Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. november 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 226 - 27. november 2003 Nr. 226 - 27. november 2003 19 Marjun Hanusardótt- ir, løgmansstjóri, hev- ur verið í arbeiðinum við Norðurbryggjuni frá 1997, og hon greiðir frá, at tað hevur verið eitt drúgt og stundum heldur strævið arbeiðið, sum kortini hevur eydnast til fulnar. Stóra upp- livilsið var at arbeiða saman við fyrrver- andi íslendska for- setanum, Vígdis Finnbogadóttir BRYGGJAN Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Í 1997 ringdi táverandi stjórin í Dansk Polarcenter, Morten Meldgaard, til Marjuna Hanusardóttir, løgmansstjóra, fyri at fáa hana við í eina sjálvkravda nevnd til frama fyri einum hugskoti - at gera eitt gam- alt pakkhús í Keyp-manna- havn til eitt mentanarhús til frama fyri Útnorður. - Í fyrstuni vóru vit ein rúgva av fólki í hesari nevndini. Morten Meld- gaard og Kaj Elkrog høvdu fingið eitt hugskot um at gera gamla pakkhúsið um til norðurlendskt mentanar- hús. Ì byrjanuni var arbeið á meira óformligum støði. Tað var ikki fyrr enn í 2000, at ein vinnurekandi varð settur á stovn, sigur Marjun Hanusardóttir. Hesin grunnurin kallast Fonden Den Nordatlantiske Brygge, og har er Marjun Hanusardóttir næstformað- ur. Tryggvi Johansen, før- oyski sendimaðurin í Keyp- mannahavn hevur verið fastur varalimur, og hevur hann møtt á øllum fundum. Hugskot til veruleika Tað eru skjótt sjey ár síð- ani, at Marjun Hanusar- dóttir fyrstu ferð hoyrdi um Norðurbryggjuna. Leiðin frá hugskoti til veruleika hevur tikið sína tíð og stundum kravt nógv stríð. - Arbeiðið hevur verið ógvuliga drúgt og strævið. Vit hava verið ígjøgnum eina ørgrynnu at stigum og góðkenningum. Men húsið, sum tað stendur í dag kann sigast at samsvara ógvuliga væl saman við uppruna- hugskotinum, sigur Marjun Hanusardóttir. Tað, sum kanska serliga hevur gjørt arbeiðið drúgt, er, at sjálvur bygningurin er friðaður, og hetta setir stór krøv til byggiarbeiðið. Allur bygningurin skuldi umvælast, men tíbetur var hann í góðum standi. Eisini tók tað tíð at gerast samd um, hvussu innrættast skuldi og til hvørji enda- mál. Pengar skuldu eisini fáast til vega fyri at fíggja verkætlanina, og tað kravdi eisini sítt. Danska stjórnin játtaði at lata bygningin í 1999. Árið eftir fekk húsið játtað tjúgu milliónir frá A.P Møller og Chastine McKinney Møller fond. Sama ár varð so vinnurek- andi grunnurin fyri Norð- urbryggjuna settur á stovn. Hann hevur eitt umboðsráð og setir leiðsluna fyri Norð- urbryggjuna. Frá 2000 hevur arbeitt verið fram ímóti tí at gera Norðurbryggjuna veruleik. Føroyski parturin av húsinum eru einir túsund fermetrar, sum Sendistova Føroya fer at húsast á saman við øðrum stovnum, ið hava gjørt leigusáttmála við Løgmansskrivstovuni. Teirra millum Ferðaráð Føroya. Heildarrenoveringin av Norðurbryggjuni hevur kostað einar seksti milliónir krónur. Føroysku fermetr- arnir eru síðani innrættaðir eftir vinnarauppskoti hjá Arkitektavirkinum Àrna Vinther fyri smáar fimm milliónur krónur, tá møblar og tílíkt ikki er íroknað Landsverkfrøðingurin hevur verið umboð Løg- mans-skrivostovunar í bygginevndini, og hevur havt Árna Winther sum ráðgeva á føroyska partin- um. Eldsálir Fyri Marjuna Hanusardóttir hevur tað eisini verið eitt stórt upplivilsi at vera við í hesum nevndararbeiðinum. Næstformaðurin í vinnu- rekandi grunninum fyri bryggjuna hevur nógv rósandi orð til teir báðir Kaj Elkrog og Morten Meld- gaard. Kaj Elkrog er fyrr- verandi stjóri fyri Told &Skatt, og Morten Meld- gaard er farin frá sum stjóri fyri Dansk Polarcenter og er vorðin stjóri fyri Norð- urbryggjuna. - Saman við Vígdis Finn- bogadóttir hava teir báðir hava gjørt eitt megnar- arbeiði, sigur Marjun Hanusardóttir. Vígdis Finnbogadóttir er formaður fyri vinnugrunn- in og hevur eisini verið við í arbeiðinum frá byrjan. Marjun heldur, at tað sæst týðuliga, hvørjar dygdir eru í fyrrverandi íslendska forsetanum. - Hon hevur verið ótrú- liga góð til at fáa hetta borið ígjøgnum. Hon er ógvuliga skilagóð og arbeiðir væl uttan at gera nógv serliga nógv hóvasták um seg ella seta seg í ringt ljós, sigur Marjun Han- usardóttir, sum er sannførd um, at hetta er ein tann mest sermerkta verkætlan- ina, hon hevur verið við til. - Tað er ógvuliga spenn- andi at arbeiða saman við sovorðnum fólkum. Onk- untíð helt eg, at tað sá heldur svart út, og nú fór tað ikki at bera til, men við teirra sterku trúgv uppá visiónina bar alt til, tá samanum kom, fingu aftur meg at trúgva upp á verk- ætlanina, sigur Marjun Hanusardóttir. Spennandi og serstøk verkætlan Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri hevur verið sera fegin um at arbeiða saman við Vigdis Finnbogadóttir, tað hevur verið eitt upplivilsi Mynd Jens Krisjan Vigdis Finnbogadóttir, fyrrv. forseti Íslands og ein av borgarunum fyri, at Norðurbryggjan er vorðin til nakað C M Y K 19 18