáa frá dønum til sama enda- mál, altso fyri sjúkravið- gerð av føroyingum. Føroyskir journalistar undirbráttligir? Álvaratos, hvussu er áfatt við føroyskum journalistum? Eru teir ikki førir fyri at skyna millum týðandi og týdningarleys tíðindi? Eru teir ikki førir fyri at stilla kritiskar spurning- ar? Ella eru teir so undirbráttligir, at sam- gongan er friðhalgað, tí tjóðveldislandsstýrisma ðurin í mentamálum er hægsti leiðari av útvarp- inum og sjónvarpinum, og ongin kærumøguleiki finst? Helt allur krit- iskur journalistikkur uppat við bankakann- ingini hjá Høgna Hoy- dal? Johan Dahl løgtingsmaður fyri sambandsflokkin Sum aðalmál hjá ein- hvørjari samgongu, ið situr við leiðslu landsins, eigur at verða lagt til síðis í góðum tíðum fyri at hava til at taka í ringum tíðum. Er ta gjørt? Lat okkum takað frá byrjan av : Í tíðarskeiðnum 1998 - 2003 hevur samgongan undir fólkafloksleiðlsu fingið blokkstuðul upp á tilsamans 5100 milliónir – harumframt hava teir havt knappar 16000 millionir (16 milliardir) í skatta og avgjaldsinntøkum í sama tíðarskeiði - altso tilsamans 21000 milliónir í inntøkum og hóast tað, so er ikki meir enn 1 milliard løgd til síðis øll hesi árini. Við árslok 1998 stóðu umleið kr. 1,2 mia í lands- bankanum í okobter 2003 stóðu umleið kr. 2,2 mia í landsbankanum Spart upp í hesi árini kr.1,0 mia. Jú vist hevur ligið sera væl fyri at brúkt, tað má sannast. Sitandi samgonga hevur økt almennu rakstrar- og lønarútreiðslurnar við 1,2 mia. - úr 2,4 mia. til 3,6 mia. Avlopið á fíggjarlógini í 1998 – undir sambands- leiðslu – var umleið 470 mió. Avlopið í 2002 var umleið 142 mió – undir fólkafloksleiðslu. Væntandi verður hall 2003 – undir fólkafloks- leiðslu. Væntandi mangla 200 mio í 2004 – undir fólka- floksleiðslu?? Hvør er so niðurstøðan? • Eingin konjunkturstýr- ing, hvørki er ella hevur verið síðan 1998, tá hendan samgongan tók við. • Alt krútið er brúkt í góðu tíðunum • Eingin strategi/visión er um at økja inntøkuskap- anina í føroysku vinnuni • Eingin ætlan um at ef- fektivisera raksturin fyri at spara í almennu um- sitingini • Avleiðingin komandi ár- ini verður – ein almennur sektor í trupulleikum! Samgongan tosar um at gerast fíggjarliga sjálvber- andi. Hava teir yvirhøvur gjørt nakað fyri at náa hesum málsetningi? Tveir hættir eru at gerast sjálvberandi: • Størri inntøkur – búskap- arvøkstur • Minni útreiðslur – spar- ingar á fíggjarlógini. Tað er greitt; at búskapar- vøksturin seinastu árini hevur verið stórur – men stýringin av almennu út- reiðslunum hevur als ikki verið til staðar, tær hava fingið loyvi at vaksa ótálmað ár undan ári frá 1998 til dagin ídag. • Kappingarførið er versn- að við 25% – undir fólka- floksleiðslu • Vinnupolitikkurin – Inn- tøkuskapan frá øktum vinnumøguleikum er ikki at fáa eyga á - undir Fólkafloksleiðslu. • Skattalættin er uppetin av eyka gjøldum – undir fólkafloksleiðlsu • Lógin um vinnuligan fiskiskap, sum var frálík, tá Sambandsflokkurin kom við henni, er nú vorðin útholað og for- kvaklað – undir fólka- floksleiðslu. Loysing kann ivaleyst finn- ast við Fólkafloksleiðslu – men loysnir finnur tú ongar undir Fólkafloksleiðslu, tað er ein sannroynd. Sjálvberandi búskapur – nær er búskapur okkara sjálvberandi? Búskapurin er sjálvberandi, tá vit kunnu fíggja allan al- menna sektorin við inn- tøkum skaptum í føroysku vinnuni, men av orsøkun- um nevndum omanfyri, er sitandi samgonga ongantíð longri burtur frá hesum málsetningi enn just nú. Óli Breckmann, formað- ur Fólkafloksins, noyðist at ásannað – hóast tað man verða torført hjá honum – at makan til vanstýring av samfelagskútini Føroyar, enn tann sum fer fram undir Fólkafloksleiðslu, í bestu tíðum nakrantíð, skal ein leita leingi eftir. Sprittið er farið úr kum- passini, og skútan siglur fyri vág og vind. Hevði slík samfelags- og fíggjarstýring sum fer fram í løtuni verið framd undir sambandsleiðslu (hvat tó er óhugsandi), so hevði Óli Brekcmann ikki verið tespiligur í verbalum útsøg- num. Alternativið til sitandi samgongu kann ikki verða ringt at fáa eygað á. Stórtíðindi: Lands- sjúkrahúsið farið at eftirkanna rokningar! Er nakað alternativ til fólkafloks-samgonguna? Dømið sjálvi! Kim Simonsen Tað er vána politikkur at leggja eftir starvinum hjá journalistum, ið ætla at útgeva eina bók, bert tí ráð- andi flokkurin ikki hevur álit á talufrælsinum, sum sambært grundlógini er tryggjað, men sum vit síggja við revsilógum er undir ábyrgd. Løgið er, at Fólkaflokk- urin heldur seg kunna fremja eitt »PR stunt« við slíkum, á PR-málið kallað »damage control«. Hetta brúka stór feløg, t.d. er ein flúgvari dottin niður, byrjar flogfelagið at senda upp- lýsingar út um t. d. stólar- nar í flogfarinum, um flog- ternur, tí so byrja fólk at hugsa um okkurt annað, tí best er at kunna stýra, hvussu ólukkan kemur at síggja út. Tað ringasta sum henda kann er, at fólk fara at gita, tá gerst ein fjøður til allar hønur í heiminum. Flogfelagið kann so skjóta eftir øðrum myndug- leikum, politikarunum, sum ikki hava umvælt lend- ingarbreytina í 20 ár, og tey kunnu leggja motiv í munnin á teim, sum bera boðini, t. e. journalistar, ið nú ikki dáma felagið. Málið endar við at vera so fløkt, at eingin longur hevur yvirlit yvir nakað. Hetta troyttar fólk, og fjøl- miðlanir finna sær okkurt annað, sum er nógv einklari og nýggjari. Felagið sleppir undan at taka alla ábyrgd- ina av vanlukkuni. Hetta er nøkunkunda heimspekin handan »damage control«. Tað tykist, sum um Fólkaflokkurin nú brúkar hesa PR-strategi og eru teir longu settir at skjóta eftir SvF, eftir størvunum hjá hesum monnum annars, eftir øðrum flokkum, eftir útisetum upp á ein parano- idan máta við tonkum um samansvørjingar, ið er púra óverdigur til allir partar minst hava lisið bókina. Hetta svarar til, at eitt flogfelag verður ákært fyri at eitt av flogfarunum kanska kemur at detta nið- ur, og so leggur á at skuld- seta alt og øll um saman- svørjingar. Tað einasta rætta er tá at kanna flog- farið, um hald er í hesum ákærum ella ikki. Er hald í teim ákærum, sum hesir kendu og virdu føroysku journalistar seta fram, skal løgmaður taka hetta til eftirtektar. Verður hann dømdur eftir revsi- lógini fyri svik, kann hann rokna við eini misálitisvátt- an frá flokkinum, løgtingi og landsstýri og best er tó, at hann áðrenn hetta sjálvur fer frá og best er tá, um hann fer úr politikki heilt. Hetta er hent fyrr í øðrum londum. Eru hin vegin ákærurnar falskar ella ikki undirbygdar, eigur løgmað- ur, her sum borgari og privatpersónur, sum Anfinn Kalsberg at dragsa hesar menn og teirra ákærur í rættin sum skjótast, har hann vinnur og kann reinsa sítt navn. Hetta kemur at merkja, vinnur hann, at journalist- arnir verða dømdir. Revs- ingin er vanligani útmáld til bót og hefti. Inntil víðari er søgan ikki longur Fólka- flokkurin! Paranoia, hótt- anir og samansvørjingar- ástøði í eini álvarsligari løtu sum hesari er vána »damage control«, t. v. s. at hetta virkar ikki, men bert skaðar flokkin. »Damage Control« – Eitt nýtt føroyskt hugtak C M Y K 11 10