Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. november 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 226 - 27. november 2003 15 Angela og Hannibal undirhalda í Hvalba Leygardagin fara landskendu Angela og Hannibal at framføra í Roynhøllini í Hvalba UNDIRHALD Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Leygardagin fáa suðuroy- ingar høvi at uppliva tey landskendu og sera vælum- tóktu Angelu og Hannibal á palli. Leygardagin klokkan 15 fara tey bæði at undirhalda smáum og stórum í Royn- høllini í Hvalba. Vanliga framførslan vara í ein tíma, ella har á leið, men aftaná verður høvi at práta við Angelu og at fáa autograf frá henni. Atgongumerkini kosta 60 krónur hjá børnum og 80 krónur hjá vaksnum. Tey bæði hava havt nógv- ar framførslur norðanfyri. Har hava tey verið avbera vælumtókt og tað hevur verið fult av fólki, har tey hava verið. Men tað er meiri sjáld- samt at suðuroyingum stendur í boði at uppliva tey bæði, men hetta verður so eitt av teimum sjáldsomu møguleikunum . Tað ber neyvan til at lækka pensjónsaldurin niður um 67 ár – Sum útlitini eru, ber ikki til at lækka pen- sjónsaldurin, sigur Andreas Petersen, løgtingsmaður fyri javnaðarflokkin. Men ymsar skipanir skulu setast í verk, sum gera yvirgangin lættari frá arbeiðslívi til pensjonistalív ELDRAPOLITIKKUR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Sum útlitini eru nú, ber ikki til at tosa um at lækka pensjónsaldurin. Tað heldur Andreas Pet- ersen, løgtingsmaður fyri javnaðarflokkin. Á landsfundinum hjá javnaðarflokkinum í Hvalba hetta vikuskiftið, gav hann sítt boð uppá, hvønn eldrapolitikk, javn- aðarflokkurin skuldi føra. Hann vísir á, at í ørðum londum hava tey lækkað pensjónsaldurin. Í Italia og Fraklandi er hann enntá lækkaður heilt niður í 58- 59 ár. – Men hesi londini hava nú ásannað, at tað var eitt mistak, tí tey hava ikki ráð til at hava so lágan pen- sjónsaldur. Tìskil berjast tey nú fyri at hækka hann aftur og tað hevur ført til nógvar trupulleikar, tí tað góðtaka fólk ikki. Andreas Petersen helt heldur ikki, at vit hava ráð til at lækka pensjóns- aldurin. – Tá ið fólk koma í edtir- lønaraldur, skulu vit hava ráð til at geva einum eina ordiliga eftirløn, sum mun- ar. Tað er ongin meining í at hava fínar skipanir á einum pappíri og ikki hava ráð til meiri enn eina ússaliga eftirløn, tá ið tað kemur til stykkis. Men tað merkir ikki, at onki skal gerast fyri at broyta umstøðurnar hjá teimum, sum koma til árs. Hann segði, at sjálvsagt skal tað bera til hjá teimum at fáa fyritíðarpensjón sum mugu gevast at arbeiða fyri pensjónsaldur av heilsuáv- um. – Harafturat eiga vit á skipa ein seniorpolitik, har tað skal bera til hjá eldri fólki at arbeiða niðursetta tíð og har tey eisini skulu kunna fáa betri møguleikar fyri ferium ymsar árstíðir. Hann segði, at endamálið við hesum, er at gera tað lættari at verða á arbeiðs- marknaðinum longri enn vanligan pensíónsaldur hjá teimum sum vilja tað. – Samstundis mugu hug- tøk sum prestiga, starvsald- ur o.s.fr., enduskoðast. Eitt nú helt hann, at vit eiga at hugsa av nýggjum á hesum øki. – Sum tað er nú, kemur tað av sær sjálvum, at tess eldri eitt fólk er á einum arbeiðsplássi, tess hægri verður tignarstigið og ábyrgdin. Hann helt, at skipanir eiga at verða gjørdar, so at tað eisini skal bera til at sleppa hinvegin, so at eldri fólk sleppa av við ábyrgd. – Tað skal eisini bera til hjá eldri starvsfólki at fara hin- vegin og at lækka í tignar- stigi, tá ið tað er komið til árs, so at ábyrgd verður tikin av herðunum á tí eldri meðarbeiðaranum, heldur enn at tað bara skal leggjast størri og størri ábyrgd á tað, tess eldri tað verður. Samhaldsfasti skal vera botnurin Men ein týðandi partur av eldraárinum eru góðar eftirlønarskipanir. Og eisini á tí borðinum hevur javnaðarflokkurin boð uppá, hvussu vit skulu bera okkum at. – Vit hava sóknast eftir ein nýggjari eftirlønarskip- an og vit hava bjóðað okk- um til at vera við í hesi ný- skapan, sigur andreas Petersen. Hann sigur, at javnað- arflokkurin hugsar sær eina skipan, har bæði fólkapens- iónin, samhaldsfasti eftir- lønargrunnurin og ymsar fakfelagspensiónir eru nat- úrligir partar. – Endamálið skal vera ein samhaldsfastur partur, har pengar vera fluttir frá tí múgvandi til tann minni múgvandi, samstundis sum arbeiðsmarknaðurin kann gera pensiónsskipanir fyri sínar limir. Men á landsfundinum hjá javnaðarflokkinum varð dentur lagdur á, at tann samhaldsfasti eftirlønar- grunnurin skal styrkjast munandi í komandi árum so at hann meiri og meiri verður álitið undir eini komandi eftirlønarskipan. Hetta skal gerast fyri at forða fyri, at tað samhalds- fasta samfelagið fer heilt av lagi og at fólkapensjónin ikki verður annað enn eitt slag av fátækahjálp til tey, sum onki annað hava. Fleiri frísk eldri Andreas Petersen heldur lítið um hugtakið eldra- bylgjan ella enn verri: Eldrabumban . – Hetta er niðurgerandi málburður at nýta um okkara eldru og ikki í sam- svar við eina samhaldsfasta hugsjón. Hann sigur, at væl verða vit lutfalsliga eldri í sam- felangum, tí livialdurin hækkar støðugt. – Men vit vera eisini fleiri frísk eldri, sum klára seg og sítt uttan trupuleikar. Harafturat er føðitíttleikin hjá okkum lutfalsliga høg- ur. Hann er 2,4 børn fyri hvørt húski og sostatt end- urnýggja okkum reiðiliga afturímóti summum øðrum londum niðri í Evropa, har hann ikki er so frægt sum eitt barn fyri hvørt húski. Fyri at eitt land skal endurnýggja seg, skal føði- títtleikin vera 2,2 børn fyri hvørt húski. Andreas Petersen segði, at harafturat skulu vit eisini hyggja eftir hvussu sterkt samfelagið er vinnuliga og hvørjar møguleikar samfel- agið hevur á búskaparøk- inum. – Ein onnur broyting, sum vit síggja longu nú, og sum kemur at gera seg enn meira galdandi er, at okkara samfelag verður meiri og meiri eitt tænastusamfelagi. Tað merkir, at fleiri og fleiri arbeiðspláss vera av tí slag- um, har tað snýr seg um at hava eftirlit við fram- leiðslu, vaktarhald osfr. – Hetta eru arbeiðspláss, sum tey eldru saktans kunnu hava, segði Andreas Petersen. Angela og Hannibal hava verið ógvuliga vælumtókt, her tey hava verið. Leygar- dagin undirhalda tey í Suðuroy –Vit mugu koma burturfrá vanahugsanini um, at jú eldri eitt starvsfólk verður, tess hægri tignarstig og størri ábyrgd fær tað av sær sjálvum. Tað eigur eisini at bera til hjá eldri fólki at fara hinvegin og at lækka i tign fyri at sleppa undan ábyrgd, sigur Andreas Petersen 15 14 Nr. 226 - 27. november 2003 Føroya Blindastovnur 15 ár Fríggjadagin 28. november hevur Blindastovnurin valt at seta dagin av til vitjandi, sum hava áhuga at síggja húsið og vita meira um virksemið annars. Fyrrapartin eru ymiskir samskiftisbólkar og fakbólkar innbodnir, sum á ymiskan hátt varða av fólki við sjón- trupulleikum. Seinnapartin er opið hús fyri almenninginum. Skrá: Kl. 10.00 Húsið letur upp. Kl. 10.00-12.00 Framsýning av húsinum. Framsýning av hjálpartólum til blind og sjónveik. Útgivnar ljóðbøkur. Fyritøka úr DK sýnir fram lesitól og lesigløs. Hjá optikara er møguligt at fáa eyguni kannað. Kl. 11.00 Filmurin »Når synet bliver et problem« vístur fyri áhugaðum. Kl. 12.00 - 13.00 S T E Ð G U R Kl. 13.00 - 16.00 Sama skrá sum fyrrapartin. Kl. 15.00 Filmurin »Når synet bliver et problem« vístur fyri áhugaðum. Allan dagin fæst kaffi/te við smákøkum. Øll áhugað eru vælkomin. Nevndin Innan Heimarøktina og Serforsorgina er starv sum samskipari fyri Heimarøkt- ina leyst at søkja til setan skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Starvið er fyri- bils tíðaravmarkað til 2 ár. Almannaráðið, sum stovnurin hoyrir undir, arbeiðir í løtuni við málinum um at leggja eldraøkið út til kommunurnar. Ein av uppgávunum hjá samskiparanum verður tí eisini at arbeiða við broytingunum á økinum hesum viðvíkjandi. Heimarøktin veitir sjúkrarøkt og heimahjálp kring alt landið og er býtt upp í 6 øki. Skipanin umfatar 339 heilársstørv og verður tænasta veitt bæði heima- búgvandi brúkarum og sambýlisbúgvum. Heimarøktin og Serforsorgin fyrisitur eisini Ellis- og røktarheimsøkið. Samskiparin skal hava ábyrgd fyri dagligu samskipanini av virkseminum hjá Heimarøktini. Samskiparin skal somuleiðis standa fyri eftirlits- og ráðgevingarskylduni mót- vegis Ellis- og røktarheimsøkinum. Talan er um eitt fjølbroytt starv við spennandi, avbjóðandi og til tíðir eisini krevjandi uppgávum í einum dynamiskum umhvørvi. Møguleiki er fyri áhaldandi menning av førleikanum fyri at røkja uppgávur stovnsins til lítar. Starvið inniber hesar høvuðsuppgávur: • skipa og leggja til rættis fíggjarstýringina á økinum og gera greiðar manna- gongdir fyri fíggjarliga økið • fremja støðugt játtanareftirlit • tryggja skipaðan og miðvísan samanhang millum virksemið og fíggjarligan karm • skipa og útvega einsháttað upplýsingar- og hagtalstilfar sum fremur eitt haldgott avgerðargrundarlag fyri stovnin og myndugleikan • hava málsviðgerðina á økinum um hendi • skipa samstarv innanhýsis og við aðrar stovnar • skipa fyri og luttaka í verkætlanum Vit vænta at samskiparin: • hevur viðkomandi útbúgving helst frá hægri lærustovni • hevur viðkomandi starvsroyndir • evnar at yvirskoða fløktar samanhangir og at taka avgerðir • evnar at seta í verk fyriskipanir og verkætlanir og fylgja hesum upp • hevur góð samskiftisevni, herundir góðan málsligan førleika • dugir væl við fólki • er førur fyri at arbeiða undir skiftandi umstøðum • kann ferðast út í økini kring landið Løn- og setanartreytir: Løn sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarstaðurin er Heimarøktin og Serforsorgin. Tænastustaðurin fyribils er Heimarøktin, Meginskrivstovan. Tann, ið settur verður má tola broytingar í starvinum og at starvið kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur innan H eimarøktina og Serfor- sorgina. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja á telefon 304020 og tosa við Mary J. í Garði, stjóra. Umsóknir: Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, v.m. skal sendast til: Heimarøktin og Serforsorgin Att.: Mary J. í Garði, stjóri Eirargarði 2 FO-110 Tórshavn Umsóknarfreist: Mikudagin 17. desember 2003 kl. 12.00 Heimarøktin og Serforsorgin Meginskrivstovan Samskipari C M Y K 14