hósdagur 27. november 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 226 - 27. november 2003
Nr. 226 - 27. november 2003
17
Fyribils samandrátt-
ur: tann loynda meg-
in í føroyskari ment-
an í hjálandatíðini.
Javnstøða, tvímæli og
tvímentan. Føroysk
sjálvstýrismenning í
19. og 20. øld saman-
borin við íslendska
politiska menning um
somu tíð. Heimastýr-
islógin sum spegl-
mynd av verandi fyri-
treytum. Annar
partur av fyrilestri,
sum Hanus Kamban
helt á landsfundi
Javnarfloksins
Eftir Hanus Kamban
Annar partur
Tvímæli og javnstøða
Men hetta, at við polit-
iskum og búskaparligum
trýsti uttanífrá fylgir ment-
unarlig skapan, evnað til
sum skaldskapur á móður-
málinum, er bara ein táttur í
føroyskari mentunarsøgu.
Tí førka við okkum nak-
að frameftir, so koma Før-
oyar í 1387 undir danskt
vald. Sambandið við Noreg
heldur fram í meira enn
tvær øldir aftrat, men í ár-
unum 1619-20 verða Før-
oyar handilsliga og kirkju-
liga knýttar at Keypmanna-
havn og Sælandi. Við trú-
bótini o.u. 1540 verður
danskt til kirkjumál í Før-
oyum, og soleiðis verða,
sum ein avleiðing eisini av
tí nýggja prentkynstrinum,
danskir sálmar og danskar
lestrarbøkur bornar inn í
føroyska andaliga mentan.
Sálmarnir
hjá
danska
skaldinum Thomas Kingo
(1634-1703) og norska
yrkjaranum Petter Dass
(1614-1708) verða hvørs
mans ogn í Føroyum. Við
vísubókunum hjá Anders
Sørensen Vedel (1591) og
Peder Syv (1695) fáa før-
ingar høvi til at ogna sær og
læra seg danskar fólkavísur.
Og her, yvir av, kunnu vit
kanska siga, danskari ment-
unarligari og hjálandapolit-
iskari ávirkan, velja føring-
ar at svara upp á avbjóðing-
ina uttanífrá á nýggjan hátt.
Teir læra, ella noyðast at
læra, tað fremmanda málið,
og meira enn tað, teir taka
ímóti tí útlendska mentun-
arfarminum, á útlendskum
máli, og geva honum, fólka-
ligir sum teir eru, sess á
sínum bríkum undir liðini á
teirra nú heimligu mentan.
Støðan er nú tann, at
kirkjumálið er danskt, bók-
mentamálið er føroyskt og
danskt, meðan gerandis-
dagsins mál alt sum tað er
er føroyskt. Tað áhugaverda
í hesi støðu er, at millum
móðurmálið og tað inn-
flutta málið er javnstøða, tó
so at móðurmálið sam-
stundis hevur greiða yvir-
vág sum gerandisdagsins,
kvæðanna, sagnanna og
ævintýranna mál.
Hjálandapolitisk ávirkan
kann, alt eftir hvussu hon
artar seg, og hvat mótspæl
hon fær, gerast annaðhvørt
ein vanlukka ella, í summ-
um førum, eitt innsig av
ríkandi slag. Í Hetlandi og
Orknoyum hendi tað, at
tann innlendska, norrøna
mentanin - av tí at fólkið
har varð búskaparliga út-
pínt og mentunarliga niður-
traðkað - syndraðist. Tað
norrøna málið mátti dvína
fyri enskum, og aðrir siðir,
eitt nú kvøðing og dansur,
máttu lúta fyri eitt nú
skotskari puritanismu.
Heilt øðrvísi var gongdin
í Føroyum. Føroyskt gjørd-
ist ikki kirkjumál í Føroy-
um, og søguligar og ment-
unarligar atvoldir høvdu
við sær, at bíblian ikki var
týdd til føroyskt, eins og
heldur eingin bók á før-
oyskum var til um hetta
mundið. Fyrsta føroyska
bókin kom sum kunnugt
ikki út fyrr enn í 1822.
Men av tí at føroyskt hó-
ast hetta megnaði at standa
tí útlendska málinum kurl,
so at javnstøða var málanna
millum, gjørdust føringar
tvímæltir, og fingu sam-
stundis - sum kanska ein-
asta tjóð í Norðurlondum
umframt danir - atgongd til
tann ríka danska vísuskald-
skapin. Eftir hetta vóru so-
statt - fyri at nevna tvey
dømir - bæði tey føroysku
Sjúrðarkvæðini
og
tær
donsku vísurnar um drotn-
ingina Dagmar andalig ogn
hjá føringum. Mentunar-
søguliga er hetta ein merk-
isverd gongd, sum í stuttum
hevur við sær, at ein lítil
tjóð ognast bæði tvímæli og
tvímentan.
Ósjónligt lívsføri
Tá ið eg havi valt at lýsa
hesi viðurskiftir við einum
slíkum mentunarsøguligum
uppkasti, so er tað ikki bara
tí at henda myndin er áhuga-
verd - sum eg haldi hon er -
men eisini tí at ætlanin er
seinni at lata mentunarsøgu
og nútíðar politiskar og
ríkisrættarligar spurningar
umskarast og, harumframt,
á hesum baksýni royna at
lýsa tað framtíðarútlit, vit
síggja ella ynskja okkum,
mentunarliga.
Men allarfyrst fari eg at
royna at gera eina niður-
støðu burtur úr tí, sum hig-
artil er borið fram. Vit ansa
nú fyrst eftir, at føroysk
mentan er munnlig og ikki -
sum, í stóran mun, tann ís-
lendska - skrivlig. Meðan
íslendingar tíðliga í tíðini
hava eitt skriftmál, eiga
skrivað handrit, og við
prentkunstinum fara at
geva bøkur út, eitt nú,
longu í 1584, alla bíbliuna í
týðing til íslendskt, livir
føroysk kvæða- og frásagn-
armentan á manna tungu og
bara har.
Men av tí at henda ment-
an er munnlig, er hon eisini
ósjónlig, og hetta er tað
næsta eyðkennið, vit varn-
ast. Norðmenn valda í Før-
oyum, danir valda í Føroy-
um, embætismenn koma í
16. og 17. øld, handilsfor-
valtari, fúti, kommandant-
ur, danskir prestar setast á
prestagarðar víða um í
landinum, men føringar
halda fram, sum rein einki
av hesum við teir, at kvøða,
fortelja, dansa og arbeiða -
og brúka sítt egna mál.
Og tí mugu vit leggja aftr-
at, at henda ósjónliga, leingi
munnliga, mentanin hevur
enn eitt eyðkenni: styrki,
seiggi. Kanska er mót-
støðuføri - resistensur - eitt
neyvari heiti fyri hetta sein-
asta eyðkennið. Og hetta er,
um vit hava lagnuna hjá
Hetlandi og Orknoyum í
huga, bæði merkisvert og
ómetaliga týdningarmikið.
Tey politisku
próvtølini
Roynt hevur verið her at
gera eitt slag av eftirmeting
av føringa mentunarliga av-
riki, soleiðis sum tað kemur
til sjóndar á sjey alda bak-
sýni. Um vit nú fara frá
mentan til politikk, og ser-
stakliga hyggja at gongdini
í 20. øld, er so ikki grund til
at halda, at tjóðarinnar
atfinnarar hava havt rætt?
Hjá íslendingum birtist
ein tjóðskaparrørsla longu
tíðliga í 19. øld, hjá føring-
um ikki fyrr enn hálva øld
seinni. Tá ið Ísland gekk
saman við Danmark í per-
sónssamveldi (í 1918), var
tað í roynd og veru eitt full-
veldi, sum enntá eisini, í
verki, ráddi yvir sínum utt-
anríkismálum. Um sama
mundið var Føroya Løgting
enn bara ein ráðgevandi
stovnur. Íslendingar skip-
aðu eitt sjálvstøðugt tjóð-
veldi í 1944. Fýra ár seinni
fingu føringar sítt heima-
stýri, og tá lógu enn partar
av okkara lóggevandi, út-
innandi og dømandi valdi
eftir í Danmark.
Samanbering við
Ísland
Til hetta er at siga, at ein
spurningur er, um tað er
skynsamt at gera nakað
tjóðarskotsmál burtur úr
slíkum samanburðum. Tí so
líkir føringar og íslendingar
eru, eitt nú málsliga, og
kanska eisini í lyndi, so eru
eisini stórir munir, eitt nú
søguliga og landafrøðiliga,
sum kanska gera eina
eintýdda analogi millum
hesi lond ivasama.
Eitt nú kann verða ført
fram, at tá ið Ísland og Før-
oyar í 1260´árunum blivu
norsk atlond, gluppu bæði
lóg (um Seyðabrævið er
undantikið) og lóggávuvald
føringum av hendi. Íslend-
ingar fingu hinvegin sína
egnu lógbók - Jónsbók -
sum eftir íslendskum krøv-
um varð endurskoðað tvær
ferðir. Eisini fingu teir
ásett, at lógir og lógarboð
frá Noregs kongi skuldu
samtykkjast av tí íslendsku
løgrættuni,
áðrenn
tær
komu í gildi. So meðan før-
oyska tingið misti sítt lóg-
gávuvald, hevði íslendska
altingið framvegis, saman
við Noregs kongi, lut í lóg-
gávuvaldinum í Íslandi.
Hyggja vit at mentanini,
so varðveitti Ísland sítt
skriftmál, og við siðaskift-
inum gjørdist íslendskt
kirkjumál í Íslandi. Longu í
1540 kom Nýggja Testa-
menti, í týðing eftir Odd
Gottskálksson, út á ís-
lendskum. Um hetta mund-
ið átti Ísland bæði fornan
skaldskap og miðaldarbók-
mentir, til skjals í skrivað-
um handritum, og í tíðini
aftaná komu prentaðar bók-
mentir út. Biskupssetrini á
Skálholti og Hólum hildu
fram eisini eftir trúbótina,
og skúlaskapur, bókaútgáva
og bókmentir blómaðu.
Guðbrandur
Þorláksson,
sum gav bíbliuna út í ís-
lendskari týðing í 1584, gav
tilsamans út 90 bøkur. Onn-
ur andsmenni vóru Arn-
grímur Jónsson (1568-
1648),
rithøvundur
og
søgufrøðingur, og sálma-
skaldið Hallgrímur Péturs-
son (1614-84).
Aftrat hesum kemur, at
íslendingar sum heild tykj-
ast at hava fingið munandi
harðari viðferð frá donskum
myndugleikum enn føringar.
Tað at Jón Arason, seinasti
katólski biskupur á Hólum,
og tveir av synum hansara
vóru hálshøgdir uttan lóg og
dóm í 1550, gav íslendska
fólkinum beisk minnir, sum
ivaleyst stuðlaðu til teirra
frælsishug seinni.
Umframt hetta eiga vit
helst ikki at gloyma, at før-
inga aldalanga samband við
Danmark, saman við tí
avmarkaðu fólkanøgdini í
Føroyum, hevur skapt eina
mentunarliga og ættarliga
umskaran, sum helst er
størri enn tað dansk-ís-
lendska sambandið. Ikki
minni týdning enn søga og
mentan hava landafrøðiligir
og vinnuligir munir, eitt nú
tað at Ísland í vídd er meira
enn tvær ferðir so stórt sum
Danmark og meira enn 70
ferðir størri enn Føroyar.
Politikkur sum segl-
mynd av verandi
fyritreytum
Ein kann, um ein hoyrir til
fullveldisvongin í føroysk-
um politikki, bæði undrast
á og ilskast um seinførið í
føroyskari sjálvstýrismenn-
ing, fyri ikki at tala um tey
løgnu bakkast, sum hava
verið. Eitt gott dømi um eitt
slíkt bakkast er grein 7,
sum kom í gildi fyri Føroy-
ar í 1912 eftir ynski frá ein-
um meiriluta á Føroya Løg-
tingi, og sum beyð, at
kenslumálið í Føroyum var
danskt (við tí uppískoyti, at
føroyskt kundi nýtast sum
hjálparmál í teimum lægru
flokkunum).
Tá ið hetta er sagt, slepst
samstundis illa undan tí
viðurkenning, at føroysk
sjálvstýrismenning, hennara
vingluta, trilvandi, seinføra
stev, speglar aftur okkara
serligu
landafrøðiligu,
vinnuligu, búskaparligu og
mentunarligu fyritreytir. Vit
taka ikki loysing við einum
kasti, helst tí at vit - við hes-
um serligu fyritreytum í
okkara medviti - ikki hætta
okkum at gera tað. Og
kanska taka vit als ikki loys-
ing, men finna eitt annað
modell, okkara serliga veg.
Ein slík tilgongd kann tykj-
ast dirvisleys, men kanska
kann ein onnur samanbering
ella analogi førast fram í
hesum sambandi.
Samanbering við
Danmark
Í Danmark hevur í 20. øld
verið ein áhaldandi togan
millum politikarar, sum -
við atliti til teirra sterka
granna sunnan fyri markið
- hildu fast um tjóðarfrælsi
og stoltleika og kravdu at
hava eina sterka verju, og
hinvegin aðrar politikarar,
sum - hóast eisini teir vóru
tjóðskaparligir - mæltu til
verjupolitiskt varsemi og
mæltu til at hava eina uttan-
partatøðu í krígstíð, fyri
ikki at øsa grannan til at
traðka teirra lítla, veika
flatland sundur í molar.
Hesin at vísa seg undir-
brotligi politikkur, hvørs
undirstøði var ábyrgdar-
kensla og ein næstan listi-
lærd skynsemisstýrd ella
rationell strategi, førdi,
handfarin av politikarum
sum P. Munch og Erik
Scavenius, Danmark óskal-
að at kalla ígjøgnum tveir
heimsbardagar. Her eigur
kortini at verða nevnt, at
eins og Danmark hevði
brúk fyri realpolitiskari
strategi, hevði tað so sanni-
liga eisini, undir 2. heims-
bardaga, tá landið var her-
sett av týskinum, brúk fyri
mótstøðurørsluni.
Sum
søgufrøðingurin Bo Lide-
gaard ger vart við í 4. bindi
av Danmarkar uttanríkis-
politisku søgu, sum kom
fyri stuttum, hevði realpol-
itikkur uttan mótstøðu-
rørslu verið ein vanlukka.
Um vit nú hyggja at før-
oyskum politikki í 20. øld,
og kanska serliga Heima-
stýrislógini, so ber eftir
mínum tykki til at gera eina
samanbering. Tí eins og
Danmark noyddist at evna
sín politikk til við atliti til
sín sterka suðurgranna, hava
vit føringar noyðst at hugsa
um okkara høvuðshjall, ið
sum kunnugt framvegis bara
er ein og er á sjónum og er
undirlagdur umskiftum av
eitt nú marknaðar- og vist-
frøðiligum slag, sum vit
ikki, ella bara í lítlan mun,
hava ræði á.
Heimastýrislógin kann
fatast sum eitt politiskt
framstig av pragmatiskum
slag, íkomið og framt út frá
verandi fyritreytum. Vóru
Føroyar eitt størri land við
ríkari og fjølbroyttari til-
feingi, høvdu vit kanska
havt fingið loysing í 1948.
Undir
verri
umstøðum
høvdu vit einki fingið. Vit
fingu ikki alt, sum summi
høvdu vónað og ætlað, men
vit fingu so sanniliga held-
ur ikki einki. Tey ítøkiligu
úrslitini vóru, at lóggávu-
vald og útinnandi vald -
sum Føroyar høvdu havt, de
facto og lutvís, síðan 1940 -
nú í nógv størri vídd, og
formliga, vórðu flutt aftur
til Føroya. Hetta gav okk-
um tíð og umstøður til at
byggja upp og búgva til
eina politiska og umsiting-
arliga menning.
Ikki minni týdning hevði
tað, at Føroyar, takkað veri
búskaparligum samstarvi
við sítt gamla hjálandaveldi,
fingu møguleika at menna
tann sosiala partin av sam-
felagsheildini. Hetta, tað
samanhald og tann styrki,
sum eitt samfelag ognast av
tí at tess borgarar føla, at teir
hava myndugleikar, sum
taka ábyrgd av teimum,
verður mangan undirmett.
Men sosialur politikkur og
mentunarpolitikkur
eiga,
um teir verða handfarnir
rætt, meira styrki enn
"hjálmar" og "lúðraljóð".
Tann loynda styrkin
Lívførið í føroyskari mentan við atliti til sjálvstýrismenningina í nýggjari tíð og til lagnuna hjá øðrum atlantstjóðum
Tann ósjónliga styrkin. Dansur og kvøðing í miðøld og seinni gjørdust – saman við øðrum táttum í roykstovumentanini – støðið undir nútíðarpolitiskari menning
Bíblian, sum Guðbrandur
Þorláksson gav út í 1584,
nevnd Guðbrandsbíblian
P. Munch og Erik Scavenius,
sum - meira enn aðrir
danskir politikarar - skaptu
danskan uttanríkispolitikk
árini 1914-45
C
M
Y
K
17
16