Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. november 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 226 - 27. november 2003 Nr. 226 - 27. november 2003 13 Føroyingar í Danmark – og danir – fáa komandi leygarkvøld møguleika at hoyra føroyska songfuglin EIVØR Jákup Mørk Leygarkvøldið 29. novem- ber hevur Eivør Pálsdóttir sína fyrstu almennu konsert í Danmark, eftir at nýggja fløgan »Krákan« er útkom- in. Á føroyska náttklubban- um Jacques í Keypmanna- havn fer Eivør, saman við tónleikarum sínum, at spæla sangir av nýggju fløguni, ið longu nú er sera væl umtókt í Íslandi. Eivør hevur útgávukonsert í Norðurlandahúsinum í Før- oyum 23. novembur, so hetta má sigast at vera al- menna útgávukonsertin í Danmark, við afterparty. Møguleiki verður eisini at keypa nýggju fløguna hjá Eivør hetta kvøldið. Atgongumerkini, sum eru avmarkaði í nøgd, kunnu bíleggjast á mail@jackways.dk. Um- framt atgongd til konsert- ina, sum er frá 21.00 til 24.00, gevur atgongumerk- ið eisini atgongd til Jacques alla sunnunáttina. SJÓNLEIKUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Í kvøld, hóskvøldið kl 20, fer Gríma afturá pall við sjónleikinum Erasmus Montanus hjá Holberg. Leikurin hevur verið framførdur 15 ferðir, men nú hevur ein steðgur verið í einar tvær vikur, tí onkur av leikarunum hevur veirð uttanlands. Umframt í kvøld verður leikurin eisini sýndur fríggjakvøldið kl. 20, leygar- og sunnudagin kl 16. Átta leikarar eru við í leikinum, sum Eyðun Johannesen leikstjórnar. Ofta verður Erasmus Montanus siteraður í kjaki, men tey eru helst fleiri, ið ikki rættuliga kenna hend- an annars so navnframa figurin hjá Ludvíki Hol- berg – men, sum Eyðun Johannesen sigur, nú hava fólk so aftur høvi at síggja hann… Leygarkvøldið 29. novem- ber verður gamlamanna- dansur í Skálanum. Tað verður kendi bólkurin, Juli- anne-boys, úr Havn, sum koma norður at spæla. Teir eru mest kendir fyri sín góða, gamla, svingandi dansitónleik. Hetta viku- skiftið verður sølustevna í Klaksvík, so tað er onki at ivast í, at tað verður eitt rimmar dansikvøld í Skál- anum. Tað er Stuðulsfelagið Dragin, sum skipar fyri, og heita teir á fólk um at koma í dans áðrenn miðnátt, stemningurin verður betur, og fólk fáa meira fyri pengarnar. IRAK Jan Müller Tað er ikki gerandishend- ing, at ein bretskur uttan- ríkisráðharri heilsar uppá hermenn og sivilar í Irak. Og enn sjáldsamari er tað, at ein føroyingur fær hetta høvi. Tað hendi so í gjár, tá bretski uttanríkisráðharrin Jack Straw, kom á vitjan í Basra. Har hitti hann umboð fyri herin men eisini fyri tey mongu sivilu, sum eru við til at byggja uppaftur Irak. Tommy Petersen av Argjum, sum er í sivilari tænastu undir bretskum myndugleikar í Basra fekk høvi at hitta uttanríkisráðharran. Sí mynd. Straw talaði eisini til øll fólkini har og takkaði teimum fyri tað stóra arbeiði tey gera fyri at byggja landið uppaftur. Hann vísti m.a. á, at hetta arbeiðið longu hevur borið ávøkstur, og hava vit fingið eitt betri Irak, hóast tað enn er langt á mál. Tommy Petersen, sum er í Irak í eitt hálvt ár, kemur heimaftur í februar. Hann sigur, at alt veit væl við hjá sær. Arbeiðið Eivør live á Jacques Tommy P hittir Straw Mikumorgunin vaknaðu fólkini í leguni har Tommy Petersen er stæddur í Irak við kaldan dreym. Eingin mætari enn bretski uttanríkisráðharra støkk inn á gólvið. Her hittir Tommy Petersen av Argjum Jack Straw og fekk hann eisini høvi at greiða honum frá, at hann kom úr grannalandinum Føroyum Gamlamannadansur í Klaksvík Erasmus Montanus aftur á pall NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Nýggja bókin hjá Bjarna Åkesson Filholm, "Fire skibe med navnet Tjaldur", er væl móttikin bæði í Føroyum og í Danmark. Donsk bløð geva bókini góð ummælir BØKUR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Herfyri kom bókin »Fire skibe med navnet Tjaldur« hjá Bjarna Åkesson Fil- holm í bókasølurnar í Dan- mark og Føroyum. Bókin er áhugaverd fyri bæði føroy- ingar og danir. Sølan í Danmark er eisini góð, og bókin fær góð ummælir í donskum bløðum. Í blaðnum Søfart, stendur m.a. »I den flotte bog beretter han om trafikken mellem Færoerne og Dan- mark lige fra 1500-tallet til indsættelsen i dette forår af nybygningen »Norrøna«, víðari stendur »Bogen er forsynet med en mængde flotte billeder samt et generalarrangement af hvert skib«. Nordjyske Stiftstidende skrivar m.a. um bókina: »I 1999 fik han udgivet bogen »Tjaldur« på Forlaget Nautilus. De 1000 eksemplarer var lynhurtigt udsolgt fra forlaget, som så begyndte at fiske for, at den hjørringske bibliotekar med talent for at skrive spændende faglitteratur skulle gå i gang igen«. Lektor, Søe Christensen, Kresten, úttalar seg m.a. soleiðis um bókina: »Fil- holm har godt hold på sit stof, og teksten er krydret med personlige indfalds- vinkler, citater og uddrag fra avisartikler o.l. Der af- sluttes med litteraturliste, skibstegninger og engelsk resume. En udmærket vel- disponeret bog til alle med interesse for søfart og Færøerne. Bjari Åkesson Filholm er hálvur føroyingur, hann er føddur í Vestmanna í 1952, mamman er føroysk og pápin danskur. Hann arbeiðir dagliga sum bóka- vørur á Hjørring Bibliotek, samstundis sum eisini gev- ur bøkur út. Á eini samkomu á Býar- bókasavninum í Havn 12. november 1978 vóru virð- islønir M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir, yrkis- bókmentir og barnabóka- heiðursløn Tórshavnar Bý- ráðs, handaðar. Virðislønina fyri yrkis- bókmentir fekk Maria Eide Petersen, meðan Hans Thomsen fekk virðisløn fyri fagrar bókmentir. Barnabókaheiðursløn Tórs- havnar Býráðs fekk Mari- anna Dahl. Tað var Petur Christian- sen, táverandi borgmeist- ari, sum handaði heiðurs- lønirnar. Kelda: Myndaárbókin árið ið fór 1979 Mikudagin 26. november fylti Niels Petur Johanne- sen á Argjum 40 ár. Niels Petur er føddur og uppvaks- in í Funningi, sonur Mag- dalenu og Svenning Johannesen. Hann kom til Havnar í 1982 og koyrdi lastbil og brøjt hjá Jón Hansen, áðr- enn hann fekk starv hjá Postverki Føroya í 1986. Hjá Postverkinum hevur hann arbeitt í nógv ár í sorteringini, men síðan 1999 hevur hann koyrt fast sum bilførari. Í frítíðini koyrir hann hjá Bussleiðini í Havn. Niels Petur er giftur við Jonnu, f. Mortensen, av Argjum, tey eiga fýra børn: Mikkel, Súsanna, Fríða Kristina og Nikolina. Føðingardagurin verður hildin leygardagin 29. november í heiminum á Argjum. Niels Petur Johannesen 40 ár Virðislønir M. A. Jacobsens fyri 25 árum síðan Bókin um Tjaldur væl móttikin Sølan av bókini hjá Bjarna Åkesson Filholm gongur væl, og bókin fær góð ummælir í donskum bløðum Dagurin 27. november. Facundus. Var úr Leon í Spaniu, deyður umleið ár 300. Hann og ein bróðir hansara vórðu tiknir av døgum við ánna Ceia í Galisiu í Norðurspaniu. C M Y K 13 12